mikudagur 12. januar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 7 — 12. JANUAR 1994
Síða 9
Norska vaktarskipið »Andenes« (høgrumegin) loysti um
sjeytíðina månakvøldid í myrkrinum tvey ávaringarskot
av móti dominikanska trolaranum »Zaandam« (niðan-
fyri). »Zaandam« og hin trolarin hjá Amfar Dominicana,
»Atlantic Margaret vóru komnir år Loynikrókinum inn í
verndarleiðina vestan fyri Svalbard, tá norska vaktar-
skipið kom fram á teir seinnapartin sunnudagin
pe #7 fa
(Myndir: Fiskeren og Kystvakia Nord)
it ALI
n hava
nú aftur skotið
eftir -Zaandam:
Månakvøldid um sjeytíðina loysti norska vaktarskipid »Andenes«
tvey åvaringarskot av móti trolaranum »Zaandam« í verndar-
leiðini vestan fyri Svalbard. Sum skilist, kennir Dominikanska
Lýðveldið seg provokerað av norðmonnum og vil hava stórfund
Nú er aftur rok millum teir
báðar dominikansku trolar-
arnar »Zaandam« og >At-
lantic Margaret< og norsku
myndugleikarnar.
Seinnapartin sunnudagin
kom norska vaktarskipið
»Andenes« fram á trolar-
arnar í sokallaðu verndar-
leiðini vestan fyri Svalbard,
ið norðmenn — sambært ein-
ari sjålvgjørdari fyriskipan
síðani juni 1977 — øll árini
hava kannað sær yvirvalds-
rættin til. Einki annað land —
burtur sæð frá Finlandi —
hevur góðkent hetta.
Togaðust aftur
og fram
Togast varð aftur og fram
millum skiparan á >Ande-
nes< og skiparan á >Zaan-
dam<, Dánjal Petur Niel-
sen, ið vísti á, at norðmenn
enn ikki hava svarað Domi-
nikanska Lýðveldinum aft-
ur eftir mótmælini haðani,
aftan á at norska vaktarskip-
ið >Senja< hevði skotið eftir
»Zaandam« mánadagin 19.
juli í Loynikrókinum.
Endin varð tann, at norski
skiparin fekk boð frá sínum
myndugleikum, at norð-
menn høvdu svarað, og at tí
var bara at fáa dominik-
ansku trolararnar at gevast
við fiskiskapinum.
Hetta eydnaðist tó ikki,
fyrr enn >Andenes< um
sjeytíðina mánakveldið í
myrkrinum skjeyt tvey so-
kallað ávaringarskot eftir
»Zaandam«. Tá gavst trol-
arin at fiska, tí sjálvandi var
eingin grund til at seta lív og
heilsu til í stríði við norð-
menn.
Tríggjar tímar seinni fóru
menn frá »Andenes« eisini
umborð á hin dominikanska
trolaran, >Atlantic Marga-
ret<, ið var í ferð við at toga.
Báðir trolararnir góvust
so við fiskiskapinum, men
vórðu framvegis verandi í
økinum.
I gjår gjørdu teir so av at
fara eystureftir í altjóða
sjógv at royna. Fiskiskapur-
in uppi við svalbard hevur
verið serasmáligur higartil í
ár, og veðrið hevur heldur
ikki verið nakað serligt.
Kenna seg
lila viðfarnar
Sambært Jørmundi Vága-
dal, ið er stjóri í dominik-
anska felagnum Amfar
Dominicana, ið eigur báðar
trolararnar, eru myndug-
leikarnir í Dominikanska
Lýðveldinum sera vón-
brotnir av norðmonnum, og
teir kenna seg og trolararnar
sera illa viðfarnar av norð-
monnum.
Dominikanska Lýðveld-
ið er partur av Svalbard-
sáttmálanum frá 1977, og
sambært hesum sáttmála
hava dominikansku trolar-
arnir fullan rætt at fiska við
Svalbard, uttan at norðmenn
skulu siga hvar og hvussu.
Dominikansku myndug-
leikarnir stuðla fult út teir
báðar trolararnar, og harm-
ast um, at norðmenn ikki
hava svarað teimum aftur,
eftir at teir mótmæltu í juli
mánaði, tá norðmenn fyrstu
ferð skutu eftir »Zaandam«.
— Sum eg dugi at lodda
hýrin niðri í Dominikanska
Lýðveldinum, vantar nú
sera lítið í, at Dominikanska
Lýðveldið biður um fund
millum øll londini, ið eru
umfatað av Svalbard-sátt-
málanum, sigur Jørmund
Vágadal.
Nú verður bíðað við stór-
um spenningi, hvat víðar
hendir við málinum.
hj.
Jørmund Vågadal:
Hetta er
ein fin
Ein av høvudspersénunum i
ti dominkanska felagnum
Amfar Dominicana, id eig-
ur trolararnar »Zaandam«
og »Atlantic Margaret«, er
stjórin í felagnum, Jørmund
Vågadal, ið eisini úttalar
seg vegna felagið.
Hann er ikki minst vón-
svikin av tí, ið nú hevur end-
urtikið seg, at norðmenn
hava skotið ikki færri enn
tvinni ávaringarskot eftir
»Zaandam«, ið eisini stóð
fyri skotum mánadagin 19.
juli — bókstaviliga.
— Tað er bara eitt gott at
siga um hesa hendingina, ið
nú hendi mánakveldið, og
tað er, at hetta er ein fín pro-
vokatión, ið eg vóni fer at
føra til, at gongd kemur á
málið, so vit kunnu sleppa
at fiska tann fiskin í frið, ið
vit hava rætt til, og sum Sval-
bard-sáttmálin eisini gevur
Dominikanska Lýðveldin-
um rætt til, sigur Jørmund
Vágadal við Tíðindablaðið
Sosialin.
— Tad, sum vit vilja hava
fatur á av fiski, er jú ikki so
øgiligt. Vit skulu bert hava
so mikið, at livandi er av tí,
títaðer jú altíð frægart at fáa
arbeitt, heldur enn at skula
stilla seg í eina bíðirgð í
Havnini fyri at fáa arbeiðs-
loysisstuðul.
Eitt, sum Jørmund Vága-
dal eisini harmast um — og
fleiri ferðir áður hevur víst á
er at føroysku myndug-
leikarnir eru komnir upp í
málið:
— Hevdi Tummas Arabo
havt latið okkum fingið frið
frá byrjan av, so rokni eg
ikki við, at norðmenn so
bragdliga høvdu lagt eftir
okkum, sum teir hava gjørt.
Eg trúgvi, at so høvdu teir
ikki torað, sigur Jørmund
Vágadal.
— Men av tí at norðmenn
vita, at teir hava føroysku
leiðsluna og teir føroysku
myndugleikarnir aftan fyri
seg, tora teir at ganga so
langt, sum teir nú aftur hava
gjørt.
Stjórin í Amfar Domini-
cana vísir eitt nú á, at um
føroyingar høvdu latið
verið vid at blandað seg upp
í málið, hevði tað ikki gjørt
fyritreytirnar fyri nýggju
fiskivinnuavtaluni, ið júst
er gjørd við norðmenn, nak-
að verri:
— Og norðmenn verða jú
eisini gjørdir fullkomuliga
til låturs, um teir revsa før-
oyingar orsakað av skipum
úr eium ødrum landi, sum
bert royna at fiska tað, tey
hava fullan rætt til.
hj.