Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr.88 - 9. mai 2000 Jákup aftur á toppinum Superligan: Herfølge vann tryggan sigur sunnudagin, og so gav FCK eisini Herfølge eina hjálpandi hond í oddastríðnum EYÐUN KLAKSTEIN Herfølge gjørdi bart, tá teir sunnudagin spældu ímóti Lyngby í superliguni. Dysturin, sum var spæld- ur á heimavøllinum hjá Herfølge, endaði við trygg- um heimasigri. Herfølge kom beinan- vegin á odda 1-0, og teir vunnu dystin 4-1. Jákup Mikkelsen stóð sum vant í málinum hjá Herfølge. Samstundis sum Herfølg- e aftur vann, varð Brøndby eyðmýkt í Esbjerg, har teir spældu móti klárt aftasta liðnum í deildini. Men hó- ast Esbjerg líkist einum sól- arklárum niðurflytarar, vunnu teir dystin móti oddaliðnum 2-0. Danska pressan tosaði í gjár um eina sensatión, tá talan var um hendan dystin. Hesi úrslit gera, at Her- følge nú aftur hevur tikið seg eitt stig fram um Brønd- by, og Herfølge er nú nummar 1 í superliguni. Úr- slitið móti móti Lyngby er tað besta hjá Jákup og teim- um eftir vetrarsteðgin. Lið- ið hevur havt trupulleikar við at gera mál, men sunnu- dagin gekk avbera væl við hesum. Sagt verður, at Herfølge spældi sera væl, og at sig- urin var fult uppiborin. Todi og teir hjálptu FC Keypmannahavn gav Herfølge eina hjálpandi hond, tá felagið hjá Toda Jónsson spældi javnleik, 0- 0, móti AaB í Ítróttarpark- ini. AaB kundi tikið fyrsta plássið í superliguni, um teir vunnu dystin, men nú eru teir nummar 3 í kapp- ingini. Todi Jónsson varð settur á beinkin til dystin, tí FCK- venjarin vildi royna amer- ikumannin, Will Orbin, frá byrjan í dystinum. Todi kom á vøllin fimm minuttir eftir hálvleikssteðgin. Hann kláraði tó ikki at gera nakað við málturkin í Parkini í dag, hóast hann var nær við í tí einu støðuni. Dysturin millum FCK og AaB var linligur, hóast um- støðurnar til ein góðan dyst vóru til staðar. Veðrið var gott, vøllurin góður og hýr- urin á áskoðaraplássunum sera góður. AaB, sum hevur strítt seg framaftur í oddan, eftir at Kurt skoraði Noreg: Men føroyski málskjúttin er ikki nøgdur við úrslitini í fyrstu trimum dystunum í ár EYÐUN KLAKSTEIN Kurt Mørkøre skoraði fyri felag sítt, Sogndal, tá liðið spældi á heimavølli móti Skeid. Men tað rakk ikki mei- ra enn til javnleik hjá Sogndal, sum eitt skifti var á odda til 2-0. Kurt Mørkøre skoraði málið til 2-0 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var Skeid á odda 3-2, men Sogndal javnaði til 3-3. Julian Johnsson og Kurt Mørkøre spældu báðir allan dystin fyri Sogndal, og Julian gjørdi brots- spark, sum hevði við sær eitt av málunum hjá Skeid. Trý umfør eru nú spæld av norsku kappingini, Sogndal hevur spælt tveir dystir javnar og tapt ein, og tað eru teir í Sogndal ikki nøgdir við. – Vit hava fingið ein trupulleika við deyðbólt- um, tí øll málini, sum eru gjørd ímóti okkum í ár, eru komin eftir deyðbólt- ar, sigur Kurt Mørkøre. Nógv kann hendan Hann heldur, at enn er ov tíðliga at avskriva Sogn- dal í kappingini um upp- flytingarplássini, hóast liðið ikki er komið væl frá byrjan. – Enn eru bara tríggir dystir spældir, og tað kann framvegis henda nógv í kappingini, sigur hann. Sogndal hevur sum mál at flyta upp í bestu norsku deildina, og teir halda seg vera væl fyri við fólki í løtuni. Álopið meta teir sum teirra besta í fleiri ár, og tað er serliga takka veri Kurt Mørkøre, sum teir halda hevur styrkt álopspartin mun- andi. Í teimum 15 ven- jingardystunum undan kappingini, skoraði Kurt 10 mál. Julian Johnsson eigur fast pláss á miðvøllinum hjá Sogndal, har hann, sum honum líkt, ger eitt stórt arbeiði. Hillerød vann Felagið hjá Helgu Ell- ingsgaard og Eyðvør úr Dímun, Hillerød, vann dystin í bestu donsku kvinnudeildini um viku- skiftið. Hillerød spældi í O- dense móti OB, sum er oddafiskur í deildini, og har gjørdu Hela, Eyðvør og hinar á liðnum hjá Hillerød ikki matari, enn at tær vunnu trupla úti- dystin 3-2. Hvørgin av føroysku spælarunum var millum málskjúttarnar hesaferð. Hillerød liggur sum nummar fýra í elitudeild- ini hjá kvinnum. Sjey lið eru í deildini, men Hille- rød hevur 10 stig upp til nummar 1, meðan heili 34 stig eru niður til botn- liðið úr Vorup. Hillerød hevur seks dystir eftir at spæla í hes- um kappingarárinum. EK Eftir heldur laka úrtøku seinastu tíðina, bragdaði aftur hjá føroysku kvinnunum í donsku elite-seriuni vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Herfølge 28 14 - 5 - 9 43 43 0 47 2 Brøndby 28 13 - 7 - 8 51 32 19 46 3 AaB 28 11 - 12 - 5 47 28 19 45 4 Silkeborg 28 12 - 7 - 9 43 29 14 43 5 Viborg 28 12 - 6 - 10 41 41 0 42 6 FCK 29 12 - 5 - 12 40 32 8 41 7 Lyngby 28 12 - 4 - 12 42 45 -3 40 8 AB 28 10 - 9 - 9 38 33 5 39 9 OB 28 9 - 9 - 10 32 35 -3 36 10 AGF 29 8 - 7 - 14 31 47 -16 31 11 Vejle 28 6 - 11 - 11 35 54 -19 29 12 Esbjerg 28 7 - 4 - 17 31 55 -24 25 Úrslitini um vikuskiftið AB-Vejle 1-1 Silkeborg-Viborg 1-0 FCK-AaB 0-0 Esbjerg-Brøndby 2-0 OB-AGF 4-0 Herfølge-Lyngby 4-1 Komandi dystir: 10.05 AGF-Silkeborg 10.05 Aab-AB 10.05 Brøndby-OB 10.05 Vejle-Herfølge 10.05 Viborg-FC København teir hava ligið nakað aftan- fyri Herfølge og hini liðini, tók ikki oddasessin í hesu syftini. Hinir dystirnir AGF, sum Óli Johannesen hevur sáttmála við, tapti stórt, tá teir vóru í Odense og spældu móti OB. Søren Andersen, sum er úr Århus, men nú er álops- maður hjá OB, segði áðrenn dystin, at vónaði ikki, at AGF fór at flyta niður. Men hann gjørdi sanniliga sítt til, at felagið úr Århus helt um botnstøðuna. Søren Ander- sen skoraði trý tey fyrstu málini hjá OB í 4-0 sigri- num. Á heimavølli fekk AB, sum herfyri gav venjara- num, Ole Mørch, sekkin, javnleik móti Vejle. Dyst- urin endaði 1-1. Og Silkeborg hongur í oddafeløgunum. Sunnu- dagin vunun teir ein tepran 1-0 sigur á Viborg. Spælt verður aftur í su- perliguni longu mikukvøld- ið. Tá skal Herfølge spæla í Vejle, meðan FCK spælir í Viborg. Spælt verður eis- ini næsta sunnudag. Sum úrslitini lagaðu seg um vikuskiftið, kunnu Jákup og liðfelagarnir í Herfølge aftur smílast Landsliðið sent til hús Hondbóltur: Meginparturin av U-20 landsliðnum hava fingið at vita, at teir ikki kunnu luttaka í arbeiðnum hjá HSF komandi fýra mánaðirnar JÁKUP MØRK Tá U-20 landsliðsleikarar- nir á vegnum heim frá kapping í Danmark feiraðu bronsumerkini, sum teir høvdu vunnið, grunaðu teir helst ikki, at veistluhýrurin skuldi kosta teimum lands- liðssessin komandi tíðina. Fyri stuttum fingu teir tó bræv frá hondbóltssam- bandinum, har sagt varð frá, at teir ikki kunnu luttaka í nøkrum aktivitetum hjá HSF fram til 1. august. Orsøkin til uppsøgnina sigst vera, at leikararnir hava brotið eina greiða av- talu, sum teir undan ferðini høvdu gjørt við HSF. Einki val Formaðurin í Hondbólts- sambandinum sigur við So- sialin, at hetta sjálvandi er eitt keðiligt stig at taka, men at teir í verandi støðu kendu seg noyddar til hetta. - Við støði í danmarkar- ferðini hjá liðnum, halda vit okkum ikki hava nóg stórt álit á leikarunum, og tí meta vit ikki, at vit kunnu senda teir at umboða Føroyar í komandi EM-undanspæli- num, sum verður í Hvíta- russlandi. Víðari greiður Petur Ove frá, at teir valdu at taka hetta stigið, eftir at hava tosað við fleiri av hjálparfólkunum, sum vóru við á ferðini. Sjálvur harmast Petur Ove um, at teir á henda hátt hava banna einum sera evnaríkum liði atgongd til slíka kapping, men í hans- ara verð hevði HSF einki val. - Leikararnir fingu greitt at vita, at ósømiligur atburð- ur á ferðini fekk fylgjur, og eisini fingu teir at vita, at ein møgulig fylgja kundi verða heimsendan, enntá upp á egna rokning. Hvørt tað kann vera ein uggi fyri nakran av bann- aðu leikarunum, skal ikki sigast her, men Petur Ove sigur, at orsøkin til at bann- ið er galdandi til júst 1. au- gust er, at hetta er um sama mundi, sum A-landsliðið fer undir venjingar sína. - Sostatt hava vit latið eina hurð staði á glopp, til tess at leikarar, sum møgu- liga kunnu vera við á hes- um, ikki eisini missa hend- an møguleika. Skert landslið Føroyar verða tó umboðað- ar í EM-undankappingini, men tað verður við einum rættuliga skerdum liði. Í stóran mun verður talan um leikarar, sum hava mannað U-18 landsliðið, sum eisini var við á ven- jingarleguni í Danmark, har teir endaðu á fjórða pláss- inum, eftir at hava tapt bronsudystin móti U-20 lið- num. Hóast góða úrslitið í Dan- mark, so skerst ikki burtur, at liðið, sum nú verður sent avstað, als ikki hevur somu royndir, sum undangongu- menn teirra, og vandi er tí eisini fyri, at teir fáa nøkur ítróttarlig sár, sum kunnu taka sína tíð at lekjast. U- 20 liðið var í stóran mun mannað av leikarum, sum í vetur hava verið fastir fúsir í bestu mansdeildini, og utt- an at taka nakað frá yngru leikarunum, kann staðfest- ast, at munur er á bestu og næst- ella triðbestu hond- bóltsdeildini her heima. Hesum er hondbóltsboss- urin tó ikki so bangin fyri. Hann sigur at tað sjálvsagt verður torføt at fáa líkinda úrslit móti tjóðum sum Frakland og Hvítarusslandi, men her gamla liðið helst eisini fingið sera truplar dystir. Hann greiður annars frá, at fíggjarligar avleiðingar kundu staðist av, um Føroyar tók luttøku sína aftur, og harumframt hevði talan møguliga eisini verið um bann til komandi kapping. At enda endurtók Petur Ove, at hann var ómetaliga harmur um støðuna, men legði samstundis áherslu á, at teir kendu hetta sum eitt neyðugt stig. - Talan er um leikarar, sum møguliga skulu um- boða Føroyar á hægsta støð- i, og tímugu teir læra, at tað fylgja nakrar treytir við hes- um. Tá treytirnar ikki verða hildnar, mugu teir so eisini taka avleiðingarnar av hes- um. Eisini fyri at vísa yvir fyri øðrum landsliðsleika- rum, at slíkur atburður als ikki verður góðtikin. sigur Petur Ove Petersen at enda. Ikki hoyrdir Frá leikarunum sjálvum er viðmerkingin, at teir eru ó- metaliga vónbrotnir av framferini hjá HSF í mál- inum. Ein av teimum, sum vit hava tosað við, sigur, at tal- an als ikki var um at menn gjørdi sær fyri skommum á ferðini. Eftir at kappingin var lok- in, hildu leikararnir seg kunna stuttleika sær eitt sin- dur, og var hetta eisini gjørt, men nakra veitslu var talan ongantíð um, frættist frá teimum. Talan var um nak- rar leikarar, sum hugnaðu sær við nøkrum ølum, so talan var ikki um nakað rok ella óskil á nakran hátt, eru orðini frá leikarunum. - Tað keðiligasta er eftir mínum tykki, at Hondbólts- sambandi als ikki hevur sett seg í samband við okkum, fyri at fáa okkara útlegging av málinum, sigur ein av leikarunum við okkum. - Vit vistu ikki um nakað sum helst, áðrenn bræv kom frá hondbóltssambandinum, har sagt varð frá, at vit í fram til 1. august vórðu úti- lokaðir frá øllum landsliðs- arbeiði undir HSF, sigur vónbrotni leikarin. Harum- framt vísur hann á, at hon- um kunnugt hevur hann ongantíð fingið nakað skriv frá HSF um, hvørjar treytir vóru galdandi til túrin, so- leiðis sum tað framgongur av skrivinum her á síðuni. Sostatt er eingin, sum noktar fyri, at treytirnar í skrivinum ikki eru hildnar, men hinvegin vísa teir á, at teir ikki hava fingið upplýst hesar treytir undan ferðini. Víðari greiður hann frá, at allir leikararnir hava vant sera hart til hesa kapping, og at teir allir sum ein høv- du sæð fram til EM-undan- kappingina. Eitt nú høvdu teir vant tríggjar ferð um dagin, nú teir vóru í Danmark. Nú tykist øll henda ven- jing at vera nyttuleys, og hetta er sjálvandi ein keðilig støða hjá avsettu leikaru- num at vera í. Víðari sigur leikarin, at tá teir í fjør fingu góð úrslit í Luxemburg, vóru tað um- boðini hjá HSF, sum skip- aðu fyri veitstlu fyri leika- runum, men nú teir sjálvir gjørdu av at hugna sær eitt sindur, fall stóri hamarin, ella øksin um man vil, alt fyri eitt. Hondbólturin varð taparin Prísurin teir noyddust at rinda varð høgur, men fyri framtíðina hjá føroyskum hondbólti er bert at vóna, at hetta ikki hevur tikið mótið frá leikarunum. Einki er at ivast í, at fleiri teirra eiga eina stóra framtíð í føroy- skum hondbóltshøpi, og tal- an verður um eitt risa aft- urstig, um so er at nakrir teirra velja at leggja hond- bóltin til viks orsakað av hendingini. Sostatt er líkt til, at før- oyski hondbólturin gerst stóri taparin í málinum, tí fleiri av okkara evnaríkastu ungu leikarum missa møgu- leikan at fáa dýrabarar royn- dir í altjóða kapping. Endaliga úttøkan av nýggja landsliðshópinum (U-18) var í gjárkvøldi eftir at blaðið fór til prentingar. Brævið frá HSF, sum meginparturin av leikarunum fingu frá frá HSF, stutt eftir heimkomuna úr Danmark