Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vitloysið heldur fra meðan landið venar seg í svárastu neyð Høvdu løgtingsmenn og landsstýrismenn verið rættir menn, menn, ið vit kundu verið errin av, menn, sum kendu ábyrgd, so høvdu teir dugað at sæð, at væl ber til at skarva stórar upphæddir burtur av fíggjarlógini, men teir hvørki tora ella troysta sær. Hvat hevði til dømis miðalsjúklingurin kostað, um vit høvdu væl fyriskipað meginsjúkrahús? Hvat hevdi miðalnæmingurin kostað, um vit bara høvdu studenta- og HF-útbúgving í Hoydølum og á heilsspunan, sum ímyndar sær Kambsdali heldur enn henda vitleysa lestrarmiðdeplar í hvørjum herðashorni og á hvørjum tanga? spyr Annfinnur í Skála í hesum triðja og seinasta partinum av greinargð síni. Leiðslukreppa Fólkaflokkurin og sam- bandsflokkurin hava gjørt seg til talsmenn fyri lønar- lækking. Teir siga, at vit verða kappingarførari, um vitskerjaallar verkamanna- og fastar lønir, og úrslitið skuldi sambært hesi para- díshugsan verið, at fleiri fólk sluppu í arbeiði. Tað tykist eisini, sum menn í samgonguni eru farnir at slaka í hesum máli. Eg eri hvørki samfelags- fréðingur ella búskapar- frødingur og dugi ikki at siga, um nakar dugur er í hasi ætlan, men eitt er greitt, ið hvussu er, og tað er, at vit meira ella minni sakleysu skulu svíða uppaftur meira fyri svarisið, ið verið hevur. Tað, ið ger meg firtnan, er, at í 80'årunum fingu hes- ir somu menn mestsum all- an ágóðan av førda poli- tikki, og nú teir hava gingið seg fastar, skal løntakarin svíða. Hvør annar? Er tað eingin teirra, ið hevur hugs- að so frægt, at tað júst er leiðslan, ið sveik, bæði vinnulívsleiðsla (bankarnir froknaðir) og politiska leiðslan. Keypsorkan hjá spekulatiónsmilliónunum fer til dømis at vaksa eins nógv og lønarlagid lækkar, er tað ikki so? Tað verður sanniliga berkin biti hjá okkum hart kroystu skatt- gjaldarum at svølgja. Taðer lítið at ivast í, at vinnu- lívsleiðslan og politiska leiðslan fara ikki at hava áneyðir at hugsa um leiðslu- menning, um teir sleppa at halda fram sum nú uttan at noyðast at hugsa um starvs- manna- og verkamannaløn- irnar. Danska stjórnin helt fyri, at teir, ið vunnu pening í 80'árunum, skulu gjalda. Sipaði hon veruliga til van- liga løntakaran? Er tað so vindandi galið? Nær hava vit hoyrt po- litikarar okkara tosa um, at tað var dýrgoldni peningur- in hjá okkum skattgjaldar- um, ið varð søpladur burt- ur? Vit eru bara 46 túsund tandur. Ein pinkutjóð sum okkara, kann hon ikki hava hava teir rætt og slætt gloymt - um tað er so frægt, at teir nakrantíð hava vitað ella hugsað tað. Vit eru komin í hesa kreppu fyrst og fremst, tí vit hava leiðslukreppu, men eingin teirra grettir orð um hetta, hvørki vinnulívs- menn ella politikarar. Gud skal vita, at eg skilji teir. Annars er tað, at vit í útvarpinum og sjónvarpin- um - um vit tora at lurta - frætta um eitt trotabúgvið fyri og annaðeftir, lemjandi dómi um leiðslukreppu. Tað er, at sjálvt tey, ið vunnu nógvan pening í 80'árunum, als ikki skiltu, at stødan var ónatúrlig, at vit stóðu á skriðubakkanum, stóðu ytst á upsini, har loft var undir, og bergið stóð at leypa. Hvar kunnu vit spara? Høvdu løgtingsmenn og landsstyrismenn verid rætt- ir menn, menn, id vit kundu verid errin av, menn sum kendu åbyrgd, so høvdu teir dugad at sæd, at væl ber til at skarva stórar upphæddir burtur av fíggjarlógini, men teir hvørki tora ella troysta sær. Hvat hevði til dømis miðalsjúklingurin kostað, um vit høvdu væl fyriskipad meginsjúkrahús? Hvat hevði — miðalnæmingurin kostað, um vit bara høvdu studenta- og HF útbúgving í Hoydglum og á Kambsdali heldur enn handa vitleysa heilaspunan, sum ímyndar sær lestrarmiðdeplar í hvørjum heraðshorni og á hvørjum tanga? Nei, vit hava onga kreppu, tykjast hesi fólk at halda. Leiðslu- kreppa so tað munar. Var ein av orsøkunum, at stu- dentaskúlin varð lagdur í Kambsdali, ikki júst tann, at tá var tað høgligari hjá norðoyingum at sleppa á studentaskúla? Mær vitandi hevði stu- dentaskúlarektarin í Kambsdali pedagogisku á- byrgdina fyri HF skeiðnum í Klaksvík, men HF skeiðið er uttan orð ella eið lagt undir nýggja Norðuroya- depilin. Vit verða í dag stýrd av tilvildarligum flytingum á fíggjarlógini, ið eru av- ráddar av landsstýrismonn- unum og løgtingsmonnum, og ikki eftir teim reglum og lógum, ið trygt rættarsam- felag eigur at byggja á. Slík mannagongd er ikki fólka- ræðislig, ja, tað er ikki so frægt, at tað nertur afturat. Norðuroyadepilin kostar í dag stívar 12 milliónir krón- ur. Hvussu nógvir næming- ar eru har, naskt at spyrja? Í Hoydglum ganga millum 535 næmingar, og skúlin kostar stívliga 20 milliónir. Suðuroyardepilin kostar meira enn 4,6 milliónir, og hann er ikki fult åtbygdur enn. Hvussu nógvir næm- ingar ganga har? Hvat fer hann at kosta, tá ið av tornar? Hvussu við lærarun- um, hava teir tann førleika, ið skal til, til tesøat geva holla frálæru, ella hevur tað kanska einki at siga, tá ið landsstýrið og landsskúla- fyristingin hava sett sær fyri, at soleiðis skal tað vera? Stuttligt hevði verið við visitølum at sæð, hvat næmingur í miðstaðargkin- um kostar samanborið við depilsnæming. Miðstaðar- gkið (Havnin, Hoydalar, Kambsdalur) vera seigpínd, meðan peningur streymar til deplarnar. Hetta vitloysi fer fram í sparitíðum, fer fram, meðan landið venar seg í svárastu neyð. Eg kundi sjálvandi nevnt sjúkra- húsini eisini, men tað kunnu onnur gera, ið vita meira um Síða 14 Nr. 10—15. JANUAR 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin } og illgitingar um stóðuna » hetta mål, men har er stødan kanska uppaftur vitleysari. Meðan eg skrivi hetta, hoyri eg í útvarpinum, at Jóannes Eidesgaard sigur, at danska stjórnin "allernádigst hevur lovað" Føroya Landsstýri at taka 4 milliónir í láni at keypa Albert Hall fyri. Ég Skarvað verður fyrilita- leyst burtur av rakstrarpen- inginum til skúlarnar í mið- staðargkinum, og sjálvandi mugu vit royna at hóra sum frægast við færri pengum í hesum tíðum, men hin vegin hvussu er við landsskúla- fyrisitingini, er hon niður- skorin, ella er hon týdning- armeiri enn skúlarnir? Ella kann tað hugsast, at skeggið er ov nær høkuni henni við- víkjandi? Svansið var øgiligt í 80'ár- unum, men í 90'árunum, har vit - hildu vit - skuldu roynt at komið uppundanaftur, roynt at fett okkum á, skak- að vitloysið av okkum, og funnið gongulagið aftur eftir 20 ára svans, er skilið í roynd og veru ikki eitt vet betri, enn tað var í 80'ár- unum, ja, kanska er svansið uppaftur stórri enn nakran- tíð. Tað er til dømis ein maður í Føroyum, sum fyri stuttum fekk starv, sum røkkur heilt fram tileftirløn- araldur. So varð hann bjarg- aður. Nepotisma so tað munar. Fólkið úti í Tinganesi líð- ur av bumbuskýlissyn- dromi, tey liva eitt veru- leikafjart lív og hava ikki minstu hóming av neyðini, ið ræður her á landi. Tey dansa sín egna dans ma- cabre, meðan fimm túsund føroyingar ganga óvirknir hond í lumma, og einir tvey túsund hava higartil verið noyddir at rýma av land- inum. Nýggjur lands- fyrisitingarbygnaður Nú verður lýst eftir nýggj- >>