týsdagur 17. juni 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 111 - 17. juni 2003
Nr. 111 - 17. juni 2003
11
Stóra ferðavinnutíðin er í hondum og fyrstu
ferðamannaskipini hava longu vitjað í Havn
og eitt hevur enntá vitjað í Mykinesi. Talið
av ferðamannaskipum í ár verður hægri enn
nakrantíð. Útvarpið veit at siga frá, at 34
skip fara at leggja farleiðina um Føroyar.
Orsøkin til henda vøkstur er tað vaksandi
ferðavinnusamstarvið í Útnorði. Hetta er
ein sera áhugaverd og spennandi gongd. Vit
her í Føroyum sum kunnugt áhugað í alt-
ernativum til fiskivinnuna. Ferðavinnan er
eitt upplagt alternativ.
Spurningurin er so, hvussu ferðavinnan
best kann skipast, hvat vit fíggjarliga fáa
burtur úr og hvat tað er, ið ferðamaðurin
kemur eftir í Føroyum. Tað er Ferðaráðið og
ymiskir túroperatørar, ið skipa fyri ferða-
vinnuni. Her verður ivaleyst gjørt eitt sera
gott arbeiði, tí ferðavinnan vindur støðugt
uppá seg. Tað er sostatt eingin ivi um, at
henda vinna kastar pening av sær til operat-
ørarnar, hotellini og flutningsfyritøkurnar
serstakliga Smyril Line og Atlantic Air-
ways. Hetta kann bert vera gott.
So er tað spurningurin hvar ferðamaðurin
kemur til, hvat vilja tey ferðandi síggja og
uppliva. Svarið er ivaleyst náttúra og
mentan. Í fjør var hetta evnið, ið nevnist
kulturturisma viðgjørt á útnorðursráð-
stevnu í Havn og okkum vitandi var hetta
envið aftur viðgjørt á ráðstevnu um viku-
skiftið. Skal ferðavinnan byggja á tilfeingi
sum náttúru og mentan krevur tað, at vit
fara væl um. Hetta krevur at vit røkja okk-
ara náttúru væl og at vit seta krøv til ferða-
fólkini og til túroperatørarnar. Men henda
støða krevureisini, at vit røkja okkara ment-
an væl og at vit umhugsa, hvat tað er í okk-
ara mentan, sum ferðafólkini vilja uppliva.
Mentan okkara er rík og ekta. Ansast má tí
væl eftir, at hon ikki gerst til eina handils-
vøru, sum verður lagað til krøv og for-
væntningar hjá ferðafólkunum. Hetta er
ábygrdin hjá landsmyndugleikunum, lands-
stýri og løgtingi. Verður farið skynsamliga
fram av øllum avvarandi fer ferðavinnan
ivaleyst gerast eitt haldgott íkast til
búskapin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ferðavinnutíð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Føroyar eru í dag um-
fataðar av donskum revsi-
og rættargangslógum v.m.,
ið danska stjórnin einsíðis
hevur sett í verk, hóast eitt
einmælt Løgting í 2001 og
aftur í 2003 hevur víst á, at
vit í Føroyum ikki ynskja
hesar lógir og at hetta tí
gongur beint ímóti vilja
Føroya fólks. Eisini
Hóast hetta hevur danska
stjórnin í vár í ár einsíðis og
uttan at upplýsa Løgtingið
ella lata Løgtingið viðgera
málið, lýst hernaðarligar
revsi- og rættargangslógir
og kunngerðir v.m. at verða
galdandi fyri Føroyar. Hetta
fekk Løgtingið til at gera
vart við seg - enn einaferð.
Í mai 2003 tók enn eina-
ferð eitt samt Løgting undir
við einum ríkislógartilmæli,
ið hevði til endamáls at
avtaka donsku revsi- og
rættargangslógarnar v.m., ið
danska stjórnin hevði lýst
fyri Føroyar. Ríkislógar-
tilmælið varð lagt fram av
øllum flokkum á tingi
undantikið Sambandflokk-
inum. Hesin flokkur tók tó
eisini undir við tilmælinum.
Men aftur hesuferð varð
einmælta samtyktin hjá
Føroya Løgtingi sett til viks
av donsku stjórnini.
Brot á siðvenju og aft-
urstig fyri fólkaræðið
Higartil hevur verið sið-
venja, at eingin ríkislóg fær
gildi, uttan at Løgtingið
samtykkir hesa lóg. Fram-
ferðin hjá donsku stjórnini í
hesum málinum er tí fyrst
og fremst eitt álvarsamt
brot á ta siðvenju, ið hevur
verið viðvíkjandi donskum
lógum, ið verða settar í
gildi fyri Føroyar. Somu-
leiðis kann hetta tulkast
sum brot á heimastýrislóg-
ina § 7 og stýrisskipanar-
lógina § 48. Hetta er óivað
eisini orsøkin til, at undan-
farnar danskar stjórnir hava
valt at fara ígjøgnum Løg-
tingið áðrenn danskar lógir
verða settar í gildi fyri Før-
oyar. Men hetta tykist
núverandi danska stjórnin
ikki meta verða neyðugt, og
er hetta eitt stórt afturstig
fyri føroyska fólkaræðið.
Eitt afturstig, ið vit ikki
eiga at góðtaka.
Væl grundgivið
"óheppið mistak" ?
Hóast
tvær
einmæltar
áheitanir frá Føroya Løg-
tingi - í 2001 og 2003 - og
nú eisini uppskoti frá fólka-
tingsumboði Tjóðveldis-
floksins og Føroya fólks á
Fólkatingi um at avtaka
hernaðarligu revsi- og rætt-
argangslógirnar v.m. fyri
Føroyar - hevur danska
stjórnin nú enn einaferð
staðfest, at hon metir tað
verða rætt at hon hevur lýst
donsku hernðarligu revsi-
og rættargangslógirnar v.m.
at verða galdandi fyri Før-
oyar, og at hon ikki fer at
broyta hetta.
Talan er tí ikki um nakað
"óheppið mistak", sum
Lisbeth L. Petersen vil
verða við í grein síni. Talan
er somuleiðis um eina and-
søgn tá Lisbeth L. Petersen
seinni í greinini vil verða
við, at danska stjórnin kom
við bæði "klárari og greið-
ari grundgeving" fyri tí hon
hevði gjørt og fyri at hon
heldur fast í avgerð síni.
Harvið kann talan ikki
verða um nakað "óheppið
mistak", men heldur um
misnýtslu av tí yvirvalds-
rætti, ið føroyingar lata
dønum uppí hendur í dag.
Hesar lógir eru heldur
ikki bert galdandi fyri
"danskar herðmenn í Før-
oyum" - sum Lisbeth L.
Petersen tekur til - men
geva somuleiðis donskum
myndugleikum rættindi í
krígstíð at taka ognir og
fólk í Føroyum um teir
meta hetta verða neyðugt.
Tí kunnu hesar lógir og
kunngerðir í stóran mun fáa
ávirkan á føroyingar - ikki
minst um vit ikki draga
somu línu sum danir í
krígstíð. Hetta varð eitt nú
galdandi í seinasta krígnum
ímóti Irak.
Stjórnin virðir ikki
føroyingar
At enda verður í greinini
hjá Lisbeth L. Petersen
gjørt vart við, at ríkisfel-
agsskapurin hevur góða
undirtøku á Fólkatingi. Ja,
tað kann ikki undra. Men
hinvegin kann tað stórliga
undra, at Lisbeth L. Peter-
sen endar grein sína við
hesum orðum: "Tí er nú at
vóna, at okkara landsstýri
eisini ger sítt til, at sam-
skiftið millum londini bæði
heldur fram við tí virðing
og áliti, sum felagsskapurin
eigur at fáa fyri at røkka
bestu loysnunum."
Átti henda áheitan ikki at
verða vend ímóti donsku
stjórnini ?
Virðing, álit og felags-
skapur - ja, tað er ikki júst
hetta, ið hevur eyðkent
framferðarháttin
hjá
donsku stjórnini mótvegis
føroyingum, landsstýrinum
og Føroya Løgtingi.
5 flokkar fyri
føroyskum fullveldi
Tí má staðfestast, at:
- Tíverri er enn í dag ein
flokkur í Føroyum, ið held-
ur fast í at arbeiðast ikki
skal fram ímóti einum
sjálvstøðugum Føroyum,
men at Føroyar hinvegin
skulu verða verandi undir tí
yvirræði, ið danska stjórnin
enn einaferð hevur misnýtt
mótvegis føroyingum.
- Tíbetur eru í dag fimm
flokkar, ið vilja arbeiða fyri
sjálvræði í einum sjálvstøð-
ugum Føroyum og tíbetur
vísir søgan runt allan heim,
at tíðin altíð arbeiðir til
frama fyri einum sjálvstýr-
isstríði og fyri tjóðarfrælsi.
Og nú nærkast.
Tolin trívst…
Sjálvræði - Yvirræði : 5 - 1
Tann 6. juni 2003 lækkaði
Danski Tjóðbankin dis-
kontoina við 0,5 pst. niður
í 2 pst. p.a. Sum avleiðing
av hesum javnar Føroya
Banki rentustig síni við
gildi frá 14. juni 2003.
Rentustigini á útlánum
og kredittum verða lækkað
við 0,25 - 0,375 pst.
Rentan á sethúsalánum
við 1. veðrætti verður eftir
hetta 4,25 pst. uttan mun til
lánisnið.
Rentan á innlánum uttan
uppsøgn verður óbroytt.
Viðvíkjandi innlánum við
serligum treytum verður
rentan lækkað við 0,5 pst.,
meðan rentan á innlánum
við 3 mánaða uppsøgn
einans verður lækkað við
0,25 pst. Innlánsrentan hjá
Føroya Banka fer tí at
liggja á odda, og hetta er
fyri innlán við stuttari
uppsagnartíð - einans 3
mánaðar.
Føroya Banki lækkar rentuna
Halda fast um lønarkrav
Um vikuskiftið eydnaðist tað at fáa ein nýggjan sátt-
mála millum grønlendska heimastýrið og fakfelagið
SIK. Sáttmálin gevur átta prosent lønarhækking
næstu trý árini, hóast SIK hevði kravt at fáa tíggju
prosent afturat.
Um fjúrtan dagar skal SIK samráðast við grøn-
lendska arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála,
og her fer felagið at halda fast um tey tíggju prosent-
ini, sigur formaðurin, Jens G. Berthelsen. Við grøn-
lendska útvarpið sigur hann, at tað fer ikki at bera til,
at teir privatu arbeiðsgevararnir rinda minni løn enn
tað almenna. Jens G. Berthelsen leggur afturat, at
framgongd hevur verið í grønlendska búskapinum tey
bæði seinastu árini, og at løntakararnir eiga at fáa sín
part av ágóðanum.
Grønlendska arbeiðsgevarafelagið hevur boðið
SIK-limunum 6,5 prosent afturat í løn.
Eiga ikki at roykja har
børn eru
Tað er ikki óhugsandi, at lógin um nøkur ár fer at
banna fólki at roykja inni, um børn eru í húsinum.
Í hvussu er heldur formaðurin í altjóða heilsustovn-
inum WHO, Gro Harlem Brundtland, at ein tílík lóg
er als ikki óhugsandi. Í samrøðu við norsku tíðinda-
stovuna sunnudagin vísti hon á, at tá politikararnir
fyri 20 árum síðani bannaðu foreldrunum at sláa
børnini, vóru tað mong, sum mótmæltu, at lógin
skuldi gera av, hvat fólk kundu gera í sínum egnu hús-
um.
- Men meirilutin hevði eina aðra áskoðan, og so-
leiðis verður tað eisini við hugburðinum, tá tað snýr
seg um at roykja heima hjá børnunum. Um eini tíggju
ár fara fólk at hava eina aðra uppfatan enn í dag, segði
Gro Harlem Brundtland.
Hægri bensinprísur kann
elva til ófrið
Myndugleikarnir í Nigeria kunngjørdu sunnudagin,
at teir umhugsa at hækka prísin á bensini og øðrum
oljuúrdráttum.
Sum er letur nigeriski ríkiskassin einar 12
milliardir krónur í stuðuli fyri at halda bensinprísinu-
m niðri, men hetta ber ikki til longur, sigur stjórnin og
vísir á, at tað almenna oljufelagið hevur brúk fyri
størri inntøkum. Eygleiðarar í Nigeria siga, at ætlanin
hjá stjórnini kann fara at elva til umfatandi ófrið. Tá
myndugleikarnir í januar í fjør hækkaðu prísin á
bensini, fóru fleiri fakfeløg í verkfall, og nógvastaðni
var blóðigur ófriður. Hesaferð roynir stjórnin at
sleppa undan ófriði á arbeiðsmarknaðinum og hevur
tí tingast við fakfeløgini um ta ætlaðu príshækk-
ingina.
Nigeria er eitt av teimum stóru oljuframleiðara-
londunum, og næstan 90 prosent av landsins inntøk-
um stava frá oljuni.
Eiga at velja Clinton
NATO skal hava nýggjan aðalskrivara, tá skotin John
Robertson fer frá. Fleiri hava verið nevnd sum
møgulig evni at taka við, og nú hevur formaðurin í
norska Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, skotið
upp at velja fyrrverandi amerikanska forsetan Bill
Clinton til NATO-aðalskrivara.
Carl I. Hagen heldur, at NATO hevur tørv á einum
persóni við altjóða myndugleika, virðing og roynd-
um. Hann vísir á tey versnaðu viðurskiftini millum
Frakland og Týskland øðrumegin og USA, Bretland
og Spania hinumegin, og at Clinton er tann best
egnaði til at fáa viðurskiftini aftur í rættlag.
Norska stjórnin hevur virkað fyri sínum egna verju-
málaráðharra, Kristin Krohn Devold, sum møgulig-
um evni til aðalskrivarastarvið í NATO. Carl I. Hagen
sigur, at hon er uttan iva egnað til starvið, um aðal-
skrivarin skal leiða eina skrivstovu í Bruxelles, men
sjálvur heldur hann aðalskrivarastarvið hava størri
týdning enn so.
UTTAN ÚR HEIMI
Hitin á Jørðini fer at
veksa uppaftur meiri í
hesari øldini, enn
vísindafólk higartil
hava hildið
VEÐURLAG
Árni Joensen:
Higartil hava veðurlags-
granskarar hildið, at meðal-
hitin á Jørðini fer at veksa í
mesta lagi 5,8 stig í 21. øld,
men nú vísa nýggjar kann-
ingar, at hendan metingin
røkkur ikki. Nú verður
hildið, at meðalhitin kann
veksa millum sjey og tíggju
stig tey næstu hundrað
árini.
Paul Crutzen, professari,
sigur við tíðarritið New
Scientist, at smáir bitlar av
svávuli og øðrum evnum
hava »steðgað« strálunum
frá sólini upp í atmosferuni.
Høvdu hesir bitlarnir ikki
verið har, hevði hitin á
Jørðini helst vaksið fýra
ferðir skjótari, enn hann
ger. Við øðrum orðum hava
vit verið heppin, at hitin á
Jørðini bara er vaksin 0,6
stig seinastu hundrað árini.
Men hesir somu bitlarnir
eru vandamiklir fyri fólk í
nógvum stórum býum, tí
tað kann vera lívshættisligt
at anda teir í seg. Í Kina eru
myndugleikarnir farnir í
hernað ímóti slíkum bitl-
um, skrivar New Scientist.
Amerikansku
hermenninir í Irak
verða lagdir undir at
nýta óneyðuga harða
framferð ímóti
irakskum sivilfólki
IRAK
Árni Joensen:
Sunnukvøldið fór amerik-
anski herurin í Irak undir
eitt átak ímóti teimum, sum
seta seg upp ímóti herset-
ingarvaldinum. Hermenn-
inir framdu fleiri húsarann-
sóknir, og nógv fólk vórðu
tikin.
Málið við átakinum er at
fáa bilbukt við bólkar, sum
framvegis gera mótstøðu
ímóiti amerikansku her-
monnunum tveir mánaðir
eftir, at Bagdad fall. Mót-
støðan hevur verið serliga
hørð í økinum norðan og
vestan fyri høvuðsstaðin,
og fleiri amerikanskir her-
menn eru deyðir og særdir í
álopum.
Eygleiðarar
siga,
at
amerikanarar hava ongan-
tíð verið so illa umtóktir í
Irak sum nú, og fleiri fjøl-
miðlar skriva, at amerik-
ansku hermenninir nýta
óneyðuga harða framferð
ímóti irakska fólkinum.
Eygnavitni hava greitt
frá, at amerikansku her-
menninir leggja kvinnur og
børn í hondjørn, og at fleiri
fólk eru deyð, tí amerikan-
ararnir hava sýtt teimum
læknahjálp, skrivar tíðinda-
stovan AP. Hetta avsannar
herleiðslan.
Í býnum Falluja norðan
fyri Bagdad rannsakaðu
amerikansku hermenninir
fleiri hús og tóku fleiri fólk
gjáranáttina.
- Sjálvt ikki Saddam
Hussein gjørdi slíkt ímóti
okkum. Vit eru sloppin
undan einum trupulleika,
men hava fingið ein annan,
sum er uppaftur verri, segði
tann 60 ára gamli Jassim
Ali Mohammed við AP í
gjár.
Amerikanararnir eru verri
enn Saddam Hussein
Tað verður uppaftur heitari enn higartil hildið
Amerikansku hermenninir í Irak verða lagdir undir at fara óneyðuga harðliga fram
C
M
Y
K
11
10