týsdagur 9. mai 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr.88 - 9. mai 2000
ÍtróttaSosialurin
kann sjálvandi eisini
lesast á alnetinum:
www.sosialurin.fo
Í so góðum fótbóltslíkind-
um, sum tað ber til at í-
mynda sær, varð triðja um-
farið í ár 2000 kappingini
spælt sunnudagin.
Hesa ferð varð ein spælari
sendur undir brúsu við reyð-
um korti í viðførinum. Tað
var Janus Kjærbo hjá VB.
Gulu kortini vóru fimtan
í talið ella trý í hvørjum
dysti. Hetta miðaltalið er
høgt, tá sammett verður við
miðaltalið í nógvum av
grannalondum okkara.
At tað í trimum av fimm
førum endar við, at liðini
fáa eitt stig í part er óvan-
ligt, men tað er meiri enn
so komið fyri áður. Seinast
var í 15. umfari í fjør: Sum-
ba–GÍ 1–1, B68–VB 0–0 og
ÍF–B71 3–3.
Síðani reglarnir fyri úr-
tøku vórðu broyttir, soleiðis
at vinnarin fær trý stig, hev-
ur tað smakkað serliga væl
hjá vinnarum, at nógvir
dystir enda við javnleiki.
Alt gongur undan
Í fótbólti er hvør einasti
dystur serstakur. Tí ber tað
ikki til uttan nakað sum hel-
st at sammeta úrslit, men tað
tá trý umfør eru farin, er tað
Stórsigrar og fleiri javnleikir
Eftir triðja umfar: Meistararnir úr Klaksvík fingu staðfest, at kappingarárið verður sera strevið, og sumbingar fáa
tað meiri enn torført
upplagt at kaga eftir og
sammeta gongdina í upp-
gerðum, har somu lið hava
verið við.
Hjá B36 viðhaldsfólki
kendist tað serliga summ-
arligt bæði í fyrradagin og í
gjár. Teir hølvaðu FS Vágar
av, og hýrurin í Gundadali
gjørdist ikki verri, tá tað
frættist, at HB og NSÍ høv-
du spælt javnt í Runavík.
Fyri tey í B36 má tað
kennast serliga hugaligt, at
fleiri av ungu monnunum,
sum eru vaksnir upp í fe-
lagnum, nú mannað odda-
liðið. Av teimum trettan,
sum vóru á vøllinum sunnu-
dagin, hava seks altíð spælt
í B36, og vit kunnu eisini
taka Ronnie Samuelsen,
sum kom úr EB/Streymi
sum unglingur, við í henda
bólkin.
B36 misti undan kapping-
arárinum sjey spælarar.
Spurningurin er, hvussu tað
hevði havt gingið, um Egin,
Pól, Ninoslav, Tomislav,
Djóni, Øssur og Arnbjørn
høvdu verið á liðnum. Tað
hevði í hvussu so er havt
við sær, at onkrir, sum nú
spæla í 1. deild ikki høvdu
havt møguleikan, men úr-
tøkuna hevði tað ikki borið
til at fingið størri, enn hon
hevur verið higartil.
Per Olov Andersson hev-
ur undanvind. Størsta upp-
gávan hjá honum komandi
vikurnar verður at halda
spælararnar á jørðini, men
tað kemst ikk uttanum, at
tað sær sera ljóst út: sum-
bingar í Gundadali og sand-
oyingar á Sandi áttu at verið
uppgávur, sum oddaliðið
væl og virðiliga megnaði.
Og so verður spurningurin,
um klaksvíkingar longu
hava mist alt á gólvið, tá teir
í sætta umfarinum koma í
Gundadal.
Mótvindur í Klaksvík
Undan
kappingarbyrjan
hevði eingin roknað við, at
klaksvíkingar skuldu kenna
tað sum ein lætta, at teir í
triðja umfarið komu á stig-
atalvuna eftir javnleik á
heimavølli móti VB. Í
Klaksvík vóru tey ikki nøgd
sunnukvøldið, men tapið
fríggjakvøldið móti VB gav
eina kenslu av, at tað eisini
kundi kiksa sunnudagin, og
so var javnleikurin á onkran
hátt ein lætti.
Enn eru nógv stig at spæl-
a um, men tað er ein roynd-
ur lutur, at komandi vik-
urnar fara at hava sera stór-
an týdning fyri KÍ. Sunnu-
dagin skulu teir spæla í Gøt-
u, so kemur B68 at vitja, og
so skulu teir vitja B36!
Kanska kann tað vera ein
uggi fyri klaksvíkingar at
finna í høgtølunum. Tá KÍ í
1991 vann fyrsta FM heitið
í 19 ár, gekk striltið fyrstu
umførini. Teir taptu 1–0
móti NSÍ (tað hava teir
eisini gjørt í ár), teir spældu
2–2 móti VB (tað hava teir
eisini gjørt í ár), og ta ferð-
ina var úrslitið móti MB á
heimavølli 0–0. Tað var ikki
fyrrenn í fjórða umfarinum,
at klaksvíkingar í 1991
vunnu.
Trýstið er stórt, nú KÍ fer
til Gøtu. Trýstið er eisini
stórt á GÍ, sum meiri enn
hálvkiksaði á Sandi, men
trýstið er størri á KÍ, sum
tað hevur verið roknað so
nógv meiri við í ár, enn tað
hevur verið roknað av GÍ.
Tá úrtøkan er soltin, fær
tosið, um hvat átti at verið
øðrvísi, bein at ganga á.
Venjarin frá í fjør hevur úr
USA sent heilsanir til við-
haldsfólkini og spælararnar.
Hetta kann ivaleyst tulkast
á ymsan hátt, men at sá-
larliga nærveran hjá gamla
venjaranum tyngir um ar-
beiðið hjá nýggja venjara-
num og ivaleyst eisini hjá
nevndini, er neyvan nakað
at ivast í.
Í fjør vóru skaðarnir fáir
ella eingir. Í ár hava teir
verið nógvir, og tað ger ikki
hýrin betri. Fótbóltsprátið er
altíð nógv í Klaksvík, men
fyritreytirnar at práta eru
øðrvísi nú, enn tær vóru í
fjør!
Sumbingar illa sperdir
B71 og Sumba hava verið
mett sum mest uppløgdu
boðini uppá niðurflyting.
Sandoyingar hava higartil
skavað fýra stig saman,
meðan sumbingar eru sørir.
Í sætta umfarinum fær Sum-
ba vitjan av B71, og um
sandoyingar ta ferðina fáa
øll stigini fer tað at síggja
heilt illa út hjá Sumba.
Undan kappingarbyrjan
varð roknað við, at vága-
liðið skuldi standa seg betri,
enn vágamenn áður hava
gjørt í bestu deildini. FS
Vágar hevur ikki staðið seg
væl, og stóri ósigurin í Gun-
dadali móti B36 leggur eitt
stórt trýst á teir. Sunnudagin
fáa teir í Sørvági vitjan av
HB. Í steypakappingini stóð
FSV seg væl móti HB, men
síðani tá hevur tað gingið
rætta vegin hjá HB, sum
ikki enn hevur tapt.
NSÍ hevur heldur ikki tapt
higartil. Sunnudagin skulu
teir til Vágs, og tá fáa teir
møguleika at hevna 0–2
tapið á heimavølli í steypa-
kappingini.
Vágbingar
prógvaðu
í
Klaksvík
fríggjakvøldið og sunnu-
dagin, at teir framvegis ætla
sær at vera meiri enn ka-
nónføði.
JH
Á myndini er tað leikandi sviin hjá B36, sum liggur skerflatur, men tá avtornaði vóru tað vágamenn, sum lógu eftirá,
eins og øll mótstøðuliðini hjá B36 hava gjørt tað higartil í kappingarárinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Hjá KÍ hevur hinvegin ikki gingist nakað serligt, og nú
man trýstið merkjast hjá leikarum og venjara
Mynd: Sáh
Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevði aðalfund um viku-
skiftið. Tveir nevndarlimir
stóðu fyri vai, og vórðu teir
báðir afturvaldir.
Nevndin skipaði seg eftir
aðalfundin, og hon heldur
fram óbroytt. Vilhelm M.
Johannesen er formaður, og
Kristoffur Laksá er næst-
formaður. Hinir nevndar-
limirnir eru Johan Páll Joen-
sen, Magni Arge, Leivur
Michelsen,
Gudmundur
Føroya Arbeiðsgevara-
felag havt aðalfund
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund fríggjadagin.
Nevndin varð afturvald
EDVARD JOENSEN
Fyrsta føroyska virðis-
brævameklarafelagið,
Kaupthing Føroyar Virðis-
brævameklarafelag
P/F,
varð stovnað í gjár.
Á tíðindafundi fyrrapartin
í gjár varð upplýst, at ís-
lendska felagið Kaupthing
HF og Føroya Sparikassi
høvdu stovnað Kaupthing
Føroyar Virðisbrævamekl-
arafelag P/F við 12 milli-
ónum krónum í partapen-
ingi. Býtið er 51% til íslend-
ingar og 49% til Føroya
Sparikassa.
Treytin fyri at stovna fel-
agið var, at partapeningurin
var minst ein millión Evrur,
ella góðar sjey milliónir
danskar krónur. Roknað
verður við, at felagið kemur
í gongd av álvara einaferð í
summar, tá øll loyvi til virk-
semið, ætlanin er at fara
undir, eru klár.
Nú skulu pengarnir til arbeiðis
Føroya Sparikassi og íslendski íløgubankin Kaupthing HF stovnaðu í gjár fyrsta føroyska
virðisbrævameklarafelagið, sum eitur Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F
Forstjórin í Kaupthing HF
í Íslandi, Sigurður Einars-
son er nevndarformaður í
nýggja føroyska felagnum.
Marner Jacobsen, forstjóri
í Føroya Sparikassa er næst-
formaður. Hinir nevndar-
limirnir eru Johnie Brøgger,
frá Kaupthing í Luxem-
bourg, Bjarni Olsen, stjóri í
Føroya Sparikassa og Jógv-
an Páll Lassen, advokatur.
Stjóri í nýggja føroyska fel-
agnum er Peter Holm, sum
eisini var stjóri í Kaupthing
í Føroyum, áðrenn Føroya
Sparikassi kom uppí.
Nevndarformaðurin
í
Kaupthing Føroyar Virðis-
brævameklarafelag
P/F,
Sigurður Einarsson, for-
stjóri í Kaupthing HF, sigur,
at ein grund til, at teir júst
valdu at fara í samstarv við
Føroya Sparikassa er, at
Føroya Sparikassi longu
frammanundan hevur eitt
rættiliga gott kundanet í
Føroyum.
Føroya Sparikassi hevur
samband við at kalla hvørt
mansbarn í landinum so ella
so. Soleiðis skuldi tað eisini
hin vegin verið lættari hjá
føroyingum at fingið sam-
band við Kaupthing Føroy-
ar Virðisbrævameklarafelag
P/F, sigur hann.
Kaupthing HF hevur ikki
havt samráðingar við aðrar
møguligar samstarvsfelagar
í Føroyum enn Føroya
Sparikassa, sigur Sigurður
Einarsson.
Tað er við í avtaluni mill-
um Føroya Sparikassa og
Kaupthing HF, at Føroya
Sparikassi skal hava møgu-
leika at keypa seg inn í ís-
lendska felagið, sigur Marn-
er Jacobsen, forstjóri í Før-
oya Sparikassa. Og hóast
tað ikki er nøkur treyt, ligg-
ur tað líkasum í kortunum,
at Sparikassin eisini fer at
gera tað, sigur hann.
Hjá íslendska felagnum
starvast 180 fólk í Íslandi,
meðan tað á deildunum utt-
anlands, til dømis í Luxem-
bourg, Svøríki og USA
starvast onnur 30 fólk. Hjá
Kaupthing Føroyar Virðis-
brævameklarafelag P/F fara
trý fólk at arbeiða at byrja
við. Men gongur, sum teir
vóna og vænta, fer starvs-
fólkatalið at økjast nakað
skjótt. Kaupthing Føroyar
Virðisbrævameklarafelag
P/F fer at halda til í um-
sitingarbygninginum hjá
Føroya Sparikassa við Ting-
húsvegin. Kaupthing hevur
leigað bygningin, nú Føroya
Sparikassi flytir yvir til
Strond í gamla Fiskasølu-
bygningin.
Síðan Kaupthing byrjaði
virksemið í Føroyum 1.
mars í ár, er undirtøkan
støðugt vaksin, sigur Peter
Holm, stjóri í Kaupthing
Føroyar Virðisbrævamekl-
arafelag P/F. Í dag umsitir
felagið eina milliard krónur
fyri ymsar kundar. Men sum
vera man ætlar stjórin at
økja virksemið og fáa fleiri
kundar. Og fyrsta stigið
tann vegin er nýggja fel-
agið, sum nú er stovnað.
Í hesum sambandi varð
nevnt á tíðindafundinum -
uttan at tað kortini varð vátt-
að - at mett verður, at einar
fimm-seks milliardir før-
oyskar krónur eru úti á
fremmandum
peninga-
marknaðum til arbeiðis. Og
tann partin vil leiðslan í
Kaupthing Føroya Virðis-
brævameklarafelag P/F feg-
in fáa heim í teirra felag at
arbeiða við.
At tað júst vóru Føroya
Sparikassi og Kaupthing
HF, sum fóru í samstarv, er
einki ónatúrligt í, sigur
stjórin í Føroya Sparikassa.
Kaupthing HF er fyritøka,
sum íslendskir sparikassar
eiga.
Eitt virðisbrævameklara-
felag - á donskum børs-
mæglerselskab - er felag,
sum stutt og greitt skal fáa
pengarnar hjá fólki og fyri-
tøkum at arbeiða og kasta
aðrar pengar av sær, sigur
Peter Holm, stjóri í Kaup-
thing Føroyar Virðisbræva-
meklarafelag P/F.
Nýggja felagið fer at ráð-
geva privatfólki og feløg-
um um handil við virðis-
brøvum, sigur Peter Holm.
Sum dømi nevnir hann, at
Kaupting Føroyar Virðis-
brævameklarafelag P/F fer
at selja íløgufeløg, har fólk
kunnu seta pening í, sum so
víðari verður settur í onnur
feløg. Sum til dømis við at
keypa partabrøv á altjóða
partabrævamarknaðinum.
Tað er soleiðis, at tú sum
privatpersónur kanska ikki
hevur tær heilt stóru nøgd-
irnar at handla við, men tá
fleiri taka seg saman í eitt
felag, kann hetta felagið
spjaða íløguna víðari, og
íleggjarin fær so vinning
aftur eftir egnum innskoti.
Soleiðis ber eisini til at
sleppa undan, at allur pen-
ingurin verður lagdur á ein-
um stað, men spjaddur á
ymsar marknaðir. Av tí
sama minkar tapsvandin
eisini beinanvegin, sigur
Peter Holm.
Og tað verður lætt hjá før-
oyingum at fara á parta-
brævamarknaðin í Tokyo
ella Frankfurt. Í deildini við
Norðskála fer at bera til at
seta pening í eitt íløgufelag
hjá Kaupthing Føroya Virð-
isbrævameklarafelag P/F,
sum so aftur brúkar peng-
arnar hjá tær at keypa parta-
brøv í einumhvørjum týsk-
um banka ella japanskari
bilverksmiðju.
Gongdin aðrastaðni hevur
verið seinnu nógvu árini, at
gingið er frá at hava pen-
ingin standandi á bók, men
ístaðin at seta hann í parta-
brøv, sum arbeiða á markn-
aðinum og vinna pening
innaftur. Og tað er hesa
gongdina,
Kaupthing
Føroyar Virðisbrævamekl-
arafelag P/F fer at royna at
fáa føroyingar inní.
Mortensen og Bergur Poul-
sen.
Á aðalfundi hjá Arbeiðs-
gevarafelagnum verða stór
vinnumál og samfelagsmál
annars umrødd, sum
vitiligt er. Og aðalfundurin
gjørdi eisini nøkur heilt
konkret vinnupolitisk
tilmæli, sum til ber at lesa
á heimasíðuni hjá Føroya
Arbeiðsgevarafelag á Int-
ernetinum. Adressan er:
www.industry.fo
Nevnd verða til dømis út-
bjóðing av almennum upp-
gávum, fiskivinnupolitikk-
urin, barnaansing, møgu-
leiki fyri inntøkujavning í
skatti og Føroyar sum kunn-
ingarsamfelag.
Tíðindablaðið Sosialurin
fer seinni at gera meira burt-
ur úr ársfrágreiðingini hjá
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
ej
Leiðslan í Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag P/F á tíðindafundi í Føroya Sparikassa í gjár. Frá vinstru: Johnie Brøgger, nevndarlimur,
Sigurður Einarsson, nevndarformaður, Peter Holm, stjóri, Marner Jacobsen, næstformaður og Bjarni Olsen nevndarlimur. Fimti nevndarlimurin er
Jógvan Páll Lassen. (Mynd: Jens Kristian Vang)