hósdagur 13. januar 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
>
fortalt - sytt fyri at skriva
undir roknskapin, tad er, at
teir góðtóku hann ikki. Slíkt
eigur sambært bankalógini
straks at fáa avleiðingar. Tá
ið danska bankaeftirlitid at
enda tók sær um reiggj og
koyrdi hann á navarin í
1952, tá kom búskaparligur
stígur í í Føroyum, og
vinnulívið raknaði ikki við
aftur fyrr enn fleiri ár seinni
(60 milliónagrunnurin). Tá
gjørdi danska bankaeftirlit-
ið ikki skyldu sína, tí teir
skuldu sjálvandi havt talað
at og steðgað óregluligu
framferðini í góðari tíð,
áðrenn bankin kollsigldi.
Tað sær ikki mætari út,
enn at søgan endurtekur
seg, tí júst tað sama hendir
so aftur í øktobur 1992.
Bankæeftirlitið gjørði ikki
skyldu sina. So seint sum á
sumri í 1992 segði ein av
donsku monnunum í banka-
eftirlitium um støduna í
Sjóvinnubankanum, at hon
var ikki góð, men tað mundi
fara at legna seg kortini.
Nakað soleiðis haldi eg, at
Birgir Danielsen fyrrver-
andi nevndarformaður Sjó-
vinnubankans málbar seg.
Tað tykist mær, at danska
bankæftirlitið hevði kunn-
að talað at fyrr og ávarað
leiðsluna í Sjóvinnubank-
anum um, at ovurstórur
vandi var fyri, at bankin fór
at koma í gjaldsteðg, men
gjørðu teir tað? Tá ið teir so
at enda tóku stigið, tá var tað
skuldi vera her og nú.
Hví fingu landsstýris-
menninir so stutt skotbrá í
oktobur 1992? Var tað í
roynd og veru fyri neyðini,
at Sjóvinnubankin mátti og
skuldi fara á tinnuna eitt til-
oktobur? Hví skuldu lands-
at tuska frá forsætisráðnum
til tjóðbankastjórans og aft-
ur til forsætisráðharrans eft-
irnøkrum fáum tímum? Hví
kundu hesir menn ikki fáa
virðiligari = viðferð? Hvi
skuldu teir ikki sleppa at
summa seg? Eg kann hugsa
mær, at teir hava verið
skelkaðir og kanska eisini
fjálturstungnir. Um leikur
fór soleiðis fram, so kann
-Danir hava við
frágreiðingunum hjá
Ráðgevandi Nevndini
vitað, ella, ið hvussu
er, grunað, hvussu
endin fór at vera, og tí
hava teir so ella so
eisini moralska á-
byrgd
tað hava verið tilætlað
psykologisk herferð, ið dan-
ir nýttu til tess at gera før-
oysku samráðingarmennin-
ar moyrar og mótlítlar. Gud
veit, at vit høvdu ikki mála-
kort á hondini, so longu
frammanundan var stødan
veik hjå okkum føroy-
ingum. Hesir neyðar menn
fara frå forsætisráðharran-
um til tjóðbankastjórans og
aftur til forsætisráðharrans.
Tá ið teir komu aftur til for-
sætisráðstovuna útteipaðir,
liggur skrivaður sáttmáli á
borðinum, sum føroying-
amir við smáum broyting-
um skuldu undirskriva.
Take it or leave it! Atli P.
Dam og Jógvan Sundsstein
skrivaðu undir og hava helst
hildið, at nú var henda hætt-
isliga og ótespiliga roynsla
av, og ongantíð komi hon
aftur, nú var leyst og liðugt.
Kreppan var avhæsað.
Er tað hugsandi , at Schliit-
er forsætisráðharri og tjóð-
bankastjórin vistu, at hetta
var bara fyrsti leikur í long-
um talvi? Tað hevði verið
forvitnisligt at sæð, hvussu
leikur fór. Er einki upprit frá
fundum í forsætisráðnum,
ella hava teir har ongantíð
umrøtt støduna í Føroyum?
Sjåldan er ein båran støk,
søgdu teir gomlu. Fyrsti
brotasjógvurin breyt sum
eitt skot av himli í sólarljósi
og høgum heiðri í oktobur
1992, og trý onnur ólegi
komu honum á baki: Í febr-
uar 1993, í mai 1993 og
aftur í oktobur 1993, og tá ið
vit svøvnpiskut høvdu narr-
að eyguni, var einki eftir,
allur búskapur okkara var
horvin, var tikin út á sjógv.
Fýra ferðir eru kosnu
menn okkara farnir tunga
Kanossaferð (biddara-
gongu) til Keypmanna-
havnar. Var tað fyri neyð-
ini? Ella var hetta eisini
leikur, ið hevði til endamáls
at eyðmýkja og bloyta sam-
ráðingarmenn okkara - og
føroysku tjóðina? Um
danskir stjórnarmenn - og
Danski Banki ikki at
gloyma - vistu eins lítið og
føroyingar, so er hóast alt
ein lítil uggi í tí, at so vóru
hinir ikki smettin frægari
enn okkara menn. Men ikki
hugsi eg, at so var.
Rætt er tað, at føroyskir
politikarar vóru firtnir
hverja ferð danska ráðgev-
ingarnevndin púra beint á-
varaði, talaði at og kom við
hvøssum atfinningum við-
víkjandi gongdini í før-
oyska búskapinum, men
Danmørk hevur verið í
kreppu síðani 1973, so niðri
á Kristiansborg dugdu
menn at lesa døpru frå-
-Hvør veit,
hevur danska banka-
eftirlitið longu bílagt
ferðaseðil, og ætlar
sær at koma heim
higar at snara lykilin í
lás í Føroya Spari-
kassa, tí tað skal ikki
bera til í framtíðini at
reka
bankavirksemi í Før-
oyum?
greiðingina, soleiðis sum
hon átti at lesast, tá ið vís-
menninir løgdu hana á borð-
ið hjá forsætisráðharranum.
Tí ivist eg onga løtu i.
At danir hava virt okkum
sum javnlikar tey farnu
tjúgu árini, ivist eg heldur
ikki í, og júst tí hava teir
kanska hvept seg við í fyrstu
syftu at leggja beinleiðis
uppí, men teir hava vitað,
ella, ið hvussu er, grunað,
hvussu endin fór at vera, og
tí hava teir so ella so eisini
moralska ábyrgd. Eru Før-
oyar ikki målsøki, ið liggur
beinleiðis hjá forsætisráð-
num, og varð frágreiðingin
hjá ráðgevingarnevndini
ikki løgd á skrivborðið hjá
forsætisráðharranum? Er
tað ikki so? Ein frågreiding,
sum år um ár gav før-
oyingum 03 í vitnisburði,
men fingu vit nakrantíð
fyrst munnliga og síðani
skrivliga ávaring frá for-
sætisráðharranum sjálv-
um? Hví seta ráðgevandi
nevndir á stovn? Hvat var
setningur hennara? Eg
spyrji bara.
Eisini kundi verid skoytt
uppí, at um danskir stjórn-
armenn ikki hava viljað lagt
uppí, so áttu teir um íkki
annað at hugsað um danska
ríkiskassan, sum, ið hvussu
so er, er teirra ábyrgd, tí
kanska
ikki-danskt
hann verður eisini raktur av
føroysku kreppuni.
Undirgrundarmálið
Timeo Danaos et
dona ferentes
Føroyskir og danskir em-
bætismenn og politikarar
togadust aftur og fram i
samráðingum um yvir-
valdsrætt okkara til undir-
grundina, og føroyska
sendinevndin kom heim-
aftur til Føroya aftur og aft-
ur sum av torvheidum, men
so knappliga glapp, alt gekk
sum eftir lunni, Schliiter
forsætisráðharri kemur í
desembur 1992 til Føroya
eftir oktoburskelkin, bros-
andi, blíður og týður, at
skriva undir sáttmálan um
føroyska yvirtøku av undir-
grundarmálinum. Vit vóru
ovfarin, vit fingu stórfingna
jólagávu frá dønum, jóla-
gávu, sum vit í roynd og
veru áttu frammanundan.
Longu tá vóru tað fólk, ið
helst spurdu seg sjálvi, um
okkurt mundi búgva undir,
sigið mær, søgdu helst
fleiri, ruggar alt rætt? Ljót
hugsan, men hvat er í roynd
og veru farið fram í undir-
grundarmálinum, síðani
bankar, land og fólk fóru á
heysin?
22. desembur 1992 gav
føroyska landsstýrið
donsku stjórnini lyfti um
oljuvinnusamstarv. Í gerð-
arbókaruppritinum frá 12.
oktobur 1993 undir punkti d
standa treytimar, ið danska
stjórnin setur okkum í sam-
bandi við møguligar olju-
inntøkur. Treytirnar eru
siduliga orðaðar, ikki kann
annað sigast, men tað verð-
ur spennandi at frætta, hvat
úrslitið av felagssamráð-
ingum, sum skulu vera hes-
um viðvíkjandi, fara at hava
við sær. At vit mugu rinda
dønum lánini aftur, og at
blokkstuðulin verður
skerdur, um vit fáa oljuinn-
tøkur, er bæði rimiligt og
sunt, men vit mugu vóna, at
úrslitið av samráðingunum
ikki verður, at rásarúm
Tíðindablaðið EI Nr. 8 — 13. JANUAR 1994 Síðag
okkara verður skert, at vit
verða gøllhildin av donsk-
um oljuáhugamálum.
Hugsið tykkum um DONG
(lesið:Mærsk) verður høv-
uðsarbeiðsgevi, og Danski
Banki (lesið: Mærsk) fær
klórnar í eindarbankan. Tá
standa vit penir.
Mær dámar ikki at kanna
mær bitan, fyrr enn hann er
svølgdur, men fáa vit olju
upp úr føroyskum sjógvi, so
verður tað í roynd og veru
einasti kansur, vit nakrantíð
fara at fáa, at styrkja før-
oyska búskapin dyggiliga,
um tað skuldi hent, at tví-
skinningur kom í, tí hótta-
føll, mugu vit rokna við,
fara altíð at raka okkum við
ávísum millumbilum. Vit
kunnu geva dønum burtur-
av, gamaní, og fyrr var illa,
men vit mugu undir ongum
umstødum lata ognarrætt og
avgerðarrætt okkara til før-
oysku undirgrundina
gleppa okkum av hondum.
Aðramáta, hevði tað í
grundini verið púra óhugs-
andi, um olja einaferð fór at
spríkja upp úr føroysku
undirgrundini - um nakað
føroyskt óljugki verður - at
vit ikki høvdu verið so
beinasamir at latið danir
fingið burturav? Eitt er ið
hvussu er greitt, og tað er
tað, at roknast má við, um
olja er, verður avlopskapi-
talur, ið sjálvt ikki vit fáa
gloypt, sjálvt um vit hava
dugað væl at skvatlað pen-
ing burtur. Eru serstakar
grundir at halda, at danir
ikki eiga at hava, ella kunna
hava álit á okkum? Hava
teir ikki tað, so er lítil grund
at halda fram við ríkisfel-
agsskapinum.
Fossbankin.
Fimti skelkurin kom so í
oktobur-novembur í fjør, ti
tá snaraði danska banka-
eftirlitið lykilin í lás í Foss-
bankanum. Lítlibeiggin í
føroyska bankaheiminum
mátti geva upp andan. Hann
Framhald á síðu 15