Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. januar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 6 — 10. JANUAR 1994 Síða7 Marjun Joensen hevur verið á Kondittarínum í eini 18 år. Her avgreidir hon seinastu tænastuna fyri Rasmus Restorff Rasmusssen, sum hevur havt sína dagligu gongd har í nógv longri tíðarskeið enn tað ur fegin svara spurningum, meðan tær arbeiða Vit semjast um, at gera tað seinni. Ni er tíðin komin, tá tú noyðist at lata gørum títt pláss, men tað er ikki so lætt at fara út um dyrnar sum aðrar dagar. Kaffikoppurin er tómur, og tað sum er eftir í kannuni er heldur ikki drekkandi longur. Seinasta áðrenn avstað- ferðina er, at eitt viðskifta- fólk kemur við eini Dimmu frá farnu viku og vísir mær yvirskriftina: "Alt hevur sína tíð", og vit semjast um, at tað var spell at tíðin hjá Kondittarfinum nú var av. Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frá kl. 19.00-—21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarða 2, ella á tlf. 17200. Kvinnuhusid er opið gerandisdagar frá kl. 14,30—16.30. Telefonin, 17200, svarar henn dag frá kl. 14.30—7.00 á morgni. Tú smoyggir tær út um hurðina fyri seinastu ferð, og roynir ikki at hugsa so øgiliga nógv um tað, sum tú hevur havt við Kondittaríið at gera, at kalla frá tíðini, tá eitt glas av lemonadu kost- aði 50 oyru, og vit vóru tvey um tað, til tíðina, tá tað besta, børnini vistu, var at sleppa ein túr á Kondittar- íið við mammu og vinkonu- num. Myndir Jr -FORUM94 — >> ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustovu t sambandi við fyrireikingar til kvinnuráðsteynuna FORUM 94 í Åbo 1.-6. august 1994. Opið er hvert - mikukvøld kl. 20—22. Telefon: 16938/12880 og og - laks: 12545. Dagny Joensen skrivar: Hesaferð verður bert ein dagur í viku umrøddur, og tað fyri alt tað góða, sum hann gav. Vanliga er tað ikki nøkur spennandi raðsending at hoyra og síggja kirkjufólk kring landið, sum sunnudag verða nágreiniliga avmyndað, meðan tey syngja og lurta eftir, hvat prestur sigur. Sunnudagin var fyrsti sunnudagur eftir trettanda, og Bøgesvang, prestur prædikaði í Christianskirkjuni í Klaksvík. Bøgesvang prestur er serstakliga áhugaverður at lurta eftir, tí hann er so livandi í sínum fråsøguhåtti. Hann hevur sera karismatiskan persónleika, sum m.a. ger, at tú ressast í stólinum heima í stovuni. Hansara prædikur eru eins spennandi og gevandi at lurta eftir, sum einhver forvitnislig raðsending í Sjónvarpinum, har seinasta hendingin áðrenn hvør partur er liðugur, endar í einum "cliffhanger", sum tað eitur á filmsmåli. Tað skal gera á- skoðaran so forvitnan, at hann ikki kann lata vera við at tendra sjónvarpið, tá næsta sending í rødini kemur. Prestur legði ikki sjógv millum seg og áhoyrarnar. Eins og vanligt, hevði hann fyrst peikifingurin á lofti, men hann lat hann ikki verða verandi har, tí presturin altíð er við tí góða orðinum og finnur eina grundgeving fyri at ugga og vísa vegin fram, sum prógvar, at tað altíð er ein gongd leið. Nú kundi tú hildið, at tað neyvan er lætt at standa á prædikustólinum, um alt tað sum hendir í samfelagnum í hesum døgum, skal umrødast. Bøgesvang tosaði um, at vit ikki skuldu seta kikaran fyri tað blindaðeyga, og sipaði til misnøgd og vónloysi millum fólk. Hann helt ikki, at fólk skuldu gloyma jóla- hátíðina og alt tað gleðiliga, sum hendi í teimum døg- um, bert tí vit sløkkkja ljósini á jólatrænum. Hann tosaði um kærleika og sjålvsøkni, kærleikan millum hjún, mótvegis kærleika barnsins, og segði nakað soleiðis: Øll kenna vit kærleikans ymsu lutir, eitt nú, at menn gjørdust meira lagaligir móti konunum, tå tað leið móti songartíð - hann segði við mannfólkini: - tit mugu gjarna drýpa høvur - fyri at tekkjast konuni og í vónini at hon fór at vera meira gávumild seinni. Tá flenti eg so hart, at dóttirin í sofuni vaknaði. Børn vilja so fegin elskast fyri sína egnu skyld, og ikki við nøkrum baktanka, um at fáa nakað afturfyri. Klók orð á prædikustólinum henda dagin. At enda helt presturin, at vit skulu ikki halda okkum og vera glað, um tað er minsta tekin til okkurt at gleðast yvir, ístaðin fyri bert at kúra og bert finna fram tað, sum ikki eydnast so væl júst nú. So eitt hjartasuff: Eg havi altíð hildið, at tað nærum er blasfemi, tá SVF ger upptøkur frá gudstænastum og gør- um fundum av líknandi slag. Tá tú fert í kirkju, eigur tú at fara inn og verða einsamøll við tær sjålvari og Guðsorðunum, og tú skalt fáa frið. Tí tykist tað so legið, tá filmstólið avmyndar fólk so nær, at tú sært hverja pirru í andlitinum á teimum. Tað gerst tí til undirhald hjá teimum, sum sita heima og hyggja - og tú fært ikki orðini við fyri myndunum. Tað stendur í Halgubók, at "tá tú heldur bøn, skalt tú fara inn í kamar títt og lata hurðina aftur". Hetta hugsi eg altíð um, tá fólk sita í kirkjuni, og eg oftast bert tendri SvF fyri at vita, hvor er í kirkju. Er tað í kendari bygd, hyggi eg eisini eftir, hvør av hjúnunum eru í kirkju idag, og giti mær til, hvør gera døgurda heima, hverjir menn eru á fiskileið 0.s.fr.. Tað er ikki júst hesar eygleiðingar, sum hava týdning fyri "orðið", men kortini er tað slíkt, sum oftast stendur eftir, tá åtgangsbønin er lisin. Tí hevði tað verið etiskt rættari, at bert prestur, sum er almennur persónur í kirkjuni, er tann, sum verður av- myndaður beinleiðis - og er talan um Bøgesvang prest, so er hevur hann avgjørt eisini sjónvarpstekkji. Hann er tað fyri kirkjuna, sum Dario Fo er fyri leiklistina.