týsdagur 11. januar 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 6 — 10. JANUAR 1994
Síða 5
Farmurin sum
í fimtiårunum
So nógu er farmanøgdin minkað, at vit
skulu heilt aftur í fimtiårini at finna
samanberingar
Einaferð í dag kemur
Tjaldrið niður til Danmark-
ar við Saga, sum skipa-
smiðjan í Fredrikshavn skal
umvæla fyri eitt rættiliga
álvarsligt maskinbrek.
Roknað verður við, at skipið
verður ikki siglingsklårt
aftur fyrr enn um mánaðar-
skiftið.
Men Skipafelagið fer ikki
at leiga annan bát í staðin.
Teir broyta farðleiðina hjá
hinum bátinum so mikið, at
Skipafelagið fær nøkta
flutningstørvin. Og hann er
ikki so stórur júst hesa tíðina
á árinum.
Ami Joensen, stjóri á
Skipafelagnum sigur, at
farmanggdin er minkað so
nógv, at vit skulu heilt aftur í
fimtiårini at finna saman-
beringar um hugsað verður
ae
VØRU
Í løtuni sleipar Tjaldið
farmaskipið Saga niður til
Fredrikshavn. Mynd:
Kalmar
um innflutningin tilvanliga
nýtslu. I mun til í 1992
minkaði innflutningurin í
fjør við umleið 30 prosent-
um, og samanbera vit við
tíðina í åttatiårunum, tå
innflutningurin var upp á
tað mesta, at talan nú um ein
triðing av farmi í mun til tá.
tór.-
Handtiknir við pistól:
Vit voru
bangnir
Politiið góðtekur ikki frá-
greiðingina hjá nøkrum
ungum monnum, sum her-
fyri steðgaðu einum bilfør-
ara og við pistól í hond tóku
bilin frá honum
Sosialurin visti í seinastu
viku at siga frá politinum, at
fýra ungir menn verða
åkærdir fyri brúkstjóvarí og
møguliga eisini hóttan, tí
teir herfyri steðgaðu einum
bilførara. Teir høvdu luft-
pistól og bóðu mannin fara
úr bilinum, sum teir síðan
fóru avstað við.
Teir ungu menninir eru
argir inn á politiið fyri hesa
frágreiðingina, tí teir hava
eina heilt aðra søgu um
hendingina.
Teir síga, at teir komu við
bili úr Havn og fóru norð-
ureftir. Ein bilur elti teir
fyrst, og síðan yvirhalaði
hann, og teir ivadust ikki i,
at maðurin var fullur. Enda-
málið hjá teimum við at
steðga manninum og taka
lyklarnar frá honum var
bara at forða, at nøkur
ólukka hendi, siga mennin-
ir.
- Vóru vit brotsmenn,
høvdu vit tikið radio og
annad, sum var f bilinum,
men tad gjørdu vit ikki, siga
hesir ungu, sum ikki vilja
hava sitandi å sær, at teir eru
brotsmenn.
Teir viðganga tó, at teir
fóru yvir um mark, tá teir
fóru við pistól eftir mann-
inum, men tað gjørdu teir, tí
teir vóru bangnir. Eisini
viðganga teir, at teir áttu at
havt boðað politinum frá
beinanvegin, hvat teir
høvdu gjørt, ístaðin fyri at
politiið kom til teirra.
randi
í
sø
|Vanda-
leikur
en | Politiið heitir inniliga á
foreldur um at ansa eftir,
at børnini ikki gera ólukk-
ur við heimagjørdum rør-
bumbum
Ein dagin í seinastu viku
brast aftur ein rørbumba í
Havn.
Tá bumban brast, fór hon
flúgvandi gjøgnum luftina,
inn gjøgnum eitt vindeyga á
triðju hædd í einum húsum,
rakti eitt skriviborð og
| endaði í eini hurð. Fólk
| høvdu verið inni í hesum
rúmi stutta løtu framman-
undan. Tað var tí heppið, at
bumban ikki gjørði ålvars-
ligan skaða.
Politiið veit, at nakrir 12-
13 ára gamlir dreingir
gjørðu og brustu bumbuna.
Tað er ikki loyvt at gera
og brúka slíkar bumbur,
men politiið leggur stórri
dent á, hvussu vandamikið
spælið er.
- Børnini hugsa ikki so
langt, og tí heita vit so
inniliga á foreldur um at
ansa eftir, hvat børnini fáast
við, sigur Uni Vestureið,
leiðari á kriminaldeildini
hjá politinum.
randi
Henda rérbumban, sum funnin var herfyri í Havn, varð
neyvan gjørd av børnum. Politiid heldur, at hon var evnað
til á verkstaði
= Telefonir: 18222 og 19268.