fríggjadagur 14. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroya fólk
»Sethusaloysnin« er ikki
nóg mikið og annað
munagott má gerast
Ferð eftir ferð hevur Sosialurin víst
á, at stødan hjá nógvum sethúsaeig-
arum er trupul. Somuleiðis hevur
blaðið heitt á fíggingarstovnar og
myndugleikar um at bera so í bandi,
at fólk kláraðu at sita í sínum egnu
húsum. Men higartil til fánýtis.
Tå figgingarstovnarnir nýggjársaft-
an bodadu frå rentulækking og ødr-
um tilboði, høvdu óivað nógv roknað
vid nøkrum ødrum. Kanska roknaðu
fólk vid størri rentulækking, gene-
rellari nidurfrysting ella eini gene-
rellari avskriving.
Tað ljédar av nógvum, tå sagt verð-
ur, at »loysnin« merkir 15—17.000
krénur—ella heilt upp í 30.000 krón-
ur, um allir møguleikar verda nyttir
fult út. Men her eru nógv »men«.
Tølini eru bruttotøl — altso fyri
skatt — so netto er bara talan um
einar 500 krónur um mánaðin fyri
eitt húski, sum skyldar eina stívliga
millión, sambært álítandi útrokn-
ingum.
Harafturat skal havast í huga, at
tað er sera dýrt í longdini at leingja
eitt lán. Fer ein lántakari, sum
bygdi í áttatiárnum, og t.d. hevur
eini 15 ár eftir at gjalda, at leingja
eitt lán upp í 30 ár, kann hann rokna
við at skula gjalda eina hálva milli-
én eyka í rentuútreiðslum. Og ikki
er serliga hugaligt at vita sær tað, at
tú skalt gjalda hetta góða lán, til tú
ert eini 60—70 ár.
Lat okkum sláa fast, at stødan er
trupul, men latum okkum eisini
sláa fast, at talan er um menniskju.
Um familjur vid børnum, sum
siggja, at livsgrundarlagid er hétt og
at heimid syndrast. Og av hesum
stendst ampi og tregi, nivandi dagar
og svøvnleysar nætur. Ti må og skal
okkurtgerast, um ikki moralska for-
fallið verður fullkomið og ein fólka-
uppreistur tekur seg upp fyrr ella
seinni í ár.
Ein generell avskriving er ikki ser-
liga hugalig, tí hon rakar so ónatúr-
liga órættvíst. Onkur hevur kanska
bygt bíliga, roynt at goldið hvørjum
sítt skjótast tilber, og hevur annars
livað og brúkt innan tann karm,
sum inntøkan hevur sett — sjålvt við
marglætis-ørskapinum i áttatiár-
unum í huga.
Grannin hevur kanska hinvegin
bygt dýrt og fíggjað bil og bát í húsa-
láninum, sum var heilt vanligt í
áttatiárnum. Men nú er inntøkan
minkað, annar hjúnafelagin er
kanska arbeiðsleysur, og tey klára
ikki skyldurnar.
Nú mæla tey til, at bankarnir av-
skriva skuld, tí tey klára seg ikki.
Bankarnir hava jú fingið peninga-
innspræning í sambandi við burtur-
leggingar upp á sethús, so hví ikki
avskriva, spyrja tey.
Men hvat sigur grannin. Spyr hann
ikki, hví skal eg gjalda — umvegis
skattin — fyri marglæti hjá hinum,
sum ikki dugdu sær hógv? Tí er ein
avskriving ódámlig, líka mikið um
hon er individuell ella um hon er
generell.
Hetta er stødan í nógvum førum,
men langt frá øllum. Tað eru eisini
tey, sum hava bygt bíliga, men eru
vorðin arbeiðsleys og klára heldur
ikki at gjalda eina skuld, sum er
hálv millión ella minni.
Áhesum stað skal ikki verða sagt, at
fíggingarstovnarnir ikki kundu
havt lækkað rentuna meiri, men
enn vita vitikki, hvussu beinasamir
teir eru í sambandi við at niður-
frysta skuld, og hvussu stóran týdn-
ing hetta fær fyri sethúsaeigaran.
At tosa um, at sethúsavirðið er
300.000 krónur ella 500.000 krónur
er ikki rætt. Talan var um eina met-
ing av pantvirðinum hjá einum
banka. Somuleiðis er burturvið at
tala um, at bankarnir hava avskriv-
að niður til hetta virðið. Bankarnir
hava av roknskaparligum ávum, og
eftir kravi, sett pening av móti tapi,
ella burturlagt, sum sagt verður. Og
ikki fyrr enn eitt tap er ásannað,
verður peningurin avskrivaður.
Ísambandi við at fyrireika >sethúsa-
loysnina« hava figgingarstovnarnir
roknað út, hvussu nógv eitt húski
skal hava fyri at klára seg. Sambært
teimum loyniligu tølunum skal eitt
meðal húski — eftir skatt — hava
umleið 4.500 krónur til mat, klæði
o.a. neyðugt. Harafturat koma einar
5-6.000 krónur til fastar útreiðslur
sum olju, el, telefon, tryggingar,
sjúkrakassa, fakfelagsgjald, barna-
garð o.a.tl. Harafturat kemur býli.
Tier ikki so ringt hjá landsstýrinum
at áseta hungursmark. Hevur eitt
húski ikki áleið hesa upphædd, tå
útreiðslurnar til býli — eftir avtalu
við figgingarstovnarnar —eru tiknar
frá, má tað almenna koma inn í
myndina, til onnur loysn — t.e. minni
kommunuskattur — er funnin. Tað
ber bart út ikki til at reka fleiri fólk
út úr húsunum, út í vónloysi ella av
landinum. Tað mugu og eiga land-
sins myndugleikar at gera sær
greitt.
Tórstein Pállsson, íslendskur
fiskimålarådharri:
Føroyingar
eiga ikki at
bera ótta fyri
handilskvotum
-Íslendingar hava havt góðar royndir av
eini skipan við umsetiligum kvotum sigur
íslendski fiskimálaráðharrin, Tórstein
Pállsson við Tíðindablaðið Sosialin.
Hann hevur júst vitjað í Føroyum, har
hann og fóroyski starvsfelagi hansara,
Tummas Arabo endurnýggjaðu avtaluna
millum londini um sínámillum fiskiveiði
6. januar var fundur millum = Oyska fiskiskapin í is-
umboð fyri íslendskar og lendskum sjógvi og ís-
føroyskar fiskivinnumynd- lendska fiskiskapin í før-
ugleikar í Tinganesi. For- oyskum sjógvi í 1993. Við-
maður fyri íslendsku sendi- Víkjandi veiðumgguleikun-
nevndini var Porstein Påls- um í 1994 samdustpartarnir
son, fiskimálaráðharri, og um at miða ímóti møgu-
fyri føroysku Thomas Ara- leikum á sama stigi sum í
bo, landsstýrismaður. 1993. Báðir partar skulu
Partamir umrøddu før-
endaliga samtykkja av-
taluna í næstu viku.
Partarnir fóru igjøgnum
samstarvið um fiskirann-
sóknir og teir fiskastovnar,
sum eru á havleiðunum hjá
báðum. Semja var um at
taka stig til at fáa í lag sam-
starv við onnur lond, sum
partarnir hava fiskastovnar
saman við, serliga viðvíkj-
andi norðhavssildini. Dent-
ur varð lagdur á tørvin á at
samskipa fiskirannsóknir á
víðu havleiðunum vestan
fyri fiskimarkið hjá báðum
londum.
Partamir umrøddu sjón-
armiðini viðvíkjandi at -
gagnnýta hval og kóp, ser-
liga seinastu gongdini í al-
tjóða hvalaveidunevndini,
IWC, umframt arbeiðið í
NAMMCO og ødrum al-
tjóðafelagsskapum.
-Vit vita, at føroyingar eru
í stórum trupulleikum.
Tað eru vit eisini. Men vit
vilja hava gott samband
Vit. hava havt vinabond millum londini í mong år, og tey fara vit ikki at slíta nú di íslendski
fisldmálaráðharran við føroyska starvsfelag sín í Tinganesi í farnu viku. Mynd jan nú segði íslends
við føroyingar, sum vit
hava havt vinarbond við í
mong ár.
Tí er tað mín avgerð at
skjóta upp fyri íslendsku
stjórnini at endurnýggja
avtaluna sigur Tórstein
Pállsson.
Tað er semja í fiski-
vinnunevndini í íslendska
altinginum um at endur-
nýggja avtaluna, men mót-
stødan innan vinnuna er
stór, hetta tí at toska-
kvotan er nógv skerd.
Tórstein Pállsson sigur
seg annars vera sera nøgd-
an við ES-avtaluna, sum
kom í gildi á nýggjárinum.
Hetta er avtalan við ES,
sum gevur íslendingum
tollfrælsi fyri allar fiska-
verur.
Íslendski fiskimálaráð-
harrin sigur, at tað er ikki
á skránni í Íslandi at søkja
Framhald á síðu 5