týsdagur 9. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
JOHN JOHANNESSEN
Fyrrapartin í gjár vitjaði
kendi professarin í altjóða-
rætti, ES-rætti, skattarætti
og mannarættindum, Isi
Foighel, grundlógarnevnd-
ina. Hann skuldi á hesum
tólvta
regluliga
fundi
nevndarinnar greiða frá um
ymisk evni í grundlógar-
høpi.
Isi Foighel hevur undir-
víst og granskað í Danmark,
USA og Ísrael. Eisini var
hann danskur skattamála-
ráðharri í Schlüther stjórnini
frá 1982 til 1987, og frá
1984 til 1987 var hann eis-
ini fólkatingslimur.
Isi Foighel umboðaði
eisini Danmark í altjóða
rættarmálinum um markna-
trætuna í Norðsjónum við
serligum áhuga fyri Føroy-
ar. Harafturar var hann eis-
ini við í nevndini, sum fyri-
reikaði grønlendska heima-
stýrið.
Seinnu árini hevu Isi
Foighel serliga fingist við
mannarættindi, bæði sum
dómari í europeiska manna-
rættindardómstólinum
í
Strasburg og sum høvundur
og granskari. Isi Foighel
hevur í virki sínum víst á
nógv øki, har mannarætt-
indini eru ov lítið vird. Eitt
nú hevur hann víst á, at
mannarættindini ikki verða
vird á skattaøkinum.
Av álitisstørvum hevur Isi
Foighel millum annað verið
limur í donsku UNESCO-
nevndini, donsku flótta-
fólkanevndin og serligu ST
nevndini, ið skal gera enda
á rasismu.
Isi Foighel hevur gjørt
sera nógv fyri at gera lóg
og lógarmál skiljandi fyri
vanlig fólk, og hevur m.a.
skriva bøkurnar “Kend din
menneskeret” og “Jura er
ikke nok”.
Isi Foighel er jødi, men
flutti í 1933 til Danmarkar.
Undir krígnum búði hann í
Svøríki.
Kendi professarin helt í
gjárkvøldið fyrilestur í Lær-
araskúlahøllini undir heit-
inum »Gælder menneske-
rettighederne«. Grundlógar-
nevndin sigur í tíðinda-
skrivi, at hesin fyrilestur
kann síggjast sum ein liður
í arbeiðinum fyri at kanna
møguleikarnar fyri at stovna
Foighel vitjar grundlógarnevndina
Sjálvstýrisflokkurin
samdur um fullveldismálið
JOHN JOHANNESSEN
Landsfundur Sjálvstýris-
floksins tekur undir við
samgonguni í samráðingun-
um viðvíkjandi ríkisrættar-
ligu støðuni. Harafturat
leggur landsfundurin á-
herðslu á, at fást má ein sátt-
máli, sum Føroya fólk við
eini fólkaatkvøðu tekur
undir.
Hetta er niðurstøðan hjá
landsfundi Sjálvstýrisfloks-
ins um fullveldismálið.
Landsfundurin varð hild-
in í Runavík leygardagin.
Fólk høvdu frammanundan
fundinum væntað ein harð-
an fund, tí áðrenn fundin
høvdu fleiri røddir úr bak-
landi floksins verið frammi
í miðlunum og víst sína ó-
nøgd við førda politikkin í
fullveldismálinum. Men so
varð ikki. Landsfundurin
gjørdist púra samdur um at
halda fram at stuðla lands-
stýrinum,
Samd um stig
fyri stig politikk
Edvard Hermansen, sum er
nýggjur formaður í flokk-
inum, sigur, at tað er ein
samdur Sjálvstýrisflokkur-
in, sum eftir landsfundin
stuðlar Helenu Dam á
Neystabø,
landsstýris-
kvinnu, í hennara leikluti í
fullveldismálinum. Tó legg-
ur hann dent á, at Sjálv-
stýrisflokkurin vil arbeiða
fram ímóti fullveldi stig fyri
stig. Men hann vísir á, at
vit í løtuni eru í einari sam-
ráðingarstøðu, og tí ber ikki
til at siga, um førdi polit-
ikkurin er stig fyri stig pol-
itikkur.
– Vit kunnu ikki taka
støðu til fullveldismálið fyrr
enn eitt endaligt sáttmál-
auppskot fyriliggur. Tí
stuðla vit landsstýrinum í
samráðingunum og fara at
taka støðu til endaliga sátt-
málauppskotið, eins og allir
aðrir føroyingar, sigur Ed-
vard Hermansen.
Nýggi formaðurin sigur,
at hann ikki kendi til nakra
ósemju í Sjálvstýrisflokkin-
um um fullveldismálinum
undan landsfundinum. Ein-
astu ábendingarnar um ó-
semju fekk hann úr fjølmið-
lunum.
– Sjálvsagt er ein flokkur
ikki púra samdur í einum
og øllum. Men vit eru vorð-
in samd um orðingarnar í
landsfundarsamtyktini, sig-
ur Edvard Hermansen.
Tók seg aftur
Ronald Poulsen, sum sein-
astu árini hevur verið for-
maður í Sjálvstýrisflokkin-
um, boðaði á landsfundin-
um leygardagin frá, at hann
ikki ynskti at verða aftur-
valdur. Orsøkina segði hann
vera, at hann vegna tvørr-
andi tíð ikki fekk røkt for-
mansstarvið til lítar. Tí fekk
flokkurin nýggjan formann,
og er hann Edvard Herman-
sen.
Dánjal Petur Lamhauge,
sum bæði hevur verið for-
maður, næstformaður og
vanligur nevndarlimur í
Sjálvstýrisflokkinum, tók
heldur ikki við afturvali. Í
hansara stað varð Jytta Juul
vald.
Limirnir í nýggju nevnd
Sjálvstýrisfloksins eru Ed-
vard Hermansen, formaður,
Schumann Hansen, næst-
formaður, Ronald Poulsen,
Jytta Juul, Rosely Reyns-
tind og Absalon Absalon-
sen.
Hóast ósemju í
Sjálvstýrisflokki-
num um fullveld-
ismálið undan
landsfundinum,
stuðlar ein samd-
ur flokkur lands-
stýrinum eftir
landsfundin leyg-
ardagin
Frá landsfundi Sjálvstýrisfloksins: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna og Eyðun Anthoniusen
Vilja hava
føroyingar
í Oljutingið
JAN MÜLLER
Í annaðkvøld klokkan 19
verður fundur á Hotel
Hafnia, har ætlanin er at
stovna felagsskapin „Olj-
utingið“. Endamálið við
hesum felagsskapi er at
skipa fyri fundum, fyri-
lestrum og øðrum tiltøk-
um, har tað verður kunn-
að og skift orð um olju-
vinnu og tað virksemi,
sum er knýtt at henni.
Tað eru nøkur fólk, sum
onkursvegna hava tilknýti
til tað komandi oljuvirk-
semið, ið hava tikið stig
til at stovna eitt sokallað
oljuting.
Ein av stigtakarunum,
Alex Buvik, sum arbeiðir
í Oljumálastýrinum, vón-
ar, at nógv áhugað koma
til stovnandi fundin í ann-
aðkvøld. Talan er ikki um
eitt fakfelag ol. Hetta er
ein áhugafelagsskapur,
sum skal vera karmur um
kunning og kjak um olju-
spurningar, og har tað
verður høvið til at taka
upp til viðgerar fakligar
spurningar og viðgera
hesar meira neyvt enn tá
teir t.d. verða umrøddir í
miðlunum og á øðrum
stað.
-Kunnu vit við slíkum
felagsskapi vera við til at
kunna um oljuvinnuna og
skapa orðakifti, so kann
tað hava samfelagsligan
týdning sigur Alex Buvik.
Longu fyrsta kvøldið er
ætlanin at leggja út við
tveimum
fyrilestrum.
Herálvur Joensen fer at
tosa um evnið „Ein út-
bjóðing - nógvar avbjóð-
ingar“, og Gunnvør Balle
um „Samstarvsavtalur“.
Ætlanin er at skipa fyri
øðrum fundum í heyst. Tá
kundi t.d. eitt oljufelag
greitt frá, hvussu tað hev-
ur upplivað og virkað í út-
bjóðinginartíðini. Seinni,
tá boring kemur í gongd,
kann hugsast, at umboð
fyri borifelag kundi greitt
frá osfr. Evnini fara helst
ikki at tróta, nú er so bara
talan um at koma í gongd.
Tað, sum mest minnir
um komandi oljutingið, er
norska felagið „Petrole-
umsforeningen“.
Alex
Buvik heldur annars, at
vísir tað seg, at talan verð-
ur um eina týðandi olju-
vinnu, so vilja uppgávur-
nar hjá Oljutinginum eis-
ini blíva meira umfevn-
andi, ja soleiðis at man
ein dag fer at skipa fyri
skeiðum ol. Men tað vil
tíðin vísa.
Oljutingið er bæði fyri
einstaklingar og virki.
Limagjaldið fyri einstak-
lingar verður 200 kr. og
fyri feløg 1500 kr. um ár-
ið.
Hinir stigtakararnir til
felagsskapin eru Magni
Arge, Geir Atle Rishovd,
Dávid Reinert Hansen,
Jan Mortensen, Martin
Heinesen og Peter Even
Djurhuus.
løgfrøðiliga gransking og
undirvísing í Føroyum.
Isi Foighel saman við Jóan Paula Joensen,
formanni í grundlógarnevndini
Sigursgongdin heldur fram
Næstan 1000 fólk vóru um vikuskiftið til sjónleikin Seks í Pyjamas, tá hann
varð spældur á Oyrarbakka
Fólk streyma framvegis til
sjónleikin hjá Klaksvíkar
Sjónleikarfelag, Seks í py-
jamas, og nú hava eini 3200
fólk sæð leikin.
Um vikuskiftið varð leik-
urin spældur á Oyrarbakka,
og her var neyðugt við ein-
ari eykasýning, eftir at tær
tríggjar ætlaðu sýningarnar
vóru spældar.
Næstan 1000 fólk vóru til
teir fýra sýningarnar, og tað
vóru framvegis so nógv
fólk, sum ikki sluppu til
leikin, at Klaksvíkar Sjón-
leikarfelag hevur eina eyka-
sýning á Oyrabakka miku-
kvøldið klokkan 19.00.
Eini 1300 fólk vóru til
leikin í Klaksvík. Síðani
vóru um 1000 fólk, tá
leikurin varð spældur í
Havn, og við teimum
næstan 1000 á Oyrarbakka,
kemur samlaða áskoðaratal-
ið upp á eini 3200 fólk.
Ætlanin var annars at
hava onkra eykasýning í
Havn, men tað lat seg ikki
gera.
Tá leikurin er sýndur á
Oyrabakka aftur í annað-
kvøld og í Suðuroy næsta
vikuskiftið, roknar Klaks-
víkar Sjónleikarfelag við, at
leikurin hevur sligið met hjá
felagnum.
Spælt verður í Royn-høll-
ini í Hvalba fríggjakvøldið
klokkan 21.00 og leygar-
dagin klokkan 17.00 og
20.00.
Tað er Egi Dam, sum hev-
ur leikstjórnað leikinum, og
seks leikarar eru á pallinum.
ek
ÓLAVUR Í BEITI
Henrik Old hevur spurt løg-
mann um skjøl í eystureu-
ropeiskum skjalagoymsl-
um, og vildi nú hava at vita
frá løgmanni, hvør veruliga
orsøkin er til, at løgmaður
ikki vil kanna loynilig skjøl
í eystureuropeiskum skjal-
agoymslum.
Í svarinum, sigur løgmað-
ur, at hann hevur fyrr boðað
frá í svari uppá fyrispurning
frá Bjarna Djurholm, at tað
hevði verið áhugavert at sett
kanningar í verk til tess at
útvega søguligan kunnleika
um eystureuropeisku skjal-
agoymslurnar og um sjov-
jetisku ávirkanina í Før-
oyum undir kalda krígnum.
– Í sama svari varð eisini
nevnt, at tað var hóskandi,
at peningur til endamálið
varð settur á fíggjarlógina
fyri ár 2000, sigur Anfinn
Kalssberg.
Og tí setti løgmaður
400.000 kr. av á fíggjarlóg-
ini fyri ár 2000 til hernað-
arkanningar. Men undir
fíggjarlógarviðgerðini av-
gjørdi Løgtingsins fíggjar-
nevnd at skerja Løgmans-
skrivstovuna við 500.000
kr. á somu høvuðskonto,
upplýsir løgmaður í svari-
Fíggjarnevndin tarnað
hernaðarkanningini
Løgmaður setti 400.000 kr. av á fíggjarlógini til hernaðarkanningar, men
undir fíggjarlógarviðgerðini avgjørdi fíggjarnevndin at skerja Løgmansskriv-
stovuna við 500.000 kr. á somu høvuðskonto. Hetta harmast løgmaður um í
svari til Henrik Old, løgtingsmann
num, og sigur, at tí mátti
Løgmansskrivstovan meta
um sína peninganýtslu fyri
ár 2000 av nýggjum.
– Grundað á hesa meting,
varð avgjørt at útseta fram-
hald av hernaðarkanningini,
sigur Anfinn Kalssberg.
Svartabók
Og Anfinn Kallsberg nevnir
eisini, at hann setti uml.
350.000 kr. á somu høvuðs-
konto til serliga útoyggja-
verkætlan. Henda verkætlan
verður framd í ár 2000 sum
ætlað. Og løgmaður harm-
ast um, at hann var noyddur
at velja millum hesar báðar
sera áhugaverdu verkætlan-
ir, tí báðar vóru tær raðfestar
høgt.
Og løgmaður kunnar eis-
ini um í svarinum, at aðal-
orðaskifti verður um Svørt-
abók.
– Eftir hetta ætlar løg-
maður at søkja um eykajátt-
an, so at farast kann undir
framhaldandi
hernaðar-
kanningar við serligum atliti
at kanningum av skjølum í
eys tureuropeiskum skjala-
goymslum longu í ár, sigur
Anfinn Kallsberg í svari-
num.
ÓLAVUR Í BEITI
Hans Pauli Strøm, løgtings-
maður, spurdi herfyri sjálv-
stýrismálaráðharran Høgna
Hoydal um játtan og nýtslu
viðvíkjandi sjálvstýrismál-
um o.ø., og vildi hava at
vita, um játtanin kemur at
halda. Um landsstýrismað-
urin í sjálvstýrismálum ikki
metir, at játtanir fara at
halda, hvørji stig verða so
tikin, vildi Hans Pauli
Strøm hava at vita í fyri-
spurninginum til Høgna
Hoydal.
Kunngerðarblaðið
Í svarinum sigur Høgni
Hoydal, at tað kann gerast
neyðugt at biðja um eyka-
játtan til § 10 í tveimum
førum. Fyri tað fyrsta snýr
tað seg um játtanina til
kunngerðablaðið. Í fjør
vórðu brúktar góðar kr.
480.000 til kunngerðablað-
ið. Játtanin fyri 2000 er kr.
300.000.
– Harumframt kemur,
sum nakað nýtt, at sambært
kunngerðablaðnum B, sum
landsstýrið gevur út og
fíggjar, eru ríkismyndug-
leikarnir farnir undir, ikki
bert at kunngera tann tekst-
in, ið skal verða galdandi í
Føroyum, men allan tann
danska lógartekstin, sum
hann er galdandi í Dan-
mark.
– Heldur hetta fram, má
roknast við einari fleirfald-
ing av útreiðslunum til
kunngerðablaðið, enn sett er
av á fíggjarlógini fyri ár
2000. Landsstýrið hevur
tikið spurningin um kunn-
gerð av ríkislóggávu í Før-
oyum upp við ríkismyndug-
leikarnar, sigur Høgni Hoy-
dal.
Og sjálvstýrismálaráð-
harrin lovar neyvt at fylgja
gongdini við peninganýtsl-
uni, og ætlar sær í góðari
tíð at taka stig til at biðja
um eykajáttan til hesa
konto, um so er, at mett
verður at hetta gerst neyð-
ugt.
Fólkaatkvøðan
Viðvíkjandi fólkaatkvøð-
uni, sum verður, sigur
Høgni Hoydal, at landsstýr-
ið ætlar, at sáttmáli millum
Donsku Ríkisstjórnina og
Føroya Landsstýri um full-
veldi og samstarv frameftir,
skal leggjast til fólkaat-
kvøðu í ár.
Høgni Hoydal metir, at
ein fólkaatkvøða kostar um-
leið 1. mió kr., men á fíggj-
arlógini fyri 2000 eru bert
settar av kr. 50.000 til val.
– Landsstýrið heldur eis-
ini, at allir politiskir flokkar
og møguligir aðrir felags-
skapir, ið søkja um stuðul,
skulu hava pening til upp-
lýsing í sambandi við fólka-
atkvøðuna. Landsstýrið fer
tí at leggja fyri Løgtingið
uppskot til eykajáttanarlóg
viðvíkjandi hesum í sam-
svari við uppskot um fólka-
atkvøðu, sigur Høgni Hoy-
dal í svarinum.
Fólkaatkvøða fyri 1. mió kr
Á fíggjarlógini fyri 2000 eru bert settar av kr. 50.000 til val, sigur Høgni
Hoydal í svari til fyrispurning frá Hans Paula Strøm
Tað var stuttligt at síggja
hvussu føroyska samráð-
ingarnevndin næstan fekk
fólk burtur úr Nyrup á
samráðigarfundinum
krossmessuaftan 2. mei.
Nú tosaði hann um tann
óhefta føroyska statin
sum ein veruleiki, og
segði tað sum alla tíðina
hevur verið roknandi við,
at tað fór at fáast ein góð
loysn burtur úr á hesum
samráðingum.
Tað er púra rætt av før-
oysku samráðingarnevnd-
ini at halda fast við, at tað
als ikki kann góðkennast,
at vit skulu hava eina fýra
ára tillagingartíð. Hetta er
nevnliga ikki tað, sum
danir lótu Ísland fáa, tá
hetta land gjørdist sjálv-
støðugt í 1918, og okkara
støða nú er tann sama,
sum støða Íslands var tá.
Tá Nyrup sigur hetta
ikki vera so, talar hann
ímóti betri vitandi. Sjálv-
andi vóru tølini lutfalsliga
smærri, sum Ísland hevði
í 1918, men orsøkin til tað
var, at fíggjarliga loysing-
in Íslands og Danmarkar
millum hendi í tveimum
stigum. Í 1872 ásetti
danska stjórnin í fyrstu
syftu, at íslendska stjórnin
skuldi fáa heimild til at
krevja upp tann skatt, sum
danski staturin annars
kundi kravt upp í Íslandi.
Afturfyri skuldi Ísland
rinda allar tær útreiðslur,
sum vóru av rættarskip-
anini, løgregluni, skúla-
skipanini, almannaskip-
anini og hospitalsverki-
num. Tí var mestsum
einki eftir hjá danska stat-
inum at gjalda tá annað
stigið varð tikið í 1918.
Tað sama hevur danski
staturin altíð kunnað gjørt
í Føroyum. Við heima-
stýrisskipanini samtykti
Føroya løgting harum-
framt, at danski staturin
nær sum helst kundi á-
leggja føroyska heima-
stýrinum at yvirtaka øll
tey mál, sum stóðu á lista
A. Avleiðingin av hesum
hevði verið, at vit skuldu
goldið allar útreiðslurnar
av t. d. skúlum, almanna-
stovuni og sjúkrahúsverk-
inum.
Tað er bert tí at danski
staturin ikki hevur álagt
okkum at gjalda hesar út-
reiðslur, at statsins út-
reiðslur í Føroyum eru
lutfalsliga størri enn tær
vóru í Íslandi í 1918. Fyri
at danski staturin skal
sleppa burtur úr hesum
óskili á sama hampuliga
hátt sum í Íslandi, er tí
neyðugt við størri upp-
hæddum. Tað sigur seg
sjálvt, at tað kapitaliser-
aða virði av eini veiting
upp á 1300 milliónir
krónur er størri enn av
eini veiting upp á 60.000
kr.
Men av tí at tann prin-
cipiella støðan er tann
sama, so kunnu vit sjálv-
sagt ikki finna okkum í at
fáa eina verri viðferð í tí
fíggarliga partinum av
sáttmálanum enn íslend-
ingar fingu.
Tí var tað rætt av før-
oysku samráðingarnevnd-
ini als ikki at boyggja seg
fyri Nyrup í hesum parti-
num av samráðingunum,
og tað var gleðiligt at
síggja at Annfinn her stóð
sum kletturin.
Tað verður spennandi at
síggja
hvussu
leingi
danska stjórnin kann
halda upp á sín órætt í
hesum spurningi, men við
so góðum samráðarum,
sum vit hava, fer tað helst
ikki at vera leingi.
Tá fara vit at fáa ein
sáttmála til fólkaatkvøðu,
sum er so góður, at eingin
føroyingur kann siga nei
til hann. Fólkaatkvøðan
fer tá er vera ein kathar-
sis, ein reinsan, sum fer
at sjóða tjóð okkara sam-
an, soleiðis at vit megna
allar tær avbjóðingar, sum
fara at møta okkum í
royndum okkara at gera
Føroyar til heimsins besta
land at búgva í.
Zakarias Wang, 2. mei
2000
Samráðingarnar
krossmessuaftan
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo