Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Norðurlandahúsið - ein meginlívsæðr EITT hús - ein stovnur - sum helst hevur verið mest brúkt og umrøtt í Før- oyum er Norðurlandahúsið. Hetta húsið hevur nú mong ár á baki, og øll hesi árini hevur Norðurlandahúsið verið ein kveikjari og ein inspiratiónskelda fyri mangar føroyingar. So væl hava føroy- ingar tikið undir við hesum húsinum, at tað finast neyvan nakað hús - nakað forum - har føroyingar allir ærliga og ernir kunnu siga: hetta eru okkara hús. TANN 1. apríl takkar stjórin Jan Kløv- stad fyri seg, og ein nýggjur maður kemur í hansara stað, ein finlendingur sum vit vóna verður eins kreativur, virkin, fryntligur og menniskjansligur sum núverandi stjórin. Hóast tað enn er ov tíðliga at koma við eini takkarkvødu til tann dynamiska og positiva norska Kløvstad og somuleiðis ov tíðliga til at ynskja eftirmanninum vælkomnum, so fara vit kortini at lata tankar okkara dvelja vit húsið og teir báðar eina løtu. MIKUKVØLDID fer núverandi stjórin at halda fyrilestur í Norðurlandahús- inum um mentanarligt virksemi og samarbeiði í Norðurlondum. Hetta verður heilt givið ein áhugaverður fyrilestur, og vónandi fara mong at leita niðan í húsið fyri at líða á tað, sum Jan Kløvstad hevur at siga og kanska vit fara at fáa - umframt eina meting av tíð hansara sum stjóri í Norðurlanda- húsinum - eisini eitt menniskjansligt og mentanarligt boð upp á framtíðina, ikki bert hjá hesum húsinum og føroyskari mentan men hjá teimum fólkum her búgva. Forvitnisligt verður tað eisini at síggja teir báðar, norðmannin, sum skjótt takkar fyri seg og finlendingin, sum nú fer at líta kring seg og vita, hvat tað eru fyri fólk og umhvørvi, ið hann skal liva saman við komandi fýra árini. TAÐ er ikki so legið, at flest allir út- lendingar, sum koma til Føroya, vitja Norðurlandahúsið og senda tí øll góð- ynski. Húsið er ein perla - ein gim- steinur - í tí annars sera ríka føroyska mentanarlívinum. Her eiga vit ikki at gloyma tey fólk, sum fostraðu hug- skotið um hetta húsið og vóru við til at leggja lunnar undir tað. Og her leita okkara tankar fyrst og fremst til Erlend Patursson, sála, sum varð ein av und- angongumonnunum fyri at fáa húsið bygt. Hann átti tey virðismiklu evni bæði at hjúkla um egin virði og at hava ein altjóða sjónarring og sá, at hvussu týdningarmikið tað er fyri okkum før- oyingar at vit - umframt at gera alt fyri at standa á egnum beinum og verja og menna okkara sereyðkenni - ikki at byrgja okkum inni frá umheiminum men tvørturimåti sågva til okkum frá åtlendskari mentan og harvid eisini royna at geva ødrum burtur av okkara egnu ríku mentan. TAÐ vil altíð vera so, at tað eru tey, sum eru ímóti gllum nýggjum. Eru ímóti tí tað eru onnur, sum fostra hug- skotini og ikki tey. Eru ímóti tí tey bera ótta fyri útlendskari ávirkan og rætt og slætt eru ímóti fyri at vera ímóti. Hetta er tíanverri ein eginleiki, sum alt ov mong av okkum er upptikin av. Ein kann eisini vísa til orðafellið um, at eingin er profetur í sínum egna landi. Tí eru tað oftani gestir uttanífrá, sum hava verið mest fegin um Norðurlandahúsið og róst tí upp til skýggja. Nokk hava vit føroyingar fegnast um húsið, men summi hava eisini havt ein hugburð til hetta hús sum var tað nakað fremmant og fínt, sum bert er ætlað eini lítlari elitu av fólki. Tað var ikki uppruna- tankin. EFTIR okkara tykki er Norðurlanda- húsið ein sera kærkomin gáva til Føroya fólk og øll Nordurlond. Tað er ikki minst gjøgnum virksemid f hesum húsinum, at vit føroyingar varðveita og menna sambandið við okkara norður- lendsku grannar. Húsið er við til at hækka stóðið á nógvum mentanargrein- um her á landi og tað er karmur um tað, sum vit hava mest brúk fyri í hesi tíð - skapanargleði, nýfikni, inspiratión og ikki minst vón og bjartskygni. Nú skal hetta ikki skiljast so, at vit við Norður- landahúsinum flyta okkum burtur frá veruleikanum í dagsins samfelag við teimum stóru trupulleikum flestu av okkum hava at dragast við. Hvussu ringt enn stendur til í einum landi so hevur tú brúk fyri bæði andaligum og mentanarligum upplivingum og innblástri. Tað er tí ómetaliga týdningarmikið, at tað finst ein savnandi stovnur - stað - sum nettup appelerar til lívsgleðina og hum- anismuna. Hetta at vit øll so ella so eiga evni og virði av bæði listarligum og intellektuellum slag, sum so aftur kunnu koma út - kunnu gerast ein livandi vera í øllum svartskygninum. ALT verður málað so svart og alt er so negativt. Er onkur neisti onkunstaðni, so slóknar hann av øllum tí køvandi svartskygninstosinum og skrivingini. Hetta er tað vit hoyra mong siga í hesum døgum cg ístaðin biðja tey um, at vit royna at síggja glottar og birta lív í vónina aftur. Tí bert tað kann fáa vent gongdini. Nú kann ein so spyrja: hví tvinna virksemið í Norðurlandahúsinum og hetta hús annars saman við svart- skygni og gllum tí negativa? Jú júst tí, at hesin stovnurin hevur staðið og stendur fyri tí øvugta, nettup tí bjart- skygda og fyri lívsgleði. Fyri tí positiva og tí uppbyggjandi . Tí eiga vit øll at fegnast um hetta hús og við hesum hugleiðingum fara vit at bjóða nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum væl- komnan til land okkara. Hann skal vita, at føroyingar meta allar norðbúgvar sum sínar næstu frændir. Hann skal eisini vita, at vit hava øll verið sera góð við okkara Jan Klgvstad, sum við lív og sál - av heilum og fullum hjarta - hevur givið Norðurlandahúsinum tað innihald, sum hetta hús eisini eigur at hava. Fer kreppan at gera enn meira upp seg í samfelag okkara, latið okkum tá savnast um Norðurlandahúsið og gera tað til tann miðdepil, har vit øll kunnu varð- veita ella kveikja nýtt lív í aftur lívs- vónina - saman. ALT er vorðið so materialistiskt, at vit hava meira brúk fyri Norðurlandahús- inum enn nakrantíð. Tað hevur eyndast núverandi stjóranum og teimum und- anfarnu at fylla út karmarnar í hesum stásiliga og góða húsi. Og júst við at hava skiftandi stjórar hava vit eisini fingið eitt fjølbroytt virksemi. Vit ivast ikki í, at finski frændi okkara fer at geva húsinum okkurt aftrat - fer at ganga nýggjar og óroyndar leiðir, so hvørt hann er vorðin ein partur av okkara lítla samfelag. Vit hava havt danskan, íslendskan, norskan og svenskan stjóra og hevur hetta bundið saman Føroyar og hesi lond og fólk. Finland hevur altíð verið mett at liggja meira úti í útjaðaranum av Norðurlondum og við stórri sambandi eystureftir. Hvør veit um ikki komandi finski stjórin fer at brúka royndir frá fødilandi sínum til at geva Norð- urlandahúsinum eitt meira altjóða inni- hald! TAÐ skal vera okkara vón, at hann fer at byggja víðari á royndirnar hjá und- anfólkum sínum, og eitt ynski okkara skal vera, at Norðurlandahúsið umframt at vera ein mentanarligur miðdepul og inspiratiónskelda eisini í stórri mun kann gerast eitt forum fyri dialoginum. Hetta at troyta teir møguleikar, sum fólkaræðið gevur okkum: tað at kunnu tjakast um alskyns samfelagslig 0.0. viðurskifti og har orðaskiftið í enn stórri mun kann vera við til at mynda tær avgerðir, sum skulu takast í hesum landi í komandi árum. Latið okkum fáa útlendingar henda vegin at halda fyri- lestrar um allar møguligar spurningar tað verið seg innan politisk, búskap- arlig, mentanarlig og onnur øki. At vera partur av mentarligum upplivingum so ella so kann vera sera uppbyggjandi fyri okkum menniskju og kunnu vit so haraftrat læra okkum at brúka dialogin - orðaskiftið - til at fara enn eitt stig víðari, tá eiga vit at gera tað. Og tað er júst hetta vit hava møguleika fyri í dag við tí Norðurlandahúsi vit øll eiga og eru so góð við. NORÐURLANDAHÚSIÐ er okkara meginlívæðr nr. 2. Tað er tann keldan, sum skal vera við til at halda lív í okkara vón, stimbra okkara lívsgleði og intelekt. Hetta húsið skal virka sum ein katalysator - ígongsetari - og skal minna okkum á at varðveita okkara sjálvsvirði og identitet og ikki gloyma norðurlendsku røtur okkara. At húsið í enn stórri mun í framtíðini eisini fer at virka sum eitt dialogskapandi forum eins og vit minnast tað frá gomlum døgum í Athen - og har stavnhaldið er eittans, nevniliga at menna demokratiið við at geva tí eitt meira hummanistiskt andlit, ið aftur byggir á rættvísi, brødralag, kærleika men ikki minst - á toleransu. Er tað nakað, sum okkum tørvar í lítla men ríka landi okkara - so er tað toleransu. Og ein grundarsteinur undir hugtakinum toleransa er tann vitanin, tú fær burtur úr dialoginum. Her tinna vit kanska nettup loynidómin við Norðurlandahúsinum: at tað her er so høgt til loftið og vítt til veggja. Jan - vit fegnast um, at hava tað her í nakrar mánaðir enn. Peter: - Siidåmelliseti Tervetuloa - Hjertligt Vålkommen - Hjartaliga Vælkomin! Ætlar javnadarflokkurin at snyta langfarafiskimenn fyri telefonfrådråttin? Tað er ikki nakað loyndarmål, at javnaðarflokkurin hevur að er, at hann ikki hevur nakra stæðu til nakað sum helst mál. Í hvussu er ikki tveir dagar í trekk. Hitt er, at ikki kann rokn- as við eini tilsøgn frá flokkin- um. Eitt »gott« dómi um hetta er telefonfrádrátturin hjá lang- farafiskimonnum. Forsøgan er tann, at landsskattanevndin gjørdi í 1992 ein úrskurð um, at telefonútreiðslur hjá langfara- monnum vóru ein neyðug út- reiðsla fyri at forvinna inn- tøku. Alt hetta endaði við ein- um frádrátti upp á kr. 40 um dagin, sum svarar til ein minutt um dagin. Hetta toldi javnaðarflokkur- in í landsstýrinum ikki og legði við brestin fram á ting uppskot um at avtaka henda frádrátt aftur. Henda broyting varð av- greidd í desember 1992 nakað samstundis sum fíggjarlógin fyri 1993 varð samtykt. Í hesum sambandi varð eg uppringdur av Vilhelm Jo- hannesen, ið sum kunnugt er formaður í tingbólkinum hjá javnaðarflokkinum. Hann segði, at hesin spurningur um telefondráttin hjá fiskimonn- um skuldi avgreiðast á ein ann- an hátt. Í staðin fyri ein frádrátt skuldu hesir fiskimenn fáa eitt tilsvarandi tilskot, sum skuldi fíggjast yvir fíggjarlógina. Tí- skil varð ein upphædd sett á fíggjarlógina fyri 1993. Og hvussu tað er gingið við henni skal ikki trívast í aftur her. Men fyri 1994 er henda játt- an horvin. Og eitt uppskot um at seta hana á fíggjarlógina fyri 1994 varð felt av m.ø. stór-um parti av javnaðarflokkinum. Til hetta er at siga: 1. Her hevur javnaðarflokkurin verið við at taka ein rætt frá okkara fiskimonnum, sum teir høvdu fingið frá hægsta fólka- valda skattamyndugleika í landinum. Her er talan um menn, sum kanska í hesi létu liggja í býlaniðu alt samdøg- urið og millum isfjøll og stríð- ast fyri at hetta samfelagið skal yvirliva. Hetta hendir samstundis sum øll við »friari telefon< varð- veita tann rætt, sum er tikin frá fiskimonnum. 2 Men tað ið verri er, at her hevur seg sekan í lyftisbroti. Tí tað sigur seg sjálvt, at skuldu fiski- menn fáa endurgjald fyri mista frádráttin við einum ískoyti, skuldi hetta sjálvsagt verið ein varandi loysn. Tað er ikki nøkur sum helst meining í at av- taka ein frådratt, sum samb. »sagens natur« vildi verið galdandi ár eftir ár, og í staðin geva eitt tilskot, sum bert skuldi vera galdandi í eitt ár. Kanska er tað javnaðarpoli- tikkur at beinast skal fyri øllum trúvirði hjá flokkinum. Og er hetta >stóðan< hjá javnaðar- flokkinum í hesum máli, skal ikki verða lagst á boðini! Óli Jacobsen