Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2000síða 1

allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

www.sosialurin.fo Nr. 88 Týsdagur 9. mai 2000 74. árgangur Kr. 10,00 Landsliðið sent til hús Meginparturin av leikarunum á U-20 hondbótslandsliðnum hava fingið at vita, at teir ikki kunna vera við í nøkrum ar- beiði hjá Hondbóltssambandinum komandi fýra mánaðirnar Landsbankin og Hagstovan skulu leggjast saman Tað arbeiðið, Hagstovan, Landsbankin og Búskapar- ráðið gera, líkist nógv, og tí arbeiðir landsstýrið mið- víst við at leggja saman Hagstovuna, Landsbankan og umsitingina av Búskap- arráðnum JOHN JOHANNESSEN Fyri at fáa meira burtur úr ar- beiðsorkuni hjá serkønu fólku- num á Hagstovuni og Landsbank- anum ætlar landsstýrið at leggja hesar báðar stovnar saman, eins og umsitingina av Búskaparráð- num. Karsten Hansen, landsstýris- maður í fíggjarmálum, sigur seg vænta eina nógv effektivari ar- beiðsgongd, verða hesir stovnar, sum í veruleikanum arbeiða við somu uppgávum, lagdir saman. – Hetta er ein miðvís ætlan um at leggja alla samfelagsligu hag- talsviðgerðina undir eitt, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Tað er enn ikki greitt, nær stovnarnir verða lagdir saman, men sambært løgmanni fer tað í øllum førum at ganga eitt hálvt ár, áðrenn komið er so langt. Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur mannaður við starvsfólkum á stovnunum og øðrum embætis- fólkum og leggur ætlanina til rættis. Framúr- skarandi ljómur Teir 400 ungu tón- leikararnir á Musikk- skúlastevnuni vóru í góðari venjing Síða 6-7 – Tað var genialt At seta pengar í Før- oya Kolvetni heldur fyrrverandi formaður- in í Havnar Hand- verkarafelag, Eyðfinn Petersen, vera genialt Síða 8 Vørukoyring í Føroyum. Flyting úr Føroyum til Føroya. Goymsla og flytikassar. Tilboð verða givin. Lagaligir prísir! Tel. 31 12 00