týsdagur 17. juni 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 111 - 17. juni 2003
Nr. 111 - 17. juni 2003
3
Fyrstu børnini eru
farin í nýggja dag-
stovnin í Sandavági,
hóast hann ikki
alment verður tikin í
nýtslu fyrr enn í
næstu viku. Seinasta
innbúgvið, sum varð
seinkað nakað orsak-
að av verkfallinum, er
nú á veg
DAGSTOVNUR
Orð og myndir
Edvard Joensen
Sandavági:
Dagstovna-
børnini í Sandavági hava
fingið nýggjan stovn at
ganga í. Børnini eru byrjað
í nýggja barnagarðinum og
vøggustovuni, hóast ikki er
endaliga liðugt enn.
Rósa Samuelsen, borgar-
stjóri í Sandavági, sigur, at
tey hava valt líkasum at
»tjóvstarta« nú heldur enn
at bíða til fyrsta juli, sum
hevði verið alternativið.
– Við at lata børnini møta
her nú, fáa eisini tey elstu
børnini møguleika fyri at
uppliva stovnin. Tað vil
siga børnini, sum fara í
skúla eftir summarfrítíðina.
Tann almenna móttøkan í
samband við, at dagstovn-
urin letur upp, verður leyg-
ardagin, sigur Rósa Samu-
elsen. Tá verður eisini
kunngjørt, hvussu stovnur-
in fer at eita. Ein navna-
kapping hevur verið, og
fleiri uppskot eru komin
inn.
Men stovurnar í húsinum
hava allar fingið navn. Tey
heva starvsfólkini sett á,
sigur hon.
Dagstovnnurin er bygdur
rundan um eina stóra mið-
høll við fýra hyrningum
burturúr. Høllin verður
nevnd Miðstova, og so
verða hinar stovurnar, sum
børnini dagliga fara at nýta,
nevndar eftir býlingum í
Sandavági. Tær eita Gilja-
stovan, Steigastova, Sanda-
stova og Bakkastova.
Tað eru í løtuni 64 børn,
sum ganga í dagstovninum.
21 teirra eru í vøggustovu-
aldri, og hini 43 eru barna-
garðsbørn. Her er talan um
flest øll børn undir skúla-
aldur í Sandavági. Tað eru
bert eini trý-fýra børn, sum
ikki eru á stovninum.
Starvsfólkini á stovnin-
um eru 16. Hervør Olsen úr
Sandavági verður leiðari.
Men í løtuni er varaleiðar-
in, Jana Skoradal, dagligur
leiðari.
Nýggi
leiðarin
kemur í starvið 1. juli.
Seinnapartin í gjár skuldi
vera opið hús fyri øllum
børnum undir skúlaaldur,
soleiðis at eisini tey fáu,
sum ikki dagliga koma á
stovnin, sleppa at síggja
hann, sigur Rósa Samuel-
sen, borgarstjóri.
Tað er arkitektavirkið
West Tech í Sørvági, sum
hevur teknað nýggja dag-
stovnin í Sandavági. John-
finn á Plógv, byggimeistari
í Sandavági, hevur staðið
fyri arbeiðinum. Samlaði
kostnaðurin fyri dagstovnin
fer at liggja um góðar seks
milliónir
krónur,
sigur
borgarstjórin í Sandavági.
Við hesum verður kunngjørt at elskaði bróður okkara
Jákup Johan Poulsen
andaðist 15. juni í Baltimore, USA, 79 ára gamal.
Fyri tey avvarðandi
Mina, Dagny, Hansina og Laura
Dagstovnurin í Sandavági latin upp
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 80 ára
degnum 26. mars takki eg hjartaliga.
Heilsan Ester Davidsen, Æðuvík
Í hesum javnstøðutíðum ber eisini til at spæla við skip, hóast ein er dama. Og kanska er hetta
tað, sum Babba er við? Hvør veit?
Tað dugir ikki at vera ein heilan dag til arbeiðis uttan okkurt
at eta, og krússið skal eisini hava rætta áskrift
Krígsborgin slær ikki falskar mentur
Tað er háost alt tryggari, at onkur er við, tá farið verður fyrsta dag í nýtt umhvørvi
C
M
Y
K
3
2