Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 8 — 13. JANUAR 1994 Fyllir 100 ár Í morgin Fríggjadagin 14. fyllir Maria Eide 100 ár. Hon býr á Lágargarði í Havn, har tey í løtuni fyri- reika fødingardagin, so hes- in skal gerast so hugnaligur, sum til ber. Maria Eide er ættað úr Nólsoy og fór á Læraraskúl- an, har hon tók prågv í 1923. Hon var lærari í Funningi frá 1924, og til hon legði frá sær vegna aldur í 1959. Tá flutti hon til Havnar at búgva Hóast hetta, so hevur hon verið januar - virkin rithøvundur, og hev- ur skrivað andaligar bøkur og bøkur vid sidsøguligum innihaldi. Mest kend í okkara tid er Maria Eide helst fyri sfni kvædi, sum vit hoyra av og á í útvarpinum. Hóast Maria Eide nú er komin so væl til árs, so er hon enn virkin, og hevur hvønn dag okkurt at gera. Eyguni og oyruni eru far- in at bila, og hon er heldur ikki so væl gongd, men hon er altíð vælhýrd og skemti- lig at tosa við, siga starvs- fólkini, sum eru um hana á Lágargarði. Tíkin á bóli Tá Sosialurin vitjaði inni á gólvinum hjá Mariu Eide, var hon eitt sindur ørkyml- að, tí hon hevði gloymt, at vit skuldu koma. Tá Dania Andreasen, sjúkrasystir kemur inn við einum kaffimunni, sigur Maria Eide skemtandi, og sipar til, at minnið ikki er so gott henda dagin: - Eg eri líkasum tikin á bóli í morg- un, sum tey siga.. - Tað er so undarligt, ateg nú fylli 100 ár, men eg havi ikki hugsað so nógv um tað. Tað merkir bert, at eg nú hoyri til tað eldra fólkið, sigur Maria Eide brosandi, eins og fyri at runda av. Hon er morgunfólk, fer upp um áttatíðina-og etur morgunmat saman við hi" - um, sum búgva í Heimaru- stovu á Lágargarði. Eftir mongunmatin fer hon til andakt, síðani til fimleik, og eftir hetta gong- Maria Eide var lærari í Funningi frá 1924 til 1959. Hon gjørdi nógv burturúr at læra skúlabórnini kvæðini, eins og hon eisini heyði stóran ans fyri andaligum sangi ur leiðin í ítrivstovuna, har hon knýtir teppir, til kl. 12, tá døgurdi er. Aftaná hvíld- arløtu samlast tey gomlu í uppihaldsstovuni, og tað hendir meir enn so, at Maria Eide trívur í eitt kvæði ella syngur ein sálm. Heldur sær væl Hóast árini eru mong, so er Maria Eide før fyri at busta tenn og snøgga seg um morgunin. Hon sigur errin, at enn hevur hon allar tennirnar, og heldur sam- £ £ £ £ £ Tíðindablaðið stundis, at tað er lagið. Tað førir til, at vit fara at tosa um, at 100 ára fødingar- dagsbarnið hevur hildið sær væl. Tá er Maria Eide kvik at tala at. Hon heldur seg ikki vera kenda fyri sín vakurleika, sigur hon og smírist speiliga. Mottøka selnnapartin Friggjadagin byrjar dag- urin vid, at familjan kemur at vitja Mariu Eide um 10 tíðina. Síðani verður guds- tænasta kl. 11, har Aksel Tórgarð, prestur, sum er systursonur Mariu Eide, Eide, verður borðreitt við røstum kjøti og súpan kl. 12, og seinnapartin millum kl. 15 og 18. verdur almenn ! måttøka á Lágargarði. | Hóast árini eru mong, so fer Maria Eide hvønn dag Í årivstovuna at arbeiða. Hon knýtir litrik teppir 0. Í a., sum eisini en. at síggja á Lágargarði Maria Eide: - Tað er so undarligt, at eg nú fylli 100 år, men eg havi ikki hugsað so nógv um tað. Tað merkir bert, at eg nú hoyri til tað eldra fólki Tað er Jonna við Á, sum greiðir okkum frá skránni, sum er løgd fyri 100 ára fødingardagshaldid, = og Maria Eide situr hugsunar- som eina løtu og spyr síða- ni: - Skal eg so sita her og gapa allan dagin. Við hes- um sipar hon til síni dagligu gerðarmál, sum hon vanliga ikki letur liggja á láni. Mind .K Yang