hósdagur 13. januar 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Krahhameins-
Nr. 8 — 13. JANUAR 1994
felagið 15 ár
Komandi mánadag eru 15 ár liðin, síðani Føroya Felag móti
Krabbameini varð sett á stovn. Í hesum sambandi verður
móttóka í felagshølinum mánadagin frå kl. 15 til 17, har
formaðurin Jákup Olsen býður vælkomin.
Føroya Felag móti Krabba-
meini hevur nú 15 ár á baki.
Tað var stovnað tann 17.
jan. 1979. Í nøkur ár høvdu
ætlanir verið um at stovna
eitt føroyskt felag fyri fólki,
sum hevði áhuga fyri
krabbameinssjúkum, við
líknandi endamáli sum í
hinum norðurlondunum.
Í 1978 fingu nakrir limir í
Lions felagnum í Tórshavn
tað hugskot, at teir 3 Lions-
klubbarnir í Feroyum
skuldu stovna eitt føroyskt
krabbameinsfelag, fáa tað í
gongd og stuðla tí í byrjan.
Felagið skuldi vera heilt 6-
heft av Lions. Nakrir fundir
vóru hildnir á heysti 1978,
uppskot til viðtgkur varð
gjørt og t. 17. jan. 1979 var
stovnandi fundur hildin á
Hotel Hafnia. Nógv fólk
vóru á fundi, og ein nevnd
fyri komandi krabbameins-
felagnum varð sett. Nevnd-
arlimir vóru: Johannes
Thomsen, Mogens Eg-
holm, Kirsten Olsen og
Sanna Dahl Niclasen, øll úr
Havn, Agnar á Dul úr
Klaksvík, Zacharias Leitis-
stein úr Runavík og Mari-
anna Jensen úr Vestmanna.
Varanevndarlimir vóru
Anna Kristina Nolsøe av
Tvøroyri og Leon Joensen
úr — Sørvågi. Johannes
Thomsen varð valdur for-
maður, Agnar á Dul næst-
formaður og Marianna Jen-
sen kassameistari.
Heitið á felagum skuldi
vera: Føroya Felag móti
Krabbameini.
Seinast í januar var bræv
við girokorti sent í hvørt hús
í Føroyum, við åheitan um
at gerast limir og senda
limagjald. Åheitanin fekk
ógvuliga góða undirtøku. Á
fyrsta nevndarfundinum t.
26. mars sást, at nú vóru
skrásettir um 1.800 limir,
og inngoldið var við lima-
gjaldi og gåvum umleid
110.000 kr. Sama år studl-
aði Lions klub Tórshavn fe-
lagnum við 76.000 kr. Fe-
lagið hevur seinni eisini
fingið fleiri testamentarisk-
ar gávur.
Í dag er limatalid 3.020. Í
nevndini eru nú Jákup Ol-
sen, formaður, Poul Søren-
sen, næstformaður, Agnar á
Dul, kassameistari, Kaj
Kallsberg, Marjun Joensen,
Oli Jacobsen og Christian
Winthereig. Varanevndar-
limir eru Kirsten Olsen og
Sanna Dahl Niclasen.
Høvudsendamålini hjá
felagnum hava verið og eru:
Á ymiskan hátt at upplýsa
um krabbameinssjúkur og
um, hvussu tær kunnu fyri-
byrgjast.
2. At veita stuðul til gransk-
ing av krabbameinssjúkum.
3. Í serligum føri at veita
fólki hjálp, sum er komið
illa fyri av krabbameins-
sjúku.
Fyrstu árini var mest
dentur lagdur á upplýsandi
tiltøk; fyrilestrar vóru hild-
nir í nógvum bygdum um
fyribyrgjandi kanningar,
einstakir bóklingar komu
út, og samrødur vóru í út-
varpi og blødum.
Á Landssjúkrahúsinum
var tørvur á tólum, sum
vóru nýtt til kanningar av
krabbameinssjúkum, og
krabbameinsfelagið studl-
aði keypi av gammakamera
til Landssjúkrahúsið í 1982.
Nøkur ár seinni megnaði
felagið at geva Lands-
sjúkrahúsinum eitt lasertól,
sum serstakliga kundi
hjálpa sjúklingum við
krabbameini í sodningar-
um.
Í 1983 vóru fyrireikingar
gjørdar til at fáa skrásett
allar illkynjaðar sjúkur í
Føroyum í samarbeiði við
tað danska cancerregistar-
ið. Av ymiskum grundum,
m.a. orsakað av vantandi
telduskipan, er henda skrá-
seting enn ikki fullfíggjað.
Tørvur var á sjúkrasystra-
hjálp, og frá 1. november
1983 varð sjúkrasystir sett,
fyrst timalønt 15 tímar um
vikuna, men frá 1. august
1985 var hon sett í fast starv
hálvan dag og kundi so-
leiðis vera at hitta fyrra-
partin allar gerandisdagar.
Síðani 1992 hevur Joan Ziskason røkt fulltíðarstarv sum sjúkrasystur á skrivstovuni hjá felagnum. Mynd Jens C.
Vang
Tíðindablaðið
Sanna Dahl var við til at stovna ; felagið og hevur sitið
sum formaður í mong ár. Mynd Jens C Vang
Arbeið hennara skuldi vera
at hjálpa sjúklingum í
trupulleikum teirra, bæði
sálarliga og praktisk. Á tí
praktiska økinum var mes
brúk fyri hjálp til fólk, sum
høvdu »stomi«, og til
kvinnur, sum høvdu fingið
skurðviðgerð fyri krabba-
mein í brósti — og at hiålna
teimum at fáa protesu.
Fyri kvinnur, sum høvdu
ella høvdu havt krabbamein
í brósti, var ein sjálvhjálpar-
bólkur, nevndur >bót til
bata< stovnaður í 1984.
Endamálið var, at kvinnur,
sum vóru blivnar frískar av
sjúkuni, skuldu hjálpa teim-
um nýopereraðu, so at tær
fingu nýtt mót at liva lívið.
Eitt tiltak, sum var um-
ráðandi at fáa í lag, var ein
grunnur til at hjálpa fólki,
sum var komið illa fyri av
krabbameinssjúku.
Í 1986 vóru innsavningar
hildnar um alt landið, við
lutaseðlum og bingo við tí
årsliti, atnærum 500.000 kr.
komu inn. Nógv fólk hava
tøkk uppiborna fyri ta hjálp,
tey góvu felagnum í sam-
bandi við hesar innsavning-
ar.
Á aðalfundi í krabba-
meinsfelagnum t. 6. apríl
1987 var hjálpargrunnurin
stovnaður, reglugerð varð
góðkend og ein trý-manna-
nevnd varð vald. Í tí nevnd-
ini eru nú: Mogens Egholm,
formaður, Jákup Olsen og
Sanna Dahl Niclasen.
Síðan hevur hjálpar-
grunnurin latið pening hvort
ár til fólk, sum hava søkt um
hjálp.
Tey fyrstu árini vóru
nevndar- og aðalfundir hjá
felagnum hildnir á Hotel
Hafnia, sum bjóðaði felag-
num høli ókeypis. Hotel
Havnia hevur soleiðis studl-
að krabbameinsfelagnum
ómetaliga væl.
Roynt varð leingi at finna
bílig høli, og 1. januar 1985
fekk felagið endiliga egna
skrivstovu, men har var
ógvuliga trongligt.
Seinni hevur felagid fing-
ið betri umstødur og hevur
nú ráðgevingarstovu í leig-
aðum góðum og væl hósk-
andi hølum.
Nú hevur felagið síðan 1.
juni 1992 havt sjúkrasystir,
Joan Ziskason, setta í starv
heilan dag. Hon er sam-
stundis skrivar hjá felag-
num og kann sameina tey
ymisku tiltøkini.
Ráðgevingarstovan er op-
in hvønn gerandisdag, og
sjúklinga og avvarðandi
kunnu venda sær til sjúkra-
systrina um upplýsing og
hjálp.
Krabbameinsfelagið
virkar fyri, at fólk, sum hava
ellahavahavtkrabbameins-
sjúku, fáa meiri samband
við hvert annað, so at tey
ikki føla seg »burturmist«.
Fundir hava verið bæði í
Havn og í einstøkum bygd-
um fyri hesum fólkum og
avvarðandi teirra. Ætlanin
er at halda fram við tílíkum
tiltøkum.
Roynt verður eisini at
savna minni áhugabólkar av
sjúklingum við sama enda-
máli sum >bót til bata<, har
fólk kunnu tala saman um
teirra trupulleikar og vera
hvørjum ødrum til hjálpar.
Krabbameinsfelagið hev-
ur í fleiri ár roynt at virka
fyri at fáa serkøna lækna-
tænastu viðvíkjandi
krabbameinssjúkum (onko-
logi) til viðgerð og kontrol
av sjúklingum í Føroyum í
-