fríggjadagur 14. januar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr.9—14. JANUAR 1994 Tíðindablaðið CD
=“
okkum at hava útflutnings-
vinnu uppi á landi, sum
kann kappast við stórar út-
lendskar fyritøkur, so vit
fara altíð at noyðast at dúva
upp á fiskivinnuna.
Sjálvt um tað ljóðar legið
beint nú at tosa um banka-
virksemi, so er tað hugs-
andi, at tað hevði loyst seg
hjá okkum at boðið út-
lendskum stórbankum stóð
í Føroyum. Pinkulandið
Liktenstein og Luksem-
borg byggja í stóran mun
búskap sín á bankavirk-
semi, men tað er einki at
taka seg aftur í, at danir
høvdu ikki latið sær lyndað,
at vit royndu okkurt tílíkt,
og fyrsta ábendingin er
kanska júst Fossbankin.
Landsstýrið arbeiddi við
ætlan um FAS-skipan, sum
tað vónaði fór at geva
landskassanum nakað av
peningi, men danir steðg-
aðu hesi ætlan uttan nakað
hóvasták. Í sáttmálanum frá
februar 1993 stendur stutt
og greitt, at orðaljóðið í
føroysku FAS-
skipaskrånni skal nýta
donsku DIS-skránna sum
leist, einki fjas.
Føroysku bankarnir
Hví kunnu bankarnir ikki
hjálpa húsaánarum í trong-
stóðu, tá ið einki tykist
6fønrt, tá ið tað snýr seg um at
hjálpa | innflutningvinnuni
við stórum avskrivingum?
Kemur innflutningsvinnan
at bjarga okkum búskapar-
liga? Allar royndir at seta
okkurt vinnuskapandi í verk
verða steðgaðar, tí tær loysa
seg ikki, siga teir hvgrja
ferð. Hvussu var tað við
Kósavirkinum? Kann tað
hugsast, at allur tann pen-
ingurin, ið bankarnir hava
til at taka, og sum vit Føroya
fólk hava lánt teimum, ein-
ast verða nýttur til tess
tryggja teimum eitt slgð av
tí peningi, ið teir fyrilitar-
leyst hava lánt tænastuvinn-
uni? Viltað til dómis siga, at
vinnurekandi, ið ikki hevur
stóra skuld einki kann fáa, tí
bankin hevur einki at missa
har, meðan, harafturímóti
tann, ið ikki hevur dugað
sær hógv, verður hjálptur, tí
hann skyldar bankunum
nógvan pening. Fáa vit góð
vinnurekandi á henda hátt?
Endurreisingin
Hvar er handa nógv um-
rødda endurskipanin av før-
oysku skuldini? Høvdu vit
verid sjålvstødugt land, so
høvdu útlendsku långev-
arnir roynt at fingið sum
frægast burturúr, men teir
høvdu verið noyddir at á-
sanna, at ikki slapst undan
lánsendurskipan fyri yvir-
hevur at fáa okkurt av lænta
peninginum aftur. Slíkar
endurskipanir fara fram aft-
ur og aftur í so at siga øllum
menningarlondum, men vit,
ið eru í ríkisfelagsskapi við
Danmørk skulu gjalda hvort
klovið oyra aftur, so má tað
aðramáta røkka ella støkka.
Soleiðis sær tað, ið hvussu
er, út í skrivandi stund.
Høvdu vit harafturímóti
farið av knarvanum, so
høvdu útlendsku lånveitar-
amir firtnir farid til donsku
ríkisstjórnina og sagt, at teir
kendu ikki føroyska bank-
an, ið teir veittu lánini, og
teir kendu heldur ikki fyri-
tøkuna, ið fekk peningin,
men lánveitararnir trúðu
sjálvandi, at bankarnir vóru
gjaldførir, ja, ein teirra var
enntá útbanki hjá pen-
ingasterka Danska Banka.
Teir høvdu sjálvandi spurt,
um einki bankaeftirlit er, og
sannleikin er jú tann, at
danska bankaeftirlitið
stendur sum veðhavi fyri
gjaldføri bankanna, og aftan
fyri bankaeftirlitið stendur
Tjóðbankin. Trúvirðið hjá
danska bankaeftirlitinum
og donsku ríkisstjórnini
hevði ikki verið stórt í út-
lendskum figgjarstovnum,
um tað kom til skarpsker-
ingar, og einki varð gjørt.
Fiskaloysi og
p/f Fiskavirking
Eg skal gera stutt av her, tí
eg havi lítið skil fyri fiski og
fiskiskapi, men fólk, ið hava
skil fyri hesum siga, at smáu
kvoturnar fara at hava við
sær, at kanska 30% til 40%
av fiskinum, ið fingin verð-
ur, fer at verða blakaður út-
aftur, tí hann stendur ikki
mál, og fiskimenninir skulu
og mugu hava líkinda úr-
tóku, teir skulu jú liva, og so
ræður sjálvandi um, at fisk-
urin, ið verður fluttur til
lands, stendur mál. Tað at
30% til 40% av fiskinum
verður útafturblakaður fer
so at hava við sær, at fiska-
stovnarnir ikki fara at menn-
ast í bræði. Nógvir fiski-
menn halda eisini, at tað er
púra burturvið at halda, at
fiskastovnarnir fara at
mennast, sjálvt um vit hava
friðað gki, so leingi vit hava
so nógvar trolarar.
Eitt av teim fáu flaka-
virkjunum, ið fíggjarliga
stendur upp og niður í dag,
er Kósavirkið í Klaksvík, og
tað er ikki limur í p/f Fiska-
virking. Er tað ikki logið?
Vit fara helst at ásanna, at
henda danska loysnin fer
ikki at bjarga búskapi okk-
ara. Tá ið ein tíð er frá liðin,
fer kanska sjálvt Richard
Mikkelsen at skilja, at
stalinskur = planbúskapur
dugir ikki. Hava vit før-
oyingar rent okkum fastar í
fiskivinnupolitikki okkara,
so ivist eg onga løtu í, at p/f
Fiskavirking soleiðis sum
hon er í dag, eisini fer at
renna seg fasta, um hon ikki
longu hevur gjørt tað.
Tað sigst, at 20 tonsa
tungir lastbilar fara til dømis
úr Havn norður til Eiðis og
aðrar staðir eftir ávísum
fiskaslógum. Dagin eftir
koma teir aftur við til dømis
17,3 kilo av fiski. Loysir
slíkt seg? Er hetta rætt?
Tað sigst eisini, at flutn-
ingsbondini á flakavirkjun-
um í heilum verða steðgað,
tí knappliga liggur ein fisk-
ur so fittur og andbráður
har, sum eftir hegnisligu og
væl virkandi reglunum hjá
p/f Fiskavirking átti at verið
hagreiddur á ødrum fiska-
virki. Er hetta rætt?
Pokerspæl
Fyrra umfar vunnu vit so
dyggiliga, vit dugdu Oføra
væl at søpla lænta peningin
burtur, men hvussu var við
seinna umfari, dugdu vit
eins væl at samráðast við
lángevarnar, nú tá ið neyðin
stendur í durunum? Mangt
bendir tíverri á, at vit ann-
adhvørt einki skiltu ella
vóru alt ov máttveikir í sam-
ráðingunum. Danska ríkis-
stýrið spældi helst poker
undir samráðingunum, og
teir vunnu so dyggiliga.
Føroyingarnir í samráð-
ingarnevndini tordu ikki at
pjappa, men góvu skarvin
yvir. Urslitid er, at flestu
stórmálini framvegis eru 6-
loyst. Tey mál, ið so ella so
hava fingið loysn, eru flest-
allir vinnulivsmenn og
flestøll fakfelagsfólk ó-
nøgd við.
Kommunurnar eru eins
illa fyri nú, og tær vóru fyri
kreppuna, og øll duga at
síggja, hvat hesin skuldar-
kleppur ber í sær fyri tær og
fyri okkum gl somul.
Summar kommunur eiga so
dánt fyri fastar lønir, hita og
ljós, og tað er tað. Aðrar
kommunur eru uppaftur
verri fyri. Fert tú út á bygd í
dag, so er tað syrgilig sjón,
ið tær metir. Har er stein-
deytt og øskukalt, kolsvarta
hungur ræður, einki at tak-
ast við, einki virksemi,
einki nakað. Hevdi stødan
verið nógv verri, um vit
spældu hasard og fóru í
gjaldtrot, land, kommunur,
bankar og húsaánarar? Alt
er kortini farið fyri fok og
feigð.
Í 1994 skal javnvág fáast
á løgtingsins fíggjarlóg,
tóat tað kostar lív og lund,
og um trý ella fýra ár skulu
vit byrja at gjalda lánini aft-
ur. Tað fer at hava við sær, at
hópur av fólki í føstum
stórvum fara at vera upp-
søgd. Hvat fer tað at týða
fyri fíggjarætlanina hjá
kommununum fyri ikki at
tala um Havnar Kommunu?
Fólkaflytingin úr Føroyum
er bara so smátt byrjað.
Tá ið Ingeborg Winther,
Jákup Danielsen og Óli Ja-
cobsen fyri stuttum í skrivi
til danska fólkatingið
(donsku ríkisstjórnina?)
royndu at lýsa syndarligu
støduna í Føroyum í dag
sæð við løntakaraeygum og
eygum teirra arbeiðsleysu,
hevur ein hug at spyrja,
halda tit veruliga, góðu
fólk, at danska stjórnin ikki
fullvæl veit, hvussu stødan
er í Føroyum?
Fólkaflytingin
úr Føroyum
Tá ið danska sosialmála-
ráðið ráddi av, at arbeiðs-
leysir føroyingar kundu fáa
arbeiðsloysisstuðul, um teir
fluttu til Danmarkar, var
hetta sjálvandi at skilja sum
góð hjálp hjá føroyingum,
ið vóru komnir í trongstødu
í ólukkumáta, hjá føroy-
ingum, ið ikki vistu sær síni
livandi ráð, men samstundis
var við hesum tilboði givið
grønt ljós fyri einari av
størstu fólkaflytingunum í
heimssøguni. Vit skulu eis-
ini gera okkum púra greitt,
at tað er ikki tað vánaligara
fólkið, ið fer.
Tá ið vit vita, at stívliga
10% av øllum dønum eru
arbeidsleysir, so er tad
greitt, at nógvir føroyingar
fara niður til framhaldandi
arbeiðsloysi. Teir sleppa at
ana, gamaní, og tað er sjálv-
andi av alrastørsta týdningi,
men vit kundu spurt okkum
sjålvi, um tað hóast alt ikki
hevði verið frægari, um teir
framvegis sluppu at hyggja
út yvir Nólsoyarfjørð, Kun-
oyargalv ella Vågsfjørd enn
at sita arbeiðsleysir á fjórðu
hædd í lítlari íbúð í onkrari
uttanbíggjakommunu nær-
indis Keypmannahavn og
har sita og kúra út yvir um-
hvørvi, ið er teimum púra
fremmant. Vónandi vera
tey ikki harumframt happ-
að, tí tað, vit í hesum døgum
hava lisið í donskum blød-
um, eisini tíverri í seriøsu
pressuni, hevur verið ikki
sért ódámligt.
Var tað til dømis treyta-
leyst krav frá danskari síðu,
at teir føroyingar, ið kundu
koma undir reglurnar fyri
danskan arbeiðsloysisstuð-
ul skuldu og máttu fara til
Danmarkar, ella var tað ikki
so frægt, at føroysku sam-
ráðingarmenninir spurdu,
um heimild ikki kundi fáast,
soleiðis at stuðul kundi
veitast arbeiðsleysum før-
oyingum, sjálvt um teir
vórðu verandi heima? Tað
er lítið at ivast í, at nógvir
framfýsnir føroyingar
høvdu farið til Danmarkar
kortini í teirri vón, at teir
fóru at fáa okkurt arbeiði,
men tað er ivaleyst, at hjá
mongum føroyingum er tað
sárt at vera noyddir at fara
av landinum at liva av ar-
beiðsloysisstuðli. Hesi fólk
hava ongantíð á ævini hugs-
að sær, at tann dagur skuldi
koma, at tey vóru noydd at
flyggja úr Føroyum. Tey
hava satt at siga einki val,
teir ráðandi kokra tey
burtur. Ikki hava tey tað
heldur uppiborið. Orsøkin?
Okkara ráðandi menn hava
søplad framtíð okkara burt-
ur.
Tjóðskaparliga er hetta
eisini sorgarleikur, ti børn
Fert tú út á bygd í dag,
so er tað syrgilig sjón,
ið tær metir. Har er
steindeytt og éskukalt,
kolsvarta hungur ræð-
ur, einki at takast við,
einki virksemi, einki
nakað
teirra, ið eru noydd at rýma,
koma kanska ongantíð at
kenna seg rættiliga sum før-
oyingar, um tey um fimm,
tíggju ella fimtan ár koma
aftur, tá ið tey øll menn-
ingarár síni hava havt fastan
bústað í øSrum landi við
aðrari mentan og ødrum
máli.
Spurningurin er sjálvandi
eisini, um tað hevði kostað
danska ríkiskassanum
meira, at latið teir føroy-
ingar, ið heldur vildu vera í
Føroyum, verið verandi her.
Farið bara í handlarnar og
kannið eftir, hvørjar vørur,
har verða seldar, tær eru -
óneyðugt at siga - flesttallar
danskar. Føroyingar, sum í
túsundatali faraniður, skulu
Trýstið á danska húsa-
marknaðin veksur eisini av
Biskaparfrødingar meta
vanliga, at tá ið land er fyri
ógvisligum búskaparligum
hóttafalli, gongur alt virk-
semi spakuligari og sjálv-
andi á lægri stødi, men tó
ikki á so lágum stødi, sum
var, áðrenn tær góðu tíðir-
nar tóku seg upp, men eg
stúri fyri, at vit í fyrstu syftu
enda aftur í 50'årunum, og
tað verður ikki gamansleik-
ur, um so verður.
Stødan i Danmørk
Sjålvur hveppi eg meg vid
at trúgva, at tað, ið eg oman-
fyri havi illgitt um, er allur
ogtaðer ikki bara at siga tað
Framhald á síðu 15