Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 111 - 17. juni 2003 Nr. 111 - 17. juni 2003 9 Stinnir virðisbrævamarknaðir Í seinasta marknaðarráki varð skrivað um lægstu lánsbræva- rentur nakrantíð. Hetta kann endurtakast hesa vikuna, tí aftur í seinastu viku fullu lánsbrævarenturnar javnt og samt. Vikan varð merkt av gitingum um fleiri rentulækk- ingar frá amerikanska tjóð- bankanum og evropiska mið- bankanum. Hóast okkurt búskaparligt lyklatal vísti á eina hampuliga gongd í heimsins búskapum, endaði vikan við at vísa á, at amerik- anski búskapurin skal stríðast nakað enn, áðrenn verulig gongd kemur í aftur. Hetta hevur styrkt trúnna um, at amerikanski tjóðbankin fer at lækka metlágu leiðandi rentu teirra í næstu viku. Sannlík- indi er tí eisini fyri, at rentur- nar um okkara leiðir lækka meira. Eisini viðvíkjandi parta- brævamarknaðunum, kann seinasta vika lutvíst endur- takast - partabrøv stóðu seg sum heild væl. Tað partafel- agið, sum serliga var í and- gletti í farnu viku var A.P. Møller A/S. Á aðalfundi varð endaliga avgjørt at feløgini D/S 1912 og D/S Svendborg skulu leggja saman í eitt felag, ið verður kallað A.P. Møller Mærsk. Samanlegg- ingin merkir, at nýggja fel- agið verður millum heimsins størstu partafeløg. At eitt tílíkt felag er skrásett á danska virðisbrævamarknað- inum kann skapa útlendskan áhuga fyri Danmørk, og so- statt fáa positivan týdning fyri danska marknaðin. Í seinastuni hevur vantandi prísvøkstur verið í andgletti, serlig í USA, og tí verður tað við spenningi, at tøl viðvíkj- andi amerikanska prísvøkstr- inum verða kunngjørd týs- dagin 17. juni. Gerast hesi tøl øðrvísi enn væntað, vilja tey ávirka lánsbrævarenturnar. Sannlíkindi er fyri, at vant- andi prísvøksturin er yvir- mettur, og tískil kann hesin sum frálíður fáa renturnar at hækka aftur. Lánsbrævarenturnar liggja enn á metlágum stigi, men kunnu halda støðið næstu vikunar. Marknaðurin sýnist sterkur, og so leingi tos er um rentulækkingar í USA og Evropa, vilja renurnar ikki hækka stórvegis. Verður hugt longur fram, meta vit tó, at renturnar fara at hækka. Langtíðar lánsbrævaætlanin byggir tí framvegis á varsemi. Hóast partabrævamarknaðir- nir fullu fríggjadagin, er eis- ini hesin marknaðurin stinn- ur. Dentur verður lagdur á árinið ógvusligu sparingarnar hava á rakstrarúrslitini og áhugi sýnist at vera fyri partabrøvum. Marknaðirnir liggja lutfalsliga høgt, men vit meta, at positiva gongdin kann halda fram. Marknaðarrák Vika 25, 2003 www.kaupthing.fo Leygardagin varð skipað fyri stórum barnatiltaki á Torg- inum í Saltangará. Við vóru brandbilar og sjúkrabilar, og sjálvandi vóru Emma og hennara Blues Band á staðnum og sungu teirra væl- kenda Babu TILTAK Ingrid Bjarnastein Saltangará: Leygardagin á eystanstevnu var stórt barnatiltak á Torginum við tivoliøki. Veðrið var heilt gott, so nógv fólk vóru komin saman, har nógv ymiskt var at royna. Á Torginum var ein pall- ur, har ongin minni enn M´as Blues Band, vóru komin til Skálafjørðin at framføra fyri eini stórari áhoyrarafjøld. Brandbilur og sjúkrabilur vóru komnir á Torgið, har børnini fingu høvi at sita í teimum og royna sirenurnar og síggja, hvussu bilarnir annars riggaðu. Teimum mongu børnun- um, sum møttu upp, dámdu sera væl. Báðir bilarnir vóru væl umtóktir, og ikki minst framførslan hjá Emmu og teimum var eitt hitt sum altíð. Við Babu og øllum hin- um hittunum sungu tey og Eyðstein við síni luftgittar var ivaleyst undirhald í sær sjálvum, tí børnunum dámdi væl, og tey tóku væl undir við øllum sangunum, sum tey kendu aftur. Babu og Emma á Torginum Emma og tey vóru á Torginum í Saltangará leygardagin til eitt stórt barnatiltak har Børnini fingu høvi at síggja bæði brandbilar og sjúkrabilar Floriana Hansen 60 ár Í dag, týsdagin 17. juni, fyllir Floriana Hansen í Ringkøbing 60 ár. Hon er ættað úr klaksvík, og dóps- navnið er Floriana Peter- sen. Hon varð kallað Lola. Mamma hennara var Zacharia, kallað Dea, Joen- sen úr Funningsfirði. Pápin var Bernhard Petersen, ætt- aður av Skarði. Hann gjør- dist í 1940 formaður fyri kommunala Grótbrotinum á Bumshamri í Klaksvík og var í hesum starvi til 1988. Bernhard doyði í 1990, 80 ára gamal. Dea andaðist í 1998, 82 ára gomul. Dea og Bernhard fingu seks børn. Floriana er elst. Hini eru Jákup Petur, Tor- gerð, Leivur, Bergfríð og Ása. Hesi fimm búgva øll í Klaksvík. Floriana tók realprógv í Klaksvík í 1960. Hon ar- beiddi so á Hermetikkvirk- inum í eitt ár, til hon gjør- dist bankanæmingur í Før- oya Banka í Klaksvík. Eftir lokna lærutíð fór hon í 1964 at arbeiða í banka í Esbjerg. Hon hevði tá møtt Jørn úr Ringkøbing, og tey giftust í Christianskirkjuni í 1966. Tvey ár seinni fluttu tey í nýggj hús í Esbjerg. Í 1974 fór Floriana at ar- beiða hjá Tjæreborg. Mað- urin var roknskaparmaður á einari skipasmiðju í Es- bjerg, og tá hon fór av knóranum í 1979, fekk hann starv á Fiskasøluni í Havn. Tey fluttu tí til Havnar í 1980, og Floriana fekk arbeiði á dómaraskrivstovuni, og síðani var hon í Den Danske Bank í Hirtshals í tvey ár, meðan maðurin arbeiddi hjá Fiskasøluni har. Í 1983 komu tey aftur til Havnar, og Floriana ar- beiddi í Føroya Banka í Havn, til tey í 1989 fluttu aftur til Danmarkar, har Jørn fekk arbeiði í sínum føðibýi Ringkøbing. Flori- ana fekk arbeiði hjá Post Danmark. Floriana og Jørn eiga tvey børn. Helen er gift við Bjarne, býr í Hvide Sande og starvast á røktarheimi. Sonurin Peter tók skipsfør- araprógv í 1995 og siglir við Mærsk. Hann býr í Havn. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Amerikanska sangkórið, Calvary Choir, sum hevur vitjað í Føroyum síðan hósdagin, fór avstað aftur í gjár. Tey vóru sera hugtikin av oyggjunum og sungu eisini á føroyskum KÓRVITJAN Magnus Gunnarsson Tað var ein stór uppliving fyri amerikansku kórsang- ararnar í Calvary Choir at vitja í Føroyum. Hjá fleiri teirra var hetta fyrstu ferð, tey vóru í Evropa. Vit halda, at tað skal nógv til fyri at »imponera« amerik- anarar, sum búgva í einum stórum landi, har alt er so stórsligið, men fyri tey var tað nakað heilt serligt at koma til Føroyar. Tað at tey øll búðu hjá føroyskum familjum, gjørdi at tey fingu betur innlit í, hvussu vit liva, samstundis sum tey komu at kenna fleiri familjur í Føroyum. Ein av kórluttakarunum er Gudny Munro, f. Gunn- arsson, úr Havn. Hon hevur búð í USA, saman við manninum, John Munro, síðan 1981. Tey hittust fyrstu ferð í Hetlandi fyri 30 árum síðan. John er ætt- aður úr Edenburgh í Skot- landi og er pastorur í Car- vari Church í Kalamazoo, Michigan í USA. Kala- mazoo er ein býur við 70.000 íbúgvum í ein landsynning í statinum Michigan, góðar 100 km eystan fyri Chicago. Fleiri smærri býir liggja rundan um Kalamazoo, so fólkatal- ið í økinum er oman fyri 300.000. Tað hevur eisini ein ávísan týdning fyri Gudny, at hennara kórfel- agar nú kenna landi og fólkið, sum hon kemur frá. Undir fyrireikingunum til Føroyatúrin høvdu tey vant sangin »Faðir vit takka tær« á føroyskum. Hetta komu tey væl frá. Fyri tey sum hava áhuga í kórsangi, var hetta ein stór uppliving. Sangurin minnir um tað, vit kenna frá sjónvarpssend- ingunum v. Bill & Cloriu Gaither. Umframt kórsang- arar vóru eisini klaver-, cello- og trompetspælarar. Tey sungu í Klaksvík, í Fuglafirði og í Havn. Nógv fólk møttu til hesar sang- fundir, har John Munro pastorur hevði ein evangel- iskan boðskap til áhoyrar- arnar. At koma úr Michigan til Føroyar við einum stórum kóri er eitt stórt tak, men alt eydnaðist sera væl. Kórið fór avstað aftur í gjár við Atlantsflog til Aberdeen. Tey verða í Skotlandi og Onglandi hesa vikuna. Tey skulu syngja í Durham í Onglandi og komandi viku- skifti í Fraserburgh og Aberdeen í Skotlandi. Tey fara heim aftur til USA komandi mánadag. Inga Simonsen í Havn samskip- aði ferðina í Føroyum. Dagurin 17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi, og býurin Boston eitur eftir honum. Hann doyði í umleið 680. Navnið Bótolvur ella Bótal hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum og kemur fyri bæði í sambandi við jørð og útróðrarmið. Hannefía Hammer 85 ár Í dag, týsdagin 17. juni, fyllir Johanna Sofía Hammer (nevnd Hannefía) Hvítanes, Tvøroyri 85 ár. Hannefía er ættað úr Sør- vági, dóttir til Elisabeth Mariu og Harald í Lágabø. Hon er elst av 9 systkjum. Hon misti pápan 19 ára gomul. Hetta var árið eftir ta tiltiknu ferðina, tá ið Coralia bjargaði manning- ini á Blithesome í ódnar- veðri á Kappanum. Pápi hennara var kokkur á Blithesome, og fekk hann mein av túrinum. Tá hann doyði, vóru fleiri av børn- unum undir skúlaaldur. Hannefía fór sum ung til Suðuroyar at tæna og giftist við Mikkjal Hammer (nevndur Minnurin) av Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var sonur Johannu og Julius á Hamri. Minnurin misti pápan sum 14 ára gamal. Hann var í miðjuni av 9 systkjum. Minnurin var sjómaður øll síni ungu ár. Hann sigldi krígsárini við trolara og slupp. Var úti fyri hendingum av krígs- ávum, sum darvaðu honum so mikið, at hann rættuliga ungur legðist upp á land og arbeiddi har fyrifallandi arbeiði. Hannefía og Minn- urin fingu fimm børn, fýra dreingir og eina gentu. Hon passaði hús og heim, með- an hann var burtur. Seinni, tá børnini vóru eldri, fór hon at arbeiða í fiski. Í 1998 doyði fyrst tann næst- elsti sonurin, Julius, og góðan mánað seinni, mað- urin. Hon eigur fleiri ommu- og langommubørn. Føðingardagin heldur hon saman við sínum nærmastu hjá eini ommudóttir í Havn. Hilmar Simonsen - cand. scient. í jarðfrøði og jarðalisfrøði 5. juni 2003 gjørdist Hilm- ar Simonsen, Saltangará, cand. scient. í jarðfrøði/- jarðalisfrøði á lærda há- skúlanum í Århus. Hann hevur serbúgvið seg innan kolvetnisjarðfrøði, og hev- ur við støði í brunnum bor- aðum á bretskum land- grunni arbeitt við at endur- mynda hitalagsgongdina í einum jarðfrøðiligum øki millum Føroyar og Het- land. Hann vardi sína ser- ritgerð »Inverse Thermal Reconstruction & Organic Geochemistry in the Faeroe-Shetland Basin«, og helt framløgu við heitinum »The Hydrocarbon Poten- tial in the Faeroe-Shetland area - in the light of the magmatic rifting in the North Atlantic«. Hilmar Simonsen er 34 ára gamal, ættaður av Høgabóli, Saltangará. Amerikanararnir sungu eisini á føroyskum Calvary kórið sang í Klaksvík, Fuglafirði og í Havn. Her eru tey í Ebenezer í Havn Mynd: Jens Kristian Vang John og Gudny Munro saman við soninum, Christopher. Gudny og John møttust fyrstu ferð í Hetlandi fyri 30 árum síðan. Tey giftust í Føroyum í 1974. C M Y K 9 8