hósdagur 13. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
L SI--JAVNAÐUR = BROÐRALAG |
Bedloi: Randi Jacobsen - - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Oljuvinna í havsbrúnni
LANDSSTÝRIÐ hevur nú samtykt
reglur um seismiskar kanningar undir
Føroyum og fer nú at bjóða út seis-
miskar kanningar til útlendsk feløg.
Løgmadur segði við sjónvarpið týs-
kvøldid, at tað er politikkur landsstýri-
sins, at seismiskar kanningar skulu
kunna byrja longu í vár.
IKKI kann sigast annað enn at lands-
stýrið arbeiðir skjótt og miðvíst við
hesum stóra álvarsmáli og hevur tað ein
hollan stuðul í OljuråSleggingarnevnd-
ini í hesum arbeiði. Nevndin hevur nú í
eina tíð arbeitt við at gera reglur fyri
komandi seismiskum kanningum og nú
er komið undir land. Herfyri hevði
nevndin fundir við fleiri stór seismikk-
feløg fyri at vita, hvat tey halda og
hvussu tey kundu hugsa sær, at seis-
misku kanningarnar vórðu framdar.
FØROYINGAR hava ikki góðar roynd-
ir at byggja á, tá tað hevur snúð seg um
at brúka meiri tíð og orku til at fyrireika
og umhugsa seg í sambandi við vinnu-
ligar og aðrar útbyggingar. Alt ov oftani
hava vit lagt til brots uttan at hava gjørt
neyðugar kanningar og fyrireikingar.
Hetta eru mistøk, sum hetta landsstýrið
við løgmanni á odda ikki ætla skulu
endurtaka seg í sambandi við eina
møguliga komandi oljuvinnu. Her
stendur so nógv upp á spæl, at tað skal
farast fram við varsemi og skili. Júst
hetta kann sigast um tað arbeiði, sum
m.a. Oljuráðleggingarnevndin hevur
gjørt og um linjuna hjá landsstýrinum.
NÚ er so komið hartil, at vit skulu til at
geva loyvi til kanningar, sum skulu
avdúka, antin møguleikar eru fyri at
finna olju ella ikki. Hóast hesar
kanningar ikki fara at siga okkum
nakað itøkiligt um møguleikan fyri eini
oljuvinnu, so fara tær at geva okkum
eina ábending um møguleikarnar fyri
olju og gassi í føroysku undirgrundini.
Í BLAÐNUM í dag viðger ein lærari í
Hoydølum oljuspurningin. Hann heldur,
at oljan er okkara einasti møguleiki at
fáa búskapin aftur á fótur og at hava
nakað at standa við ímóti, tá nýggj
bakkgst fara at raka samfelagið. Hann
nemur eisini við spurningin um
leiklutin hjá dønum í øllum hesum. Tað
skulu vit venda aftur til seinni. Men ein
spurningur, sum tíavnerri ikki er
loystur, er marknatrætan við bretar. Tað
er spell, at hon ikki er avgreidd, áðrenn
farið verður at leita eftir olju, men
hugsa vit okkum, at tað kanska fara at
ganga eini 5 til 10 ár, til henda træta er
loyst og møguliga við ein altjóða
dómstól, tá verður tað tungt at skula
bíða við at kanna føroyska økid. Vit
mugu seta okkara álit til, at okkara
samráðingarfólk megna at fáa eina
góða avtalu við bretar. Fundur verður í
hesum mánaðinum. Samráðingarmenn
okkara skulu fáa okkara fulla stuðul í
hesum torføra men týðandi arbeiði.
Uttan iva eru orðini hjá formanninum -
at ein góð avtala er betri enn ein skjót
avtala - rgtt at byggja víðari
samráðingarnar upp á. Men eftir
stendur so spurningurin: kunnu positiv
úrslit frá oljukanningunum vera við til
at gera stóðu okkara mótvegis bretum
betri ella verrri.?
Lesarabrev
Kommunumál
Fyri stuttum hendi tað gleði-
liga, at tingid samtykti upp-
skotið um kommunalan
kreppu-, láns- og veðhalds-
grunn, ið landsstýrismaðurin
Signar á Brúnni hevur verið
undangongumaður fyri til tess
at hjálpa kommununum í teirra
fíggjarligu stóðu.
Lógin, ið varð samtykt, sig-
ur, at Í prosent av kommunu-
skattinum fer í henda kommu-
nala grunn, ið kommunurnar
eiga. Tað stendur nú serliga
upp til tær neydstøddu komm-
unurnar at nýta grunnin við
skynsemi til at fáa loyst sínar
fíggjarligu trupulleikar.
Hesin kommunali grunnur
fer, meti eg, heilt vist at hjálpa
kommununum á rættkjøl aftur.
Samstundis fer grunnurin at
skapa betri grundarlag fyri
kjakinum um kommunusam-
anleggingar.
Men tað løgna, ið hendi í
tinginum, tá ið lógaruppskotið
varð lagt fram til atkvøbu-
greiðslu, var, at øll amboðini
hjá fólkaflokkinum — uttan eitt
— settu seg upp ímóti uppskot-
inum uttan at seta skilligar
grundgevingar fram fyri at
vera ímóti uppskotinum.
Hetta er heldur legið, tá ið
hugsað verður um, at í heili 3 ár
sat fólkaflokkurin við komm-
unumálum úti í landsstýrinum
og tosaði um kommunusaman-
leggingar. Men hjá fólkaflokk-
inum bleiv tað við tosið.
Umboð fyri fólkaflokkin
hava á fundi við kommunu-
nevndina, áðrenn lógarupp-
skotið varð samtykt, lovað, at
figgjarliga støðan hjá komm-
ununum kundi loysast við at
nýta havnajáttaninar á fíggjar-
lógini — og hava samstundis
avdúkað sína óvitan um, at
peningurin ikki er avsettur
sambært játtanini, at vit hava
gjaldføristrupulleikar og at
fólkaflokkurin sjálvur hevur á-
byrgdina av hesum skili. Hann
hevur — sum kunnugt — bæði
havt kommunumál og fíggjar-
málum hendi 3 tey fyrstu árini í
hesum valskeiði.
Tað var ein samd fíggjar-
nevnd, ið legði uppskotið fyri
tingið, aftan á at hava viðgjørt
tað væl og virðiliga. Men kort-
ini vendi fólkaflokkurin sær í-
móti uppskotinum, uttan at
nakar — heldur ikki nakar fólka-
floksmaður — dugir at siga, hví
hann gjørdi tað.
Sambandskvinnan Lisbeth
Petersen gramdi seg um, at
kommunubólkurin fekk ov lít-
ið at vita í sambandi við við-
gerðina av kommunugrunnin-
um. Eg kann upplýsa fyri Lis-
beth Petersen, at ikki allar
kommunur hava verið so opin-
skáraðar í hesum máli. Runa-
víkar býráð samtykti lógarupp-
skotið; men tað var kortini
ongantíð lagt fyri nakran bý-
ráðsfund!
Eg meti, at flestu løgtings-
menn og flestu landsstýri eru
samd í tí, attjóðveldisflokkurin
bjargaði kommunuskipanini
sum heild í Føroyum við hes-
um lógaruppskoti.
At skipanin varð samtykt
merkir, at Føroyar varðveita
kommunurnar á smáum pláss-
um, og soleiðis halda fast um
eina skipan, ið ger tað møgu-
ligt, at fleiri avgerðir kunnu
takast av borgarunum á stað-
num, at borgararnir meira bein-
leiðis eru við í sjálvar um-
sitingini av okkara samfelag.
Lat meg at enda siga, at eg
síggi nógvar fyrimunir í at
kommunurnar samarbeiða um
kommunumørkini; men eisini í
beinleiðis samanlegging av
kommunum í ávísum fórum.
Men — sum áður sagt: Tjóð-
veldisflokkurin hevur nú lagt
grundarlagið fyri at føroyska
kommunuskipanin fær eina
framtíð; samgongan hevur nú
givið kommununum endan —
eftir er hjá kommununum
sjálvum at taka ímóti endanum
og virka í sínámillum stuðli
millum kommunurnar øllum at
gagni.
Hans Tausen Olsen
legtingsmaður
Runavík
Vestursokið, Vesturvarðið,
Vesturskin og Vesturvón
Av hesum 4 trolarunum hjá
sérvingum hevur tann fyrst-
nevndi verið á tvingsilssølu
fleiri ferðir, teir báðir næstu
hava nú um ársskiftið verið á
tvang fyri aðru ferð, meðan
tann síðstmevndi er sloppin
hevur havt kvotu í Barentshav-
inum, og eigur umleið 40 milli-
ónir kr. á bók.
Nú hevur tann føroyski
fiskiflotin fingið stórri kvotu
eystanfyri. Verður henda býtt
út á tann hátt, sum onkur vil
vera við, at tann, sum hevur
nógv, skal fáa meir, meðan hin-
ir framvegis skulu skríða frá
tvingsilssølu til tvingsilssølu?
Ella verður hon býtt eft-ir tí
prinsippinum, sum Føroya
ET
diku, viðvíkjandi Landsstýri
og bankunum, við rættvísi sum
grundarlagi?
Sørvingurin Thomas Arabo,
landsstýrismaður, loysir vón-
andi hesa uppgávuna á rættan
hátt.
L.
- einasta hlað 5 ferðir um vikuna
Bilfanatikarar
HYGGIÐ HER á
FORD SCORPIO
2.8 i, árg. '86 — til sølu
Bert koyrt 68.000 km. Hevur servo-
stýring, aut. gear, fartpilot, airkon-
dition, bensin computer, el. rútar, el.
spegl, el. såltak, el. stilling av øllum
setrum, hita í forrúti, setrum og
speglum, ABS-bremsur, umframt
hóp av ødrum hentleikum og tekn-
iskum snildum.
Kann roynast hjá P/F WENZEL
SP/t WENZEL =
£ Akranesgota 5 - Tlf. 13873. 0
Vaskikona
Sekt verður eftir einum konufólki at
vaska í Vágs skúla. Tikið verður við ar-
beiðnum 1. februar 1994.
Løn eftir avtalu.
Skrivligar umsóknir skulu vera sendar
kommunuskrivstovuni innan 21. janu-
ar 1994.
VÁGS BÝRÁÐ
10.01.94