týsdagur 17. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 111 - 17. juni 2003
Nr. 111 - 17. juni 2003
13
Vit komu til Syðradals
um somu tíð, sum
setanin av stevnuni og
konsert við Frændum
og Brandi Enni var á
Trøllanesi. Syðri part-
ur av oynni var mann-
tómur hesa løtuna.
Eingin bussur og eing-
in bilur.Vit byrjaðu at
ganga móti Húsum.
Høvdu tó ikki væntað,
at vit komu at ganga
allar teir tríggjar kilo-
metrarnar uttan at
síggja ein tann einasta
bil á vegnum. Tað
harmaði eitt sindur, at
vit ikki sluppu norður
til Trøllanesar og
kundu fáa um endan
av teimum tiltøkum,
ið har vóru. Og tó;
hetta var ein serstak-
liga hugnaligur
gongutúrur í góðum
veðri. Lítið lot og eitt
strok av ælingi av og á,
sum tó ikki órógvaði
tað minsta
ÚTOYGGJASTEVNA
Orð: Vilmund Jacobsen
Myndir: Rúna Sivertsen
Leygardagin vitjaði Sosi-
alurin í Kalsoynni. Hetta
gjørdist ein minnisríkur
túrur, har tú upplivdi,
hvussu ein heil oyggj dugir
at hugna sær saman við
gestum, bæði nær og fjar, tá
ið høvið býðst. Høvið hesa-
ferð var ársfundurin hjá
Útoyggjafelagnum, sum nú
hevur eitt ár á baki. Felagið
varð formelt stovnað í
Skúvoy fyri einum ári síð-
an, tá ið skúvoyingar skip-
aðu fyri einum megnar
stevnutiltaki. Formaður í
starvsnevndini
hjá
Út-
oyggjafelagnum er Óla
Jákup úr Dímun.
Hóast vit vóru heldur
sein á veg, og ferðin úr
Klaksvík, til Syðradals og
norður á Trøllanes tók nógv
longri tíð enn væntað, vóru
vit hinvegin leingi úti í
Kalsoynni hendan dagin.
Vit fóru av Leirvík til
Klaksvíkar kl. 14, og
beinleiðis yvir til Syðradals
við Alfa Pilot og Tórleifi
Sigurðsson sum skipara.
Í Klaksvík var oysregn ta
lítlu løtuna, vit bíðaðu eftir
Tórleifi. Á rampanum á
Dúgvuni spurdi ein vest-
mannakona, Gunnvør, sum
eisini var á veg í land, um
vit vistu, hvar Barskorð lá.
Jú, hann lá beint hinumegin
pierin, men har var ikki ein
sál umborð. Á bryggjuni
læt konan seg í regnklæði,
meðan hon fortaldi, at hon
var á veg til Húsar at vitja
sonin og verdóttrina. Hetta
var aðru ferð, hon fór út í
Kalsoynna at vitja tey bæði.
Løtu seinni stevndi Alfa
Pilot inn um pierin.
Alfa Pilot er keyptur fyri
umleið hálva milj. krónur,
men krøvini vóru so stór til
bátin, tá ið hann kom higar,
at siglingarklárur kostar
hann um 1 milj. krónur.
Báturin, sum hevur tveir
motorar og er meira enn 40
føtur langur, verður leigað-
ur til útferðir, læknaørindi
og sigling við fólki millum
firðir og sund.
Torleif segði, at Útoyggj-
anevndin hevði heitt á seg
um at sigla við fólki hendan
dagin og túrurin, vit fóru
um fjørðin, var ikki sam-
bært nakrari lýstari ferða-
ætlan.
Alfa Pilot gongur 15 míl,
so ferðir tvørtur um fjørðin
tók stutta tíð.
Tá ið vit komu yvir á
Syðradal, var eingin bussur,
ei heldur nakar bilur fyri
okkum.
Hetta var um somu tíð,
sum setanin av stevnuni og
konsert var á Trøllanesi, og
tí mundi syðri parturin av
oynni hesa løtuna vera at
kalla manntómur.
Vit byrjaðu at ganga móti
Húsum. Høvdu tó ikki
væntað, at vit komu at gan-
ga allar teir tríggjar kilo-
metrarnar uttan at síggja
ein tann einasta bil á vegn-
um. Tað harmaði eitt sind-
ur, at vit ikki sluppu norður
til Trøllanesar og kundu fáa
um endan av teimum til-
tøkum, ið har vóru.
Hetta var tó ein serstak-
liga hugnaligur gongutúrur.
Veðrið var gott, bert lítið
lot og eitt strok av ælingi av
og á. Tó ikki so, at tað
órógvaði.
Fólk, sum vóru á veg
norðureftir, gingu í smáum
bólkum. Tey flestu ungfólk.
Onkur teirra var komin
undan okkum. Í okkara lítla
fylgi var Gunnvør, sum fyrr
í vikuni var komin aftur av
harmonikutúri
við
Norrønu.
Prátið gekk lívligt - um
alt millum himmal og jørð,
og láturin var stundum
nógvur. Hetta var ikki tung
og tigandi gongd, men ein
tann stuttligasti túrur, eg
havi gingið.
Sonur vestmannakonuna
var til arbeiðis í høvuðs-
staðnum, og verdóttirin
hevði ríkiligt at taka sær av,
nú fleiri tiltøk vóru á
Trøllanesi.
Frálíka rabarbugreytin,
vit seinni um kvøldið ótu í
bygdarhúsinum á Húsum,
hevði hon eisini gjørt.
Vánaligt gsm-samband
er á Trøllanesi, og tí fekst
ikki fatur á fólki, um tú
kendi onkran, sum kanska
kundi koyrt okkum norður.
Vit slóu okkum tí bara til
tols við, at gangast mátti
allan vegin.
Komin norður móti Hús-
um, skiltist høvuðsvegurin
í tveir bygdavegir; annar
breiður, sum førdi oman til
stóru og snotuligu kirkjuna,
vit sóu undir vegnum. Hin
smalur og førdi niðan til
"Grønborg" og beint longur
norðuri til verdóttrina hjá
Gunvør, Hanne-Beth.
Vit fara innar saman við
Gunnvør, sum bjóðar gott
kaffi og formakaku. Ein av
gestunum hevur eisini rug-
breyð og føroyskt skerpi-
kjøt við sær. Ein góður biti
eftir gongutúrin, sum helst
hevur forkomið nøkrum
kalorium, ið kanska vóru
ov nógvar…
Eftir at hava etið, skrivað
í gestabókina og roykt eina
sigarett, ljóðar, at lítil last-
bilur er í túninum, sum vil
koyra okkum norður til
Trøllanesar.
Vit sleppa inn í húsið at
sita. Uppi í lastini situr Ás-
mundur Guðjónsson saman
við konu og børnum.
Tað tøkur eina løtu at
koyra norður og tey, sum
sita uppi lastini, eru vorðin
køld, tá ið vit steðga í
miðbýnum á Trøllanesi
beint fyri kl. 17!
Ein langur túrur úr
Leirvík til Klaksvíkar, yvir
á Syðradal, til gongu
norður á Húsar og at enda
norður til Trøllanesar.
Enn eru ikki øll farin av
Trøllanesi og suður til
Húsar, har restin av tiltøk-
unum eru á skránni.
Í túninum á Trøllanesi
práta vit við Finnboga Ísak-
son, sum setti stevnuna og
konuna, Ásu. Vit hitta for-
mannin í Útoyggjanevnd-
ini, Óla Jákup úr Dímun,
sum eisini er í Kalsoynni
við konu.
Myndir verða tiknar, og
avtalur verða gjørdar við
fólk, sum hava verið í oynni
allan dagin um aðrar mynd-
ir, vit ikki høvdu høvið at
taka. Ein av hesum er óføri
rennarin, Guttormur Søren-
sen, sum hevur gott digitalt
myndatól og kann senda
myndir við telduposti.
Í túninum møta vit eisini
Brandi Enni og Steintóri
Rasmussen, og mynd verð-
ur tikin, har Finnbogi,
Steintór og Brandur hugna
sær við práti.
Beint, tá ið vit komu til
Trøllanesar, sóu vit eisini
landsstýrismannin, Karsten
Hansen í túninum. Løtu
seinni sat hann í lítlum last-
bili á veg suðureftir oynni
aftur.
Eftir at hava sprákað í
bygdini á Trøllanesi og
tosað við fólk í ein tíma ella
so, ljóðar, at dóttir Vilhelm
Johannesen, Signhild, sum
er gift Mikkjali, son Jógvan
Joensen, bónda, bjóðar inn
á gólvið.
Signhild er umboðsráðs-
limur fyri Trøllanes í
Útoyggjafelagnum, og tað
var hon, sum beyð vælkom-
in í Kalsoynna, áðrenn sjálv
stevnan varð sett.
Hon og maðurin hava
bygt nýggj hús á Trøllanesi
miðskeiðis í nítiárunum.
Hetta eru eini stór og
snotulig hús og samstundis
tey fjórðu húsini, sum fólk
búgva í á Trøllanesi.
Signhild gongur við posti
um alla oynna. Hon er tað,
tey rópa landspostboð og
arbeiðir 20 tímar um vik-
una. Mikkjal hevur smiðju
beint niðanfyri húsini og
fæst annars við bóndaskap.
Nógv fólk hevði verið
inni á gólvinum, tá ið vit
komu innar, og framvegis
vóru nógvir gestir á vitjan.
Inni hjá Signhild og Mikkj-
ali, sum bæði vóru serstak-
liga blíð og fyrikomandi,
fingu vit bæði smurt breyð
og køkur.
Nógv varð prátað, og ikki
minst setti tað sín dám á
hesa vitjanina, at vit við
borðið sótu beint yvir av
Vilhelmi Johannesen, sum
veit ein heilan hóp um alt
millum himmal og jørð.
Tað var ikki nógv at
renna avstað aftur til, tí tey
næstu tiltøkini vóru øll á
Húsum, og tann vegin
skuldu vit kortini.
Olga Biskopstø, skrivari í
Útoyggjanevndini,
sum
eisini var í Kalsoynni sam-
an við manninum, Abra-
hami Mikladal, visti at siga
okkum, at Ritan sigldi av
Húsum út í Hest kl. 23
hetta kvøldið. Á veg suður-
yvir, skuldi hon leggja inn á
Havnina við fólki, sum
skuldu av í Havn.
So, hetta var ein frálíkur -
og tann einasti - møguleik-
in hjá fólki á meginøkinum,
sum ikki koyrdu í egnum
bili, at sleppa av aftur oynni
og inn aftur í stórbýin, um
tú ikki ætlaði tær at liggja
nátt. Hinvegin var gott
ferðasamband
millum
Kalsoynna og Klaksvíkina
allan dagin og út á kvøldið
og náttina við.
Trupulleikin hjá okkum,
sum skuldu inn aftur á
meginøkið og ikki høvdu
bil standandi í Leirvík, var,
at seinasti bussurin fór so
tíðliga úr Leirvík.
Av Trøllanesi fóru vit
aftur til Húsar við Vilhelmi
Johannesen sum bilførara.
Á Húsum steðgaðu vit fyrst
inni í kirkjuni, har Andras
Joensen hevði gjørt sær
stóran ómak at festa á blað
kirkjusøguna á Húsum.
Niðri í gamla Bakka-
handlinum var áhugaverd
framsýning av gomlum lut-
um, og uppi í skúlanum var
framsýning og søla av
handgjørdum lutum og
málningum.
Í bygdahúsinum kundi tú
keypa tær kaffi, breyð og
rabarbugreyt, og áðrenn
langt um leingi, dansaðu
tey føroyskan dans beint
niðanfyri bygdahúsið.
Hugnaligt var at sita og
hvíla sær beinini aftur við
einum góðum kaffimunni,
meðan tú hoyrdi bygda-
menn kvøða vísur.
Í vikuni fara vit at venda
aftur til ymisk tiltøk, sum
vóru í oynni hendan dagin,
vit fara at práta við fólk, og
vit fara eisini at siga eitt
sindur um arbeiðið hjá
Útoyggjanevndini.
Á veg til gongu av Syðradali til Húsar. Ein frálíkur og óvæntaður túrur. Eingin bilur sást allar
teir umleið 45 minuttirnar, vit gingu norður
Her skilir landsvegurin seg í tveir bygdavegir. Annar er beiður og førir oman til snotuligu kirkjuna. Hin er smalur og førir niðan í bygdina. Vit tóku tann smala vegin…
Uppi í lastini á veg norður til Trøllanesar
Hóast túrurin norður til Trøllanesar tók langa tíð, eru ikki øll
farin avstað aftur
Tað var Finnbogi, ið her stendur undir liðini á konuni, Ásu,
sum setti stevnuna. Aftanfyri er nógv umrøddi skúlin, har
Finnbogi eitt skifti gekk í skúla og hevði Marius Johannesen,
sála, til lærara
Finnbogi, Steintór og Brandur. Tað er ikki á hvørjum sinni, at
Frændur og Brandur Enni hava konsert í Kalsoynni
Óla Jákup úr Dímun er
formaður í Útoyggjanevndini
Andras Joensen greiddi sera gjølliga frá snotuligu kirkjuni á Húsum
Sera vakur grindaknívur, ið vestmenningurin, sum býr á
Húsum, Magni Pauli Garðalíð, hevur gjørt
Ein áhugaverdur dagur á útoyggjastevnu í Kalsoynni
C
M
Y
K
13
12