Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SU Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 9 — 14. JANUAR 1994 Síða 15 (ix Hey Anna Maria Nó ert tú blivin líka stór sum vit báðar, sjålvt um tað ikki sæst. * Heilsan Y.0. P.S. WREDS Góði Sune ; Tillukku við degnum. Her liggur tú væl. Heilsan vit bæði Góði Poul Jóhannis Hjartaliga tillukku við deg- num, i5 var tann 12.01. Her sært tú kaldur út. Heilsan frá Perskonugetu 27 Góði Heðin Hjartaliga tillukku á 5 ára fød- ingardegnum 14/1., ynskja vit øll í Sørvågi HG sl Góða dóttur! Vit ynskja tær hjartaliga til- lukku við føbingardegnum, sum var 02.01. Harrin signi framtíð tína. Mamma og babba Framhald av síðu 12 at lata okkum føroyingar sleppa snikkaleysar burtur úr so stórari kreppu, ið vit sjålvir gåloysnir og fá- vitskuliga hava komið okk- um í. Spurningurin er sjálv- andi eisini, um vit rætt og slætt hava uppiborið at sleppa snikkaleysir burtur úr kreppuni, tí vit mugu læra av hesum, men tað skal valdast! Danskir stjórnarmenn eru helst firtnir um, at vit hava stýrt og húsast so illa, at tað hevvr verið fyri neyðini hjá okkum at fara niður at biðja um hjálp, og eg sigi teir ikki illar fyri tað. Donsku polit- ikararnir mugu í roynd og veru biðja knokkroytta danska skattborgaran taka ábyrgdina og gjalda før- oysku orgiuna aftur í fyrsta lagi við stórum lánum og studningi. Skrivingin í donsku fjølmiðlunum er eisini fullgott prógv um, at nógvir danir eru lítið hug- aðir at hjálpa okkum, sum hava skvatlað peningin burtur, sum hava koyrt alt út á sjógv. Tað verður ikki tes- piligt, um vit mugu fara niðuraftur til Keypmanna- havnar at biðja um meira lán ella styrk. Samfelagshjólini eru mestsum uppsteðgað, so- leiðis at illa slepst undan slíkari biddaraferð aftur. Tað hevði sømt seg betur fyri báðar partar beinan- vegin at fingið heildarloysn í lag, so at vit sluppu undan tíðum afturvendandi eyð- mýking - og slíkum hetsi. Vinarliga og tøkk fyri upptøkuna Annfinnur i Skåla Góða allarbesta mamma Hjartaliga tillukku við føbing- ardegnum 12.01. Nú ert tú ikki ung meira. Heilsan vit 3 + ein, sum ikki er heima Góða, elskaða omma Hjartaliga tillukku við føbing- ardegnum. Alt tað besta ynskja vit tær Marit, Gilstein og Eiríkur Góða Hannomma Hjartaliga tillukku á 90 ára føb- ingardegnum, ynskja vinfólk tíni av Argjum, úr Haldórsvík og Havnini Góði Clæmint Hey, nú er tíð at vakna, nú tú hevur sovið í 30 ár. Tillukku við piparinum (ha-ha). Heilsan tvær flammur Í |Aktiv deyðshjálp Fráboðaða rentulækkingin er láturlig, tá bankarnir í minsta lagi hava ráð til at veita tað dupulta. Minkandi gjaldsevnini hava nú vid sær vantandi gjaldsvilja. Og nú verður so fóroy- ingurin fjótraður og kanska hongdur í bjargingarlínuni hann veitti bankunum skrivar Bjarni Djurholm, lærari Hóast borgarar landsins onga orsøk hevdu at vænta serliga vælvild frá peningastovnunum, so bíðaðu sethúsaeigararnir farnu vikurnar við spenn- ingi eftir fráboðaðu rentu- og gjaldsskáanum. Nýggjársaftan frættist so loksins, hverja ætlan hesir stovnar høvdu, og hvat teir vildu bjóða trongdu sethúsaeigarun- um Men úrslitið varð, sum væntað, aftur ein niður- gerð av borgarunum, sum farna árið, uttan at vera spurdir, hava veðhildið fyri milliardum til banka- skipanina. Kveikti vón Seinasta inntrivið var, tá bankarnir fingu tilførd- an kapital, svarandi til niðurskrivingina av set- húsavirðunum Henda atgerð kveikti tó sjálvsagt ta vón millum sethúsaeigararnar, at nú vildu lánistovnarnir san- era partar av aftastu prioritetunum, men so varð ikki Í staðin skulu borgarar landsins nú, umframt at gjalda ta rokning, sum landsstýrið skrivaði út at >bjarga< bankaskipanini, eisini gjalda tey lán, sum bankarnir hava avskrivad og fingið afturgoldið frá skattgjaldarunum Rentulækkingin láturlig Tískil er útspælið nýggjársaftan frá láni- stovnunum ein táta. Her er als ikki talan um hjálp til sethúsaeigararnar, men harafturímóti ein fram- haldandi seigpíning av føroyinginum, tí hvat hjálpa nakrar hundrað krónur um mánaðin í út- reiðslulætta, tá tørvur er á túsundum? Tá vit so harumframt vita, at lítið meira enn 20% av útlánum bank- anna eru til sethúsamass- an, so er tað eyðsýnt, at bankarnir við eini lækkan av allari innlánsrentuni við einum prosenti, veru- liga hava pláss fyri eini rentulækkan av sethúsa- lánunum, ið er útvið fimm prosent. Tí er fráboðaða rentulækkingin láturlig. Og so eiga vit heldur ikki at gloyma, at rentan í umheiminum er minkað munandi farnu mánaðir- nar, nakað, sum tryggjar bankunum munandi út- reiðslulætta. Annað, sum føroying- urin eigur at leggja sær í geyma, er, at allar milliar- dirnar, sum bankarnir hava fingið tillutaðar frá borgarunum, eru lætnar bankunum rentufríar. Sostatt njóta bankarnir fullan rentuvinning av hverjari krónu, teir plas- era uttanlands. Og so eiga vit haraftrat ikki at gloyma, at bankar- nir longu hava fingið set- húsalánini afturgoldin við avtaluni frá 12. okt.! Hjálptir umvegis Hví so Feroya Sparikassi er gingin við til at leingja avdráttartíðina til 30 ár, er ein gáta. Hetta hjálpir als ikki sethúsaeigarun- um, men førir teir haraft- urímóti longur út í vón- loysi, tí tað Sparikassin tekur minni inn, fara bankarnir avstað við Sostatt verða bankarnir enn einaferð hjálptir, hesuferð umvegis, og sleppa undan sínum sjálv- segdu skyldum. Sam- stundis verður Sparikass- in niðurbundin óneyðuga, tí peningaumfar Spari- kassans minkar samsvar- andi avdráttarleingjanini og skaðar tí stovnin sum frálíður Ongin gjaldsvilji Onnur andsegn í »til- boðnum< er ætlanin at viðgera hvønn lánara einsæris. Hetta fer sjálv- sagt at taka alt ov drúgva tíð umframt, at óneyðuga nógvir sethúsaeigarar sum frálíður verða drignir í fútarættin við tí úrsliti, at alt fleiri og fleiri fara at kenna støduna púrasta vónleysa. Urslitid verður, at minkandi gjaldsevnini, saman við niðurgeringini av einstaklingunum, fer at hava við sær vantandi gjaldsvilja. Og tá tað verður regul- in heldur enn undantakið, er katastrofan fullborin. Hongdur Stødan í dag ger, at ein álvarslig líkasæla breiðir seg millum manna. Hóast henda veruleika, so er tað eyðsýnt, at hetta ikki nervar nýggju banka- leiðslurnar. Og tað er heldur ikki so logið, tá tað tykist eyð- sýnt, at hesar leiðslur fyrst av øllum eru settar at tryggja útlendskt pen- ingavald kreditorar okkara. Og leistar teirra til loysnina er, at føroyingar endurreisa mest møguliga skuld i stytst møguliga tid. At so henda atgerð rek- ur fjøld av fólki av land- inum synist ikki at nerva bankaleidslur og mynd- ugleikar. Hetta er so takkarlønin føroyingurin fær fyri at hava veitt bankaskipan okkara bjargingarlinuna. Nu verdur hann vid somu linu bundin og fjøtradur, og sum frålidur kanska hongdur i henni. Og hetta enntå vid politiskari g68- kenning Deyðshjálp Tað er júkað upp í sam- an frá politiskari síðu, at vit eiga at vera dønum takksom fyri tað stórlæti, teir sýna okkum sum tjóð. Men spurningurin er bara, hver hevur fingið gagn av hesi hjálp. Veruligu av- gerðirnar verða nú tiknar aðrastaðni. Fíggjarliga valdið er veitt Figgingargrunnin- um og bankaleiðslunum, samstundis sum sam- gongan heldur fram at viðgera sjúkraeyðkennini heldur enn sjúkuna, ið samfelag okkara er rakt av. Heilivágurin er fram- haldandi at kroysta sein- astu krónurnar úr før- oyinginum eftir serfrød- ingarráðum uttaneftir. Og úrslitini av hesum tiltøkum tala fyri seg. Tí er tað, sum rópt verður fíggjarlig fyrsta- hjálp til okkara, lítið ann- að at rokna enn aktiv deyðshjálp. Bjarni Djurholm.