leygardagur 15. januar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða 12 Nr. 10—15. JANUAR 1994
Fødingardagsheilsan til Mariu Eide á 100 ára degnum:
Eitt menniskja við rótfesti I
góðari føroyskari bygdamentan
Hátíðarhald var i samband við at Maria Eide fylti 100 ár í gjár. Umframt familja og fólk í Funningt,
sum komu at vitja fødingardagsbarnid, komu eisini umboð fyri Landsstýrið, býráð og onnur feløg og
stovnar, tilsamans eini 40 fólk, inn á gólvið á Lágargarði, har Maria Eide býr.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í almannamálum, helt vegna landsstýrið røduna fyri
Mariu Eide, sum vit her prenta
Umbodandi Føroya Lands-
styri vegna Føroya løgmann
vil eg ynskja tygum, Maria
Ejde, hjartaliga tillukku vid
100 åra fødingardegnum.
Gamalt er at siga: »at
halvfjerdssinstyve er støv-
ets år, firssindstyve kun en
kæmpe når«. Vit hava ikki
orð fyri, hvat vit nevna tey,
ið náa hálvfemsinstjúgu, og
enn minni tey fáu av okk-
um, ið gerast 100 ár.
Hóast vit seinastu árini
fleiri ferðir hava upplivað,
at fleiri av okkara lands-
monnum eru vorðnir 100 ár,
so er tað sanniliga ein líka
stór hending hvørja ferð.
Eitt menniskja, sum hev-
ur livað í 100 ár, hevur, um
annars minnið er so nøku-
lunda, so ómetaliga nógv at
minnast aftur á. Samfelagið
Aksel Tórgarð, prestur, helt gudstænastu henda dagin. Hann er systirsonur Mariu Eide
stendur sum sagt ikki í stað,
og í teimum 100 árunum,
tygum hava livað, eru so
risastórar broytingar farnar
fram.
Nú er so nógv vánalig
umtala av okkara samfelag,
men tygum hava væl sakt-
ans nógv at minnast afturá,
har samfelagið í dag hevur
so nógv annað og betur at
bjóða fram.
Hugsi bert um, hvussu
stórar broytingar eru hendar
hesi seinastu 100 árini inn-
an td samferðsluna,
heilsuøkid, almannagkið
og skúlagkið.
Men tygum duga sjálv-
sagt hinvegin betur enn
nakar annar at vísa á, hvat
virðismikið í sama tíðar-
skeiði er farið fyri bakka.
Lívsyrki tygara var innan
skúlagátt, og hava tygum
verið lærari í Funningi í
mong Harrans ár. Men júst
hetta at vera lærari á bygd
var eitt ålitisstarv í orðsins
rætta týdningi.
Lærarin hevði umframt
lærarastarvið ein hóp av á-
eee
litisstørvum, og harafturat
førdi hann pennin f øllum
skrivliga samskiftinum í
bygdini.
Men fyrst og fremst hava
tygum havt ábyrgdina av,
hvat vidføri øll hesi mongu
funningsbørn hava fingid
við sær í lívinum. Ikki eri eg
eina létu í iva um, at øll hesi
mongu, sum tygum í skúla-
stovuni í Funningi høvdu
framman fyri tygum, í dag
minnast hesa tíð við takk-
>>
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í almannamálum, helt vegna landsstýrið, réðuna
fyri Mariu Eide
Eisini Finnbogi Ísakson, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vitjaði Mariu Eide á 100 ára Starvsfólkini á Lágargarði hava havt nógv at gera seinastu dagarnar. at dagurin hjá
Mariu Eide skuldi gerast hugnaligur. Tað eydnaðist eisini til fulnar
fødingardegnum