Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða6 Nr 5—8. JANUAR 1994 Tummas Arabo skimálaráðharri: Fegin um at javnaðar- menn arheiða við at loysa kvotaspurningin -Eg hevði verið sera fegin, um javnaðarflokkur kann koma til eina semju um, hvussu tað fyrsta kvotabýtið millum skipini skal síggja út og vóni, at vit tá kunnu fáa eina brúkiliga loysn á hesum BD Henrik Old og Jógvan Adolf Johannesen eru saman stóra máli sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður undan floks- leiðslufundinum í javnaðarflokkinum í dag. Sosialurin hevur tosað við hann: Í dag hevur javnaðarflokkurin ; floksleiðslufund. Á skránni eru tær nógv umrøddu umsetiligu kvoturnar. Tingmanningin hevur sett ein arbeiðsbólk at koma við broytingaruppskotum til lógaruppskotið frá landsstýrinum um umsetiligar kvotur. Í hesum bólki eru Atli Dam, Henrik Old og Jógvan Adolf Johannesen. Vit hava undan fundinum spurt Tummas Arabo, landsstýrismann, hvat hann væntar kemur burtur úr á fundinum á Hann vísir á, at málið um umsetiligu kvoturnar hevur verið frammi síðani í august. Í oktober fór landsstýrið undir at orða lógina, sum varð liðug í Tummas Arabo: -Siktið við lógini má ikki broytas: november. Síðani hava tingmenn havt møguleika at gera ymsar broytingar. -Min ætlan var at fåa lógina niðan í tingið longu í november. Tað var eingin loyna, at tað tá vóru stórar brótingar um málið eitt nú: í javnaðarflokkinum. Landsstýrið avgjørdi síðani at senda málið í tingið og varð roknað við, at tingmenn tå høvdu ymisk broytingaruppskot. Hetta er so tað, sum hendir nú. Tummas Arabo er sera fegin um, at javn- aðartingmenn arbeiða seriøst við nøkrum, sum flokkurin kann semjast um. Ymsir lyklar -Men eg havi sagt, at lógin kann ikki broytast so nógv, at hon missir sítt sr * * sikti. Tað er stovnsrøkt og effektiv fiskiveidi. Sum eg skilji, so eru trupulleik- arnir í javnaðarflokkinum, hvat kvotabýti verður upp á hvert skipið. Tummas Arabo sigur, at har ber sjálvandi til at brúka ymsar lyklar. Landsstýrið hevur so valt at brúka tann søguliga lyk- ilin, hvat skipini hava havt fyrr, men kann javnadar- flokkurin semjast um at brúka ein annan lykil, so er tað í fínasta lagi fyri mín part. Tað hevur nevn- iliga ómetaliga nógv at síga, at vit innanhýsis í flokkinum kunnu koma til eina semju. Nú málið er komið í tingið mugu tingmenn semjast so ella so, og tá javnadartingmenn nú taka stig til at koma við broyt- ingaruppskotum, kann eg bert fegnast og tað taki eg sum eitt tekin um, at okk- urt røkist fyri eini loysn. -Nú eru tað fleiri, sum meta títt arbeiði í hesum máli sum eitt einvíst og diktatoriskt direktiv! -Tað er nakað tvætl. Tað er eingin lóg í mínari tíð í politikki, sum hevur verið so nógv til umrødu og so nógv viðgjórd í samgonguni. Umsitingin í Tinganesi hevur brúkt nógva tíð til at viðgera hetta málið, so tingmenn hava havt allar møguleikar at spyrja og síga sína hugsan. ' Tummas Arabo við- gongur tó, at hetta er eitt kontroversielt mái, men ein avgerð skal so takast. -So eru tað tey, sum siga, at hetta við umsetiligum kvotum er als ikki nakað, sum danir hava ynskt, men ht — Tíðindablaðið CSE við Atla Dam og Vilhelm Johannesen í ferð við at gera broytingaruppskot til lógina um umsetiligar kvotur at tað eru okkara egnu fólk, sum hava lagt dónum orðini í munnin! -Eg kann fulltryggja øll um, at fiskivinnu- umsitingin í Tinganesi og fleiri av teimum, sum s6tu í Bygnadarnevndini vóru beinleiðis ímóti handils- kvotum, áðrenn hetta uppskotið kom fram. Men teir hava so broytt stóðu og siga, at teir sóu tað púra Omøguligt at fara út og síga, hvørji skip skuldu út úr flotanum. Ístaðin fekst semja um eina mek- anismu, sum nátúrligt skuldi fáa flotan til at broyta bygnaðin. -Um so er, at javn- aðartingmenn ikki kunnu semjast og tú ikki fer at fáa meiriluta í tinginum fyri uppskotinum í verandi líki ella einum broyttum uppskoti, hvat hendir tá? -Tað er soleiðis í tí politiska lívinum, at tú mást vera treiskur og halda teg til tey høvuds málini tú hevur sett tær Fæst semja ikki sc fyriliggur ein heilt nýgg; stóða. Tað verður so ikk ein stóða, sum bara kemur at nerva mítt arbeiði sum landsstýrismaður í fiski vinnumálum -Er hetta eitt s álvarsligt mál, at verður tað ikki samtyk so ella so tá verður hetta ein van- lukka fyri Føroyar? -Nú vil eg ikki mála hin gráa upp á veggin men kann bert siga, at tá fyriliggur ein stóða, sum er serstakliga óheppin, og tá hava vit eisini eina stóðu, har vit ikki hava uppfylt tær treytir, sum vit hava gjørt við aðrar. -Um nú onkur sam- gongutingmaður fellur eit! uppskot um umsetiligar kvotur fellur hann tá ikki eisini landsstýrið? -Eg ætli mær ikki nú at filosofera yvir hatta. Hatta má okkara samgonguleið- ari úttala seg um, skal nakar gera tað. Eg siti sum landsstýrismaður í fiski- vinnumálum. Eg havi loyst eina uppgávu, sum eg sjálvur haldi er væl loyst - við tí málsetningi at fáa eina betri stovnrøkt og fáa eina meiri effektiva fiskiveiði, soleiðis at vit fáa eina tillaging av flot- anum, sum hóskar til tað tilfeingi vit hava undir Føroyum. Tummas Arabo heldur hetta vera eina sera stóra uppgåvu, og hann heldu: eisini, at gl; fiskiveiðilógin fevnir um so nógv annað -Eg hevði verið sera fegin, um javnaðarflokk urin kann koma til eina semju um, hvussu tað fyrsta kvotabýtið millum skipini skal síggja út. Er vóni, at vit fáa eina brúkbara loysn. Avgreiðast skjótt -Men gongur tú ikk beinleiðis ímóti javnaðar sjónarmiðjum, nú tá henda lógin letur ognarrættin il fiskin ti nakrar fáar persónar -Hatta argumentið dug - ir ikki.Vit hava fyri langar! tíð síðani givið frå okkum ognarrætun til landgrunnin. Fiskiloyvi eru ikki annað enn ein óavmarkað kvota. -Nær er síðsta útkali fyri Fiskiveiðilógini? -Tað dugi eg íkki at síga, men vit skulu helst hava hana fyri , tå tingið kemur saman aftur. Sam- bært avtaluna við danir skuldi hon longu verið avgreidd jan