Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 JÁKUP MØRK B36-FS Vágar 6-1 (3-0) Tá vágamenn sunnudagin løgdu leiðina til Havnar, mundi tað vera við vónum um eitt líkinda úrslit. Ikki tí, B36 hevði higartil í kapp- ingarárinum sýnt gott fót- bóltsspæl, og teir høvdu eis- ini vunnið teir báðar dystir- nar, sum teir higartil høvdu leikt. Hinvegin hevði FS Vágar eisini sýnt góðar takt- ir, bæði í lands- og steypa- kapping, so tað mundi helst ikki vera nakar, sum vænt- aði, at talan skuldi gerast um eina rættuliga uppvísing frá oddaliðnum. Ætlanin fór fyri skeyti Ta dysturin var liðugur, vísti máltalvan, sum rættuliga sigandi stendur beint við tennisvøllin, at heimaliðið hevði fingið seks mál, með- an gestirnir bert fingu tað eina. At talan sostatt skuldi ger- ast um rættligan stórsigur, vóru helst fleiri orsøkir til. Ein hin størsta mundi tó ver- a, at tað tóktist eins og vága- menn høvdu ov stóra virð- ing fyri heimaliðinum. Í øllum førum løgdu teir sera varliga fyri. Helst við tí fyri eygað at forða vanda- miklu álopsleikarunum hjá B36 at gera nakað um seg, men longu eftir 12 minutt- um varð henda spæliætlan oyðiløgd. B36 hevði frí- spark í vinstru síðu, bólturin varð rullaður nakað útfrá til Mikkjal Thomassen, sum royndi seg við skotið. Skot- ið var hart, men hels hevði eingin vandi verið á ferð, um ikki Jens Kristan Han- sen stakk høvdið fram, og á tann hátt beindi bóltin upp í málhornið. Vágamenn tóktist nakað ráðaleysir, nú spæliætlanin varð oyðiløgd somikið tíð- liga. Verjuspælið var nú ikki eins konsentrerað, sum í byrjanini, og fram eftir vøll- inum hendi heldur ikki tað stóra. Ikki tí, álopsleikarar- nir royndu sítt, men teir fingu alt ov lítlan stuðul frá miðvøllinum, og varð upp- gávan hjá B36 verjuni so- statt lættari enn neyðugt. Betri varð støðan ikki av, at John Petersen tvær ferðir innan lítið korter slapp at royna seg frá 11-metra blettinum, og báðu ferðirnar góvu royndirnar mál. Fyrra brotssparkið kom eftir at hond hevði verið á bóltinum inni í brotsteigi- num, meðan seinna brots- sparkið varð dømt, eftir at Ronnie Samuelsen varð togaður niður, tá hann royn- di at fáa høvdið á eitt inn- legg úr høgru síðu. Stutt fyri seinna brots- sparkið kundi John Johan- sen minkað um munin, tá hann gjørdist púra leysur innanfyri B36-verjuna. Hevði royndin givið mál, kundi talan kanska verið um ein heilt annan dyst, men Tróndur Vatnhamar kom væl út úr málinum, og megnaði at verja fyri. Ístaðin gjørdist støðan stutt eftir 3-0 til heimaliðið, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Kundi verið meira Hetta var eisini sjónligt, tá liðini fóru á vøllin til seinna hálvleik. Vágamenn royndu nú at sleppa sær nakað nið- an á vøllin, men aloftast gekk spælið ov seint til at gerast rættuliga vanda- mikið. Hinvegin hevði B36 nú hópin av møguleikum at ø- kja um leiðsluna. Ronnie Samuelsen gjørdi tað til 4- 0, tá hann hegnisliga tamdi bóltin inni í brotsteiginum, áðrenn hann varð sendur flatt við handara stólpa. John Petersen fekk sítt hat- trick, tá hann ótarnaður slapp at seta høvdið á eitt frísparksinnlegg frá Mikkjali Thomassen, og innskiftið Kenneth Jacob- sen mundi gera vakrasta málið í dystinum, tá hann staddur beint uttanfyri brotsteigin hálvfluktaði ein returbólt upp í handara mál- horn. Stutt undan seinasta B36- málinum hevði Tór-Ingar Akselsen minkað um mun- in. Hetta hendi eftir deyð- bóltsstøðu, sum sær út til vera nakað serliga hjá vága- monnunum. Ari sendi hart og skrúvandi innfyri, og meðan Tróndur stóð og bíð- aði eftir bóltinum, setti Tór- Ingar fótin á. Umframt málini, hevði B36 hópin av møguleikum, so sigurin kundi lættliga verið nógv størri. Tað tóktist tó sum um leikararnir vóru nøgdir við sýnda avrikið, og tá mótstøðumenninir so at siga høvdu givið skarvin yvir, kom hvørki sigurin Lærdómin ríkari 1. deild: FS Vágar fekk eingi stig við sær aftur úr Havnini, men hinvegin fingu teir undirvísing í, hvør munur er á at spæla fyrstu- og aðrudeildarfótbólt ella støddin av hesum í rættuligan vanda. Fingu lærdómin við Sostatt fóru vágamenn úr Gundadali sum av torvheið- um. Heilt tómhentir fóru teir tó ikki, tí við sær fingu teir í øllum førum dýran lærupening um, hvussu stóru munurin er á bestu og næstbestu fótbóltsdeildini. Møguliga var talan bert um ein ringan dag hjá FS Vágum, men í øllum førum fingu teir staðfest, at teir ikki fáa nakað sum helst for- erandi, tá spælt verður á hesum støði. Tað vilja altíð koma dystir, har rættuligt glið ikki kemur á spælið, men tá er neyðugt at bróa upp um armar, og nýta stríðsviljan, har fótbólts- spælið ikki røkkur. Hetta gloymdu leikararnir hesu ferð, og sum nevnt, so máttu teir eisini gjalda dýr- an lærupenga fyri hetta. Málið hjá vágaliðnum er tó fyri fyrst at stabilisera seg í bestu deildini, og helst kunnu teir ugga seg við, at tað neyvan verða fleiri av kappingarneytunum, sum taka stig í Gundadali, so í so máta var hetta kanska ikki býttasta staðið at rinda hesar lærupengar. Stevna einsamallir avstað Sigurin hjá B36 hevði, sam- an við úrslitunum í hinum dystunum, við sær, at yngra høvuðssatðarliðið nú er ein- samalt á odda í bestu deild- ini. Undan kappingarársbyr- jan mundu tað ikki vera nógv av viðhaldsfólkunum, sum høvdu somikið høgar vónir um lið sítt, og hóast tað enn er nakað stutt útliðið á fótbóltsárið, so byrjar liðið longu nú at líkjast einum góðum boðið til í øllum før- um luttøku í toppstríðnum. Upp á stutta tíð hevur svenski venjarin fingið sett eitt vælspælandi lið saman, men grundarlagið undir hesum byggir í stóran mun á gamlar dygdir, so sum stríðsfúsni og samanhald. So at siga allir mans arbeiða hart fyri liðnum, og hetta viðførdi, at teir í stórum parti av dystinum fingu lagt eitt rættuliga áhaldandi trýst á vágaliðið. Talan var tó kanska um eina bíliga bakgrund sunnu- dagin, men stigini, sum lið- ið hevur fingið higartil, verða so ikki tikin frá teim- um. B36-FS Vágar 6-1 (3-0) 1-0 Jens Kristian Hansen 12. 2-0 John Petersen 27. (br.) 3-0 John Petersen 40. (br.) 4-0 Ronnie Samuelsen 48. 5-0 John Petersen 73. 5-1 Tór Ingar Akselsen 76. 6-1 Kenneth Jacobsen 86. Dómari: Lassin Isaksen B36: Tróndur Vatnhamar - Her- bert í Lon Jacobsen, Egil Zachariasen, Mikkjal Tho- massen - Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni - John Petersen, Ronnie Sam- uelsen, Jákup á Borg FS Vágar: Remigius Mikoliunis - Emil Hentze, Zilvanius Zudus, Darius Magdisauskas, Jon- svein Olsen - Rimvydes Ba- kus, Albert Ari Thomassen, Hannus Olsen, Tór-Ingar Akselsen - Birgir Joensen, John Johansen Hóast nógv hevur verið tosað um møguligar komandi málverjar hjá B36 hetta kappingarárið, so prógvaði Tróndur Vatnhamar sunnudagin, at talan als ikki er um nakran stóran trupulleika hesum viðvíkjandi Mynd: Álvur Haraldsen John Johansen einsamallur móti B36 málinum. Møgueikin varð misnýttur, og tá B36 stutt eftir hetta fekk brotsspark, var dysturin so at siga avgjørdur Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK B71-GÍ 2-2 (2-0) Undan kappingarársbyrjan vóru helst mong, sum høv- du hug at seta B71 skeivu megin niðurflytingarstrik- una, tá gitt varð um, hvussu ymsu liðini fóru at standa seg í 2000-útgávuni av landskappingini. Nú trý umfør eru leikt, hava sandoyingar tó longu ognað sær fýra stig, og hav- andi mótstøðuliðini í dyst- um í huga, er als ikki ó- hugsandi, at samlaða úrtøk- an fer at verða ivaleysa góð til at bjarga teimum lívið í fremstu deildini. Tá teir fyri viku síðani vunnu í Vági, skuldi tó eitt málmansavrik av teimum heilt stóru til, áðrenn stigini vórðu bjargað, og við góð- ari hjálp frá Waldemar No- wicki, var tað um reppið, at teir eisini fingu fulla úrtøku burtur úr dystinum á Sandi móti GÍ. B71 fekk málini Gongdin í dystinum sunnu- dagin var hin sama, sum hon so ofta hevur verið, tá B71 er annað liðið á vøll- inum. Við skilagóðum verju- spæli royndu teir at byrgja fyri gøtuálopunum, fyri síð- ani at satsa upp á kvik mót- álop, har bólturin við fáum millumstøðum skal fáast niðan í brotsteigin hjá mót- støðuliðnum. Hetta spæl hevur fyrr ver- ið viðvirkandi til fleiri góð- ar sigrar, og hóast liðið ikki er eins sterkt, og tað var í eitt nú 1989, so er hetta framvegis ein uppskrift, sum kann kasta nøkur stig av sær. Í Waldemar hevur liðið eisini ein sera tryggan aft- asta skansa, og sunnudagin prógvaði hann enn einaferð, at aldurin er eingin forðing hjá einum málverja. GÍ hev- ði nevnliga bóltin rætutliga fittan part av tíðini fyrstu trý korterini, og teir megn- aðu eisini at leika seg fram til nakrar góðar møguleikar. Pólverjin vardi tó fyri tí, sum kom, og ístaðin kundi sandoyingar tvær ferðir skjóta bóltin í málið. Fyrsta málið kom, tá góð- ir 20 minuttir vóru leiktir. B71 átti fríspark í høgru síð- u, og tá bólturin varð sendir innfyri, var Jógvan Jón hægstur, og kundi hann beina bóltin í málið til 1-0. Tíggju minuttir seinni var aftur vandi á ferð framman fyri GÍ málið. Eftir skjótt mótálop varð bólturin stungin fram til nýggja leik- aran hjá B71, danan Alex Nielsen, sum við skjótleika sínum slapp inn um GÍ ver- juni, og hegnisliga lobbaði hann bóltin upp um Sunn- vard Joensen, sum kanska var nakað uttarlaga staddur. GÍ átti alt Høvdu gøtumenn havt eitt hampuligt trýst á sandoy- ingar í fyrra hálvleiki, so var hvaðna verri hjá heimalið- inum í seinna. Frá teirri løtu teir komu á vøllin eftir hálvleikssteðgin, áttu gøtumenn so at siga alt spælið. Sandoyingar løgdu seg kanska ótilvitað ov aft- arliga á vøllinum, og hetta viðførdi eisini, at konstruk- tivum kontraspæli var lítið og einki av seinnapartin av dystinum. Gøtumenninir fingu eisini hópin av málmøguleikum burturúr trýstinum, og tá níggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, hevði Súni Olsen minkað um munin. Hetta hendi tá gøtu- menn vunnu bóltin á mið- vøllinum, og beinanvegin varð Súni leiktur leysur. Staddur nakað til vinstru á brotsteigarmarkinum lang- aði hann til, og bólturin sat í netinum uttan møguleika hjá Waldemar. Sum nevnt, so høvdu gøtumenn fleiri heilt góðar møguleikar eftir hetta, men framvegis vardi Waldemar fyri so at siga øllum, og var tað ikki fyri einum ótrúlig- um máli frá Bartali Eliasen, so vóru øll stigini verandi á Sandi. Staddur einar 30-40 metrar úti frá málinum royndi Bartal seg við lang- skotið, og í eini beinari linju fór bólturin heilt upp í mál- hornið. Waldemar mundi tó eisini bjargað hesi royndini, men av Sandi frætta vit, at hevði hann megnað at vart fyri hesum, so høvdu tey helst verið noydd at reist eina standmynd av pólver- janum, somikið hart og gott var skotið hjá Bartali. Er á eini leið Sandoyingarnir hava nú fingið fýra stig burtur úr teimum trimum fyrstu dyst- unum, og hetta munnu teir eisini vera nøgdir við, hav- andi mótstøðuliðini í huga. Hetta ásannaði liðskipari teirra, Eli Hentze, eisini eftir dystin sunnudagin, men kortini iðraði hann seg um, at teir ikki høvdu fingið meira burtur úr teimum báðum heimadystunum, sum teir higartil hava leikt. - Móti HB taptu vit tepurt, og her varð tað so javnleik- ur, hóast vit í hálvleikinum vóru á odda við tveimum málum. Hinvegin vóru vit undir einum øðiligum trýsti í Vági, so samanumtikið mugu vit nokk vera nøgdir, segði Eli um gongdina hig- artil. Eru sandoyingar nøgdir um úrtøkuna higartil, so munnu gøtumenn ikki sita við heilt somu kenslu. Ikki tí, undan kappingarársbyr- B71 misti í evstu løtu Tað var um reppið, at sandoyingar fingu fulla úrtøku annað vikuskiftið á rað, men við einum ótrúligum langskotið frá Bartali Eliasen megnaði GÍ at fáa annað sigið við heimaftur jan vildu teir vera við, at teir helst ikki fóru at verða eins eyðsýndir í ár, sum teir hava verið í nítiárunum. Hinveg- in er ongantíð stuttligt at vera í miðjuni, tá tú ert van- ur at halda til ovarlaga á stigatalvuni. Enn er tó stutt útliðið á árinum, og um eina viku hava gøtumenn so aftur ein møguleika at toga seg na- kað upp eftir stiganum. Tal- an verður tó ikki um nakra lætta uppgávu, tá verandi føroyameistararnir úr Klaksvík koma á vitjan. Higartil hava klaksvíking- arnir tó ikki sýnt nakað meistaraspæl enn, og við sigri á KÍ kann GÍ enn eina- ferð prógva, at teir eisini eiga at roknast við, tá tosað verður um, hvussu málm- urin skal býtast hetta kapp- ingarárið. B71-GÍ 2-2 (2-0) 1-0 Jógvan Jón Petersen 21. 2-0 Alex Nielsen 31. 2-1 Súni Olsen 54. 2-2 Bartal Eliasen 79. Dómari: Oddmar Andrea- sen B71: Waldemar Nowicki - Bern- hard Petersen, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen - Rúni í Soylu, Kári Sørensen, Jul- ian Florescu, Eli Hentze, Kári Nielsen - Høgni Han- sen, Alex Nielsen GÍ: Sunvard Joensen - Áslakur Petersen, Bartal Eliasen, Martin Thomsen, Súni Ol- sen - Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Pauli Jarnskor - Henning Jarnskor, Helgi L. Petersen, Rúni Justinus- sen Sandoyringar royndu frá byrjan at leggja stóran dent á verjupartin, har Jón Brekku hevði til uppgávu at stýra Mynd: Jonhard Hammer leiðis at tað aftur stóð á jøvnum, tá farið varð til hálvleiks. Aftur Heini Í seinna hálvleiki gekk rættuliga javnt á, og bæði liðini royndu at fáa sær málið, sum kundi koppað dystinum til egnan fyri- mun. Líkt var tó ikki til, at nøkur avgerð skuldi fella, men móti endanum av dystinum var heini aft- ur á rætta staðnum. Janus Rasmussen royn- di seg við skotið útifrá, sm Pól Næs Joensen hálvbjargaði. Bólturin støkk út aftur í spæl, og eftir at málverjin í tveim- um atløgum fekk vart fyr- i, megnaði Heini at enda at seta seinasta fót á, so- leiðis at gøtumenn nú vóru á odda. Gøtumenn megnaðu eisini at halda skansan, tað sum eftir var av hálv- leikinum, og sostatt ogn- aðu teir sær fyrstu stigini á árinum. Skula halda fast Fyri bæði liðini er aðal- málið helst at teljast mill- um átta tey ovastu liðini, tá avtornar, og hetta man helst eisini fara at eydnast teimum. GÍ liðið telur fleiri leik- arar við drúgvum royn- dum frá fyrstudeildarfót- bólti, og hetta átti at borg- að fyri nóg stórum støðu- festi til varveitslu av sess- inum, B36 liðið hevur ikki somu royndirnar, men hinvegin eru evnini og orkan somikið góð, at tal- an helst skuldi blivið til fleiri stig, soleiðis at eis- ini teir kunnu halda sessin í deildini. GÍ-B36 2-1 (1-1) 0-1 Rógvi Róin 1-1 Heini Heinason 2-1 Heini Heinason Rutinan sigraði JÁKUP MØRK GÍ-B36 2-1 (1-1) Vónirnar hjá B36 um stig í Gøtu mundu vera hamp- uliga góðar, eftir sannfør- andi avrikið móti KÍ fyri viku síðani. Spælið tað ferðina bendi í øllum før- um ikki á, at liðið ætlar sær niður aftur í triðju deild fyribils, og tá gøtu- menn samstundis ikki tykjast hava nakra stóra breidd í sínum leikara- hópi mundu havnarmenn- inir vera favorittar, tá teir leygardagin skuldu á vøll- in í Gøtu. Byrjaðu bragdliga B36 liðið er fyri tað mesta mannað við ungum og evnaríkum leikarum, og hesir fóru við fullum huga til verka móti GÍ, sum ikki hevði eitt heilt so ungt lið til dystin. At byrja við var eisini líkt til, at kviku ungling- arnir hjá B36 vóru ein ov stóru biti fyri gøtumenn- inar, og teir leiktu seg eis- ini fram til góðar møgu- leikar. Mál fingu teir tó bert eitt, tá Rógvi Róin varð leiktur púra leysur, og einsamallur við málver- janum kundi skjóta bóltin í málið. Frammanundan hesum hevði Rógvi ann- ars havt ein risa møgu- leika, men í evstu løtu fekk verjuleikari hjá GÍ vart fyri. Hóast ringu byrjanina, so mistu GÍ leikararnir á ongan hátt mótið. Liðið telur fleiri royndar leik- arar, og við hesum á odda royndu gøtumenninir nú at stríða seg innaftur í dystin. Tað eydnaðist teimum eisini at javna, tá skjóti Heini Heinason varð leiktur leysur í høgra borði. Hann gjørdi skjótt av og langaði bóltin fram- við B36 málverjanum, so- 2. deild: GÍ fekk fyrstu stigini í ár, tá teir vunnu heimadystin á B36