leygardagur 8. januar 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 8. JANUAR 1994
Síða 7
Tíðindablaðið
| Viðvíkjandi aling
á SBrvágsfirði
Í skrivi dagfest 4. jan. 94 frå
Sørvågs kommunu havi eg
fingið upplýst, at Sørvågs-
fjørður er útlagdur sum
Eftir øllum at døma skulu
alarar aðrastaðni frå hava
Servágsfjørð sum tiltak.
Hetta kunnu vit í Vágum
ikki góðtaka hvørki so ella
so.
Enn einaferð eru tað
bankarnir, sum spæla við
vøddunum.
Í skrivinum sigur Sørvågs
kommuna seg vera vitandi
um at menn hava áhuga at
seta smolt út á Sørvågsfirdi,
eru klárir longu í 94. Hesir
hava fígging til at seta út
150-200 tús. smolt.
Trupulleikin er, at neyð-
ugt aliloyvi ikki fyriliggur,
og tá fíggingin ikki er frá
føroyskum peningastovni,
hava hesir ongan åhuga fyri
at lata eitt av »sinum« loyv-
um men vilja heldur lata
hesi loyvi til uttanbiggja-
menn.
Eg fari tí her at gera vart
við, at eg góðtaki ikki eina
slíka framferð. Og fari tí
saman við > Sørvågs
Kommunu at heita á
landsstýrið um at bera so í
bandi, at tey aliloyvi, sum
eru á Sørvågsfirdi, verða
Flakavinnan í Sørvågi er
niðurbundin, verður ali-
vinnan í Sørvågi eisini nið-
urbundin, so er tað fyri mín
part skuld dropin, sum fær
bikarið at flóta yvir.
Trúgvið ikki, at tað verður
so galið. Rokni við at lands-
stýrið loysir hetta mál, so-
leiðis at alarar í Sørvågi
sleppa aftur í vinnu.
Jóhannes Ellefsen,
tingmaður
Frank Davidsen um
Svend Áge Ellefsen:
Roynir
at spæla
martýrur
-Tað er trupult at renna undan fortíðini, .
Svend Áge Ellefsen, og sum tú veitst, so
hevur Sørvågur verið ein skansi, sum
fólkaflokkurin ongantíð er komin í nánd
av. Tí haldi eg, at tú er við at missa
politiska stevið, um tú tevjar politiskan
vinning við at tekkjast sørvingum skrivar
Frank Davidsen
Vit kunnu helst øll verða
samd um, at líka so ringt tað
er at spáa um framtíðina,
líka so trupult er tað at renna
undan fortíðini.
Og kanska er tað ein sam-
anblandingur av hesum
báðum fyribrigdum, um ein
kann siga tað solcidis, sum
hevur við sær, at rættuligur
fjáltur er komin á fyrrv.
landsstyrismannin Svend
Åge Ellefsen.
Tí eftir øllum sólarmerkj-
um at dóma, so hevur sit-
andi løgtingsmadur fyri
fólkaflokkin í Vágum rætti-
liga mist politiska flogið og
tað í dupultum týdningi.
Henda metan verður fyrst
og fremst gjørt útfrá, at
hann við tógvið stríð hevur
tryggjað sær ein '-ndsstýr-
issess, ið gav honum munin
betri møguleikar til at fáa
avgreitt øll ella meginpartin
av teimum málum, sum
hann segði seg hava barst
fyri tey 13 árini, hann hevur
umboðað valdømi sítt, men
so var ikki.
Tað, sum er heilt avger-
andi fyri, at eitt og hvert
mål, sum tú leggur fyri løg-
tingið, er at tað verður hand-
farið upp á ein sovorðnan
máta, at tað fær so stóra
undirtøku sum gjørligt.
Tað vóru trý mål, ið vóru
av stórum týdningi fyri
Vága valdømi, sum S.Å.E.,
undanfami landsstýrismað-
ur hevði um hendur.
Tá fyrsta málið kom fram,
skapti ella framprovoker-
aði SÁ. eina sovorðna
fólkagsing, sum ongantíð
fyrr í Føroya søgu. Úrslitið
varð at málið varð lagt í eina
skuffu og kom ongantíð
framaftur. Sama gjørdi seg
galdandi við næsta málin-
um, men hóast hann eisini
her framprovokeraði somu
fólkagsing, varð málið sam-
tykt.
Sama søgan endurtók seg
við tí triðja málinum, men
hesaferð var tað tí donsku
stjórini, hann gav av grov-
fílini og sum svaraði aftur
við at niðurfella í lániav-
taluna, ið partamaður
S.ÅE. júst hevði undir-
skrivað, at hetta mál skuldi
landsstýrisskeiðið hjá
fólkaflokstingmanninum í
Vágum bert ein hvørvisjån,
sum verður staðfest av tí
stæði, ið hansara skriving er
á í hesum døgum.
Burtur eru glæsiligu ætl-
anir hansara, m.a. bátahyl-
urin í Sandavági, sum hann
gjørði so nógv burturúr til
valið 1988.
Hver minnist ikki til ta so-
kallaðu valboyuna, ið lá so
friðarlig á vánni og blinkaði
sotolin, nátt sum dag, fyri at
minna bygdarfólkið, ið nú
fyrireikaðu seg til valið, at
bátahylurin brátt varð veru-
leiki, um tey settu krossin á
rætta stað.
Í tí sambandinum skulu
vit heldur ikki gloyma rad-
aran, sum so tolin stóð inni á
landi og snaraði dag og nátt,
líka til aftan á valið.
Tá so fyrrv. landsstýris-
maðurin, so ósmæðin sum
hann nú einaferð er, nú um
dagarnar í grein í Dimma-
lætting sigur beinleiðis 6-
satt í og við at undirritaði
skal hava sagt, at flogvall-
arovastin einki skal hava
gjørt viðvíkjandi ætlaðu út-
byggingini av farstødini á
flogvøllinum, eins og hann
roynir at íbirta eitt parta-
politiskt kjak viðvíkjandi
teimum menningartarnaðu
í Vágum, so sæst á øllum
brøgdum, at S.ÅE. er fjált-
urstungin, nå tad stundar til
val.
Men sum eg havi mint
hann å fyrr, so meti eg tad
málið meira ålvarsligt og ti
skal hann ikki fåa meg i
blødini at kjakast um tað.
Heldur ikki ætli eg mær at
svara uppá tað afturvend-
andi líktornið hjá S.ÅE.,
Gásadalsbergholið, har
hann hækkar upphæddina
við einari millión fyri hvort
skriv hann setur í blødini.
Hvat viðvíkur farstødini á
flogvgllinum, so kunnu vit
bert staðfesta, at S.Á.E. fór
úr landsstýrinum uttan at
umsiting hansara hevði
fingið lógarheimildina av-
greidda í sambandi við út-
byggingina.
Aftan á at S.Å.E. hevur
súltað kloakkina frá Vatns-
oyrum og beint málið til
landsverkfrødingin í 11.
tíma áðrenn hann stakk í
sekkin, fekk landsstýrið
málið aftur í høvdib. Sum
alt annað so hevði tað ikki
fingið ta viðgerð, sum ta
átti, men hevur eykamaður
mín saman við landsstýrin-
um nú fingið málið endaliga
avgreitt, soleiðis at arbeiðið
kann byrjað.
So er tað henda ákæran
um at undirritaði skal hava
ábyrgdina av at flakavirkið í
Sørvågi er stongt. Var tað
onkur annar, ið kom við hesi
ákæru, so var tað til at liva
við, men eg haldi at fyrrv.
landsstýrismaður = S.ÅE.
skuldi verið tann seinasti til
at sagt slíkt, serliga tá ein
hugsar um tað, sum fór fram
dagarnar fyri og dagarnar
eftir seinasta løgtingsval. Ti
tað var ein so grov roynd at
ørkymla veljaran, at tað
finnur neyvan sín líka her á
landi, um vit síggja burtur-
frá valdegnum í 1980, tá
S.Å.E. varð valdur inn á
løgting.
Tað, sum liggur aftanfyri
tína skriving í seinastuni, er
helst tað at tú roynir at fram-
KENWOOD HI-FI
AN
mar: RE
håtalarar
- betri fæst ikki
Sjónvarps-
& Radiohandil
Sverrisgøta 15
Tórshavn - Tlf. 17497
Altid nógv góð tilboð
Ein av teimum mest álítandi
kaltvatnsreinsarunum á
marknaðinum til alla rein-
gerð á dekkinu m, verk-
taðnum, bakarínum, slakta-
rínum v.m. Fæst frá 70-173
bar trýsti. Kemisk reinsievni
kunnu eisini nýtast.
Spla, leiga og tænasta
Kaj Andreasen PF.
Tif. 15600
provokera tað, sum eg her
havi nevnt, soleiðis at tú enn
einaferð kanst spæla leik-
lutin sum martýrur. Hinveg-
in so haldi eg tað nú vera tíð
uppá at tú fært svar uppá
tiltalu, sum tú sjálvur mál-
bar teg herfyri.
Sum eg segði í byrjanini í
hesum skrivi, so er trupult at
renna undan fortíðini,
Svend Áge Ellefsen, og sum
tú veitst, so hevur Sørvågur
verið ein skansi, sum fólka-
flokkurin ongantíð er komin
í nánd av.
Tí haldi eg at tú ert við at
missa politiska stevið, um tú
teyjar politiskan vinning við
at tekkjast sørvingum.
Til seinast vil eg siga, at
tað er ikki heilt beint, tå eg
føri fram, at Svend Åge
einki hevur avgreitt sum
vidkom Vågum, ti einasta
mål, hann avgreiddi væl og
virdiliga, var at flyta vedur-
frødingin av flogvøllinum
til Havnar.
Frank Davidsen