Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

# ] Tíðindablaðið CD Nr. 10 — 15. JANUAR 1994 Síða 15 > um forstjóra á landsfyri- sitingini, og tað sigst, at Marita Petersen løgmaður hevur ætlað fiskivinnustjór- anum hetta starv. Eisini sigst, at hon á landsstýris- fundi royndi at fáa hann settan í hetta. høga starv, men hinir samstarvsmenn- inir vóru so frægir, at teir lótu sær ikki hetta óreglu- semi lynda. Hugsið tykkum skilið úti í landsstýrinum, um hetta er rætt, at løg- maður ætlaði at seta lands- ins hægsta embætismann uttan so frægt sum at lýsa starvið leyst? Mutlaði onkur svans? Hví skuldu hinir skrivstovustjórarnir for- fjónast? Hava teir svansað meira enn fiskivinnustjórin sjálvur? Hevur fiskivinnu- fyrisitingin í Tinganesi onga medábyrgd havt í sambandi við milliarda- keyp av ovurstórum fiski- skipum, ið gil eru farin í ommu sína aftur? Hevur tað einki kostað okkum? Hvar var ráðgevingin? Fyri einum fýra til fimm árum síðani stóð fiskivinnu- stjórin sjálvur á odda fyri teirri nevndini, ið evnadi nýggja landsfyrisitingar- bygnaðin til, tá ið Jóhan Djurhuus skrivstouvstjóri legði frá sær. Urslitid var at fimm (seks?) javnsettir stjórar vórðu settir. Hetta hevði so, ið hvussu er, við sær, at eingin stjóri varð hægri settur enn fiskivinnu- stjórin sjálvur, men nú, tá ið frammanundan er avrátt, at fiskivinnustjórin skal setast sum forstjóri, hava hanr og aðrir smíðað nýggjan bygn- að við máttmiklum for- stjóra. Er hetta ikki legið? Er tað tekin um dugnaskap at broyta bygnaðin eftir fáum árum? Nýggi bygnað- urin kann heldur íkki forsvarast við tí, at vit um stutta tíð fara at fáa skipan, ið hevur við sær, at lands- stýrismenn okkara persón- liga ábyrgjast gerðum sín- um, tí tå skal hver lands- stýrismaður, hevði eg hild- ið, hava serstaka ráðharra- stovu, sum arbeiðir fyri hann burturav, annars verð- ur øll fyrisitingin ein upp- aftur størri vavgreytur. Tá ið landsstyrismenn og embætismenn samråddust við donsku ríkisstjórnina, hver av hægstu embætis- monnunum stóð tá á odda fyri fíggjarsamráðingun- um? Var tað fíggjarstjórin? Nei, fiskivinnustjórin sjálv- andi. Er hetta ikki logið? Er alt eitt spæl um vald? Samstundis sum fiski- vinnustjórin stendur fyri skotum, hava løgmaður og landsstýri tilnevnt hann sum nevndarmann í nýggja eindarbankanum og sam- stundis ætlað honum starvið sum forstjóri í landsfyri- sitingini. Er hetta ikki løg- ið? Hvussu var við moralinum? Er tað púra óhugsandi, at í gulltíðini settu summir menn her á landi fyritøkur eila utgerdarfeløg á stovn ella vuksu um tey, og sum tóku lán, sum teir í roynd og veru ongantíð ætlaðu at rinda aftur? Teir fóru bara á heysin, yptu øksl, og byrj- aðu gleiðbeintir aftur, sum einki var. Slíkur moralur hevði við sær, at búskapar- gongdin fullkomiliga av- lagaðist, og álitið á okkum í útheiminum fór fyri skeyt- ið, men tað, ið verri er, er, at vandi er fyri, at vanligi før- oyingurin fær stikni til teirra, ið verða mettir sum oddamenn í samfelagnum. Slík fram ferð er siðspillandi og beinir fyri virðingini, ið fólk higartil hava havt fyri samfelagsskipanini og teimum monnum, ið ráða fyri borgum í landi okk ara."Lortur og píka alt er líka," siga tey kanska van- virðisliga í dag. Vit eru nógv, ið vónaðu, at nú fór broyting at koma í, at nú fór svansið at vera steðgað, men sæst nøkur broyting? Orð eru ikki nóg mikið. Til dømis: "Vit skulu beina fyri ótryggleika" ella "Altavgerandi at vit varð- veita trúvirði," sum Marita Petersen løgmaður málber seg í Sosialinum. Álvaratos, hvat fyri trúvirði? Eitt er trúvirði okkara mótvegis donsku stjórnini, men trú- virði løgtingsins og lands- stýrisins mótvegis Føroya fólki er hóast alt nógv týdn- ingarmeiri. Nei, ikki í orð- um, men í gerðum skulu tit prógva og sannføra okkum um, at ótryggleikin og trú- virðisloysið, ið ráða, smátt um smátt er við at fána burt- ur, at gamla óskilið og svansið eru farin í søguna og nýggj mannsømilig mannagongd, ið vit veru- liga kunnu hava álit á, tekur seg upp. Í 1933 segði Hitler í týska ríkisdegnum: "Gevið okk- um fýra ár, og vit skulu fáa samfelagið í rættlag aftur." 12 ár seinni lá alt Týskland, sum tað var, sundursorað. Í 1982 segði Pauli Ellefsen skemtingarsamur í sjón- varpinum nakað soleiðis: "Gevið okkum fýra ár at rudda verandi óskil burtur, so kunnu tit loysa." Gjørdi hann tað? 12 år og tveir løg- menn seinni liggja Føroyar sundursoradar. Vit og tit mugu taka okk- um annad skinn um bak, og tað bæði skjótt og brátt. Sjálvandi vita vit, at løg- tingsmenn og landsstýris- menn hava torført arbeiði, og at tit mugu taka avgerðir, ið eru tvørligar, men vit eru ótrygg við støduna, tí viteru ikki vís í athugburðurin hjá politikarunum er broyttur. Gamaní verður peningur ikki søpladur burtur sum fyrr, men er orsøkin í grund- ini ikki tann einfalda, at eingin peningur er? Hvat er galið meðni? Fyrr søgdu fólk um mann, sum litil dugur var i, at hann hevði einki upp á seg, íðan, er tað tað, ið er galið, at sigast kann um føroyingin, at hann hevur einki upp á seg, at eingin stirdil og dug- ur er í honum? Nei, tí fái eg meg ikki at trúgva. Men at vit hava havt vánaliga leiðslu víða hvar, bæði viðvíkjandi vínnu- lívsleiðsluni, teirri pol- itisku leiðsluni (lands- og kommunuleidsluni) og els- ini viðvíkjandi leiðsluni á nógvum á almennum Stovn- unum, tað ivist eg tíverri ikki í. Løgtingsmenn og landsstýrismenn eru tænarar okkara, og tað hava teir gloymt, um teir so frægt hava vitað ella hugsað tað Áhugavert heyði verið at sæð, hvat næmingur í miðstaðargkinum kostar samanborið við depilsnæming At end Í gomlum døgum kundi tað "betra slagið" siga um fá- tækan mann, at hann var bæði armur og eymur, og tað var, sum tað skuldi vera, hildu tey, tí soleiðis átti tað at vera, fyrr var illa, og tað er sjálvandi eisini greitt, at eitt neyðardýr, ið meira ella minni livdi av náði annara manna mátti í teimum tíð- um vera undirbrotligt. Eru vit ikki ørm og eym í dag? Ja, hava vit í roynd og veru av lyndi ikki altíð verið tað? Hin vegin mugu vit ásanna, at ringt er at vera fátækur og tykkin, men illa ber til ann- að, enn at vera harmur og firtin um støðuna í dag bæði so og 50. Vinarliga og tøkk fyri upptøkuna Annfinnur i Skåla BIL SKADAR verda umvældir BILIGA Fa. Tlf. 84448 BILUMVÆLING