Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 5—8. JANUAR 1994 Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður: - Eftir reglunum skal stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina koma við uppskot- umfyri stovnin, og tí valdi landsstýrið ikki at leggja sítt upp- 7 skot fram Í vikuni hava landsstýrið og stýrið fyri Arbeiðsloysis- skipanina fundast um, hvat kann gerast, til tess at bjarga skipanini. Tá tað frættist í desember mánaði, at ALS kassin fór at verða tómur 1. februar, fóru embætisfólkini í Tinganesi at kanna skipanina. 10. desember sendi stýrið fyri Arbeiðsloysiskipanini landsstýrinum bræv, har ar- beiðsgevaraumboðini mæl- tu til at lækka útgjaldið til 50 pst Samstundis sendu fakfelagsumboðini skriv, har tey mótmæltu at lækka - Vit fóru undir at kanna ymsar møguleikar, av tí at vit skiltu boðini frá stýri- num, sum fór tað ikki at gera meir við málið, sigur Jóannes Eidesgaard. Neyðugt við serkgnari hjálp - Tá kom fram, at tølini hjá Arbeiðsloysisskipanini ikki vóru eftirfarandi, og at fleiri mió. krónur tann posi- tiva vegin vóru í skipanini, enn upprunaliga mett. Tað var tí neyðugt at fáa serkøn fólk at kanna skipanina. Á middegi hósdagin fætt- ist,atstýrið kortini hevði ar- beitt við ætlanum um at bjarga Arbeiðsloysisskipa- nini, og tí vildi landsstýris- maðurin ikki leggja fram uppskotið, sum teir í Tinga- nesi høvdu gjørt. ; Uppskotið fevndi m.a. um, ikki at minka um inn- Arbeiðsloysisskipanin: Tíðindablaðið Fyri legtingið um10 dagar Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, ivast í, um tað ber til at flyta eina játtan frá í fjór til Arbeiðsloysisskipanina. Meirluti er og útgjald í skipanini, men landsstýrið var heldur ikki sinnað at flyta pening inn í skipanina, t.v.s. at tað bert hevði verið talan um innan- hýsis broytingar, eitt nú at stytta um tíðarskeiðið hjá arbeiðsleysum í skipanini, og eisini at nýta útgjaldið sum mark fyri, nær fólk skulu fara úr skipanini. - Av tí at tað er uppgávan hjá stýrinum er at koma við loysnum fyri skipanina, var uppskotið hjá landsstýri- num ikki lagt fram, sigur Jóannes Eidesgaard. Í viðmerkingunum til uppskotið hjá stýrinum við- víkjandi fíggjarætlani fyri stovnin í 1994, verður sagt, at seinastu metingarnar, sum eru gjørdar um gongd- ina í Arbeiðsloysisskipa- nini vísa, at 43 mió. krónur fara at vanta í, fyri at fáa javnvág millum inn- og út- gjøld í 1994. Gjaldsførid við ársendan er 9 mió. krónur betri enn mett. Mælt verður til, at gjaldið frá samhaldsfasta eftir 1. apríl 1994 framvegis fer til skipanina, og tað gev- ur 21, 6 mió. krónur. Á fíggjarlógini fyri 1993 vóru avsettar 23. mió. krón- ur til arbeiðsskapandi tiltók, men har eru bert 6 mió. krónur nýttar. Ivasamt um tað ber til Stýrið heldur tí, at tað er rætt at lata arbeiðsloysis- skipanini írestandi 17 mió. krónurnar av hesi játtan, við tí grundgeving, at um lands- stýrið hevði nýtt allan pen- ingin, hevði tað spart um út- gjaldið í skipanini í fjør. Tilsamans er brúk fyri 43 mió. krónum fyri at fáa javnvág í skipanina, men um áðurneyndu upphæddir verða latnar, verða 47 mió. krónur í arbeiðsloysisskipa- nini í ár. - Persónliga eri eg iva- samur, um tað løgfrødiligz kann gerast. Ber tað til at nýta óbrúkta játtan frå í fjør, skal lógarbroyting til og um heimild er fyri hesum, skal tað samtykkjast í løgtingi- num, sigur Jóannes Eides- gaard. - Ivasamt er eisini, um samhaldsfasti skal gjalda til ALS eftir 1. april í ár. Tað er kki í samgonguni fyri at taka meir úr samhaldsfasta ein politisk avgerð, sum semja ikki er um í samgong- uni. - Vit vilja helst fáa sam- haldsfasta at virka aftur, av tí at vit nú fáa almannaveit- ingar í blokki. Tað merkir, at um t.d. danir hækka pen- síónirnar, so verða tær ikki hækkaðar hjá okkum. - Samhaldsfasti skal tí nýtast til ískoyti til pensión- irnar. Arbeitt verður við máli- num um arbeiðsloysisskip- anina, og ætlanin er at leggja tað fyri tingið, tá tað kemur saman aftur 18. jan- uar, sigur Jóannes Eides- gaard. Landið hevur bjargað bankunum um landskassan: Vit kunnu ikki eisini bjarga teimum um almannaverkid Tað kann ikki verða rætt, at landið letur bankunum pening, sum eisini er ætlaður sethúsamarknaðinum, fyri aftur at gjalda teim- um um almannaverkið, heldur Jóannes Eidesgaard Í løtuni arbeiðir Almanna - og heilsudeildin í Tinganesi viðatkanna, hvat errimiligt at liva fyri í Føroyum. Hetta er spurningur, sum Jóannes Eidesgaard skal svara í tinginum. Arbeiðið er ikki liðugt enn, men landsstýrismað- urin hevur eisini íbúðarmál sum målsøki, og vil tí gera viðmerkingar til sethúsa- loysnina, og spurningin hjá kroystum sethúsaeigarum. - Tað hevur ongantíð ver- ið ætlanin, at húsaleiga skal gjaldast av stuðlinum, sum fólk fáa í ALS og frá Al- mannastovuni - Tá peningastovnarnir fingu seinastu innspræn- ingina. var eisini íroknað peningur til sethúsamark- naðin. Tí er tað órímiligt at krevja, at vit gjøgnum al- mannaverkið aftur skulu lata bankunum pening, sig- ur Jóannes Eidesgaard. - Tað var landsstýrið sum heitti á peningastovnarnir um at fáa eina loysn á set- húsamálinum, og henda er ikki so vánalig, sum fjøl- miðlarnir vilja gera hana til, heldur landsstýrismaðurin. - Tad er eisini hugstoytt at hoyra fólk siga, at tey gev- astat gjalda. Tey hava hóast alt gjørt avtalu við bankar- nar, og havaskrivað undir at halda sínar skyldur, og tí sleppa tey ikki undan kortini. - Hinvegin, so er tað løv- ið, at fólk ikki mótmæla, at bankin nýtir pening, fyri at bjargar SMS. Eingin hevur nevnt tað, hóast fólk ikki hava skrivað undir at bjarga - Tað er eisini legið, at fjølmiðlarnir ikki duga at síggja ein glotta við rentu- lækkingini og leingjanini av afturgjalding av lánum. - Serliga í Havn hevði skattahækkingin verið stór eykabyrða, um ikki rentu- lækkingin kom. - Skilir tú kortini ikki, at tað eru so nógv fólk, sum als ikki fáa gleði av sethús- aloysnini, tí tey framman- undan eru so hart fyri- spent? - Tað ber ikki til at gera eina skipan, sum tryggjar fólki allar útreiðslur. Skuldu vit gjørt tað, so hevði verið neyðugt at latið fólki einar 25.000 - 30.000 krónur í forsorgarhjálp um mánaðin. Tað er 6gjørligt. - Almannastovan og Ar- beiðsloysisskipanin er bert ætlað til at tryggja fólki tað mest neyðturvuliga. Møgu- liga skal gjaldið broytast, og tað kanna vit í løtuni. - Vit fara tó ongantíð at lata so mikið, at allar út- reiðslur hjá fólki verða tryggjaðar, sigur Jóannes Eidesgaard. Dagny Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, heldur tað vera løgid, at fólk gevast at gjalda lán, sum tey hava skrivað undir at gjalda, og ikki mótmæla, at bankin nýtir pening til at bjarga SMS, uttan at nakar ger viðmerking til tað Úti Kompressarar Borimaskinur Brekkarar Borar/Meitlar Slangur Vibratorar Forskalling Håtrystreinsarar Fæst til leigu. Kaj Andreasen PF Tlf. 15600 «