týsdagur 9. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Musikkskúlakonsert
Árliga musikkskúlastevnan var hildin um vikuskiftið og 400 ungir luttakarar
huganðu sær saman og saman við tónleiki
Myndir: Jens Kristian Vang
DAGFINN OLSEN
Um vikuskiftið hittust 400
ungir tónleikarar úr øllum
landinum í Havn.
Árliga musikkskúlastevn-
an var á skránni. Fríggja-
dagin og leygardagin fóru
venjingar fram í Eystur-
skúlanum og á kvøldi vóru
konsertir í Norðurlanda-
húsinum. 110 av luttakaru-
num gistu á Eysturskúla-
num.
Sunnumorgunin var aðal-
roynd og sunnudagin kon-
sert í Norðurlandahúsinum.
Martin Mouritsen, mu-
sikkskúlastjóri, sigur, at or-
sakað av nógvu luttakaru-
num, so sluppu ikki øll inn
at lurta, ið høvdu ætlað sær,
og bíðirøðin stóð út á veg-
in. Fyrsta orkestrið taldi 170
børn, tað næsta 90 og so
framvegis.
Martin Mouritsen sigur,
at tiltakið kann nú ikki
verða størri. Ein møguleiki
er at býta sundur, men upp-
runahugskotið við tiltaki-
num er, at børnini koma
saman og hoyra onnur ljóð-
føri, enn síni egnu.
Hóast mongu luttakarar-
nar, so gekk stevnan væl,
men Martin Mouritsen
heldur, at miðast má ímóti
at fáa foreldur meira virkin,
nú tiltakið er vorðið so stórt.
Hann leggur tó dent á, at alt
gekk væl og friðarliga fyri
seg.
Serliga fegnast hann um,
at konsertirnar ljómaðu
framúr væl. Eisini, um sam-
mett verður við undanfarin
ár. Luttakararnir tyktust
vera í góðari venjing og
framgongd er at hóma.
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
Nýggj rør í Botni
Nýggi Vágbingur flotaður
Leygardagin flotaðu vágbingar nýggja kappróðrarbátin Vágbing. Skipað varð
fyri rættiligari hugnaløtu á Garðabrúnni og eisini vóru ymisk tiltøk henda dagin
SEV er farið undir at skifta
vatnrørini oman í Botn í
Suðuroynni. Rørini gangan
oman til el-verkið í Botni
og rørini eru gomul og
vánalig og mugu tí skiftast.
Talan er um betongrør, so-
nevnd bonna rør.
El-verkið í Botni er
fyrsta el-verk, ið føroying-
ar fingu. Verkið er frá 1921
og einaferð fyrr eru rørini
skift. Upprunaligu rørini
vóru úr stáli.
Hóast partur av SEV, so
er Suðuroyggin ikki partur
av el-kervinum í megin-
økinum, men er fyri seg.
Eitt verk er í Vági, eitt á
Tvøroyri, umframt verkið
í Botni.
Sum menninir í Botni
skemtiliga taka til, so er
ikki víst, at fyri tað um
Black Out er í Havn, at tað
sama er galdandi hjá
DAGFINN OLSEN
Leygardagin var veðrið av
tí fagrasta um landið.
Summarið tykist vera kom-
ið og so eru stevnurnar í
hondum.
Vágbingar eru millum
teirra, ið hava latið bát
smíðað, nú tað stundar til
stevnukappróður.
Leygardagin varð nýggi
Vágbingur flotaður og í hes-
um sambandi var rættur
fagnaður. Skipað var fyri
niðri á Garðabrúnni, sum
nýliga er umvæld. Jógvan
Krosslá, býráðsformaður
helt røðu og Nýggjarárs-
nevndin handaði Kappróðr-
arfelagnum peningagávu.
Nógv fólk var komið
saman og tey hugnaðu sær,
tí eisini vóru pannukøkur og
kaffi at fáa. Eisini kundu
tey, ið høvdu hug, leiga sær
ein túr á vatnscootara. Sum
heild ein løta við nógvum
lívi á Vágsfirði, har ung-
lingar eisini stóðu á vatnskí.
Nýggi Vágbingur stóð
Komu aftur við fyrstu virðisløn
Tveir næmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla, ið vóru við í eini tónleikakapping í Keypmannahavn, sum
blaðhúsið Berlingske skipar fyri, gjørdu musikkskúlanum miklan heiður og komu aftur við fyrstu virðisløn
Tær báðar genturnar úr Runa-
vík, Bodil Simonsen og Fríð-
hild Hansen, hava í átta ár
spælt tvørfloytu í Nes Sókn-
ar Musikkskúla. Núverandi
lærari teirra, Katja Volovel-
skaja, avgjørdi í heyst at
melda tær til hesa kapping
niðri í Danmark. Fyri at vera
við í kappingini skalt tú ikki
vera fyltur 17 ár. Tær ganga í
10. flokki, so skuldi tað vera,
so mátti tað vera nú. Lærarin
metti, at tær nú vóru á einum
slíkum støði, at tað mundi
fara at bera til. Áræði hava
tær alla tíðina havt, so har var
sína roynd, tá hann dystað-
ist ímóti gamla bátinum.
Fyrsta róðurin vann gamli
báturin, men seinna dystin
vann nýggi Vágbingur.
Hann verður ein av mongu
nýggju
bátunum,
sum
spennandi verður at síggja
royna seg á stevnunum í ár.
rørini í Botni er væntandi
liðugt 1. september í ár
einki at ivast í.
Í longri tíð hava tær báðar
vant dúgliga bæði heima og í
skúlanum. Mangan hava tær
havt floyturnar við í skúla,
soleiðis at venjast kundi í frí-
korterunum. Katja, ið hevur
givið teimum dygga undirvís-
ing hesi bæði seinastu árini,
hevur roynt at útvegað teim-
um allar teir venjingarmøgu-
leikar, ið til bar. Ein stuðul í
hesum arbeiði, hevur Jóhan-
nes Andreasen eisini verið.
Hann hevði fylgispælið bæði
til venjingarnar her heima og
til kappingina í Keypmanna-
havn.
Mikukvøldið í síðstu viku
var konsert í býráðshøllini í
Runavík, har Fríðhild og Bo-
dil fingu høvi at vísa áhoyr-
arunum, hvat tær dugdu til.
Tær komu væl frá sínum
kappingarstykki og kundu tí
við góðum treysti fara av
landinum.
Leygardagin
skuldi so slagið standa á Flat-
londum. Tær vístu, at eisini
tá ið á stendur, er stirðil í
teimum, soleiðis at dóms-
nevndin avgjørdi at geva
teimum fyrstu virðisløn fyri
avrik teirra.
Stuttligt var hjá teimum at
koma í skúla í Runavík týs-
morgunin. Tíggjundi flokkur
stóð og veittraði við fløggum,
og allir næmingarnir fagnaðu
teimum óført til morgunsang-
in. Hátíðarlig var løtan, tá
skúlans leiðsla handaði teim-
um gávur sum eina viður-
kenning fyri tað úrslit, tær
høvdu fingið.
So er bert at vóna, at hesar
ungu, evnaríku genturnar
halda fram at arbeiða við
tvørfloytuni, soleiðis at vit
sleppa at hoyra tær eisini
framyvir.
Vágbingar flotaðu leygar-
dagin nýggja kappróðrar-
bátin Vágbing
Myndir: Dagfinn Olsen
Fyri aðru ferð verða
rørini nú skift til elverkið
í Botni, sum var fyrsta el-
verk í landinum
Mynd: Dagfinn Olsen
Býráðsformaðurin Jógvan
Krosslá helt røðu, tá nýggi
Vágbingur varð flotaður
Trílemba
Góðveðrið er komið og smálombini síggjast á bø-
num.
At síggja ær, ið hevur meira enn eitt lamb, er ikki
óvanligt.
Heldur ikki í Suðuroynni eru tvílemburnar óvan-
ligar. (Í Suðuroynni nevnt ein tvílba).
Men eins og aðrastaðir í landinum, so er longri
ímilum trílemburnar, hóast tær helst eru vanligari
nú, enn fyrr.
Leygardagin fekk henda ærin 3 lomb, ið øll komu
væl undan, hóast likkur og krákur hildu eyguni eftir
teimum. Tað er Tórður Poulsen í Vági, ið eigur hesa
trílembuna.
- do -
teimum.
Arbeiðið við at skifta
Nógv tiltøk
Høvi var eisini hjá fólki at
vitja innar í Stóra Pakkhús,
ið stendur við Garðabrúgv.
Fleiri feløg hava tikið seg
saman og keypt húsini.
Saman við Føroya Forn-
minnissavnið eru ætlanir
um at gera húsini í stand og
høvi var at síggja tekningar
yvir húsini, ið skulu varð-
veitast so nær upprunalíki,
sum gjørligt.
Onnur tiltøk vóru eisini
henda hendingaríka dag.
Vágs Matmøðrafelag skip-
aði fyri tombola, kaffisølu
og listaframsýning í felags-
hølum sínum. Henda sýning
er opin í dag afturat.