týsdagur 17. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 111 - 17. juni 2003
Nr. 111 - 17. juni 2003
5
Hon fær brúk fyri
nakrar milliónum
afturat í ár, annars
mugu bæði sigling og
koyring skerjast
STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Strandferðslan er aftur í ár í
fíggjarligum trupulleikum.
Longu nú, áðrenn árið er
hálvrunnið, er tað greitt, at
Strandferðslan má fáa nak-
rar milliónir afturat, skal
hon ikki noyðast at skerja
bæði sigling og koyring
rættiliga nógv.
Strandferðslan er júst nú
liðug fyri roknskapin fyri
fyrsta ársfjórðing í ár.
– Eftir teimum meting-
um, vit hava gjørt út fra tí,
koma vit at mangla 4,3
milliónir afturat í ár, fyri at
kunna varðveita tað virk-
semið, vit hava, sigur
Kristian Davidsen, stjóri á
Strandferðsluni.
Men tað kemur ikki óvart
á strandferðslustjóran, at
játtanin í ár fer ikki at
halda.
Tað hevur Strandferðslan
vita leingi og fyrr í ár var
eisini ætlanin at seta spari-
tiltøk í verk fyri at kunna
halda játtanina.
Men ein stórur trupul-
leiki er, at politisk myndug-
leikin noktaði Strandferðsl-
uni at seta tey sparitiltøk í
verk, sum ætlanin var at
seta í verk fyri at fáa játtan-
ina at halda.
Og nú roknskapurin fyri
fyrsta ársfjórðing í ár er
gjørdur, vísir hann, at at
Strandferðslan hevði eitt
hall upp á 1,6 millión tíggj-
ar teir fyrstu mánaðirnar í
ár.
– Út frá tí hava vit mett,
skulu vit varðveita tað virk-
semið vit hava, tað, sum
eftir er av árinum, koma vit
tilsamans at mangla 4,3
milliónir, tá ið árið er úti.
Sparingarnar, sum vit
ikki sluppu at seta í verk
fyrr í ár, høvdu givið
Strandferðsluni eina spar-
ing uppp á 2,4 milliónir.
Fyrr gjørdi fíggjarmála-
ráðið av at taka almenn
akfør úr trygging, so tað
hevur Strandferðslan gjørt.
– Tað meta vit fer at kosta
600.000 krónur í ár, sum
ikki eru roknaðar við
frammanundan.
Kristian Davidsen vísur
eisini á, at Smyril kom at
krevja væl størri umvæl-
ingar enn upprunaliga met,
tá ið hann var í dokk í vár.
Talan var um brek, sum
ikki sóust, fyrrenn teir fóru
at taka sundur, men tey
óvæntaðu brekini kostaðu
1,3 millión eyka.
Tað eru serliga hesar
tríggjar eyka útreiðslurnar,
sum gera, at stovnurin kem-
ur at mangla 4,3 milliónir í
ár.
Hallið kann gerast
enn størri
Men Kristian Davidsen
leggur tó afturat, at hallið
hjá Strandferðsluni kann
blíva enn størri, tí í hasum
4,3 milliónunum hevur hon
ikki roknað við, at lønirnar
fara at hækka eftir samráð-
ingarnar í oktober.
– Tað kann geva Strand-
ferðsluni eyka útreiðslur í
seinasta ársfjórðingi í ár.
Harafturat er heldur ikki
roknað við øðrum, óvænt-
aðum umvælingum, men
tekur nakað seg upp, verður
fíggjartørvurin hjá Strand-
ferðsluni enn størri.
Tó hevur Strandferðslan
gjørt av at útseta allar um-
vælingar, sum kunnu bíða,
til næsta ár.
Hann sigur, at eisini aðrir
óvissar kunnu stinga seg
upp. Eitt er farmaflutning-
urin ógvuliga nógv tengdur
at, hvussu tað gongst í
fiskivinnuni.
Samstundis hevur verk-
fallið kostað Strandferðsl-
uni væl av inntøkum, tí tá
varð ongin farmur fluttur,
samstundis inntøkurnar hjá
Bygdaleiðum eisini mink-
aði munandi.
Men, hvussu nógv, verk-
fallið
kostaði,
hevur
Strandferðslan ikki gjørt
upp enn.
Tað er eisini ein spurn-
ingur um, hvussu olju-
útreiðslurnar
verða,
tí
hækkar oljan aftur, førir tað
eisini eyka útreiðslur við
sær.
Stjórin á Strandferðsluni
sigur, at hann hevur kunnað
landsstýrismannin í vinnu-
málum, Bjarna Djurholm,
um støðuna.
Men hann sigur, at fær
Strandferðslan ikki eina
eykajáttan, verður neyðugt
at seta sparingar í verk og
tað kann bara gerast við at
skerja sigling hjá skipunum
og koyring hjá bussunum.
Politisku myndug-
leikin hevur noktað
Strandferðsluni at
seta sparingar í verk
og tí má hon fáa
eykajáttan, sigur
landsstýrismaðurin í
vinnumálum
STRANDFERÐSLAN
Áki Bertholdsen
– Strandferðslan má fáa
eina eykajáttan í summar.
Tað heldur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
Vinnumálum.
Hann hevur fingið kunn-
ing um fíggjarligu støðuna
hjá Strandferðsluni, sum
vit greiða frá í greinini
omanfyri, og nú fer hann at
kunna Landsstýrið um mál-
ið.
Men hansara tilmæli er,
at Strandferðslan fær eina
eykajáttan.
Annars hava politikarar
boðað frá, at eykajáttanir
eiga ikki at koma upp á tal
og í øllum førum skal pen-
ingurin, sum verður játtað-
ur eyka, sparast onkra aðra-
staðni.
Men Bjarni Djurholm
vísir á, at Strandferðslan
fyrr í ár vísti á ymsar spar-
ingar, men tað var ikki
politisk undirtøka fyri at
seta tær í verk.
– Við at gera uppskot til
sparingar, hava Strand-
ferðslan og landsstýrismað-
urin í vinnumálum roynt at
liva upp til ásetingarnar í
fíggjarlógini, men tað tók
politiski myndugleikin ikki
undir við.
– Og tað mugu so bæði
Landsstýrið og Løgtingið
taka avleiðingarnar av og
játta Strandferðsluni meiri
pening, sigur hann.
Kann tað henda, at pen-
ingurin skal sparast aftur á
onkrum øðrum øki hjá
Vinnumálaráðnum?
Tað er sjálvandi ein
spurningur, sum má takast
upp. Men støðan er tann, at
Strandferðslan hevur sjálv
víst á sparingar.
– Og tað vildi verið
øvugt at nokta stovninum,
sum skal spara, at seta hes-
ar sparingar í verk fyri
síðani at skarva burturav
onkra aðrastaðni, sigur
Bjarni Djurholm.
Men hann leggur afturat,
at hann veit ikki í løtuni um
peningur er settur av til
onkur endamál, sum ikki
verður brúktúr í ár, so at tað
fer at loypa av onkra staðni.
Strandferðslan aftur nú í fíggjarligari neyð
Antin fáa vit eina eykajáttan,
ella mugu vit skerja bæði sigl-
ing og koyring og tað vilja
politikarar ikki, sigur Kristian
Davidsen, stjóri á Strand-
ferðsluni
Bjarni Djurholm mælir til
at Strandferðslan
fær eykajáttan
Politiski myndugleikin nokt-
aði Strandferðsluni at seta
sparingar í verk og tað mugu
bæði landsstýrið og Løgtingið
taka avleiðingarnar av, sigur
Bjarni Djurholm, landsstýris-
maður í vinnumálum
Rættuliga nógv fólk
vóru savnað á keiini í
Norðdepli, tá nýggi
Gáshøvdi hjá p/f
Kneysur á Viðareiði
fyri fyrstu ferð kom
til landið seinnapart-
in sunnudagin.
Seinast eitt spildur-
nýtt skip heimahoyr-
andi á Viðareiði kom
til landið var einaferð
í 1930-unum
MÓTTØKA
Solby A. Eliasen
Norðdepil: Rættuligur há-
tíðardámur var í bygdini,
nú ein nýbygningur skrá-
settur á Viðareiði kom
heim. Talan er um trolbátin
Gáshøvdi, og menn siga, at
hetta er fyrstu ferð í eini
sjeyti ár, at eitt nýtt skip
kemur, sum er skrásett á
Viðareiði. Tað var ein løta
at bíða, inntil nýggi trolbát-
urin sást koma inneftir firð-
inum, men tað gjørdi ikki
nógv, tí veðurgudarnir vóru
við sundafólki og viðoying-
um henda dagin. Sólin
skein, og tað rørdist ikki ein
ond.
Nógvir smábátar fóru út
eftir firðinum at taka ímóti,
og somuleiðis vóru tveir
kappróðrarbátar
frá
Nordepils- og Hvanna-
sunds Róðrarfelag og tóku
ímóti. Tað spildurnýggja
seksmannafarið, Sundabát-
urin og gamla fimm-
mannafarið Ritan. Fløgg
sóust allastaðni í bygdun-
um báðum, og nógv børn
gingu eisini og runnu á kei-
ini við fløggum í hondini.
Tá Gáshøvdi hevði lagt
at, heilsaði Absalon í Buð
skipinum og tess eigarum
og ynskti teimum alt tað
besta í framtíðini. Hann
rópti eitt trýfalt longi livi
eisini. Síðani takkaði Kári
Kallsberg, stjóri í p/f
Kneysur fyri móttøkuna.
Hann var sera ovfarin av
stórfingnu móttøkuni, sum
skipið fekk. Klaksvíkar
Hornorkestur var eisini
komið til Norðdepils, og
tey spældu nøkur løg. Tá
tollvaldið hevði verið um-
borð og avgreitt síni viður-
skifti, varð boðið umborð
at hyggja at skipinum.
Eftir móttøkuna á keiini,
varð hildið fram á hotel
Norð á Viðareiði, har fólk
fingu ein góðan bita at eta.
Sum skilst vóru eisini heilt
nógv fólk á Viðareiði.
Góðar vónir
Nýggi Gáshøvdi er komin í
flotan fyri gamla Gás-
høvda, og hesin hevur so
fingið somu loyvini, sum
tann gamli hevði.
Kári Kallsberg sigur, at
vónirnar hjá teimum eru
sera góðar, nú nýtt skip er
komið.
– Annars vóru vit ikki
farnir í holt við hetta, sigur
hann, tá Sosialurn fær
hendur á honum um tele-
fonina seint sunnukvøldið.
Hann greiðir frá, at um-
støðurnar fyri manningina
eru sera góðar umborð.
Manningin fer at telja fýra
ella fimm mans.
Nýggi Gáshøvdi er bygd-
ur á skipasmiðju á Hafna-
firði í Íslandi. Hann er
21,95 m langur, 6.5 m
breiður og 3,3 m høgur.
Hann er merktur 140 BT.
Tað eru brøðurnir Gunn-
ar, Kári og Hans Jákup
Kallsberg, sum eiga bátin.
Og hann fer væntandi sín
fyrsta túr týskvøldið.
Fyrsti nýbygningur í sjeyti ár
Rættuligur hátíðardámur var, tá nýggi Gáshøvdi hjá p/f Kneysur á Viðareiði kom til
Hvannasunds seinnapartin sunnudagin
Tað eru teir tríggir brøðurnir,
Gunnar, Hans Jákup og Kári
Kallsberg, sum eiga
Gáshøvda, sum er komin í
flotan fyri gamla Gáshøvda
Norðurlond skifta
fokus. Frameftir
verður útnorður og
samstarv við
grannaøkini í útnorði
raðfest ovarlaga,
samdust norður-
lendsku ráðharrarnir
um í Stokkhólmi í
síðstu viku. Avrátt var
eisini, at norðurlond
fara at viðurkenna
navnalóggávu hvør
hjá øðrum
NORÐURLOND
Ingi Rasmussen
Norðurlendsku ráðharrarn-
ir vilja raðfesta útnorður og
samstarv við grannaøkini.
Tað kom fram á einum
fundi
millum
norður-
lendsku samstarvsráðharr-
arnar í Stokkhólmi hós-
dagin, tá ein arbeiðsbólkur
um útnorður legði úrslitið
av sínum arbeiði fram.
Føroyar og Íslandi hava
leingi strongt á fyri at fáa
norðurlond at skifta fokus.
Nógv samstarv er vent
eystureftir og við ES,
meðan samstarvið við okk-
ara grannaøki fyri sunnan
og vestan – Skotland,
Hetland,
Orknoyggjar,
Írland, Nýfundland og onn-
ur øki – hevur verið fyri
skerdan lut.
Arbeiðsbólkurin mælir
til, at farið verður undir at
fremja hetta samstarv við
ítøkiligum verkætlanum.
Innan havumhvørvi, til-
fingisumsiting, veðurlags-
broytingar,
útbúgving
gransking, mentan, heilsu
og samferðslu.
Norðurlendsku ráðharr-
arnir hava sett hetta fram
sum eina av fimm serligum
raðfestingum, verður upp-
lýst av løgmansskrivstov-
uni.
– Vit hava strembað eftir
hesum í skjótt fimm ár og
hava nú fingið týdningin av
slíkum samstarvi viður-
kendan. Hetta er eitt dømi
um, at vit skulu gera og
taka ábyrgd millum hini
norðurlondini og ikki bert
krevja og taka ímóti, sigur
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður við norðurlendskum
málum, sum fegnast um úr-
slitið.
Á fundinum í Stokk-
hólmi varð eisini uppskot
samtykt um at javnseta
føroyingar, álendingar og
grønlendingar, tá tað snýr
seg um rættin til at útbúgva
seg hjá hvørjum øðrum í
norðurlondum.
Fyrrverandi danski for-
sætisráðharrin, Poul Schlü-
ter, hevur fingið til upp-
gávu at arbeiða burturav
við at rudda allar forðingar
burtur, so norðurlendingar
fáa javnbjóðis rættindi í
londunum hvør hjá øðrum.
Dømi um hetta kann vera,
at viðurkenna navnalóg-
gávu, so eitt nú føroyingar
kunnu brúka føroysk nøvn,
hóast teir búgva í øðrum
norðurlandi, soleiðis sum
Høgni Hoydal hevur skotið
upp.
Poul Schlüter tók beinan-
vegin málið upp og fer
sambært
Løgmansskriv-
stovuni at skjóta upp eina
felags avtalu millum norð-
urlond um navnalóggávu.
Útnorður raðfest
hægri
Ein av fyrilestrarhald-
arunum á Mentanar-
ráðstevnuni, írin
Patrick J. Murphy, er
so hugtikin av
Tróndur Paturssyni,
at hann hevur keypt
ein málning frá før-
oyska listamanninum
MYNDLIST
Páll Holm Johannesen
Í samband við Mentanar-
ráðstevnuna um vikuskift-
ið, hevur Tróndur Patursson
fingið møguleika at sýna
fram í stóra Guinness
gallarínum í Dublin kom-
andi summar.
Tað er stórur áhugi fyri
føroyskari list í Bretlandi,
og í samband við framsýn-
ingina í Dublin, fer Tróndur
eisini sýna fram í Aberdeen
og London komandi summ-
ar.
Framsýningin á Guinness
gallarínum er komin í lag
gjøgnum íran Patrick J.
Murphy, sum var ein av
fyrilestrarhaldarunum
í
Norðurlandahúsinum um
vikuskiftið. Hann er ein av
samskiparunum á Guinness
gallarínum, sum er eitt
mest viðurkendu gallarín-
um í Írlandi. Gallaríið bjóð-
ar vanliga listafólkum út
øllum heiminum at sýna
fram, og nú er greitt, at
Tróndur Patursson verður
at síggja í írska høvuðs-
staðnum komandi summar.
Selt málning
Patrick J. Murphy er so
hugtikin av Tróndi Paturs-
son, at írin sjálvur hevur
keypt málning av føroyska
listamálaranum. Talan er
um ein miðalstóran máln-
ing, sum Tróndur kallar ein
abstrakta náttúrulýsing.
Bæði føroyingar og
útlendingar vóru á
einum máli um, at
neyðugt er við ný-
hugsan á ferðavinnu-
økinum. Eitt tættari
samstarv millum
ferðavinnuna og
føroysku mentanina
kundi verið til at
styrkt bæði føroysku
ferðavinnuna og
mentanina
MENTANAR-
RÁÐSTEVNA
Páll Holm Johannesen
Um
vikuskiftið
hevur
Norðurlandahúsið hildið
eina forkunnuga mentanar-
ráðstevnu. Stevnan var tann
fjórða í røðini í samband
við, at norðurlondini vilja
kanna, hvussu langt norð-
urlendskur
mentanar-
politikkur er komin, og
hvussu hann skal skipast í
framtíðini
Ein av spennandi fyri-
lestrunum á mentanarráð-
stevnuni um vikuskiftið var
sunnudagin, har kjakast var
um hugtakið kulturturismu.
Kulturturisma er eitt van-
ligt fyribrigdi í londum
uttanfyri Føroyar, meðan
vit framvegis ikki hava
tikið hugtakið til okkum.
Kulturturisma er í stuttum
um, hvussu mentan og
ferðavinna kunna arbeiða
saman fyri at stuðla hvørj-
um øðrum so báðir partar
fáa sum mest burtur úr.
Føroyska
ferðavinnan
hevur altíð lagt stóran dent
á at marknaðarføra før-
oysku mentanina, sum ein
sjálvsagdan part av ferða-
vinnuni. Kortini eru ment-
an og ferðavinnan politiskt
atskild, soleiðis skilt, at
politisku myndugleikarnir
hava orða atskildan ferða-
vinnu- og mentanarpolit-
ikk, og taka ikki fyrivarni
fyri at hesi í roynd veru
hoyra saman. Á pall-
borðsfundinum sunnudagin
kom týðuligt fram, at part-
arnir í ferðavinnuni meta
hetta vera óheppi, tí ikki
ber til at skilja hugtøkini at.
Bæði fólk innan ferðavinn-
una og føroyska mentanar-
lívið fílast á, at partarnir
ikki vita nóg væl av hvørj-
um øðrum, og at neyðugt
er, at samskipanin gerst
nógv betri í framtíðini.
Hvussu hetta skal gerast
vóru fólk rættiliga ymisk á
máli um, og á pallborðs-
fundinum kom fram, at fólk
innan føroyska mentan ikki
vóru serliga áhuga í at
verða marknaðarførd, sum
ein sjálvsagdur partur av
ferðavinnuni.
Neyðugt við nýhugsan
Fólk innan ferðavinnuna
søgdu seg ynskja, at Føroy-
ar royndu at marknaðarføra
seg sum annað enn nakrar
grønar oyggjar, tí flest onn-
ur lond hava eisini vakra
nátturu. Neyðugt er tí við
nýhugsan, so Føroyar sum
ferðavinnuland fær onnur
bein at standa á, enn bert
náttúruna. Víst varð á teir
mongu festivalarnar og
føroyska myndlist sum
góðar møguleikar, og sum
avgjørt kundi lokkað fleiri
útlendingar til Føroya.
Útlendsku
áhoyrarnir
vístu eisini á stóra týdning-
in, at føroyingar royndu at
bróta úr nýggjum og royna
nýggjar leiðir á ferðavinnu-
økinum. Eisini róstu teir
føroyingum fyri at duga
væl at hildið aftur, so før-
oyska mentanin heldur ikki
bleiv ov popput, sum bleiv
tikið til. Hóast neyðugt var
við nýhugsan, so er týdn-
ingarmikið, at vit ikki
mistu okkum sjálvi burtur í
marknaðarføringini
av
mentanina. Higartil hava
føroyingar duga væl at
funnið eina góða javnvág,
og útlendingarnir vóna, at
føroyingarnir framhaldandi
halda fast við ta leiðá
ferðavinnuøkinum.
Ferðavinnan og mentanin
tættari samstarv
Tróndur Patursson sýna fram í Dublin
Ein av spennandi fyrilestrunum á Mentanarstevnuni um
vikuskiftið var um ferðavinnu og mentan. Báðir partar vístu á,
at neyðugt var nógv betri samskipan í framtíðini, so báðir
partar kunnu fáa størri gagn av hvørjum ørðum
Mynd. Jan Muller
C
M
Y
K
5
4