týsdagur 11. januar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða6 Nr. 6—10. JANUAR 1994
Marjun Joensen
borðreiðir fyri seinastu
ferð. Hon kennir nógv
fólk, sum trúfóst hava
vitjað aftur á
Kondittaríið, har tey
flestu munnu hava kent
seg væl. Tað sást á
uppmétingini seinasta
dagin
Tey vóru har - øll tey, sum
hava gingið inn á gólvið á
Kondittaríínum - bæði leyg-
ardagsgestimir og onnur,
sum vanliga bert vitja hinar
dagarnar.
Bíðirgðin frammanfyri
skivuna var long, eins og als
ikki pláss var fyri øllum við
borðini.
Tey, sum vanliga plaga at
sita í niðaru hæddini, hava
ongan hug at fara upp á loft
henda seinasta dagin. Sum
Ingibjørg tekur til:
- Einaferð Rasmus og eg
komu inn á Kondittaríið,
vóru so nógv fólk inni, at vit
ikki fingu pláss. Vit settu
okkum fyri at stara áhald-
andi upp á fólk, í royndini at
fáa onkran at geva okkum
pláss, men tað hjálpti als
einki.
- Eg havi eisini roynt í
dag, og tað gevur heldur
einki úrslit.
Ovfarakæti
Klokkan er farin av 11, og
hóast hetta júst er tíðin, tá
dagligu gestirnir plaga at
hittast, so eru øll ikki kom-
in.
Hýrurin er so løgin á
fólki, eins og ovfarakæti, ið
fjalir yvir veruleikan, at alt
her inni er fyri seinastu ferð.
Starvsfólkini hava neyv-
an stundir at rudda borðini,
tí bíðirgðin við skivuna
tykist ongan enda at fáa.
Øll tosa um tað, at Kon-
dittaríið skal lata aftur, men
eingin gevur tí veruliga
gætur. Tað er sum við so
nógvum í hesum døgum.
Fólk eru von vid, at umstød-
urnar broytast brádliga. Tað
fær ikki innivist í huganum,
men verður skúgvað til viks
til seinni.
Målageipan er - nógv
meir enn vanligt, men børn-
ini kenna á sær, at alt ikki er,
sum tað eigur at vera. Tey
eru fyri einaferð skyld so
pinnastill, sita bert undran-
di og eygleiða tey vaksnu,
sum tykjast at hava so nógv
at tosa um.
Fastur fúsur
Fastir gestir eru m.o. nakrar
Nógvfleiri fólk vitjaðu á Kondittar inum henda dagin, sum var seinasti tann seinasti. Har Biirødin var long og drúgv, og hon tóktist ongan enda at fáa í fleiri tímar fyrrapartin
hevur verið opið síðani 1925
Alt hevur sína
— eisini Kondittarlid
Hetta hevur verid stadid, har fleiri ættarlid hava vitjad, og
sum nógv fara at sakna
hvalbiarkonur, sum saman
við tveimum havnarkonum
hava hitst á Kondittarínum
seinastu 15 árini. Tær eru
ikki fullmannaðar enn, og
so hvørt sum ein teirra
kemur innar, hyggur hon
undrandi at teimum, sum
sita við borðini. Taðeru ikki
tey føstu vitjandi, sum sita á
sínum plássum.
Katrin, Vilborg, Unna,
Yngva, Herdis, Fióla, Bjørg
og hvat tær annars eita,
brosa álvarsliga, tá vit hitt-
ast við hornaborðið, har út-
sýnið til getuna er serliga
gott.
- Vit trúðu tí ikki, siga tær
allar sum ein, tá vit hoyrdu í
gjár, at hetta skuldi vera
okkara seinasti dagur á
Kondittaríinum.
- Her hava vit gingið í
nógv ár, og tá børnini eru
vaksin til, hava tey eisini
verið við okkum, tá vit
hittust her.
- Børn okkara vístu altid,
hvar mamma var leygardag
fyrrapart, sigur ein.
Onnur sigur: - Tey hava
mangan verið atfinningar-
som, tf vit flenna so hart.
Tey, sum hava verið inni,
hava vit ikki lagt tí, tí tey
kenna okkum, men børnini
skammaðust, so sum børn
vanliga gera í ávísum aldri.
Flenna so illa
- Vit kunnu ikki fara aðra-
staðni. Hugsað tykkum til,
um vit fóru á Hafnia. Vit
høvdu verið koyrdar út, tí
vit flenna so illa, sigur ein,
og hinar geva henni skemt-
andi rætt.
- Hvat tosa tit um, tá tit
hittast her?
- Vit tosa um tað, sum er
leygardagin
farið fram í vikuni, og um
tað, sum skal henda í kom-
andi viku, sigur ein.
Onnur tekur undir og fer
víðari. Vit síta eisini og
eygleiða tey, sum fara fram-
við úti á gøtuni, og tey fáa
kanska eisini eina viðmerk-
ing frá okkum.
Eingin dagur á Konditta-
ríinum øll hesi árini, líkist
hvør ødrum. Hetta hevur
verið serligt stað fyri okk-
um. Vit vita ikki rættiliga,
hvussu verður í framtíðini.
- Nú sita vit og bíða eftir at
vit verða fullmannaðar, so
fara vit at tosa um, hvat vit
nú skulu gera.
- Hvussu leingi plaga tit
at sita her?
- Vanliga einar tveir tímar
- til andlátini hava verið í
Útvapinum. Tað hevur ver-
ið markið hjá okkum, siga
tær.
Uppá fyrispurning um
ikki er annað stað í Havnini,
har tær kunnu hittast, halda
tær, at tað verður Ogjørligt at
finna eitt stað, sum kann
sammetast við Kondittaríið.
Eitt starvsfólk skotrast
millum fólkini við einum
kaffibakka og leitar eftir
teimum, sum hava bílagt.
Tálemonadan
kostaði 50 oyru
Tær hava úr at gera henda
dagin, men eru eins blíðar
og tær plaga, tó at tað merk-
ist á teimum, at hetta tíð-
arskeið í arbeiðslívi teirra
hevur kanska verið meir enn
bert staðið, har tú skalt uppi-
halda tær, fyri at fáa løn.
Starvsfólkið hevur als ikki
stundir at tosa, men tær vilja
—»