Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Husaeigarar mist tolið Sethúsaeigarar kring landið royna nú at finna stevið fyri at noyða lánistovnarnar og landsstýrið at hjálpa fólki, so tey ikki missa húsini 27 feløg vórððu boðin at senda tvey umboð á fundin, sum varð hildin í býlingshúsinum Millum Gilja Røringur er við at koma í millum sethúsaeigarar, nú so nógv hava mist húsini, uppaftur fleiri standa fyri at skula missa sítt heim, og ein stórur partur av fólkinum brúkar alla orku sína fyri at verja borg. Fyrst tóku tey seg saman, sum høvdu lán í Fossbank- anum, og síðan frættist um ætlanina at stovna sethúsa- felag. Týskveldið hittust um- boð fyri umleið 20 eigara- felag í Havn, á Argjum og í Kaldbak at tosa um, hvussu stendur til hjá fólki, og hvat er at gera. Lagt varð ikki upp til uppreistur við at mæla fólki til at gevast við at gjalda, men heldur at finna fram tl, hvussu stendur til, og um tað ber til við felags tiltaki at fáa landsstýrið og lánistovn- arnar at hjálpa sethúsaeig- arum í stórari skuld. Tað er ógvuliga ymist, hvussu fólk eru fyri. Hjá ar- beiðsleysum er lítil vón at gjalda húsini, men sjálvt hjá nógvum familjum, sum hava tvær inntókur, stendur á at svara hverjum sítt Umboð fyri Sethúsafel- agið undir stovnan vóru við á fundunum. Teir greiddu frá, hvussu breiða undir- tóku hetta komandi felagið fær. Telefonirnar hava ikki staðið stillar, síðan teir løgdu fram ætlanina um at stovna Sethúsafelagið um ein mánað. BIl møgulig stuðla Tað eru ikki bara fólk, sum standa fyri at missa húsini, tí inntøkan røkkur ikki til dýru lånini, ið visa felag- num ans. Eisini hava eldri fólk ringt, sum kanska hava børn í trongsstødu, ella sjálv ikki hava ráð at um- væla húsini, sum tey fyri langari tíð síðan annars hava goldið. Fundir um alt landið Stigtakararnir til Sethúsa- felagið hava lýst við fundi á Glyvrum hóskveldið og í Vági og kanska eisini á Tvøroyri friggjakvøldid. Á fundinum týskveldið visti ein av fyrireikarunum at síga, at undinøkan er so stór, at Glyvra Bio verður alt ov lítið fundarhøli, og at fundurin tí í staðin verður í ítróttarhgllini í Runavík. Ur ødrum bygdum í landinum er eisini ringt til teirra, so fundur verður í næstum eis- ini m.a. í Sandoynni og í Klaksvík. Eitt málið, sum Sethúsa- felagið undir stovnan hevur sett sær, er at fáa lánistovn- amar til at niðurskriva skuldina í sethúsunum til tað virðið, sum Fíggjareftir- litið hevur sett á húsini. Hvussu ein slík niðurskriv- ing kann fara fram, er ein annar spurningur. Hvagar fóru pengarnir? Tosað varð nógv um peng- arnar, sum bankarnar fingu til niðurskrivingina av set- húsavirðunum. Onkur vildi vera við, at bankarnir hava nýtt pengarnar at keypa ob- ligatiónir fyri í Danmark, og at hesir pengar gevur bankunum stóra inntøku. Tað kann ikki verða rætt, at alt verður gjørt fyri at hjálpa bankunum, sam- stundis sum fólk ikki klára síni hús, og ein stórur partur av fólkinum brúkar alla sína Nr. 8 — 13. JANUAR 1994 Síða 3 Tað er ymist frá býlingi til býling í Havn, hvussu hart fólk sita í húsum sínum. Í Havn eru tær ungu familjurnar lutfalsliga ikki so nógv raktar av arbeiðsloysi sum á nógvum bygdum, men harfyri kunnu tey hava ilt við at svara hvørjum sítt, serliga mnú skatturin fer so nógv upp orku til húsini, varð sagt. Fleiri tosaðu um, at sjálvt um bankarnir siga, at fólk, sum koma í trongstødu, skulu koma beinanvegin og biðja um avtalu, so hjálpir hetta ikki í øllum fórum. Samtykt varð á fundinum, at hvort limafelagið sær skal hava limafund fyri at tosa um støduna hjá set- húsaeigarum. Síðan ætla feløgini at hittast aftur randi Summi hava ringar royndir, tN tey fingu onga brúkiliga avtalu. Tað hevði óivað hjálpt at farið í felag og biðja um betri sømdir, hildu fleiri. Limafundir Eingin niðurstóða varð gjørd á fundinum. Eigara- feløgini fara ikki at kasta saman við Sethúsafelagið undir stovnan. Hver ein- stakur sethúsaeigari avger, um hann vil verða limur í komandi felagnum. NÝTT VW/AUDI umboð í Føroyum Í sambandi við, at vit eru blivnir nýtt YVW/AUDI-umboð í Føroyum verður MOTTØKA friggjadagin 14. jan., 1994, kl. 14—16 (6) BILASØLAN i v/ØssurJohannesen a... TIf. 15354 - Fax. 18270 AMIGA CD" (v/ spotum) 3.995,- FØROYA TELDUBUD Dr. Jakobsensgota 16 Tlf. 16010 Vegurin Langi - Hoyvík