Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 Tað stendur einki til í Klaksvík 1. deild: Spælarar og áskoðarar fóru vónbrotnir av vøllinum, eftir at tað fim- ta dystin á rað ikki eydnaðist KÍ at vinna KÍ-VB 2-2 (0-1) Fimta dystin á rað mátti KÍ fara av vøllinum uttan at vinna. Hesaferð var tað landskappingardysturin móti VB, sum endaði við javnleiki. Bæði KÍ og VB høvdu gjørt broytingar á liðnum, sum spældi steypadystin fríggjakvøldið. Hjá VB vóru bæði Tórur Holm og Jóan Pauli Olsen við frá byrjan. Hjá KÍ sótu verjuspæla- rarnir Jan Andreasen, And- zrey Pacek og John Ryan uttan fyri við skæðum, og tað merkti, at Tomislav Si- vic setti unga Kristian á Lakjuni at spæla aftasti maður. Hetta var fyrstu ferð, at ungi spælarin spæl- di landskappingardyst í 1. deild, men hann kom væl frá fyrstu royndini. Í álopinum var pláss fyri Leon Bjartalíð, sum eisini er ein av ungu spælarunum í felagnum. Hann spældi eisini fyri fyrstu ferð lands- kappingardyst í 1. deild. VB á odda Dysturin byrjaði við spæli aftur og fram. KÍ hevði lítla yvirvág, men VB var alla- tíðina klárt at leypa á. Álopsmenninir, Robert Cieslewicz og Krzystof Popczynski, vóru arbeiðs- samir, og teir skaptu onkrar kjansir inn ímillum. Tað var eisini annar av hesum, sum setti hol á mál- skjótingina. KÍ-verjan fekk bara rudda ein bólt hálv- gum burtur, og var Robert Cieslewicz á rætta stað- num, og hann sendi við ein- um neyvum skoti bóltin í málið til 1-0 til VB. Hetta fekk klaksvíkingar at ressast at sindur, og tað var um reppið, at teir javn- aðu, tá Niclas Niclasen eftir eina hornasparksstøðu sendi bóltin í tríkantin og út. Gunnar á Steig í KÍ-mál- inum hevði einar tvær góð- ar bjargingar, og einu ferð- ina var eitt VB-mál annu- lerað fyri rangstøðu. Marek spældi væl Eftir hálvleikssteðgin royn- di KÍ at yvirtaka miðvøllin, og teir høvdu nógv spæl. Marek Vierzbicki, sum var besti maður á vøllinum, stríddust sum ein úlvur, og hann var alla tíðina við í álopsspælinum hjá KÍ. Í fyrra hálvleiki hevði hann einar fýra langskotsroyndir, men í seinna hálvleiki royn- di hann at fáa KÍ-spælið at glíða. KÍ javnaði, tá ein Heðin á Lakjuni sendi ein høgan bólt í brotsteigin hjá VB. Bólturin rakti onkran á veg- num, og tá bólturin lendi í brotsteiginum, var Arnold Joensen eina tonn fram- manfyri Bjarna Johansen í VB-málinum, og hann sen- di stillisliga bóltin fram við Bjarna og í málið til 1-1. Tá kom lív í áskoðara- fjøldina, og spælararnir á heimaliðnum vóru ágang- andi næstu minuttirnar. VB kláraði tó at standa ímóti, og síðani vóru tað alt í ein- um teir, sum løgdu seg á odda. Ein KÍ-verjumaður royndi at snýta spælandi venjaran hjá VB, Krzystof Popzcynski, men kiksaði. Popczynski gjørdist púra leysur, og so sendi hann bóltin fram við Gunnari og í málið til 2-1. Stutt aftaná málið javnaði KÍ enn einaferð. Arnold sendi hornaspark inn í brotsteigin, VB-málverjin slapp ikki fram at, og tá bólturin datt niður stutt utt- anfyri málteigin, var Ovi Nysted har og sendi bóltin í málið til 2-2. Onkrir kjansir Enn eina ferð kom ferð á heimaligu, men tað vardi bara eina løtu. Seinasta partin av dystinum var VB væl við í dystinum, hóast tað var heimaliðið, sum fekk besta møguleikan at skora, tá Arnold Joensen gjørdist leysur eftir eitt inn- legg. Men hann sendi skot- ið úr nakað spískum vinkli upp um málið. KÍ fekk eisini eitt mál kolldømt fyri rangstøðu í seinna hálvleiki. Dysturin endaði sostatt við javnleiki 2-2, og tað mundi verða nøkunlunda rættvíst, tá hugsað varð um spælbýtið og málmøguleik- ar. Kanska áttu teir á heima- liðnum at havt vunnið dyst- in, men VB’arnir kundu verða væl nøgdir við sítt avrik. Seinastu løtuna av dyst- inum mátti VB spæla við 10 monnum, eftir at Janus Kjærbo fekk reyða kortið, men tað nervaði ikki VB- liðið. Fyri KÍ var tað ikki nøkt- andi, at liðið bert fekk javn- leik burtur úr dystinum. KÍ hevur nú fingið eitt stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar, og tað er langt frá tí, sum teir í Klaksvík høvdu ætlað sær. Næstu ferð spælir KÍ í Gøtu móti GÍ, og tá er tað næstan við at vera seinasta útkall hjá klaksvíkingum, skulu teir við í oddastríðið í ár. EK KÍ-VB 2-2 (0-1) 0-1: Robert Cieslewicz 1-1: Arnold Joensen 1-2: Krzsytof Popzcynski 2-2: Ovi Nysted Dómari: Niklas á Líðarenda KÍ: Gunnar á Steig – Harley Bertholdsen, Niclas Nicla- sen, Kristian á Lakjuni, Ovi Nysted, Heðin á Lakjuni – Jan Joensen, Marek Vierz- bicki, Rógvi Jacobsen – Ar- nold Joensen, Leon Bjarta- líð VB: Bjarni Johansen – Tórur Holm, Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Jóan Pauli Olsen – Magni Jacobsen, Mikael í Lágabø, Milan Kuljic – Robert Cieslewicz, Krzy- stof Popczynski JÁKUP MØRK HB-Royn 5-0 (2-0) Tá Royn fyri viku síðani tapti fyri EB/Streymi, vóru fleiri hvalbingar, sum hildu fyri, at leikarar teirra høvdu ein stóran trupulleika framman fyri mótstøðumálinum. Í dystinum móti HB varð hesin trupulleikin eisini staðfestur, og sum dysturin leið, tóktist tað eins og leikararnir hjá Royn vóru nervaðir av hesum. Høvdu møguleikarnar Hóast tølini boða frá ein- um greiðum heimasigri, so var tað nevnliga Royn, sum fyrstu løtuna hevði greiða yvirvág, bæði í spæli og møguleikum. Einar tvær ferðir var eisini talan um risa møguleikar, har bólturin nærum dansaði inni á HB mállinjuni, men brádliga tók dysturin eina knappa vend. Uni Mortensen fekk bóltin á miðjum vølli, og uttan at steðga á, helt hann beina leið fram við fleiri Royn leikarum, áð- renn hann einsamallur við málverjanum setti bóltin trygt í netið. Royn royndi framvegis at trýsta, men tóktist sum broddurin var farin av trýstinum, og stutta løtu seinni varð støðan 2-0 til heimaliðið. Hetta hendi eftir at Eyðun Højgaard hevði drigið framvið eini sera passivari Royn verju, áð- renn hann trillaði útfrá til Pætur Dahl, sum einsa- mallur kundi seta bóltin í netið. Mistu móti Eftir hetta mistu hval- bingarnir fullkomuliga móti, og í seinna hálv- leiki tóktist spurningurin bert vera, hvussu stórur sigurin hjá heimaliðnum skuldi verða. Klaksvíkingurin á lið- num, Johan Lützen, gjør- di tað til bæði 3- og 4-0, áðrenn Eyðun Højgaard setti punktum við mál- inum til 5-0. Verður støðið tikið í byrjanini av dystinum, er einki at ivast í, at hval- bingarnir iðra seg um tap- ið, tí kendu teir sína vitj- unartíð kundu tað eins væl verið teir, sum vunnu stórsigur. Nú gjørdist støðan hin øvugta, og sum dysturin leið kundi sigurin væl verið nógv størri. HB liðið sýndi í øllum førum, at teir hava fleiri góðar einstaklingar á lið- num, sum meira ella minni megna at avgera ein dyst, og í hesum føri var tað eisini nóg mikið til at ogna sær stigini. Enn munnu teir tó ikki hóma nøkur heiðurs- merki í havnarfelagnum, men tykist í øllum førum nóg sterkt til at kunna halda sessin í deildini, og hetta man helst eisini ver- a aðalmálið, soleiðis at teir næstbestu spæla á einum so høgum støði sum gjørligt. HB-Royn 5-0 (2-0) 1-0 Uni Mortensen 2-0 Pætur Dahl 3-0 Johan Lützen 4-0 Johan Lützen 5-0 Eyðun Højgaard Einstaklingar avgjørdu 2. deild: HB vann greiðan sigur á hvalbingum, sum hava fingið eina ringa byrjan upp á kappingarárið Rógvi og hinir úr KÍ fingu fyrsta stigið á árinum móti VB, men kravið undan dystinum var trý stig, og nú eru fólk longu farin at tosa um kreppu hjá føroyameistarunum Mynd: SáH Byrjanin á kappingarárið hevur ikki verið hin besta hjá Royn, sum hevur tapt tveir dystir á rað JÁKUP MØRK TB-EB/Streymur 2-1 (1-1) Síðani tvørámenn í 1996 duttu úr bestu deildini, hevur leiðin uppaftur tykist teimum sera tung, men nú byrjar framtíðin kanska at síggja ljósari út. Í øllum førum megn- aðu teir eisini í næsta umfarinum í landskapp- ingini at fáa fulla úrtøku, og hóast spælið enn ikki hevur verið sannførandi, so eru seks stig ikki at forakta eftir tey bæði fyr- stu umførini. Veteranur sum stuðul Leygardagin høvdu teir vitjan av einum EB/ Streymi, ið eins og TB, er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, sum í stóran mun er samansett av blaðungum leikarum. Tá útiliðið legði seg á odda, var tað tó ikki ein av ungu leikarunum, sum gjørdi um seg, men hinvegin ein rættuligur veteranur. Fyrra partin av nítiárunum var Jón Si- gurd Gleðisheygg ein av stuðlunum í miðverjuni hjá GÍ liðnum, sum setti sín dám á tíggjuáraskeið- ið, men síðani tá hevur hann havt tað heldur ró- ligari á aðrudeildarlið- num hjá gøtunum. Í ár hevur hann so valt at hjálpa felagsliðnum EB/Streymi, og einki er at ivast í, at hetta er ein hollur stuðul hjá ungu og óryndu liðfeløgunum hansara. Málið kom, tá hann brádliga varð leiktur leysur, og einsamallur við málverjanum setti hann bóltin trygt í netið. Eftir hetta leikaði fram- vegis javnt á, men nakað fyri hálvleik eydnaðist tvørámonnum at javna, tá Dan Mortensen fangaði eina ov veika afturlegg- ing, og sostatt slapp at halda beina leið móti mál- inum. Ov langt aftur Sambært venjaranum hjá EB/Streymi, Bergi Mag- nussen, var tað als ikki tilætlað, men frá byrjan av seinna hálvleiki vóru teir á útiliðinum nógv meira verjukendir enn teir høvdu verið í fyrra hálv- leiki. Hetta førdi eisini við sær, at TB nú hevði nógv lættari við at trýsta spælið oman móti mótstøðumál- inum, og skaptu teir sær sostatt fleiri góðar møgu- leikar. Endin varð eisini, at ein av hesum møgu- leikum gav mál. Óli Jo- hannesen varso at siga púra leysur, men í fyrstu atløgu fekk málverjin vart fyri. Eftir at bólturin síð- ani varð sendir innfyri einar tvær ferðir, eydn- aðist tað at enda unga á- leyparanum, Halli Christ- iansen, at heilflukta bóltin í málið, uttan nakran møguleika hjá málverja- num at bjarga. Eftir hetta slakaðu tvør- ámenn nakað í trýstinum á mótstøðumálið, og hetta opnaði aftur fyri álopum frá útiliðnum. Rættuliga vandamikið gjørdist tað tó ongantíð, og endaliga støðan so aftur hesu ferð, at tvørámenn fingu ein tepran sigur og trý stig. TB-EB/Streymur 2-1 (1-1) 1-0 Jón Sigur Gleðisheyg 1-1 Dan Mortensen 2-1 Hallur Christiansen TB koyrir á 2. deild: Hóast tað móti endanum varð spennandi, so fekk TB aftur fulla úrtøku NSÍ-HB 1-1 (1-0) Tá Mortan Hansen hjá NSÍ eftir døgurða sunnudagin møtti til dystin móti HB, hevði hann fingið at vita, at hann skuldi sita á beink- inum. Men stutt undan dyst- arbyrjan komu nýggj boð. Orsøkin var, at Christian Høgni Jacobsen undir upp- hitingini kendi so mikið nógv til ein knæskaða, sum ofta áður hevur argað, at hann gav avboð. Mortan Hansen var so í álopinum saman við Gert Langgaard og Jónsteini Pet- ersen, og at Mortan spældi við, kom væl við hjá NSÍ. Mortan Hansen setti hol á seint í 1. hálvleiki, og hann var ein av fáum NSÍ monnum, sum megnaði at vinna luftbóltar. Leiðslumálið hjá NSÍ hevði nakað av rang- støðudeymi yvir sær. Undan síðstu sendingini úr høgru sá Gert Langgaard út til at vera eitt lítið vet innanfyri verjuna, og tá bólturin hevði verið hinumegin hjá Jón- stein Petersen og varð send- ur innfyri aftur, tóktist Mor- tan Hansen at vera í eini støðu, sum luktaði ikki sørt av rangstøðu. HB verjan tóktist rokna við, at dómarin fór at bríksla, men tá linju- verjin ikki hevði flaggið á lofti, valdi dómarin at brík- sla fyri máli. Frammanundan hevði NSÍ eina ferð veri tætt við, men Djóni N. Joensen stút- aði hornasparksinnleggið úr høgru á tvørtræið. Trýstu Ion Geolgau visti, hvat hann vildi í Runavík. Hann hevði mest royndu spælararnar á vøllinum, og tað sá út til, at hann hevði givið boð um, at NSÍ menninir skuldu ikki hava náðir at vísa tað spælið sum í fjør var við til at taka øll stigini í Gundadali og harvið tók týdnigarmiklar lunnar undan meistaravón- unum hjá HB. Rói Árting var á miðvøll- inum, har leikluturin hjá honum var at styrkja um samanspælið. Rúni Nolsøe arbeiddi alla tíðina sum ein hestur, Ingi Rasmussen hev- ði leiklutin sum ytsti mið- vallarin í høgru, og Símun Eliasen var í hinum borð- inum. Stóri trupulleikin hjá HB var, at teir høvdu ov lítla tyngd í álopspartinum. And- rew av Fløtum, sum hesa ferð hevði fingið møguleik- an í staðin fyri Jón Róa Ja- cobsen, og Bárður Mortans- son arbeiddu nógv, men teir vóru ofta einsamallir í brotsteiginum, og tú hevði eina kenslu av, at tað iva- leyst fór at vera í deyðbólts- støðu, at HB fór at fáa mál. Soleiðis bleiv tað ikki, men tað var um reppið í sekundunum eftir, at NSÍ var komið á odda. Eftir horna úr høgru og eitt sin- dur av aftur og fram potaði Jóhannis Joensen á handara stólpan, og tað var einastu ferð, at Rúni Joensen rættu- liga varð settur undir trýst í 1. hálvleiki. Lá í luftini Munurin í býtinum av trýsti var ikki eyðsýndur. Men stóri trupulleikin hjá NSÍ var, at teir tóktust óneyðuga imponeraðir av mótstøðu- monnunum. Heimamenni- nir tóku sær ov lítla tíð til at spæla. Dánial Hansen stíddist á miðvøllinum, men tað eydnaðist honum ikki at fáa breidd í samanspælið, og tað komst ikki minst av, at Ian Højgaard stóð sera kámur í myndini. Brynjolvur Nielsen og Sjúrður Jacobsen stóðu sterkir á vongverjunum, og Gert Langgaard arbeiddi væl, men í 2. hálvleiki var tað heilt langt millum møguleikarnar. Kortini sá tað út til, at Sonni L. Peter- sen, sum var innskiftur, av- gjørdi, tá hann stútaði inn- legg frá Gert Langgaard í kassan, men dómarin koll- dømdi, tí linjuverjin hevði veittrað. Hann helt, at bólt- urin hevði verið uttanfyri. HB trýsti í 2. hálvleiki fyri at javna. Teir høvdu ikki nógvar upplagdar møgu- leikar, men tað lá í luftini, at teir skuldu fáa mál. Tá teir skoraðu tóktist NSÍ verjan ikki so væl skip- að. Tað komst av, at ein av miðvallarunum ikki var tøk- ur ta løtuna. Rúni Nolsøe stakk inn ímillum, Andrew av Fløtum fekk tak á, gleið framvið málverjanum, og trillaði í tóma málið. Sum tíðin leið tóktist tað sum um báðir partar ikki vóru heilt ónøgdir, veðrið var gott, og bæði NSÍ og HB hoyra framvegis til góð- a selskapið, sum ikki hevur tapt. JH NSÍ-HB 1-1 (1-0) 1-0 Motan Hansen 38. 1-1 Andrew av Fløtum 68. NSÍ: Rúni Joensen – Bryjolvur Nielsen, Arnfinn Lang- gaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen – Dánial Hansen, Djóni N. Joensen, Ian Høj- gaard – Gert Langgaard, Mortan Hansen, Jónstein Petersen HB: Bárður Johannesen – Jó- hannis Joensen, Hans á Lag, Florin Miháescu, Janus Jo- ensen – Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Símun Eliasen – Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum NSÍ gloymdi at spæla 1. deild: Og hjá HB er tað ein trupulleiki, at teir ikki hava so stóra tyngd í álopspartinum Fyrra umfarið høvdu runavíkingar gott tak á havnarmonnum, men í seinna hálvleiki vendi gongdin, og HB kom rættuliga fyri seg aftur Mynd: J. Jacobsen Hóast Jón Tórur er langtíðarskaddur, so halda liðfelagar á at savna sær stig