týsdagur 17. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 111 - 17. juni 2003
Nr. 111 - 17. juni 2003
7
Tvær stórar konsertir
vóru á eystanstevnu.
Onnur var ein barna-
og ungdómskonsert
og hin var ein popp/-
rock-konsert. Konsert-
irnar vóru avgreiddar
í allarfagrasta veðrið
fríggjakvøldið. Undir-
tøkan fyri fyrru kon-
sertini var góð, men
uppmøtingin til
seinnu konsertina var
so sum so
KONSERT
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Runavík:
Eystanstevnan
er farin júst farin afturum
bak, og hava nógv fjøl-
broytt og spennandi tiltøk
verð á eystara armi á Skála-
fjørðinum um vikuskiftið.
Lagt varð hart út fríggja-
kvøldið við ikki minni enn
tveimum konsertum. Tann
fyrra var ein barna- og ung-
dómskonsert og tann seinna
var ein popp/rock konsert.
Til barna- og ungdóms-
konsertina vóru fleiri fram-
førslur.
Trøllapætur og omman
løgdu út, og vóru tey ógvu-
liga væl umtókt millum tey
nógvu børnini, sum vóru
komin at lurta. Tey bæði
hoppaðu, sungu og dans-
aðu, og tóku børnini væl
undir við teimum.
Omman er ikki sum
ommur flest. Hon hoppaði
og dansaði og sang rock ´n
roll. Sjálvt um hon hevði
stav, so var tað ongin trup-
ulleiki at standa á einum
beini og svinga.
Næst á pallin kom »Vit
eru glað«. Vit eru glað
góvu í fyrraári eina fløgu út
við andaligum barnasang-
um, og sungu tey í umleið
ein hálvan tíma. Dansigent-
ur vóru við á pallinum, og
syrgdu tey øll í felag fyri
einari fittari og hugnaligari
løtu.
Síðani var ein mótasýning
á skránni. Handlar í komm-
ununi
vístu
fram
tað
nýggjasta nýggja til børnini.
Tá mótasýningin var lið-
ug slapp Arnfríð Lützen
upp á pallin. Hon sang
nakrar sangir hjá Kulum
Rótum, og tóku tey nógvu
børnini væl undir við
henni. Serliga, tá sangurin
»Kalla meg babe« kom,
vóru tað tey flestu, sum
sungu við.
Eystanstevnubrak í grótbrotinum
Sum rosinan í pylsuend-
anum var tað Brandur Enni,
sum trein á pallin. Hesuferð
var hann einsamallur á pall-
inum, men kláraði hann seg
væl. Brandur framførdi
fleiri løg. Bæði nýggj og
eldri.
Meira larmur
Seinna konsertin var eitt
sindur seinkað, so hon
byrjaði ikki fyrr enn klokk-
an var umleið 23.30. Men
hetta forðaði ikki teimum
trimum bólkunum, Braqu-
et, Gestir og All That Rain,
í at geva alt teir høvdu.
Eysturoyarbólkurin,
Braquet, legði fyrst út. Teir
vóru við í Prix Føroyar
finaluni í ár, har teir ikki
megnaðu at vinna sær eitt
av fremstu plássunum.
Men teir vóru væl upp-
lagdir, og kláraðu sum
einki at fylla tey trý kort-
erini út við meistarligum
gittarspæli og eini sum
heild góðari framførslu
Tá trý korter vóru farin,
slapp gøtubólkurin, Gestir
framat. Gestir vunnu sum
kunnugt finaluna í Føroya
størstu tónleikakapping fyri
sløkum tveimum mánaðum
síðani, og um heilt stutta tíð
skulu teir niður til Nibe at
spæla á festivalinum har.
Gestirnir framførdu eis-
ini í trý korter við løgum,
sum hava verið at hoyrt á
Prix Føroyum og øðrum
løgum, og megnaðu teir
sína framførslu væl, og
tóku áhoyrararnir væl undir
við teimum.
Sjálvt um veðrið var av tí
allarfagrasta, so var upp-
møtingin ikki nakað at
reypa av. Nakað av fólki var
møtt upp, men pláss hevði
verið fyri nógvum afturat,
um ein kann siga tað so-
leiðis.
Millum
sýningarnar
høvdu handlar í handils-
miðdeplinum í Runavík
mótasýning. Tann mest ser-
merkta sýningin var uttan
iva frá nýggjasta handlin-
um í kommuni, Trend
Floor. Teirra »show« var
merkt av frekleika og var
tað júst hetta, sum ein beit
merki í.
Seinast á pallinum vóru
All That Rain. Teir hava
verið virknir innan før-
oyska tónleikaheimin í
fleiri ár nú, og sást tað aftur
á teimum fáu áhoyrarunum,
at hetta var ein bólkur, sum
tey kendu, tí fólk tóku væl
undir við bólkinum.
Uttan dropar og regn, og
við fáum fólkum, varð eyst-
anstevnukonsertin
av-
greidd. Konsertin var væl
eydnað, men kortini var
synd, at uppmøtingin var so
vánalig, tí bólkarnir høvdu,
allir sum ein, uppiborið
størri áhoyrarafjøld.
Um hálvgum trý tíðina
leygarmorgunin var friður
aftur í grótbrotinum í Salt-
angará aftaná nógvan tón-
leik av øllum sløgum.
Trøllapætur og omman flippaðu rættiliga út til barna- og ungdómskonsertina
Arnfríð Lützen var aftur at síggja á palli á eystanstevnu
Vit eru glað vóru eisini við á barna- og ungdómskonsertini, har tey sungu andaligar barnasangir
Brandur Enni kom síðstur á pallin á fyrru konsertini
Børnini gingu mótasýning, har tey vístu fram tað nýggjasta
nýggja
Prix Føroyar vinnararnir, Gestir, vóru fríggjakvøldið aftur at síggja á palli. Hesuferð í Runavík
Ein tann virknasti tónleikabólkurin í Føroyum, All That Rain, átti eisini pláss í popp/rock-
konsertini á eystanstevnu
Mest sermerktu mótasýningina átti handilin Trend Floor. Hinir
handlarnir vóru Shari, Shop-Inn, La Femme og Jallur
Eysturoyarbólkurin Braquet setti hol á eystanstevnukonsertina, sum varð hildin í grótbrotinum
í Saltangará, fríggjakvøldið
C
M
Y
K
7
6