Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ svsialurin ] Nr. 9 — 14. JANUAR 1994 Síða 11 Vae victis — meðan kongressin svansar ina heildarloysn u heldur enn fleiri biddaraferðir -Samfelagshjólini eru mestsum uppsteðgað, soleiðis at illa slepst undan at fara biddaraferð aftur. Tað hevði tó sømt seg betur fyri bæði danir og fóroyingar beinanvegin at fingið heildarloysn í lag, so at vit sluppu undan tíðum afturvendandi eyðmýking - og hetsi frá donsku fjólmiðlunum skrivar Annfinnur í Skála í óðrum parti av grein síni. Tridi parturin kemur leygardagin. Danski Banki Kanska ætlar bankaeftirlit- ið at handa Danska Banka føroyska bankaheimin á silvurfati, sum - og tað hevði verið bæði ilt og legið - føroyingar sjålvir í fyrstu syftu hava goldið (tikið lán til), tí tá (um?) stóru bankar okkara aftur fara á heysin, og vit føroyingar ikki long- ur orka at taka fleiri lán í danska tjóðbankanum til tess at bjarga teimum eina ferð afturat, tá standa vit longu fyri meginpartinum av endurskipanarskuldini, og Danski Banki kann tá, um so verður, í friði og náð- um keypa eindarbankan fyri gávuvirði og fara undir van- ligt bankavirksemi í sunn- um banka, sum hóskandi kundi itið Danski Banki - Føroya Deild. Er tað til dømis púra óhugsandi, at Danski Banki ikki hevur í kvittanum at keypa eindar- bankan, tá vit av berari og blektaðari neyð leggja frá okkum? Um til dómis nýggi eindarbankin ikki vil veita fólki lán til sethúsakeyp, so fara húsaprísirnir at lækka uppaftur meira, og so kann danska bankaeftirlitið seta sethúsavirðið uppaftur longur niður, og so fer eind- arbankin aftur á húsagang. Hetta kann gerast ónd ring- rás, sum ringt verður at sleppa burturúr. Danski Bankin hevði, frá tí kreppan tók seg upp, buktina og báðar endarnar, tí hann situr á kanska 40% av danska vinnulívinum. Hann spældi kort síni væl. Hann setti alt upp á vol, og vann. Blíðorðaður hótti hann donsku stjórnina, sum beinanvegin ræðslusligin slakaði, hann lumpaði landsstýrið, og uttan at himprast sveik hann allar teir føroyingar, sum høvdu keypt partabrev í Føroya Banka í teirri sannføring, at Føroya Banki sum útbanki hjá Danska Banka, var nógv | Viðmerkingar til og illgitingar um stóðuna idag | tryggari enn Sjóvinnubank- in nakrantíð fór at vera, men gakk, so var ikki, tá ið av tornaði. Politiskt er nógv hent í Danmørk hesi farnu 10 árini, tí bæði danski javn- aðarflokkurin og SF, ið, hevði man hildið, áttu at vart smámannin ímóti svikagerðum stórkapital- sins, allir sýttu fyri yvir ein kamb at kanna marghåttliga og lítið dámliga leiklutin hjá Danska Banka í hesum syndarliga máli. Nú vit tosa um Danska Banka, er hann framvegis okkara banki í útheiminum? -Hví kunnu bankarnir Í trongstødu, tá id einki tykist ófért, tá ið tað snýr seg um at hjálpa innflutningsvinnuni við stórum avskrivingum? spyr Annfinnur í Skála Annfinnur í Skála: Kanska ætlar banka- eftirlitið at handa Danska Banka féroyska bankaheimin á silvurfati Sjálvt um tað er hugstoytt at skula siga tað, sum tað er, so má tað sigast, at tað er átrokandi neyðugt, at við fáa semju og hjálp frá døn- um at beina fyri komm- unuskuldini, tí vit fáa ikki samfelagið aftur á beint, um einki verður gjørt. Í Før- oyum búgva hóast alt nógv ósek hampafólk, sum als ikki hava uppiborið hesa neyð og hetta vónloysi. Tað eigur danska ríkisstjórni hóast alt at hugsa um. Útlendskir stórbankar og FAS-skráin Tað er einki at í vast í, at tað altíð fer at vera sera torført fyri ikki at siga Ógjørligt hjá -—