leygardagur 15. januar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 15. JANUAR 1994 Síða 11
Tíðindablaðið
Vit mugu ikki
r
seta fot fyri
Atlantsflog
Málið um tax free-sølu á flogvøllinum er ikki so einfalt, sum
onkur vil gera tað til. Havandi fíggjarligu stóðuna hjá
Atlantsflog í huga, so er tað fullgreitt, at sólan av tollfríum
vørum hevur avgerandi tydning fyri framtíðina hjá felagnum,
og tí má landsstýrið saman við leiðslu og nevnd hjá
Atlantsflog kanna málið út í æsir, áðrenn nókur endalig
avgerð verður tikin viðvíkjandi útbygging av farstóðini á
flogvøllinum til m.a. tax-free-sølu skrivar Jóhannes Ellefsen,
varatingmaður javnaðarfloksins í Vágum
Svend Áge Ellefsen, fyrr-
verandi landsstýrismaður,
núverandi legtingsmaður
uttan ávirkan og innlit, (eitt
heiti hann hevur givið sær
sjálvum í eini ússaligari
roynd at leggja sjógv imill-
um seg sum politikara og
vinnulívsmann tey síðstu 20
árini og ta syndarligu stóðu,
okkara samfelag er komið
f), kemur í eini grein í
Dimmalætting inn á málið
viðvíkjandi Tax-Free shop
á flogvøllinum.
Hetta er ikki nakað nýtt
mál. Men nú er, eftir øllum
at dóma komið so langt, at
danir eru sinnaðir at byggja
upp í farstødina, soleiðis at
pláss verður fyri einum
handli, sum skal selja toll-
fríar vørur. Rúsdrekkalógin
var í síni tíð eisini ein forð-
ing fyri, at ein slík ætlan
kundi verða framd.
Í Vágum, sum vera man,
hevur áhugin fyri eini slík-
ari verkætlan verið stórur,
sum onkur hevur hug at
gera tað til. Sum øll vita. so
fer øll tollfrí sóla fram um
borð á flogførunum og er
eitt fit ískoyti til vanliga
av tollfríari sølu hjá At-
lantsflog er um 3 mill. kr.
Havandi figgjarligu stød-
una hjå Atlantsflog f huga,
so er tað fullgreitt, at sølan
av tollfríum vørum hevur
avgerandi tydning fyri
framtíðina hjá felagum. Og
tað er í ljósinum av hesari
sannroynd, at málið um Tax
Free Shop á flogvøllinum
skal viðgerast.
Í greinini sigur fyrrv.
landsstýrismaðurin m.a.:
>Viðvíkjandi Tax-free sølu
av rúsdrekka, so var ætlanin
at Atlantic Airways sum
arbeiðstakari skuldi selja
vegna rúsdrekkaseluna,
sum hevur einkarrættin.
munandi ískoyti til rakstur
av Atlantic Airways<.
Fari at loyva mær at í vast í
hesum, tí:
1) Tað € er ikki vist, at A.A.
i
einsamalt sleppur at reka
hendan handil. Mærsk fer
neyvan at góðtaka hetta.
Teir fara uttan iva, sum eitt
minstamark at krevja, at
bæði flogfelggini vera líka-
stillað. Við atliti til at tað eru
danir, sum skulu gjalda
bygningin, og at tað er Stat-
ens Luftfartsvæsen, sum
rekur farstødina, verður eitt
slíkt krav óivað gingið á
mø.
T.v.s. at ein møguligur
vinningur skal býtast ímill-
um felggini. Akkurát
hvussu nógv A.A. hevði
mist í mun til í dag, skal eg
ikki gera meg klókan uppá,
men einhver upphædd
skeiva vegin hevur týdning.
2) Hinvegin, skuldi tað hent,
at rætturin at reka handilin
bleiv útbjóðaður, og at
Atlantsflog vann hendan
rætt, hevði vinningurin av
tollfríari sølu eisini verið
munandi minni enn hann er í
dag. Við handlinum fylgja
nógvar útreiðslur so sum løn
til starvsfólk, leiga av
GI = 5
Landsstýrið má kanna málið út í æsir, áðrenn tað tekur avgerð um útbygging av
farstødini í Vágum heldur Jóhannes Ellefsen
] é
+ Be mmm Fup» tone
|
* Hl |
Jéhannes Ellefsen
hølum, ljós og hiti osfr.
Í øðrum lagi hevði Mærsk
sjálvsagt hildið áfram at selt
umborð, í harðari kapping
við handilin á flogvøllinum,
og á tann hátt roynt at vunn-
ið sær stórri part av ferða-
fólkamarknaðinum.
Alt bendir á, at ein Tax-
Free Shop á flogvøllinum
kann vidføra, at Atlantsflog
missir ein part av tí netto-
vinningi, teir í dag vinna við
tollfríari sélu um borð á
flogfarinum.
Hetta hevur felagið neyv-
an ráð til.
Sjálvsagt eri eg sum um-
boð fyri Vágoynna á tingi
ikki ímóti, at farstødin á
flogvøllinum verður út-
bygd, men eg haldi, at vit
mugu tryggja okkum, at ein
slík útbygging ikki setur tey
35 arbeiðsplássini hjá At-
lantsflog í vanda.
Mín nidurstøda er tí, at
landsstýrið má, saman við
leiðslu og nevnd hjá At-
lantsflog, kanna málið út í
æsir, áðrenn nøkur endalig
avgerð verður tikin viðvíkj-
andi útbygging av farstødini
á flogvøllinum.
Jóhannes Ellefsen
varatingmaður
VW Passat
Årg. 85, nýsýnaður, góð dekk og í góð-
um standi
— til sølu.
Tlf. 71249
Arbeiðsskúrur til sølu
2 x 5 m v/ ovni, kuldaskápi, vatn- og
streyminstallatión — til sølu fyri 10.000
kr.
Tlf. 15729 e. kl. 17
Toyota Carina 1.6 XLi
Árg. 6/92, bert koyrt 9.000 km og sum
nýggjur — til selu vegna serligar um-
stødur.
Tlf. 47906
Køkur til sølu
Sera væl vidfarin køkur/5 år vid kom-
fyri, eimhettu, kuldaskåpi, frystara og
st. uppvaskimaskinu til sølu fyri kr.
15.000. Virði góðar 30.000 kr. Verður
selt samlað ella hvert fyri seg.
Tif. 19324
Volvo 340
í góðum standi biliga til sølu.
Tlf. 71409
Køkur til sølu
Sera væl vidfarin køkur/5 år vid kom-
fyri, eimhettu, kuldaskåpi, frystara og
st. uppvaskimaskinu til sølu fyri kr.
15.000. Virdi g6dar 30.000 kr. Verdur
selt samlad ella hvørt fyri seg.
Tlf. 19324
Telduskeið í viku 4:
NAVIGATOR, bókhald
24., 25. og 26. januar
Undirvísingin er frá 9 til 16
Adressan er Brekkutún 1, Hoyvík
Tekning og nærri upplýsing
fer fram á tlf. 1 6173
FøroyaDataSkuli
Tekfon 16173