Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sida 8 Nr. 8— 13. JANUAR 1994 -Undirgrundin má ikki gleppa okkum av hondum Vae victis — meðan kongressin svansar -Vit kunnu geva dønum burturav, gamami, og fyrr var illa, men vit mugu undir ongum umstýðum lata ognarrætt og avgerðarrætt okkara til fóroysku undirgrundina gleppa okkum av hondum. M.a. hetta skrivar Annfinnur í Skála, lærari í Hoydølum í fyrsta parti av greinargð, sum er í trimum pørtum. Annar partur kemur í blaðið fríggjadagin, triðji leygardagin. Annfinnur í Skála kemur í hesum fyrsta partinum inn á leiklutin hjá danska bankaeftirlitinum, sum hann setir eitt stórt spurnartekin við. Tað røkti ikki sína skyldu í 1952, tá Sjóvinnubankin fór á heysin og gjørdi tað heldur ikki í 1992, tá bankin aftur kollsigldi. Inngangur Í fólkaræðisligum londum hevur fólkið sjálvt valt lóggávuvaldið (lóggávu- ting) og somuleiðis bein- leiðis ella óbeinleiðis stjórnina (útinnandi vald), og tá hevur tað eyðsæð tað stýri, ið tað sjálvt vil hava, og sum tað hevur uppiborið, og tá ber illa tilat málma um karkagerðir. Í londum harafturímóti, ið ikki hava fólkaræði, hava fólk hug - og tað av réttum - antin at geva stýrinum ella gðrum skyldina, tí tey hava, ið hvussu er, onga skyld." Gott strafe England,“ søgdu týskarar undir fyrra heimsbardaga, sjálvt um tað í roynd og veru var týska stjórnin sjálv, ið fyrst og fremst var atvoldin í, at kríggið brast á. Mangt og hvat er farið fram her á landi, sum eg kundi hugsað mær, at fleiri enn eg halda vera løgid, og tí skrivi eg hesar viðmerk- ingar og tíverri eisini illi- gitingar, ið ikki, lat meg straks siga tað, sum tað er, byggja á itøkiliga vitan, um tað, ið fram er farið, men so- leiðis sum eg sum óvirkin á- skoðari havi eygleitt hend- ingarnar. Eg haldi, at Før- oya fólk hevur uppiborið at fingið at vitað, hvussu sam- ráðingarnar fóru fram, hvat var havt á lofti í orða- skiftinum undir samráðing- unum, og hvussu føroysku og donsku tingingarmenn- inir mettu støduna leik fyri leik frá oktobur 1992 til oktobur 1993. Tíðindablaðið Viðmerkingar til og illgitingar um stóðuna í dag 1980'árini eru væl og virðiliga farin afturum, men nú í 1990'árunum hevur fallið verið ótarnað, og vit brustu í helluna og liggja nú og grulva sansaleys millum stór og smá trotabúgv. 1980 árini fara ivaleyst at verða kannað, men tað, ið er farið fram frá oktobur 1992, og sum framvegis fer fram, hevur stórri tydning beint nú, tí í løtuni snýr tað seg ikki um, hvussu vit komu í -Fýra ferðir eru kosnu menn okkara farnir tunga Kanossaferð (biddaragongu) til Keypmannahavnar. Var tað fyri neydini? Ella var hetta eisini leikur, ið hevdi til endamáls at eyðmýkja og bloyta samráðing- armenn okkara - og føroysku tjóðina? spyr Anfinnur í Skála hesa vanlukku stóðu, men hvussu vit sum frægast sleppa burtur úr henni aftur. Hvussu hevur so gongdin verið? Sjálvandi bera teir, ið rátt hava fyri borgum her á landi, høvudsåbyrgdina, tí teir gingu á odda og lorkaðu framtíð okkara burtur fyri løtuvinning. Men kann tað hin vegin hugsast, at vit øll, Føroya fólk, bara eru finnur í stórum leiki, har vit hvorki vistu ella vita, at talvið var avrátt frammanundan, og at vit vóru, ið hvussu er, ikki steðgað í at seta okkum sjálvi skák og mát? Danska bankaeftirlitið 6. oktobur 1992. Danir komu okkum til hjálpar Tá ið Sjóvinnubankin á sinni fór av knóranum í 1952, høvdu grannskoðarar bankans i nøkur år - er mær >>