týsdagur 17. juni 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 • týsdagur • 17. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Drúgv frásøgn frá kappróðrinum á fjarðarstevnu
verður í blaðnum í morgin
Heimavøllurin framvegis ótryggur
Fýra lið hava fram-
vegis ikki tapt, og
bæði hjá VB og Skála
er støðan alt annað
enn góð
5. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Tað er hásummar, og verð-
urlíkindini vóru tey bestu,
tá ið fimta umfarið í 2003
landskappingini varð spælt
um vikuskiftið. Hagtalsliga
tørnaði tað akkurát út, sum
tað hevur gjørt undanfarnu
fýra umførini. Hesa ferð
vóru tveir heimasigrar og
tveir útisigrar, og ein upp-
gerð endaði við javnleiki.
Tilsaman eru 26 uppgerðir
avgreiddar.
Átta
ferðir
hevur heimaliðið vunnið,
níggju ferðir hevur útiliðið
vunnið, og níggju ferðir
hevur tað verið javnt.
Tað vórðu skorað fleiri
mál hesa ferð, enn tað hava
verið í nøkrum av undan-
farnu umførunum, men
higartil hevur talan ikki enn
verið um stórsigrar av tí
slagnum, sum tað undan-
farnu árini hava verið fleiri
av.
HB, KÍ og GÍ eru odda-
lið. HB er ovast, tí teir hava
betri málmun enn klaksvík-
ingar. Áðrenn málmunurin
verður roknaður siga áset-
ingarnar, at tað skal hyggj-
ast eftir innanhýsis upp-
gerðunum. HB og KÍ hava
ikki spælt enn. Fyrri dyst-
urin millum næstan 99 ára
gomlu javnaldrarnar verður
í níggjunda umfarinum,
sum er á skránni sunnudag-
in 6. juli. Tá fær KÍ vitjan
av HB. KÍ er frammanfyri
GÍ. Liðini spældu í fyrsta
umfarinum í Gøtu, og tá
vunnu klaksvíkingar 1–0.
Teir eru altso betri í innn-
hýsis uppgerðum við GÍ.
Undarligt býti
Vit hava longu tvær ferðir
fyrr í ár víst á tað óhepna í,
at tað fleiri ferðir hevur
verið rættuliga stutt ímill-
um umførini. Hetta hevur
við sær, at arbeiðstreytirnar
hjá fjølmiðlunum ikki eru
góðar. Feløgini royna at
lívga áskoðararnar við at
geva leikskráir út (tað gev-
ur ikki so lítið í lýsinga-
inntøkum til feløgini), og tá
ið tað er heilt stutt millum
heimadystirnar kemur tað
meiri enn so fyri, at leik-
skráin til ein heimadyst
skal prentast, áðrenn um-
farið frammanundan hevur
verið spælt.
Undan summarsteðgin-
um verða aftur spæld fýra
umfør í tvær vikur. Sjeynda
og áttanda umfarið eru ásett
at verða spæld annan
sunnudag – 29. juni – og
mikudagin aftaná, sum er 2.
juli, og 9. og 10. umførini
skulu spælast sunnudagin
6. juli og mikudagin 9. juli.
Hetta er framvegis óheppið.
Tað er heldur ikki heilt
lætt at skilja, hví býtið mill-
um heimavøll og útivøll er
so misjavnt, sum tað er í
skránni. Ynskið hjá feløg-
unum er ivaleyst, at tað
verður skift ímillum, so-
leiðis at tey so vítt, sum tað
á nakran hátt ber til, eru
aðru hvørja ferð á heima-
vølli og aðru hvørja ferð á
útivølli. Soleiðis er tað ikki
í ár.
Í fimm teimum fyrstu
umførunum hava HB og
NSÍ bara eina ferð verið á
útivølli, meðan B36 og B68
bara eina ferð hava átt
heimavøll.
Toppurin tættur
Fyri fjúrtan døgum síðani
vístu vit á, at í nógvum før-
um hava uppgerðirnar mill-
um oddaliðini endað við
javnleiki. Hesa ferð var
toppdysturin í Runavík, og
hann endaði aftur við javn-
leiki. 1–1 ber við sær, at
NSÍ og B68 framvegis eru
ósigrað.
GÍ og HB vunnu sannfør-
andi heimasigrar. Tað kundi
kanska roknast við, at B36
ikki fór at verða heilt væl
fyri, nú teir í næstan tvær
vikur ikki høvdu havt fýra
av landsliðsspælarunum til
venjingar,
meðan
tann
fimti, Julian Johnsson, heilt
er burtur úr felagnum. Men
B36 vann fyri aðru ferð á
rað á útivølli, og nú kann
tað verða so skjótt, at teir
eftir skinklandi fyrstu um-
førini fara at koma sær
millum tey ovastu. Sunnu-
dagin verður kanska mest
áhugaverda uppgerðin í
Gundadali, har B36 fer at
fáa vitjan av KÍ.
Klaksvíkingar hava hig-
artil fingið fult á útivølli.
Teir hava vunnið í Gøtu, á
Eiði og á Skála, meðan teir
framvegis ikki hava fingið
fult í Klaksvík. B36 hevur
bara spælt á heimavølli
ímóti EB/Streymi, og tá
royndist tað illa hjá B36.
HB skal í fyrsta útidyst-
inum síðani javnleikin í
Runavík til Vágs, har teir
altíð hava havt ivaleyst at
takast við. B68 fær vitjan
av FS Vágum, NSÍ skal til
Eiðis, meðan GÍ skal spæla
í Intertoto Cup. Uppgerðina
í sætta umfarinum á heima-
vølli ímóti Skála hava teir
gjørt burturav sær fyri lang-
ari tíð síðani. GÍ vann 2–1.
Botnurin tyngist
Á niðastu plássunum eru
Skála og VB. At skálamenn
skuldu vera við í stríðnum
um at sleppa undan niður-
flytingini hevur verið rokn-
að við alla tíðina. Meiri
óvæntað er tað, at vágbing-
ar skulu liggja so tungt í
sjónum. Fyri aðru ferð á
rað vóru teir í Eysturoy, har
teir áður ofta hava staðið
seg væl, uttan at fáa stig og
uttan at skjóta mál. At VB
er í kroystari støðu ger
neyvan uppgávuna hjá HB í
Vági sunnudagin lættari.
Annan sunnudag skal Skála
til Vágs, og tá verður talan
um sannan botngysara.
Vágamenn hava havt ætl-
anir um at stríðast aðra
staðni enn í botninum. Men
teir tykjast hava ilt við at
gera ætlanina til veruleika.
Higartil hava teir spælt
tríggjar ferðir á heimavølli,
og teir hava bara fingið eitt
stig burturúr – 1–1 ímóti
EB/Streymi.
EB/Streymur legði sann-
førandi fyri, tá ið teir eftir
javnleikin á heimavølli
ímóti B68 vunnu í Gunda-
dali ímóti B36, men síðani
hevur tað ikki hilnast so
væl. At onkrir lyklaspælar-
ar eru burturi frá tykist
kennast
serliga
meint.
Sunnudagin fer NSÍ til
Eiðis, og tað verður iva-
leysa strevið hjá heimaliðn-
um á Mølini. Hjá NSÍ er
einki sum eitur. Skulu teir
hugsa um at vinna fyrsta
FM heitið nakrantíð, so er
kravið, at teir fáa fult í
sovornum útidystum.
Ein ovurfegin Messias Per-
reira, eftir at hann hevur
javnað fyri NSÍ í grannaupp-
gerðini. Men úrslitið sýnir
samstundis, hvussu tungt tað
tyksti at fáa fulla úrtøkur úr
heimavøllinum í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 111 - 17. juni 2003
Soffía Lind Rasmus-
sen úr Klaksvík vann
fríggjakvøldið fyrsta
undanumfari av
Nósabarnaprix 2003,
sum var í KÍ høllini
NÓSABARNAPRIX
2003
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tað var ein vælupplagdur
James Olsen, sum setti
fyrsta
undanumfari
av
Nósabarnaprix
2003
ígongd. Tíggju vælfyrireik-
aðir luttakarar vóru við, og
talan var bert um gentur.
Nógvar teirra høvdu gjørt
nógv burturúr, og fleiri
høvdu millum tveir og fýra
dansarar við sær á pallin.
Og endin var, at 10 ára
gamla Soffía Lind Rasmus-
sen úr Klaksvík streyk av-
stað við fyrsta finalupláss-
inum. Somuleiðis fer Soffía
í upptøkustudio við James
Olsen, og hon verður ein
teirra, sum skal við á Nósa-
barnaprix-fløguna,
sum
kemur á marknaðin beint
fyri Ólavssøku. Sjálvandi
verður hon so eisini at
síggja millum luttakararnar
í finaluni, sum verður í
Badmintonhøllini í Havn
Ólavssøkuaftan.
Tá umfarið var av, høvdu
tilsamans okkurt um 25
børn verið á pallinum við
sangarum og dansarum. Og
ongin ivi var um, at James
dugdi væl at gera tað
spennandi, tá hann skuldi
kunngera vinnaran. Hann
gav sær góðar stundir, og
spenningurin millum lut-
takarnar, sum allar stóðu á
pallinum vaks og vaks.
Hann byrjaði við at siga,
hvør bleiv nummar trý. Og
tað gjørdist tann einans 7
ára gamla Birgit Sivertsen
úr Klaksvík. James Olsen
helt fyri, at hon við sangi
sínum, Tína dýrd tú offraði,
hevði rørt mong hjørtu
hetta kvøldið. Nummar
tvey gjørdist Karin Harald-
sen við sanginum Eg veit
og Soffía Lind Rasmusssen
vann sum sagt við sang-
inum hjá Maluni Eyðuns-
dóttur, Minnist tú hitt
summarið.
Mamma Soffíu, Dagmar,
segði beint eftir, at hon varð
kosin vinnari, at hatta hevði
hon ikki væntað.
– Soffía hevur ikki vant
nógv, og eg slapp ongantíð
at hoyra hana, áðrenn hon
trein á pallin í kvøld, so eg
hevði onga hóming av,
hvussu hon fór at klára seg,
greiddi hon frá. Men tað
var sera spennandi hjá
teimum mongu luttakarun-
um hetta kvøldið, og hóast
áskoðarafjøldin má sigast
at hava verið eitt satt vón-
brot hjá fyrireikarunum, so
eydnaðist hetta undanum-
farið bara heilt væl.
Næsta undanumfar verð-
ur í tjaldinum í Kollafirði á
Sundalagsstevnuni kom-
andi leygarkvøld klokkan
19. Kostnaðurin er 100
krónur, men børn undir
skúlaaldur rinda 40 krónur.
Tiltakið er stuðlað av
Føroya Bjór.
Fyrsti finalisturin í Nósabarnaprix 2003 funnin
Soffía Lind Rasmussen vann
fyrstu undankappingina av
Nósabarnaprix 2003 við
sanginum: Minnist tú hitt
summarið
Landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum
Karsten Hansen
boðaði mánamorgun-
in frá, at hann ikki fer
at góðkenna ískoytis-
sáttmálan millum
SEV og Maskinmeist-
arafelagið. Vandi er
nú fyri streymloysi
SÁTTMÁLALOYSI
Stefan í Skorini
Karsten Hansen ræðist ikki
hóttanina frá Maskinmeist-
arafelagnum um at leggja
arbeiði niður, varð sáttmál-
in hjá teimum við SEV ikki
góðkendur á hesum sinni.
Landsstýrismaðurin vrak-
aði nevniliga nýggja ískoyt-
issáttmálan, ið SEV og
Maskinmeistarafelagið
høvdu gjørt, og sum part-
arnir vónaðu, at Karsten fór
at góðkenna.
– Eg kann ikki lata meg
stýra av hóttanum um
arbeiðssteðg, og eg má nýta
tey amboð, sum eg havi, at
stýra búsakapinum við. Tað
er einki, sum rættvísgerð
eina slíka lønarhækking,
sigur Karsten Hansen, sum
tó ásannar, at maskinmeist-
ararnir situr í eini lykla-
støðu, tí ein arbeiðssteðgur
hevur við sær, at landið
verður myrkalagt.
Sami sáttmáli
SEV og Maskinmeistara-
felagið vóru blivin samd
um at gera ein ískoytissátt-
mála til tann tvey ára sátt-
málan, sum Karsten ikki
vildi
góðkenna.
Hesin
ískoytissáttmáli á eitt ár gav
maskinmeistarunum eina
lønarhækkan á trý prosent.
Lønarhækkingin í tí vrak-
aða tvey ára sáttmálanum
táttar í tey ellivu prosentini.
SEV vísti á, at við ískoytis-
sáttmálanum verður miðal-
lønarhækkingin á leið tað
sama sum á privata arbeiðs-
marknaðinum.
– Hetta er í veruleikanum
tann sami sáttmálin, sum
longu er vrakaður einaferð.
Eg heiti nú á partarnar um
at fara aftur til samráðing-
arborðið, tí tað er einasta
gongda leið, segði Karsten
Hansen
á
tíðindafundi
mánamorgunin.
Døpur búskaparútlit
Karsten Hansen vísir á,
búskaparútlitini eru sera
døpur, og at tey gerast al-
samt daprari. Tí kann hann
ikki góðkenna hendan sátt-
málan.
– Vit mugu ansa sera væl
eftir, at lønarútreiðslur ikki
hækka ótálmað, og tí verð-
ur samlaði sáttmálin vrak-
aður, sigur landsstýris-
maðurin.
Karsten Hansen er sinn-
aður at góðkenna somu løn-
arhækking, sum fakfeløgini
á privata arbeiðsmarknað-
inum gjørdu við Føroyar
Arbeiðsgevarafelag,
tí
hesin sáttmálin hevur lagt
støðið. Ráðini hjá Karsteni
eru tí at hyggja eftir tí
sáttmálanum, tá nýggjur
sáttmáli skal gerast.
SEV visti
Karsten Hansen upplýsti
eisini á tíðindafundinum, at
SEV longu hóskvøldið
fekk at vita frá umsitingini í
Fíggjarmálaráðnum,
at
hesin ískoytissáttmálin ikki
verður
góðkendur.
Tó
skuldi alt vikuskiftið fara
afturum bak, áðrenn al-
menningurin og Maskin-
meistarafelagið blivu kunn-
að um hetta.
Um maskinmeistararnir
hjá SEV leggja arbeiði
niður
er
væntandi,
at
Løgtingið leggur uppí.
Karsten vrakar sáttmálan enn einaferð
Karsten Hansen hevur
vrakað sáttmálan, sum SEV
og Maskinmeistarafelagið
vóru komin ásamt um. Vandi
er nú fyri, at maskinmeist-
ararnir leggja arbeiði niður
OLJUVINNA
Jan Müller
Atlantic Petroleum hevur
aðalfund týsdagin. Eftir
vanliga aðalfundin fer ein
av "veteranunum" á før-
oya-økinum
Richard
Hardmann at halda fyri-
lestur
um
oljuleitin,
oljuprísir ol. Hann stóð í
mong ár á odda fyri
virkseminum hjá Amer-
ada Hess í Føroyum. Sosi-
alurin skilur annars, at
føroyska oljufelagið er
komið væl áleiðis við
sínum ætlanum at gerast
eitt framleiðandi oljufel-
ag. Samráðingar hava ver-
ið við fyritøkur, sum
virka olju á bretska land-
grunninum. Tann fyrsta
avtalan av slíkum slag er
við at vera klár og verður
helst undirskrivað í næst-
um. Tað snýr seg um eina
upphædd uppá millum 50
og 100 mill kr. og er
fíggingin við at koma
Atlants Kolvetni
skjótt framleiðandi
Vandi fyri arbeiðssteðgi
– Tá sáttmálin ikki verður hildin, hava vit
fullan rætt til at kalla okkara menn heim,
sigur Jógvan Nybo, formaður í Maskin-
meistarafelagnum
Sosialurin fekk fatur á Jógvani Nybo beint fyri evsta-
mark mánadagin, tá Karsten Hansen hevði boðað frá,
at hann ikki fór at góðkenna sáttmálan.
– Vit fara ikki at samráðast einaferð enn, tí vit hava
longu ein sáttmála, sigur Jógvan Nybo til áheitanina frá
landsstýrismanninum um at fara aftur til samráðingar-
borðið.
Hann vildi tó ikki siga nakað beinleiðis um, hvørji
tiltøk Maskinmeistarafelagið nú fer at seta í verk.
– Vit hava ikki so nógv amboð at nýta í hesum stríðn-
um, men fyrst fara vit at boða SEV frá okkara tiltøkum,
segði Jógvan Nybo um middagsleiti mánadagin.
Tað er øllum greitt, at um maskinmeistararnir hjá SEV
verða kallaðir heim, so verður streymurin slitin.
-stefan
C
M
Y
K
14