Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 9 — 14. JANUAR 1994 Carl V. Weihe: Carl V, Weihe gjørdi saman við starvsfelaga sínum Klaus Ramussen uppskot um at bóta um sethåsastøduna og samstundis hjálpa Húsalánsgrunninum, men bankarnir tóku ikki undir við uppskotinum Ljóðar væl Tað tykist, sum bankarnir veruliga eru eru sinnaðir at finna loysn fyri set- húsaeigarar í trongstødu, heldur Carl V. Weihe Beint áðrenn Føroyar seinast fingu pengar úr Danmark, gjørdu stats- autoriseraður grann- skodaramir Carl V. Weihe og Klaus Rasmus- sen eitt uppskot um, hvussu bøtast kundi um kreppuna á føroyska sethúsamarknaðinum. Í høvudsheitum segði uppskotið, at í staðin fyri at geva teimum báðum bankunum 1,8 mia. í nýggjum partapeningi, skuldu bankarnir bara hava 800 mió. krónur. Milliardin skuldi so set- ast í Húsalánsgrunnin, sum samstundis yvirtók sethúsalánini hjá bank- unum, ið harvið kundu brúkt allar sínar kreftir til at fíggja vinnuulívið. Men hesum uppskoti tóku bankarnir ikki undir við. Teir søgdu, at bank- arnir høvdu fólk at taka sær av sethúsalánunum, og tað hevði Húsaláns- grunnurin. Eisini hildu bankarnir, at nú høvdu teir sett so nógv av á set- húsamarknaðinum, og at teir tí onga orsøk høvdu til at handa lánini frá sær. Skjót loysa Rasmussen á Weihe løgdu upp til at fáa eina skjóta loysn við fastari rentu uoppá 7,5 % fyri lán í húsum fyri niðanfyri 1,1 mi6., og at lánini skuldu gerast rentu- og avdráttarfrí í 10 år, men so gjaldast å vanligan hått. Tad skuldi vera lika fyri øll, tí at viðgera hús fyri hús tekur ov langa tíð og hevur bara við sær, at fleiri koma í botnleysa skuld. Hetta hevur ikki bara við sær, at fólk rýma av landinum, men vandin er eisini stórur fyri, at nógv ikki bara missa evnini at gjalda, men tey missa eisini viljan at gjalda, og tað er tað álv- arsligasta, sum kann henda fyri samfelagið. Frysta tey tyngstu Teirra uppskot var sostatt ikki at strika skuldina hjå nøkrum, bara at útseta tyngstu lånini, og alt hevði verið nógv ein- faldari, um gjørt varð á henda hátt, hildu Ras- mussen á Weihe. Fyri landskassan hevði hetta verið góður handil, tí rentufrádrátturin hevði minkað. Teir mettu, at skattainntøkan hjá landi og kommunum harvið hevði vaksið tilsamans við 32 mió. krónum. Teir nevndu eisini, at vandin fyri fleiri tvings- ilssølum luggur sum ein bumba undir Húsaláns- grunninum, og tí er neyð- ugt við onkrum tiltaki, sum styrkir støðuna hjá Húsalánsgrunninum. Húsalánsgrunnurin = er fíggjarliga ikki førur fyri at keypa hús á tvings- ilssølum. Men tað kunnu peningastovnarnir gera og lata húseigaran yvir- taka húsini aftur, og tá fer skuldin til Húsaláns- grunnin burtur. Tad er eisini ein vandi, at meðan fólk bíða eftir at fáa avtalu um at niðurskriva ellaniðurfrysta skuldina í húsunum, gevast tey við at gjalda til allar fíggj- arstovnarnar ella bara ein, t.d. Húsalánsgrunn- in. Avtala gjørd Men sum sagt, varð hetta álitið frá Rasmussen á Weihe lagt til viks, og nú hava Føroya Banki, Sjó- vinnubankin, — Føroya Sparikassi og Húsaláns- grunnurin gjørtavtaluum at lækka rentuan, aftur- gjaldstíðin kann leingj- ast, og hver stovnurin átekur sær at avgreiða gll viðurskifti fyri sethús- æigaran, sum kemur í trongstødu. Carl V. Weihe heldur hetta ljóða áhugavert. Tað tykist sum peninga- stovnarnir nú veruliga eru sinnaðir at hjálpa teimum, sum hava tey stóru og dýru lánini. Carl V. Weihe heldur fram- vegis bestu loysnina vera at niðurfrysta skuldina hjá teimum, sum skylda mest, tí um gll verða bangin fyri at missa, og tí gevast heilt við at gjalda, so verður galið. randi T Húsalánsgrunnurin: 40 milliónir í leysari luft Í næstan eitt ár hevur Húsalánsgrunnurin ikki verið fórur fyri at útgoldið nøkur nýggj lån, og einki røkist fyri, at grunnurin fær meira pengar Nú hendir tað ikki longur, at Húsalánsgrunnurin fær umsóknir um at veita fígg- ing til sethús. Gott tað sama, tí grunnurin hevur ongar pengar til nýggj lán. Húsalánsgrunnurin hevur ikki útgoldið nøkrum lán síðan februar mánað í fjør. Men hetta árið eru tað nokkso nógv, sum eru kom- in illa fyri, tí teur væntaðu sær fígging frá Húsaláns- grunninum. Tá tey søktu grunnin, fingið tey játtandi svar men við tí treyt, at grunnurin hevdi tøkan pen- ing, og henda hevur hann ikki havt sidan. Nøkur geva upp Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum, metir, at tað munnu vera lán fyri umleið 40 mió. krónur, sum soleiðis hanga í leysari luft, tí grunnurin ikki er førur fyri at útgjalda nakað. Tað er tó ilt at áseta upphæddina någreiniliga, tí nøkur, sum søktu um fígging, kunnu havasleptætlanini ella hava ikki bygt húsini liðug. Grunnurin kémur ikki uppí við síni fígging, fyrr enn húsini eru liðug, og tá skal byggilánið umleggjast. Berjabrekka er ein býarparturin í Havn, har eigararnir hava ovurhonds stór og dýr lán Grunnnurin frættir ikki aft- ur fyrr enn tá. Av tí at Húsa- lánsgrunnurin ikki kann gjalda, hava hinir peninga- stovnarnir í summum fórum átikið sær at figgja Húsa- lánsgrunsins part. Óviss framtíð Jóannes Dalsgarð hevur onga hóming, nær og um Húsalánsgrunnurin aftur fær pengar at gjalda til nøk- ur lán. Upphæddin á fíggj- arlógini er skerd, og nú rent- an er lækkað við avtaluni við hinar lánveitararnar, fer alt til tað. Eftirstóðurnar eru øktar, men Jóannes Dalsgarð heldur ikki, tær eru øktar líka nógv sum afturgongdin annars í samfelagnum hev- ur verið. Tað er hansara fat- an, at fólk gera alt, tey megna, fyri at halda sínar skyldur. Aðrar reglur Seinastu tíðina hava fleiri sagt, at Húsalánsgrunnurin má vera insolventur, tá hann ikki er førur fyri at gjalda, og eftirstødurnar vaksa. Insolventur kann Húsa- lánsgrunnurin ikki vera, tí íðindablaðið hann gongur ikki eftir somu treytum sum peningastovn- arnar. Hansara uppgáva er bara at veita fígging til set- hús. Fyrr kundi Húsaláns- grunnurin taka lán, tá tað vantaði í, men nú ber tað ikki so væl til, tí landið noyðist at halda aftur við at taka upp fleiri uttanlands- lán. Átti at munað Jóannes Dalsgarð heldur, at rentulækkingin hjá bank- unum, Húsalánsgrunninum og Føroya Sparikassa er góð hjálp til teirra, sum sita í dýrum húsum. Tað hevði munað væl, høvdu hinar útreiðslurnar hjá fólki ikki samstundis farið so nógv upp. - Eingin kann vænta, at vit skulu svíða fyri, at komm- unuskattaprosentið o.a. hækkar, sigur Jóannes Dalsgarð. Hann heldur tað vera í lagi, at sethúsaeigarar finna saman og gera ein felags- skap, sum kann tala teirra søk. Men hann ávarar ímóti at leypa framav, tí so veit eingin hvat kann henda. randi Ge