leygardagur 8. januar 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 5 — 8. JANUAR 1994
Tíðindablaðið
Marita Petersen, lógmaður um sethúsaloysnina:
% Eingin gandaloysn
9 — men ein lætti
Sethúsaloysnin lættir um hjá nógvum, og so er bert at
vóna, at peningastovnarnir kenna ábyrgd fyri teimum,
sum ikki fáa endarnar at rókka av hesum, og geva
teimum so góðar avtalur, at tey sleppa at búgva í húsu-
num, sigur Marita Petersen, løgmaður
Løgmadur segði í viðmerk-
ing til sethúsamálið herfyri,
at nú noyddust peninga-
stovnarnir at gera nakað í-
tøkiligt.
f famu viku komu bodini
um, at stovnarnir vóru
samdir um sethúsaloysn-
ina, sum hevur fingið mis-
javna undirtøku millum
fólk.
- Er sethúsaloysnin nøkt-
andi?
- Hon er, ið hvussu so er,
ein partur av loysnini. Eitt
nú er hetta ein lætti fyri øl,
eisini tey sum hava arbeiði
og kunnu svara sínar skyld-
ur.
- Peningastovnarnir eru
komnir við trimum loysn-
um, sum hvør í sínum lagi
kunnu bøta um støðuna, tó
at tey, sum eru ringast fyri,
ikki fáa nakran bata av hes-
um.
- Rentulækkingin er ein,
onnur er leingjan av aftur-
gjaldstíðini, og triðja broyt-
ingin er, at einstaklingar
kunnu fáa síni mál vidgjørd
undir einum f egna peninga-
stovni. Hetta seinasta gevur
teimum, sum ikki kunu
gjalda rentu og avdrått,
møguleika at tosa vid pen-
ingastovnarnar.
- Rentulækkingin sigst
vera orsøkin , til at pening-
astovnarnir komu til ein
loysn. Hava peningastovn-
arnir gjørt nóg mikið?
- Møguliga er rentulækk-
ingin komin uttaneftir, men
spurningurin er, um fólk
ikki hava havt ov bjartar
vónir um, hvussu nógv meir
enn hetta, stovnarnir kunnu
gera.
Hjálpir nøkrum
- Eg ásanni, at fyri øll er set-
húsaloysnin ikki nóg góð,
men hon lættir væl um hjá
nógvum, og gevur eitt í-
skoyti til samfelagið. Sjálvt
um rentulækking og leingj-
an av afturgjaldstíðini ikki
er nóg mikið til at loysa
trupulleikarnar hjá øllum.
- Er tað nóg mikið til at
fólk setast aftur, og ikki
flyta av landinum?
- Sethúsaloysnin er eisini
ein háttur at fáa fólk at verða
verandi í Føroyum, og tað
eru peningastovnarnir
eisini áhugaðir í. Eittnú við
at syrgja fyri at fólk kunnu
sleppa at búgva í sínum
húsum. Hetta er ein stórur
trupulleiki, sum ikki er so
lættur at vinna á, og ikki
bert tað:
- Umframt hetta er eisini
neyðugt, at vit fáa gongd á
arbeiðið aftur. Fólk kunnu
klára seg við at liva við
lítum eina tíð, og eg
viðgangi, at tað hevur vart
ov leingi, sum nú er. Vit
kunnu bert seta okkara
vónir til fiskiskapin og at
betri prísur fæst fyri hann,
so gongd aftur kemur í
fiskivinnuna.
kelvur
budarpolitikkur
Trupulleikin er eisini, at vit
hava ført ein skeivan í-
búðarpolitik, og at ungfólk
hava sett seg fyri alt ov stór-
ar útreiðslur, tá tey settu
búgv.
- Høvdu ungfólk havt
møguleikan at leiga sær í-
búð, ístaðin fyri at tey vóru
noydd at byggja hús og seta
seg í stóra skuld, samstund-
is sum tey eisini gjørdust
stavnsbundin av hesum, so
hevði alt verið gørvísi.
-Taðer tóaltíð lætt at vera
eftirsnarur, men í løtuni er
sethúsaloysnin hjá pen-
ingastovnunum ein broyt-
ing, sum vit vóna kann geva
øllum ein møguleika at fóta
sær.
- Hetta er eingin ganda-
loysn, men tó ein lætti hjá
nógvum. So er bert at vóna,
at peningastovnarnir kenna
sína ábyrgd og hjálpa teim-
um, sum ikki kunnu klára
seg, sigur Marita Petersen.
Dagny
Tvingsilssølur í løtuni:
Hús í Havn fóru
fyri 5000 krónur
Tað er ikki óvanligt at peningastovnar keypa
sethus á tvigsilsølu fyri lítið og lætt. Eydnast
tað at selja húsini víðari - og fyri bíligan
pening, heftir sethúsaeigarin frameftir fyri
restskuldini, hóast hann hevur mist húsini
Tú ert ikki sloppin av við
skuldina, um hús tíni verða
seld á tvingsilssølu.
Keypir peningastovnurin
húsini fyri t.d. 1000 krónur,
og selur tey aftur fyri
150.000 krónur, so heftir tú
frameftir fyri restina av
skuldini. Tað ger ongan
mun, at tú misti sethúsini, tí
tú ikki megnaði at halda tín-
ar skyldur.
Á tvingsilsuppboði verða
sethúsini ofta seld fyri nak-
rar krónur í hesum døgum.
Bert fyri at nevna dómi í
seinastuni, so fóru eini hús í
Havn, sum Føroya Banki
keypti, fyri 375.000 krónur.
Helvtin av einum húsi í
Havn keypti Sparikassin
fyri 5.000 krónur og eisini
eini sethús í Nólsoy fyri
somu upphædd.
- Um td. Sparikassin
keypir eini sethús fyri 5.000
kónur, er tað bert eitt eiti, tí
sjálvandi er virðið av
húsunum meir enn tað, sig-
ur Per Kallsberg, húsamek-
ari.
Húsalánsgrunnurin, Sjó-
vinnubankin ella Føroya
Banki tíma tí ikki at bjóða
upp á húsini, tí Sparikassin
hevur 1. veðrætt í teimum.
Eydnast tað Sparikassa-
num at selja húsini aftur
beinanvegin, kanska fyri
150.000 krónur og vit siga,
at t.d. 495.000 krónur eru
eftir at gjalda í láni hjáfyrra
eigaranum, so skal hesin
framvegis gjalda upprest-
skuldina, hóast hann hevur
mist húsini.
Verður keypsprísurin,
sum var 150.000 krónur
drigin frá, er skuldin
350.000 krónur, umframt
tað, sum viðkomandi heftir
fyri í hinum peningastovnu-
num og Húsalánsgrunni-
num.
Peningastovnurin gevst
ikki við at krevja sethúsa-
eigaran eftir skuldini, og
hóast tú sigur, at tú ikki ert
førur fyri at gjalda, so fært
tú áhaldandi áminning um
at gjalda. Hendir einki, vil
peningastovnurin helst fáa
málið staðfest í rættinum,
soleiðis at tú heftir fyri
skuldina eini 20 ár fram í
tíðina.
Eingin kann noktatær at
keypa eini nýggj sethús, um
tú fært fígging, men so vil
peningastovnurin gera út-
legg í teimum.
Er endin av gllum hesum,
at tú flytir av landinum, so
er skuldin enn galdandi, og
um tú keypir eini sethús í
Danmark, so kann peninga-
stovnurin eisini gera útlegg
í húsunum har.
Peningastovnarnir hava
ymsar hættir at arbeiða út
frá.
Demi her er bert ein
mannagongd, sum pening-
astovnar hava rætt til at gera
galdandi.
Dagny
Vanlig battari, loðitól,
o.a. Vit eru biligari
og góðskan er S7
á hægsta
stødi. SS:
„S myndugleikunum
+ Alt í akkumulatorum
"North
CHLORIDE-FOROYAR
MOTIVE POWER
Slættanesgøta 8
Tlf. 18347 - Fax 19437
100 Tórshavn
Sø fr
mulatorvirki av