Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ON SO Tíðindablaðið Nr. 9 — 14. JANUAR 1994 Síða 3 Bakaríið og Kondittaríið hjá Frants: Allar sudir Ikki syftar enn - So leingi vit standa upp og niður, er ein møguleiki at fáa virksemið í gongd aftur. Starvsfólkini á Kondittarí- inum eru áhugaðar at leiga gamla arbeiðsplássið. Tað arbeiða vit eisini við í løtuni, sigur Heini Restorff, stjóri Tað vakti ans í farnu viku, at P/f Frants og Kondittaríið læt aftur. Heini Restorff segði tá, at treytirnar fyri at halda fram vóru so harðar, at tey valdu atgevast, vikuna hava kortini ver- ið samráðingar við Føroya Banka, ið hevur havt P/f Frants sum viðskiftafólk síðani bankin varð stovnað- ur í 1906. - Tað er ov tíðliga at siga nakað enn, sigur Heini Res- torff, men so leingi vit standa upp og niður, er ein møguleiki fyri, at virksemið verður tikið upp aftur. 5 verðuri - Bygdarhúsinum í Hósvík. sunnud. 16. jan. kl. 16.00 vir ir vi Eykaspælid byrjar Drigid verdur millum spølini Øll hjartaliga vælkomin! Bygdarfelagid VARDIN Svar í vikuni Heini Restorff vónar, at spurningurin verður tikin upp á fundi við Føroya Banka seinast í hesu viku, og vónar, at tað gagnar fyri- tøkuni, at hon hevur havt samskiftið við bakan, øll árini frá byrjanini. Heini Restorff er hevur ikki mist mótið og heldur, at allar súðir eru ikki syftar enn. Seinasta leygardag var seinasti arbeiðsdagur hjá starvsfólkunum hjá Frants. Hetta var ikki nakar lætt- ur dagur hjá teimum, men Heini Restorff helt ikki, at tey bara soleidis skuldu fara hver til sítt, eftir at hava ar- beitt saman í so nógv ár - onkur eini 28 ár, onnur 10 ár 0.s.fr. Leygarkveldið samlaðust øll starvsfólkini til ein nått- urda, og har kom mangt prátið í lag. Tær leiga kondittarilå Eitt nú varð nógv tosað um Kondittaríið, og tær mongu áheitanirnar, sum starvsfólkini høvdu fingið um dagin, at tær áttu at yvir- tikið Kondittarfið. Ungfólk taka seg saman um sjónleikavirksemi: Vilja sleppa upp í part Seinasta leygardag var fundur í Sjónleikarhúsinum, har ungfólk úr øllum landinum hittust at tosa um sjónleik, og hvat kann gerast, til tess at geva ungfólki umstóður at fáast við hesa listagrein Fyrireikingararbeiðið til at stovna eitt felags fyri ung í MáF, er nú byrjað. Á fundi í vikuskiftinum varð ein fyribils nevnd vald, sum skal gera reglur fyri virksemið, og sum skal - Tað er heldur ikki 6 samráðast við MáF um møguligt, at tað kann lata seg gera, sigur Heini Res- torff. - Tad ber til at leiga Kon- dittaríið út fyri styttri tíðar- skeið, eisini um fyritøkan ikki heldur fram. - Starvsfólkið hevur heitt á meg um at leiga Konditta- ríið, men enn vantar í at fáa gjørt eina ætlan, sum ger tað møguligt, sigur Heini Restorff. - Eitt er vist, og tað er, at starvsfólkini á Kondittaríi- num hava verið ófórar, og eg ivist onga løtu í, at um tær ikki høvdu verið tað, so hevði Kondittaríið ikki ver- ið opið so leingi. Skal tað lata upp aftur, so eru tær fýra, sum arbeiddu har, besta trygd fyri, at tað kann bera til, sigur Heini Res- torff. . Verður Kondittaríið latið upp aftur, verður tað gjørt so skjótt sum til ber. Seinni í vikuni frættist nærri um ætlanirnar hjá P/f Frans Restorff. Dagny limaskap. Eini 30 ungfólk úr øllum landinum, vóru á fundi í Sjónleikarhúsinum leygar- dagin, har umstødurnar inn- an sjónleikavirksemið hjá ungdóminum var til við- gerðar. Tey ungu, sum sjålvi høvdu tikið stig til fundin, løgdu fyri við at greiða frá, hvussu umstødurnar vóru at fáast við sjónleik, har tey búgva. Við á fundinum vóru eis- ini tvey umboð fyri MáF, sum vóru til staðar, fyri at geva teimum ungu ráð og leiðbeining. Tey ungu tosaðu síðani um, hvat tey kundu hugsað sær at farið undir. Nógv høvdu áhuga fyri at fara á skeið, og tey kundu hugsað sær at lært meira um pall, ljós, smirsl, búnar og tílíkt. sum hoyrir sjónleiki Á fundinum var ein fyri- bilsnevnd vald, sum skal taka upp samráðingar við MáF, og gera reglur fyri, hvussu møguligt samstarv millum MåF og felag "Ung f MåF" skal mynda seg. Tå hesi vidurskifti eru fingin í rættlag, verður lýst til stovnandi aðalfund. Enn er ikki greitt, nær tann fund- urin verður. | Í fyribilsnevndina fyri Ung í MáF vóru vald: Unn Patursson, Finnur Joensen, Jóhannis Pauli, Tórshavn, Jacoba Kruse, Norðskála og Elin F. Lamhauge, Runa- vík. Tiltakslimir eru: Martin Nolsøe Simonsen, Annika Gaard og Riini Gaardlykke, Tórshavn. Dagny Fiat Uno árg. 92, koyrt 20.000 km og í besta standi — til sølu. Tlf. 10153 e. kl. 18 — Arb./Tlf. 11820