týsdagur 9. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
Frákoyrdi formaðurin í Havnar Handverkarafelag svarar nú aftur:
Tað sum varð gjørt við
peningin var „genialt“
– Tað var heilt
„genialt“ funnið
upp á at seta
pening hjá
Havnar Hand-
verkarafelag í
Føroya Kolvetni.
men at grann-
skoðarin so kast-
ar torvmold í
eyguni á fólki, og
samanber parta-
brøv í føroyska
oljufelagnum við
ein happadráttar-
seðil, er ein heilt
onnur søga, sigur
Eyðfinn Petersen
ÁKI BERTHOLDSEN
Eyðfinn Petersen, sum her-
fyri varð koyrdur frá sum
formaður í Havnar Hand-
verkarafelag, góðtekur ikki
tær atfinningarnar, sum her-
fyri førdi til, at hann mátti
frá.
Hann sigur nevniliga, at
tað er onki hald í skuldset-
ingunum.
Eftir tí, sum nývaldi for-
mannin, Eli Brimsvík, segði
við Sosialin leygardagin,
varð
Eyðfinn
Petersen
koyrdur frá, tí hann var farin
ov illa við peningaligu ogn-
unum hjá felagnum.
Eitt nú hevði hann keypt
ein skutara.
Men meiri álvarsamt
tóktist at vera, at ímeðan
hann var formaður, hevði
Havnar Handverkarafelag
sett eina millión í partapen-
ingi Føroya Kolvetni.
Hann segði eisini at á
aðalfundinum fekk Eyðfinn
Petersen tey kravboð frá
hinum nevndarlimunum, at
antin fór hann, ella fóru allir
hinir nevndarlimirnir. Og tá
ið Eðyfinn Petersen ikki var
til at vika, gjørdu teir álvara
av hóttanunum og søgdu
seg frá. Stutt eftir varð Eyð-
finn Petersen kortini koyrd-
ur frá á einum eykaaðal-
fundi.
– Hetta er beinleiðis ósatt,
sigur Eyðfinn Petersen.
Hann sigur, at tað er langt
síðani at tríggir av nevnd-
arlimunum skrivliga boð-
aðu frá, at teir tað lá ikki
fyri at vera í nevndini long-
ur og at teir ætlaðu sær frá
á aðalfundinum.
– Ein av teimum varð
fluttur úr Havn, aðrastaðir
at búgva, ein sigldi úti og
Ein orsøk til, at Eyðfinn Petersen varð koyrdur frá sum formaður í Havnar Handverkarafelg, var, at undir hansara
leiðslu hevur felagið sett eina millión í partapeningi í Føroyska Oljufelagið, Føroya Kolvetni. Tað var heilt „genialt“
funnið uppá. Men tað vóru ikki vit, sum funnu upp á tað, sigur hann
tann triði hevur í eitt heilt
ár tosað um at sleppa frá av
persónligum orsøkum
–Hetta er tann beinleiðis
orsøkin til, at tríggir av
nevndarlimunum fóru frá.
Heilt „genialt“
Hann vísir eisini aftur, at
nakað skeivt er farið fram í
sambandi við partapeningin
í Føroya Kolvetni.
– Tað, sum er farið fram í
tí sambandinum, er samtykt
í nevndini og tað er ikki eitt
mál, sum skal leggjast fyri
nakran aðalfund.
Eyðfinn Petersen sigur, at
í staðin fyri at hava peningin
standandi í einum donskum
banka,
og
koma
tí
samfelagnum til góðar,
gjørdi nevndin av at taka
peningin heim, so teir
kundu arbeiða her, og koma
okkara samfelagi til góðar.
–Vit fingu eina serstak-
liga góða avtalu við Føroya
Banka og lótu tað upp í
hendurnar á serfrøðingun-
um har, um at seta peningin,
har tað var best fyri okkum.
–Føroya Banki hevur sett
peningin í ymiskt fyri at
spjaða vágan, soleiðis sum
tryggingareftirlitið
fyri-
skrivar -og fyri at fáa so
góða rentu, sum gjørligt.
Eyðfinn Petersen sigur ,at
nevndin í Havnar Hand-
verkarafelag fer ikki at á-
leggja Føroya Banka, hvar
hann skal seta peningin, tí
tað hava vit ikki skil fyri.
– Tað vildu vit hava ser-
kunnleikan til.
– Men tað var Føroya
Banki, sum mælti okkum til
at seta eina millión í Føroya
Kolvetni.Og tað var heilt
„genialt“, tí føroyska olju-
felagið hevur so mikið stór-
an eginpening, at rentan av
honum er ríkiligt, bæði til
raksturin felagnum og til at
leggja so mikið afturat
partapengunum, at at tað
byrgir upp fyri inflatiónini,
so at hann ikki fellur í virði.
– Men sum við einhvørj-
ari íløgu, er sjálvandi ongin
vissa fyri, at partapengarnir
kastar nakað av sær sum so.
– Men verður Føroya
Kolvetni við í oljuleitingini,
fara partabrøvini at hækka
munandi í virði. Og verður
olja funnin, fer virðið heilt
upp ígjøgnum.
Hann leggur afturat, at
fyri at tryggja sær, at alt var
í lagi, spurdu nevndin seg
til ráðs hjá sakførara fel-
agsins, og hann segði, at
onki var til hindurs fyri at
Havnar Handverkarfelag
setti pening í oljufelagið.
Fráfarni formaðurin sig-
ur, at av tí sama, er tað
sjálvandi ikki heilt ítøkiliga
samtykt, at vit skuldu seta
pening í føroya kolvetni.
– Men tað er eitt heilt
natúrligt úrslit av samtyktini
um at biðja Føroya banka
umsita peningaligu ognir
okkara, soleiðis, at vit fingu
sum mest burturúr. Men tá
ið bankin spurdi okkum, var
tað ongin av okkum, sum
hevði nakað ímóti tí.
– At so grannskoðari okk-
ara, sum eisini er grann-
skoðari hjá Føroya Banka,
so kastar torvmold í eyguni
á fólki á aðalfundinum í
Havnar Handverkarafelag,
og samanber partabrøvini í
Føroya Kolvetni við ein
happadráttarseðil, er ein
heilt onnur søga.
–Við hesum hevur hann
óbeinleiðis sagt, at Føroya
Kolvetni er onki vert, og at
íløgurnar,
sum
Føroya
Banki ger fyri síni viðskifta-
fólk, eru onki verdar.
Tað er eisini at leggja seg
út í viðurskifti, sum hann
onki hevur við at gera.
Eyðfinn Petersen sigur, at
tað er annars langt síðani,
at nevndin boðaði grann-
skoðararnum frá, at hon var
so ónøgd við hann, at hon
fór ikki at mæla til, at hann
varð afturvaldir.
– Eitt nú halda vit, at hann
hevur gjørt alt ov lítið fyri
okkum í pensjónsmálinum.
Men Eyðfinn Petersen vil
kortini ikki siga um hann
heldur, at hetta var orsøkin
til, at grannskoðarin sjálvur
segði seg frá.
Eitt hent amboð
Hann dugir heldur ikki at
síggja nakað skeivt í at hava
keypt skutaran-og tað var
eisini samtykt í nevndini.
– Tað er ikki av ongum,
at bæði Býráðið, Postverk-
ið, og aðrir stovnar hava
útvegað fólkinum skutara.
– Tað er fyri at sleppa
skjótt og væl fram í einum
høvuðsstaði, sum er ovbyrj-
aður av bilum. Og skutarin
fær ikki parkeringsbót.
Eyðfinn Petersen sigur, at
skutarin hevur koyrt góðar
1.500 kilometrar. So kann
nevndin, sum nú er, rokna
tað um til hýrubilar
– Ella hugsar nevndin
sær, at vit skulu gera øll hesi
smáørindini í bili.
Ella hvør heldur nevndin,
skal oyðilegja sær motorin
av øllum hesum smáu túr-
unum, har motorurin ong-
antíð verður heitur, spyr
Eyðfinn Petersen.
Tí sær hann framvegis
skutaran um eitt neyðugt,
og sera hent arbeiðsamboð,
tí tað hevur gjørt arbeiðið
nógv lættari.
Síðsti
dagur
hjá
Jørgen
Í dag er seinasti dagur, at
listaframsýningin
hjá
danska listamanninum,
Jørgen Ruud, er opin í
listaskálanum Oynni á
Tvøroyri. Oyggin er opin
í dag frá klokkan 15-19.
Við á framsýningini eru
bæði donsk og myndevni.
Hann hevur áður havt
nógvar
framsýningar,
bæði í Danmark og í øðr-
um londum við.
Jørgen Ruud er uppvaksin undir kalda krígnum og hann sigur, at tað var tann para-
noidi óttin fyri tí, sum í veruleikanum fekk hann at fara at mála
2 0 0 0
Dálkandi burturkast, so sum akkumulatorar, máling, imp. viður o.a.,
skal leggjast og avhendast fyri seg á Skálatrøð ella á Brennistøðini
á Hjalla.
Annað órudd:
Órudd frá privatum húsarhaldum skal latast til Brennistøðina á Hjalla.
Opið er soleiðis: Fríggjadagin kl. 08.00 - 20.00
Leygardagin kl. 08.00 - 20.00
Ringjast kann til teknisku deild býráðsins (reinhaldið) á tlf. 31 55 13 í
samband við ruddingardagarnar.
1. Veiðufelagið Byrsumúli
2. B 36
3. Hvítanesnevndin
4. H 71
5. HB
6. Bogaskjótifelagið Tambar
7. Tórshavnar kommuna
8. Fimleikafelagið Ljósið
9. Flogbóltsfelagið Fleyr
10. Tórshavnar Súkklufelag
11. Handlar í miðbýnum
12. Felagið Tórshavn
13. Havnar Róðrarfelag
14. Føroya Sílaveiðufelag
15. Eigarafelagið Norðasta Horn
16. Havnar Fimleikafelag
17. Føroya Ríðingarfelag
18. Hondbóltsfelagið Neistin
19. KFUK
20. KFUM
21. Skótalið S. Brestirsonar og
T. Sigmundsdóttir á Hálsi
22. Skótalið Frelsunarhersins
23. Havnar Svimjifelag
24 Hondbóltsfelagið Kyndil
25. Eigarafelagið undir Brúnni
26. Tórshavnar Golfklubbi
27. Eigarafelagið millum Gilja
28. Eigarafelagið á Tórgarði
29. Eigarafelagið í Tórsbyrgi
30. Eigarafelagið Miðstaðarøkið
31. Eigarafelagið Berjabrekka 1
Eigarafelagið Berjabrekka 2
32. Eigarafelagið niðari Ternuryggur
33. Eigarafelagið ovari Ternuryggur
34. Eigarafelagið vesturi á Flat
35. Eigarafelagið oman Flat
36. Eigarafelagið oman Hoydalar
37. Eigarafelagið á Fløtum
38. Eigarafelagið undir Fjalli
Eigarafelagið undir Fjalli 2
39. Eigarafelagið Lítlagil
40. Eigarafelagið inni á Gøtu
41. Eigarafelagið Eystan Gil
42. Fótbóltsfelagið Fram í Havnadali
Fram Flogbóltur
43. Róðrarfelagið Knørrur
Tórshavnar Froskmannafelag
44. Tórshavnar kommuna
45. Argja Bóltfelag
46. Skótarnir á Argjum
47. Eigarafelagið uppi á Hamri
48. Eigarafelagið nr. 3
49. Eigarafeløgini nr. 1 og 2
50. Argja Róðrafelag
Undirhúsið á Argjum
51. Tórshavnar kommuna
52. Havnar Badmintonfelag
52. Heimafuglafelagið
T. Traðarmenn
53. Bragdið
Havnar Judofelag
54. Eigarafelagið Snikkarastova
55. Tórshavnar kommuna
56. Dagstovnurin í Hoyvík
57. Eigarafelagið á Hjalla
58. Norðradalur
59. Syrðradalur
60. Tórshavnar kommuna
Fríggjadagin 12. og leygardagin 13. mai 2000 verða ruddingardagar
í Tórshavnar kommunu.
Rusksekkir fáast ókeypis á Skálatrøð fríggjadagin og leygardagin
og við Róðrarneystið á Argjum leygardagin.
Feløgini, sum eru nevnd, fara at stuðla hesum tiltaki við at rudda
hvørt sítt øki og verður burturkastið heintað av Tórshavnar
kommunu. Onnur hava eisini møguleika at rudda frí- og felagsøkir,
og verður hetta ruskið eisini heintað av kommununi.
Eisini verður høvi hesar báðar dagar at sleppa av við bilvrak o.a. við
at venda sær til Brandstøðina, tlf. 31 48 81.
Sekkir (skiljing av ruski):
Grønir sekkir: rusk ið kann brennast (pappír, óviðgjørdur viður, posar o.a.)
Klárir sekkir: rusk ið ikki brennur (glas, metal, dekk, gamalt hegn o.a.)