Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 Fótbóltshøll kemur í Føroyum Formaðurin í Fótbóltssambandinum er ivaleysur í, at ein fótbóltshøll verður bygd í Føroyum innan ov langa tíð EYÐUN KLAKSTEIN FSF-bossurin, Tórleif Si- gurðsson, kennir seg vísan í, at ein fótbóltshøll verður bygd í Føroyum innan ov langa tíð. Hann metir, at hendan høll fer at gerast veruleiki innan eini fimm ár. Aðra staðni í norðurlond- um, har veðurlagið ikki er til fótbólt alt árið, er fót- bóltshøllir bygdar, har dyst- ir kunnu spælast innandura. Í hesum høllum er ein gras- líkisvøllur í fullari stødd. Í februar mánaði í ár tóku íslendingar eina slíka høll í nýtslu. Høllin, sum er á Reykjanes, kostaði yvir 30 milliónir krónur at byggja, men íslendingar ætla sær at byggja fleiri slíkar høllir næstu trý-fýra árini. Íslendska fótbóltssam- bandið væntar, at hetta fer at hava stóran menning við sær fyri íslendskan fótbólt. – Vit rokna við, at ísl- endskur fótbóltur kemur á eitt hægri støðið, og tað fer eisini at síggjast aftur í al- tjóða fótbólti, sigur Omar Smararson, pressustjóri í ís- lendska fótbóltssam- bandinum. Inniloka ein vøll Í Føroyum er veðurlagið eisini ein trupulleiki, og for- maðurin í FSF, Tórleif Si- gurðsson, væntar, at ein fót- bóltshøll verður bygd í Før- oyum innan ov langa tíð. – Skal meta um tað, so rokni eg við, at vit hava eina slíka høll í Føroyum innan fimm ár, sigur hann. Hann heldur, at tað ber til at gera eina bílagari høll enn hana, sum íslendingar hava gjørt. Hann sigur, um høllin verður bygd sum ein ven- jingarhøll upp at einum sta- dionøki, har skiftirúm og annað er nærindis, ber til at sleppa væl bíligari enn tað, sum tað hevur kostað at gjørt høllir aðrastaðni. – Vit kunnu til dømis hug- sa okkum, at klaksvíkingar, VB vann í Klaksvík Steypakappingin: Vágbingar vunnu 3-2 á KÍ, men tað var ikki nóg mikið til at tryggja sær fremsta plássi í bólkinum fekk fatur á einum bólti stutt uttanfyri KÍ-brotsteigin. Hann gjørdi skjótt av og smekkaði til. KÍ-málverjin hevði ringt útsýnið, og áð- renn nakar visti av, hevði bólturin smoygt sær í málið. Bæði liðini vóru annars nær við at skora fleiri mál í fyrra hálvleiki. Ungi KÍ- miðvallarin, Símun Joen- sen, stútaði bóltin á tvør- stongina eftir hornaspark, og einar tvær ferðir forðaði Gunnar á Steig fyri, at VB vunnin tapt mál- lið d v - j - t mál málmunur stig 1 KÍ 6 4 - 0 - 2 17 8 9 12 2 NSÍ 6 3 - 0 - 3 10 6 4 9 3 VB 5 3 - 0 - 2 11 8 3 9 4 Sumba 5 1 - 0 - 4 3 19 -16 3 Støðan í bólki A Dysturin, Sumba-VB, verður leiktur í morgin, 10/5 Vágbingar vunnu, tá teir spældu útsetta steypadystin móti KÍ. Dysturin, sum var spæld- ur í góðveðrinum í Klaksvík fríggjakvøldið, endaði við, at VB vann 3-2. Men hesin sigur var ikki nóg stórur til at tryggja VB fremsta pláss- ið í bólkinum. Tað plássið eigur KÍ, hóast teir taptu tveir teir síðstu dystirnar í bólkaspælinum. VB kom á odda í fyrra hálvleiki, tá Milan Kuljic skoraði. Arnold Joensen byrjaði á beinkinum, men 10 minuttir fyri hálvleik var hann send- ur á vøllin. Og hann var ikki meira enn komin á vøllin, so hevði hann javna til 1-1. Rógvi Jacobsen vendi sær í VB-brotsteiginum og skjeyt. Bjarni Johansen bjargað frálíka væl, men so fylgdi Arnold upp, og støð- an varð 1-1. VB omaná Liðni stóðu á jøvnum, tá tey komu út aftur frá fyrra hálv- leiki. Men tað gekk ikki long tíð, so hevði VB lagt seg fram umaftur, og enn eina ferð var tað Milan Kul- jic, sum skoraði. Miðframherjin hjá KÍ, Ovi Nysted, javnaði, tá eitt korter var eftir at spæla. Ar- nold legði inn fyri úr høgru, og so var Ovi fyrstur á bólt- inum og stútaði hann í mál- ið til 2-2. Eftir hetta trýsti KÍ fyri at vinna dystin. Tomislav Sivic var komin á vøllin, og hann skapti fleiri ferðir van- damiklar støður á VB-hálv- uni. KÍ kom fleiri ferðir nær, og einu ferðina rakti bólt- urin innaru síðuna av stong- ini, áðrenn ein VB-spælari sparkaði burtur. Í hinum endanum vóru VB’arnir alla tíðina førir fyri at bjóða av, og tað end- aði eisini við, at tað vóru teir, sum drógu longra strá- ið. Krzystof Popzcynski kom at standa væl fyri í KÍ- brotsteiginum, og hann sendi bóltin í netið við ein- um fløtum skoti. 3-2 til VB, og so kom KÍ ongantíð rættiliga afturíaft- ur. Men teir hildu tætt í ver- jupartinum, og tað var so við til at tryggja teimum sigurin í bólkinum. Stutt fyri leiklok mátti Jan Andreasen fara av vøll- inum, tí hann koykti fótin, sum hann hevur havt tru- pulleikar við seinastu vik- urnar. EK KÍ-VB 2-3 (1-1) 0-1: Milan Kuljic 1-1: Arnold Joensen 1-2: Milan Kuljic 2-2: Ovi Nysted 2-3: Krzystof Popzcynski Tað eydnaðist vágbingum at vinna útidystin í steypakappingini móti KÍ Mynd: SáH sum nú eru farnir at byggja skýli og helst skulu skifta teppið á vøllinum, tí tað skapar trupulleikar í regni, innlokaðu verandi vøll. Tað hevði ikki verið nógv dýrari enn eitt skýlið og eitt nýtt teppi á vøllin, sigur Tórleif Sigurðsson. FSF-formaðurin sigur, at FSF í løtuni ikki hevur møguleika at vera við í fíggingini av eini fótbóltshøll, men hann er fullvísur í, at FSF hevði nýtt høllina, um hon kom. Hann heldur eisini, at tey, sum fáa høllina, fara at verða frammaliga í fótbólti nógvu komandi árini. ÍF vann stórt í Klaksvík KÍ-ÍF 1-7 (0-1) Fuglfirðingar vunnu stór- sigur, tá teir spældu dyst í Klaksvík leygardagin. Men tá ein tími var spæl- dur var eingin stórsigur í eygsjón hjá niðurflytaru- num úr Fuglafirði. Tá var støðan 2-1 til ÍF, men KÍ hevði verið væl við í dystinum. Fyrri hálvleikur var rímuliga javnur, men ÍF’arnir vóru nakað nask- ari. Í einum tveimum støðum var tað málverjin hjá KÍ, Meinhardt Joen- sen, sum bjargaði heima- liðnum. Hann var tó prísgivin, tá Rúni Petersen fekk fat- ur á bóltinum og smekk- aði til uttanfyri brotsteig- in. Bólturin rakti ein ver- juspælara hjá KÍ og broytti kós. Tá liðini fóru til hálv- leik var støðan 1-0 til ÍF, men seinastu løtuna und- an steðginum var KÍ komið meira við í dystin. Og tá liðini komu aftur á vøllin, hevði KÍ yvirtakið eina løtu. Hesa løtuna fingu teir eisini málið hjá sær. Eitt gott skjótálop endaði við, at Aksel Johannesen legði inn fyri úr høgru síðu, Helmar Lassen var fyr- stur á bóltinum og sendi fram við ÍF-málverja- num. Dusaðu sær Tað gekk ikki lang tíð, so hevði ÍF lagt seg á odda aftur. Málið var eitt sindur umstrítt, tí klaksvíkingar hildu, at Bárður á Lakjuni hevði fingið hjálp frá sín- ari egnu hond, tá hann gjørdist leysur, men hvør- ki dómarin ella linjuverjin lótu við seg koma, og so var 2-1 til ÍF. Tá ÍF skoraði til 3-1 við máli, sum Eyðolvur Pe- tersen gjørdi, tá hann fluktaði bóltin í kassan, fór luftin úr heimaliðnum. KÍ valdi at flyta ein ver- jumann fram á miðjuna og spæla við trimum í á- lopinum, tað sum eftir var av dystinum, og tað gjør- di, at opið var í verjuni, har Bárður á Lakjuni og Rúni Petersen dusaðu sær. Rúni skoraði tvær ferð- ir afturat, Bárður fekk eitt mál afturat, og Tórstein Joensen skoraði eftir hornaspark. Tá samanumkom gjør- dist tað ein tryggur sigur til ÍF, sum nú hevur lagt seg á odda í 2. deild. Klaksvíkingar bíða fram- vegis eftir fyrsta stigi- num. JH 2. deild: KÍ-ÍF 1-7 (0-1) 0-1: Rúni Petersen 1-1: Helmar Lassen 1-2: Bárður á Lakjuni 1-3: Eyðolv Petersen 1-4: Bárður á Lakjuni 1-5: Rúni Petersen 1-6: Tórstein Joensen 1-7: Rúni Petersen 2. deild: Uttan stórvegis hóvasták togaðu Fuglfirðingar næsta sig- urin á árinum í land LÍF–NSÍ 0–0 Leirvíkingar plaga at teljast millum tey lið- ini, sum eru við í stríð- num um uppflyting. Tað hevur verið roknað við, at teir aftur í ár skuldu vera í tí bólk- inum, men úrslitini hig- artil boða ikki frá odda- stríði. Eftir tapið í Fugla- firði í fyrsta umfarinum hevði LÍF leygardagin vitjan av næstbesta lið- num hjá NSÍ. Tað end- aði málleyst, og leir- víkingar høvdu als ikki eyðsýnda yvirvág. Eitt sindur undarligt tóktist tað, at LÍF var varðið í útgangsstøðuni og dúvaði upp á snará- lopsmøguleikar. Uppløgdu málmøgu- leikarnir vóru fáir. Bergur Djurhuus hjá NSÍ kom leysur í vin- stru í 1. hálvleiki. Møguleikin at skjóta var góður, men hann tøvdi ov leingi og varð taklaður. Eftir snarálop hevði Málleyst í Leirvík 2. deild: Eftir tvey umfør hava leirvíkingar bert fingið eitt stig, og hetta er ikki nóg mikið, um teir aftur í ár ætla sær ein leiklut í toppinum av deildini Jonhard Høgnesen hjá LÍF góða roynd sum var bjargað á strikuni. Í 2. hálvleiki var LÍF greitt omaná, men uppløgdu møguleikarnir vóru fáir. Fróði Jóan- nesarson kom inn á liðið hjá NSÍ í 2. hálvleiki, og tað var um reppið, at hann eftir hor- na skoraði sigursmálið. Men stútarin varð bjargaður á strikuni. Leygardagin fær NSÍ vit- jan av KÍ, meðan LÍF skal suður til Hvalbiar. Runavíkingar hava fingið eina góða byrjan í aðru deild við fýra stigum fyri tveir dystir Mynd: Jonhard Hammer Eingin ivi í Sumba 1. deild: Toftamenn vunnu greiðan sigur á sumbingum, sum hava fingið eina soltna byrjan, men hóast trygga sigurin, sýndi dysturin eisini, at toftamenn hava sínar veikleikar JÁKUP MØRK Tað var kanska ikki annað enn væntandi, at toftamenn skuldu kanna sær øll stigini, tá teir um vikuskiftið løgdu fóru til suðuroyðar at spæla móti sumbingum. Hvat vónum undan kapp- ingarárinum viðvíkur, so er heldur einki dulsmál, at stórur munur er á ætlan- unum hjá báðum liðunum. Meðan sumbingar hava sett sær sum mál at halda sætið í bestu deildini, vilja tofta- menn nevnliga gjarna sleppa upp móti tindunum, og hetta kom eisini til sjóndar í dystinum sunnu- dagin. Høvdu tamarhald á B68 var liðið, sum byrjaði betur. Teir vóru spælstýr- andi meginpartin av fyrra hálvleiki, og sjálvur hildu teir eisini, at leiðslan væl kundi verið størri enn tey bæði málini, sum vóru, tá liðini bæði fóru til hálv- leiks. Undan fyrsta málinum hjá toftamonnum fingu teir tó ein hvøkk, tá Dánjal Jo- han Joensen royndi seg úr á leið 40 metra fjarstøðu. Bólturin støkk tó á tvør- træðið, og so var vanda- mesta royndin hjá Sumba í fyrra hálvleiki av. Brasiliumaðurin, Mar- cello, legði útiliðið á odda, tá einir 20 minuttir vóru leiktir. Bólturin varð stung- in inn um sumbiarverjuan, og einsamallur við Eigili Olsen kundi Marcello seta bóltin í netið. Fáar minuttir seinni kun- di Fróði Benjaminsen økja til 2-0, og sum skilst var hetta málið beint eftir bók- ini. Marlon sendi hegnisliga bóltin inn um verjuna, har Øssur longu hevði sæð møguleikan og við fullari ferð rann ígjøgnum rang- støðufelluna. Bólturin varð síðani trillaður út frá til Fróða, sum ikki hevði stór- vegis trupulleikar av at gev- a seinasta skumpið í málið. Dovanði móti endanum Seinna umfari høvdu tofta- menn eisini leikliga yvirvág fyrstu løtuna, og tað eydn- aðist teimum eisini at økja upp í 4-0, soleiðis at ivi ikki skuldi verða um úrslitið. Fyrra málið skeyt Súni Fríði Johansen upp á brots- spark, eftir at Øssur Hansen varð feldur inni í brotsteig- inum, meðan Fróði Benja- minsen skeyt seinasta tofta- málið, tá hann brádliga gjørdist leysur inni í brots- teiginum. Sum vera man, so dovn- aði spælið eisini nakað, so hvørt sum sigurin gjørdist alt meira vísur, men móti endanum fekk Sumba kort- ini lagt eitt hampuligt trýst á B68 málið. Hetta gav eisini úrslit í einum máli, sum innskifti Jan Poulsen stóð fyri, men tá vóru teir 90 minuttirnir longu leiktir, og meira enn troystarmál gjørdist ongan- tíð talingur um. Lítla breidd Toftamenn hava nú vunnið sær seks stig fyri tríggjar dystir, og hóast teir vóru við undirlutan móti B36 fyri viku síðani, so munnu við- haldsfólkini tó hava góðar vónir um eina endastøðu ovarlaga á stigatalvuni. Størsti trupulleikin er tó uttan iva, at liðið so at siga onga breidd hevur, og at skaðar og leikbann tískil raka sera meint. Móti Sum- ba framdi Jóannes Jacob- sen tríggjar útskiftingar, og serliga tvær teirra vóru nokk so sigandi fyri breidd- ina í hópinum. Tá hálvur tími restaði, varð 16 ára gamli Jann Ingi Petersen sendur á vøllin, og tá átta minuttir vóru eftir at leika, sendi 39 ára gamli venjarin seg sjálvan á vøll- in! Tað er eitt sindur fráliðið, síðani Jóannes seinast leikti fyrstudeildarfótbólt her heima, og einki er at ivast í, at vóru aðrar loysnir, so hevði hann nýtt hesar, held- ur enn at senda seg sjálvan á vøllin. Verður tungt Hjá sumbingum er einki at ivast í, at tað verður sera striltið at halda sessin í best- u deildini í eitt ár afturat. Serliga er tað tann sann- roynd, at fleiri av hinum liðunum, sum væntandi skuldu stríðast við sum- bingarnar, longu hava kraddað sær fleiri stig, og at sumbingar tí longu nú eru um at verða sigldir afturúr. Komandi vikuskftið skul- u teir í Gundadal at leika móti B36, og hóast teir altíð geva seg fult út á vøllinum, so er neyvan væntandi, at teir fáa stig burtur úr hesum dystinum. Toftamenn hava heimavøll móti sandoying- um komandi vikuskifti, og megna teir eisini at fáa fulla úrtøku úr tí dystinum, eru teir um at vera væl við í oddinum aftur. Sum nevnt, so krevst tó nakað av hepni i nnan skaða- og karantenuøkini, um toftamenn skulu halda sær ovarliga í deildini alt kappingarárið, men hin- vegin er sjáldan at hoyra um lið, sum liggja ovarliga hóast tey ikki hava neyðuga hepni. Sumba-B68 1-4 (0-2) 0-1 Marcello 20. 0-2 Fróði Benjaminsen 26. 0-3 Súni Fr. Johansen 81 (br.) 0-4 Fróði Benjaminsen 81. 1-4 Jan Poulsen 90. Dómari: Suni Johansen Sumba: Eigil Olsen - Dánjal Johan Joensen, Marlon Kjærbo, Brgur Vinther - Mortan úr Hørg, Sasa Tomajek, Spa- soje Biberdzic, Hans Jacob Thomsen, Nikola Biberdzic - Eirkur Joensen, René Thomsen B68: Magnus Poulsen - Mann- bjørn Nesá, Jan Dam, Arn- bjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen - Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Marlon, Eyðstein Skipanes - Súni Fríði Johansen, Marcello Tað var lítil og eingin ivi um úrslitið, tá toftamenn um vikuskiftið vitjaðu í Sumba Mynd: Áki Bertholdsen