Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Vanvirðingin av suðuroyingum Lesarabrøv: Varaløgmaður heldur seg hoyra, at nú er gong komin á fullveldistokið, sum hann tekur til. Sum aðrir fjøldar- villarar er hann raskur at brúka líknilsir og myndir. Men heldur er tað luftin í fullveldisballónini, sum spakuliga futtar út í tóman heim. Annað samráðingarumfar er av, og støðan er kritisk. Samgongan hevur ilt við at halda sama stev. Summir partar lata so smátt seyra út, at tey erkenna, at ov nógvar feilmetingar hava verið og mistøk eru gjørd. Lat okk- um hugsa okkum um eina- ferð aftrat, ljóða spakmæltar røddir. Samráðingarnevndin fekk kaldasveitta, tá tað gjørdist klárt (enn eina ferð), at danska stjórnin aldeilis ikki helt seg verða forpliktaða at lata blokkstuðul, hvørki í 5, 15 ella 50 ár. Vilja føroy- ingar loysing, so taka onnur sum givið, at teir eru til reið- ar at taka fullu ábyrgdina. Men fyri at alt skal ganga skilagott fyri seg í skilnað- arstundini, so verður blokk- urin trappaður niður yvir eini 3-4 ár. Hetta er stjórn- artilboðið. Og hetta hevur Landsstýrið vita av líka síð- ani Juni-avtaluna fyri tveim- um árum síðani. Tað varð ikki beinleiðis skrivað, men bleiv sagt so týðiliga, at stjórnarblaðið Aktuelt kundi referera tað frá álítandi keldu. Men hví ikki kappa alt fyri eitt? Tjóðveldismenn og fyri ein part eisini fólka- floksmenn hava jabbað um, at blokkurin bara var skaði- ligur, hann hevði spillandi árin á føroyska búskapin. Nevndir hava gjørt rapportir um “peningarenslið” mill- um londini og mangt annað. Óli B. hevur alment sagt tey mergjaðu orð, at “bloktil- skudet kommer bare til Færøerne, for at vende på en tallerken, og siden ender det bare i danske lommer”. Eg skal ikki belæra hann og aðrar um, at pengar “enda” ongastaðni. Tað veit hann sjálvandi. Men politikkarar føla seg ofta kallaðar til at frambera slíkt svass. Allir pengar cirkulera, eisini teir sum td. Fiskasølan fær fyri at selja føroyskan fisk. Heldur ikki hesir pengar “enda” í Føroyum. Í seinasta samráðingar- umfari vóru tvey ting, sum kiksaðu fullkomiliga. (Ein misskilti støðuna og helt, at tað ljóðaði sum eitt futt- futt-tok fór í gond). Áðrenn nakað var komið burturúr samráðingunum, kravdi Landsstýrið at Danmark skuldi skriva undir uppá bindandi avtalu um samar- beiði á øllum økjum, næst- an sum tað hevur verið und- ir Heimastýrinum. Hetta skuldi henda áðrenn nakar hevði hóming av, hvussu samráðingarnar annars fóru at enda. Hetta krav Lands- stýrisins fall til jarðar. Aftur ljóðaði eitt futt, men ivi var nú millum manna. Hvønn vegin futtaði fullveldistok- ið? Tað næsta sum kiksaði, ferð at koma aftur um brekkur. Alt modellið, full- veldis-konstruktiónin, fekk eitt skot fyri bógvin. Tað lak sum sáldið. Pínligar pausur komu, tá Landsstýrið ikki var ført fyri at svara og kon- kretisera tær leysu orðing- arnar í Sáttmálauppskoti- num. Hvørjar uppgávur og skyldur skal Drottningin hava sum monarkur í tveim- um suverenum fullveldum? Skal hon eisini undirskriva løgtingslógir eins og hon undirskrivar fólkatingslóg- ir? Vorðið sum republikan- arar, sum tvíhalda um mon- arkiið! Alt tos um dupultan stats- borgaraskap bleiv kveistrað av borðinum. Verður tað fullveldi, so fáa tit føroysk- an statsborgaraskap. Tað átti at verið øllum greitt, men varaløgmaður og hansara menn hava livað í einari fantasi-verð. Og harvið eru einir 15-20.000 føroyingar búsitandi í Danmark av- skrivaðir. Og føroyskir yvir- menn í danska handilsflot- anum, fara helst at velja danskan statsborgaraskap. Sagt verður farvæl til tús- und møguleikar, sum føroy- ingar hava í dag í felagsrík- inum. Hvussu hugsa tit tykkum valutasamarbeiði? Hvørjar skyldur skulu føroyingar hava í samarbeiðinum?? - Ja, umberið okkum, tað munnu embætismenn finna útav. Eitt tað pínligasta var, tá spurt varð hvat Landsstýrið hugsar sær, har teir í upp- ritinum skriva, at tá full- veldið er proklamera, so ætlar Landsstýrið at út-del- egera umsitingina av fleiri málsøkjum til tað danska embætisverkið. Sama em- bætisverk, sum higartil und- ir Heimastýrislógini hevur umsitið hesi mál. Hvat er meiningin? Hvat hugsa tit? Hvør hevur ábyrgdina í seinasta enda? Hvør grund- lóg er galdandi? Skula danskir embætismenn leggjast undir føroyska rætt- arskipan og grundlóg?? Tøgn, kaldasveitti, tanna- grísl. Handalaga ljóðaði eitt stutt og fesjandi futt, tá full- veldistokið steðgaði upp og slepti dampinum. Nú var einki trýst í ketlinum. Átta tímar vóru nú farnir. Samráðingarnevndin var út- lúgvað, máttleys, vildi bert sleppa avstað og heim. Men her kom Nyrup so aftur til hjálpar. Hann lovaði, at um føroyingar velja loysing, so skal hann nokk ringja til Kofi Annan á ST-borgini, og biðja hann bestilla eina flaggstong at seta upp í Nýggju Jorvík. Nú batnaði lagið eitt sindur. Hjá vara- løgmanni vaks tað frá Small til XL. Nú bar til at fara heim til oyggjarnar, og billa fólki inn, at tað er fullveld- istokið, sum aftur sigur futt- futt. Ja, og meirilutin fyri full- veldisætlanini hjá varaløg- manni og hansara harkaliði veksur í hvørjum, - í Dan- mark væl at merkja. Í Før- oyum er gongdin tann øv- ugta. Illa er atborið. Rolf Guttesen 8.5.2000 Kaos í fullveldismálinum Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða dóttir, systir, ommu- og abbadóttir okkara, BIRITA MOHR, Kollafjørður, dóttir Naomi og Leiv Mohr, andaðist leygardagin 6. mai 2000, 10 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju miku- dagin 10. mai kl. 14.00. Familjunnar vegna Leivur, Anna Rúna, Durita, Hildigarð, Rani og Sigrið ✝ Rimmar dansur verður í Havn komandi vikuskifti Leygarkvøldið 13. mai fáa ung sum eldri høvi at uppliva góðan dansitónleik, tá Julianneboys fara á pallin í Sjónleikarhúsinum. Vit kenna flest øll teir, ið manna Julianneboys. Brøðurnir Árni, Marner og Jóan Petur Andreasen, ið byrjaðu við Black birds, hava undirhild- ið við melodiøsum country- slagarum síðani miðskeiðis í sjeyti-árunum. Jóannes Jakobsen Julianneboys fáa hjálp frá góðum kreftum hetta kvøld- ið, tí Jóannes Jakobsen spælir saman við teimum. Jóannes Jakobsen kenna vit frá fleiri fløguútgávum og fótbóltsævintýrum. Tað, sum eyðkennir Juli- anneboys er, at teir spenna vítt innan dansitónleikin. Teirra skrá fevnir um góð- an dansitónleik, ið ung sum eldri hava fragd at dansa eftir. Jóannes Jakobsen fer óivað at gera sítt til, at tað heila svingar. Tí eru allar fyritreytir til staðar til at fáa eitt rimmar dansikvøld. Harumframt verður høvi at keypa sær okkurt at leska sær við. Tiltakið er í sambandi við, at Tórshavnar Manskór skipar fyri uttanlandsferð í summar. Dansitiltakið verð- ur í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 13 mai kl.23.00 - 03.30. Julianneboys í Sjónleikarhúsinum Dansitiltak við Julianneboys verður í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 13 mai GOTT sjóvegis ferðasamband er ein týð- andi fortreyt hjá suðuroyingum í nærum øllum lívsins viðurskiftum. Og spurning- urin um suðuroyarleiðina er eisini javnan frammi í fjølmiðlunum og á tingsins røð- arapalli. Tað eru uttan iva tey, sum halda, at suðuroyingar eiga at taka til takkar við tí, sum er og teir fáa boðið. Hetta siga fólk, sum ikki kenna á egnum kroppi, hvat tað vil siga at vera ein útoyggj sammett við meginøkið. Tað eru helst eisini tey, sum halda, tá tey líta aftur í tíðina, at suður- oyingar eiga at vera glaðir um, at sam- bandið hóast alt er so gott. Smyril siglir jú hvønn dag. Vit teljast millum teirra, sum halda, at nettupp sjóvegis sambandið mil- lum Suðuroynna og meginøkið eigur at fáa hægsta prioritet á samferðsluøkinum. Tað er skylda okkara sum samfelag at tryggja íbúgvunum kring landið bestu umstøður á samferðsluøkinum. SUÐUROYINGAR eru sera ónøgdir við ta viðferð, sum eitt nú landsstýrið gevur teimum, nú Smyril skal til eftirlit kanska í hálvan annan mánað. Umboð fyri SL hava fleiri ferðir verið úti og leitað eftir avloysara, men hava ikki fingið neyðuga „uppbakn- ingin“ frá landsins játtandi myndugleikum, tá eitt hóskandi skip er funnið. Nú nærkast tíðin, tá Smyril skal til eftirlit, og hevur SL funnið eitt skip, sum tó als ikki nøktar tørvin. Og hetta vilja suðuroyingar ikki góðtaka. Men spurningurin er bara, um teir hava nakað val. Teir hava so ongan góðan í Tinganesi. Fyrr hevur Suðuroyggin átt stuðul í Nesinum, í dag er eiðasørt. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, at meginparturin av landsstýrismanningini kemur úr Norð- oyggjum. Herfyri tóku tingmenn seg sam- an til tess at fáa útoyggjum og økjunum uttan fyri meginøkið betri sømdir, men lítið sæst til, at t.d. suðuroyingar fáa nakran stuðul frá t.d. Norðoyggjum. Nettupp í Norðoyggjum sita flestu politikarar, sum stýra Føroyum í dag. Bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin koma higani, og teir áttu eisini at vitað, hvat tað vil siga at búgva í útoyggj og ikki hava gott ferða- samband til meginøkið. Spurningurin er, hvussu leingi suðuroyingar vilja finna seg í at verða so lítið virdir. Hinvegin er lítið teir kunnu gera, tá stórur partur av lands- stýrinum bara stendur og yppir øksl. Spurningurin er um ikki útoyggjanevndin, sum løgmaður hevur sett, eisini átti at farið við komandi avloysaranum hjá Smyrli til Suðuroyar og mett um støðuna í hesi „útoyggj“ út frá tí tænastu, sum verður latin suðuroyingum á samferðsluøkinum. Eldur var í niðri í Tinga- nesi, og so ráddi um at koma oman, og tað skjótt. Men tíbetur var talan um falskan alarm í hesum føri, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn frá. – Bæði sløkkiliðið og vit fóru oman, men tað vísti seg at vera eitt brek i ávaringarskipanini – tí- betur, greiðir vakthavandi frá. Tì kundu báðir partar fara aftur til húsa við ró í sinni. SVEINUR TRÓNDARSON Í hesum tøknitíðum, hava nógv arbeiðspláss fingið sær elektroniska eldávar- ingarskipan. Í mongum føri hava tær beinleiðis samband við Brandstøð- ina í Havn, og hendir eitt- hvørt, fer ávaringarskip- anin hjá støðini í gongd. Tinganes er eitt teirra, sum hevur fingið sær slíka skipan, og um vikuskiftið fór ávaringarskipanin á Brandstøðini í gongd. Falskur alarmur í Tinganesi Fríggjakvøldið fór alarmurin á Brandstøð- ini í gongd. Eftir elektronisku fráboðanini at døma brann í Tinganesi, men soleiðis var tíbetur ikki. Talan var um tekniskt brek SVEINUR TRÓNDARSON Veðrið hevur verið so vælsignað um vikuskiftið og tað plagar at hava við sær, at nógv fólk er í bý- num. Og tá so er, plagar løgreglan eisini at hava sítt at síggja til. Soleiðis var kortini ikki um viku- skiftið. Av støðini í Havn verð- ur sagt, at tað hevur verið serstakliga friðarligt í bý- num um vikuskiftið. - Lagið hevur verið gott og fólk hava hugnað sær. Onkur hevði fingið ov nógv innanborðað, og tí hava vit havt sjey liggj- andi gestir um vikuskift- ið. Men tað er so at siga tað einasta, sigur vakthav- andi á støðini í Havn. Úr Suðuroynni eru boð- ini tey somu. – Telefonin hevur ikki ringt um viku- skiftið, so vit hava bara koyrt runt ymsastaðni í oynni, sigur vakthavandi á Tvøroyri. Heldur ikki í Vágum hendi stórvegis. Tvey smærri ferðsluóhapp vóru í Sandavági, eitt leygar- dagin og eitt sunnudagin, men annars kundi løgregl- an har brúka orkuna upp á ferðafólkini, sum komu um vikuskiftið. Løgreglan havt lítið at gjørt Góða veðrið um vikuskiftið hevur ikki havt størri arbeiðsbyrðu til løgregluna við sær. Stak friðarligt hevur verið, verður sagt av støðini í Havn Seinasta gjaldførislán til endur- nýggjan av fiskiskipaflotanum Nótaskipið »Christian í Grótinum« fekk tað seinasta gjaldførislánið frá landsstýrinum sambært løgtingslóg um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum og varð teimum játtað tilsamans 6 mió. kr ÓLAVUR Í BEITI Tað er Torbjørn Jacobsen, sum sat á tingi fyri Signar á Brúnni, sum setti fiskimál- aráðharranum upp í fleiri spurningar, og hevur Jørgen Niclasen nú svarað Torbirni Jacobsen, fyrrverandi løg- tingsmanni. Torbjørn Jacobsen spyr fyrst um lán skrásett tann 27.03.1998, hvussu eitur reiðaríið og somuleiðis skipið, talan er um? Talan er um eitt gjaldførislán uppá tilsamans 6 mió. kr, sum er veitt P/F Christian í Gróti- num. Talan er um nótaskip- ið »Christian í Grótinum«, svarar Jørgen Niclasen. Avdráttarfrítt Hvør er orsøkin til, at nevnda gjaldførislán varð veitt, og undir hvørjum treytum varð hetta játtað, spyr Torbjørn Jacobsen, og fiskimálaráðharrin svarar, at M/s »Christian í Grótinum« kostaði umleið 103 mió. kr. at byggja. Fígging fekst til vega frá Føroya Realkred- itstovni og frá Den Norske Bank. Í hesum sambandi søkti reiðaríið eisini lands- stýrið um fígging, og varð teimum játtað tilsamans 6 mió. kr. í gjaldførisláni so- leiðis, at 1,5 mió. kr. vórðu goldnar í 1998, 3 mió. kr. í 1999 og 1,5 mió. kr. ár 2000. Rentan á gjaldføris- láninum er í løtuni 5,5%. – Viðvíkjandi gjaldføris- láninum er annars at siga, at tað er avdráttarfrítt tey fyrstu 10 árini, og verður síðani at afturgjalda yvir 2 ár. Tað skal viðmerkjast, at hetta er seinasta gjaldføris- lán, sum er veitt sambært løgtingslóg um endurnýggj- an av fiskiskipaflotanum, sigur Jørgen Niclasen. Skuldin 52 nió. Viðvíkjandi spurninginum, hvussu fíggjarstøðan hjá viðkomandi lántakara var, tá ið gjaldførislánið varð veitt, svarar Jørgen Nicla- sen, at sambært konsern- roknskapinum hjá P/F Christian í Grótinum fyri 1997, átti og rak konsernin táverandi m/s Christian í Grótinum og átti partabrøv- ini í P/F Palli, sum átti og rak m/s Palli hjá Mariannu, sum síðani eisini er seldur. – Ársúrslitið fyri 1997 sambært roknskapinum varð eitt undirskot uppá kr. 776.000,-. Felagið hevði í 1997 eina samlaða skuld uppá kr. 52.563.000,- með- an eginpeningurin varð 21.656.000,-, ið svarar til 41,2 %, verður upplýst í svarinum hjá fiskimálaráð- harranum til fyrra part av fyrispurninginum hjá Tor- bjørni Jacobsen. Tørvurin á KT-fólki størsti trupuleikin Tað almenna eigur, eins og vinnan, í nógv størri mun at gera KT til eitt menningarøki, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi Stórir møguleikar liggja í, at nýggja tøknin burturbein- ir trupuleikarnar sum stand- ast av okkara støðu sum eitt fjarskoti samfelag. Og hesar møguleikar eiga Føroyar at gagnnýta. Tað almenna eigur, eins og vinnan, í nógv størri mun at gera KT til eitt menning- arøki. Innan vinnuna er tørvurin á KT-starvsfólki størsti trupuleikin. Teldu- støðinga útbúgvingin á Handilsskúlanum er eitt framstig, men verulig menning innan KT-vinnu kemur neyvan uttan hægri útbúgvingar. Útbúgvingarætlanir Ætlanir eru frammi um eina útbúgving á Bachelor-støði á Fróðskaparsetrinum. Hetta merkir at fólk fara utt- anlands at lesa víðari. Ar- beiðsgevarafelagið er av teirri áskoðan at vit heldur áttu at lagt okkum upp at einari líknandi loysn sum nýggja KT-universitetið í Keypmannahavn, soleiðis at endalesturin á master-støði, lá í Føroyum. Harvið gjørdu tey lesandi sína útbúgving lidna í Før- oyum, og vit fingu betri um- støður at menna gransking innan KT. Føroya Tele átti at verið privatisera, og tøki kapitalurin átti at veri oyr- amerktur til menning av KT- og telesamskifti. Nýggir pengaseðlar um at verða klárir Seinni í summar fer Fíggjarmálastýrið at almannakunngera motivini á nýggju føroysku pengaseðlunum, sum koma í gildi næsta ár JOHN JOHANNESSEN Næsta ár skulu føroyingar hava nýggjar pengaseðlar. Orsøkin er, at verandi pengaseðlar ikki eru nóg tryggir. Teir eru ov lættir at falsa. Nýggju pengaseðalarnir skulu hava vatnmerki og á- vís magnetbond, ið gera, at bankarnir beinan vegin kunnu staðfesta, um ein pengaseðil er falskur, tá hann kemur inn í bankan. Hetta skal gerast við ser- ligum tólum, ið lýsa seðilin ígjøgnum og staðfesta, um hann er veruligur. Í Danmark er tjóðar- bankin um at vera liðugur at skifta donsku seðlarnir út, og tá hetta arbeiði er heilt liðugt verður farið undir arbeiðið at skifta út føroysku seðlarnar. Motivini verða skift út á øllum seðlunum, men enn er ikki heilt greitt, hvørji motivini verða á nýggju seðlunum. Tó vórðu nøkur av motivunum víst fram á landsstýrisfundi gjára- morgunin, har kunnað varð um nýggju seðlarnar, og seinni í summar skal endaliga vera avgjørt, hvørji motivini verða, og tá verða tey eisini al- mannakunngjørd.