Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i ; Tíðindablaðið ED Nr. 5 - 8. JANUAR 1994 Síða9 Ur villiniborgum Kafkas Sunnudagin sýnir Filmsfelagid nýggjan film, ið byggir á bókmentunarlig evni hjá kekk- iska rithøvundanum Franz Kafka (1883—1924). Jeremy Irons hevur høvudsleiklutin sum Kafka og Steven Soderbergh, sum vit kenna frå »Sex, lies & videotapes« (1989) hevur leikstjórnað. Filmurin verður sýndur í Sjónleikarhúsinum sunnukvøldid kl. 20 Prag í svørtum og hvítum Kafkas. mjørkatåmi. Trong, stein- sett tún, brýr og midaldarlig torn og yvir øllum kneysar Borgin, ein risavaksin og ræðandi stadda. Prag og ein maður, ið rennur fyri lívinum, Prag í 1919, Prag við heiðurs- borgaranum, rithøvundan- um Franz Kafka í høvuds- leiklutinum. Hetta er ikki filmur, gjørdur år nakrar Kafka- bók, heldur ikki er hetta ein frágreiðing um ævi Kafkas. Nei, hetta er um ein morg- unin, rithøvundin sjálvur vaknar og verdur drigin inn f ein meldur av marrukend- um søgum og verdur høv- uðspersónur í sjålvskriv- aðum søgum. Søgum, sum aldri blivu lidnar, tí listar- liga samvitskan forbeyd tað. Rithøvundin metir sær sjálvum. Kafka metir Kafka. Ein nøtrandi mynda- gerð úr bókmentavnum Kafka, framúr leiktur av Jeremy Irons, er navnleysur kontórkrakkur í stóra Tryggingarfelagnum. Um náttina livir hann í aðrari verð — yrkir og skrivar. Hann livir eitt einslig liv og allir dagar eru eins. Til ein dagin, tá vinurin og starvs- felagn Eduard Raban á und- arligan hátt hvørvir. Kafka fer at leita eftir vin- manninum og hittir Gabri- ellu (Theresu Russel). Hon er limur í einum anarkist- iskum felagsskapi. Tá tey síggja, at Kafka er rithøv- undi, vilja tey hava hann við í felagsskapin. Brátt verður líkið av hinum deyða Raban funnið, og løreglan skal hava Kafka at staðfesta, at hetta er vinmaðurin og starvsfelagin. Kafka er illa heitin og kennir seg brátt jagstraðan — eisini av løg- regluni. Kafka kemur eftir, at vin- pið er til kl. 20 Tlf. 17217 maðurin Raban arbeiðir fyri anarkistiska felagsskapin og hevði verið á Borgini, har hann skuldi myrða hin ræðuliga Murnau doktara. Og filmssøguliga er her vert at skoyta uppí, at í 1922 gjørdi meistarligi tyski leik- stjårin F. W. Murnau (sic!) ræðufilmin >Nosferatu- Eini Symophonie des Grau- ens«. Á skrivstovuni gerst Kafka bráddliga fulltrúi og fær tveir undirsáttar, sum hóast ikki líkjast petti, eru tvíburðar. Og so eru teir fullkomuliga ódugnaligir. Samstndis gerst boðfreturin á skrivstovuni, harra Burgel, ótolandi. >Tygum eru ov kenslusamur!< sigur skrivstovustjórin (Alec Guinness). Nú hvervir vinkonan Gabrielle og ókend sendi- boð av Borgini elta støðugt skrivstovumannin og rit- høvundan Kafka. Leikur kemur rættuliga í hæddina á Borgini. Og hvussu hann fer, sæst best í Sjónleikar- húsinum sunnukveldið. Filmurin, sum er tíkin í Prag í 1992, varir 98 min. >Heilt framúr góður!< segði Palle Schmidt, filmsum- mælarin á B.T. og gav film- inum 6 rósandi stjørnur. »Ett trevligt obehag« skriv- aði Jens Peterson í svenska Aftonbladet. Á Expressen, har tey duga at taka til á ein annan hátt, segði Petter Karlsson >Soderberg skiter i sanningen. >Kafka< er en raffinerad røverhistoria ... det hør skulle till och med gjort den arme Franz pá gott humør<. Filmurin >Kafka< verður sýndur í Sjónleikarhúsinum sunnukveldiðkl. 20. Nýggir limir kunnu tekna seg við dyrnar. TSØLAN byrjar månamorgunin 10. jan. + DALSBERG | Í