Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 17. juni 2003 17 Súkklaðu 100 km á Eystanstevnu Ikki vóru tað nógvir, ið hattaðu sær undir langa túrin úr Havn, um Eiðisskarð til Runavíkar leygardag- in. Men nakrir vóru, og í góðveðrinum leygardagin megnaðu teir fremstu at koyra teinin uppá bert trýggjar tímar. Gunn- ar Dahl-Olsen gjørd- ist vinnari SÚKKLING Tíðindaskriv Vaksin og unglingar skuldu leygardagin út á ein rætti- ligan “marathon-túr”. Hetta tí, at føroysku súkklararnir nú leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar, sum byrja síðst í hesum mánaðinum. Tí bleiv koyrt 100 km. Byrjað varð við Statoil- støðina í Gundadali, og málið, varð við Statoilstøð- ina í Saltangará. Leiðin gekk gjøgnum Kaldbakstunnilin, uppum Eiðisskarð, og so beina leið til Runavík. Men enn var ikki liðugt. Nú skuldi tein- urin runt Agnið koyrast eis- ini, og so gekk leiðin á mál við Statoilstøðina. Súkklararnir løgdu til brots klokkan níggju og longu á middegi vóru teir fremstu á mál. Tað var undan gjøgnum Sundalag- ið, og tí gekk ikki long tíð áðrenn menn vóru á veg, drúgva túrin niðan móti Eiðisskarð. Tað er ein tung- ur teinur, og tá eydnaðist tað Gunnar at sleppa frá hinum súkklarunum. Gunnar fekk eitt “hol” aftur til hinar, og hetta megnaði hann at halda líka á mál, hóast mótvind gjøgnum allan Skálafjørðin. Eftir at tey vaksnu høvdu súkklað, skuldu børn kapp- ast. Kappingin fór fram á keiøkinum í Runavík. Sera spennandi var at fylgja við. Kappast bleiv í trimum bólkum, bólkur I, II og III. Bólkur I eru gentur/dreing- ir frá 6 til 8 ár. Bólkur II 9 til 11 ár og bólkur III 12 til 14 ár. EM í Istanbul, sterk- asta opna kapping nakrantíð, er av. Ein navnframur veteran- ur vann kappingina hjá monnunum, með- an ein svii bleiv ev- ropameistari hjá kvinnunum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Kappingin um fyrsta pláss varð sum væntað tøtt øll trettan umførini. Av teim- um 207 luttakarum í bólk- inum hjá monnunum, vórðu umleið fimtan telvar- ar sum heilt fram til næst- seinasta umfar kundi vinna EM-heitið. Tað varð tó ein sum skaraði framúr. Zurab Azmaiparashvili, 43, úr Georgia. Azmai er eingin ungur telvari og er tað tí sjáldsamt, at ein kann bróta seg upp til 2700 rating- markið somikið seint í talv- karrieruni. 9,5 stig av trett- an møguligum stigum vann Asmai sær, sum eisini er formaður í Georgiska talv- sambandinum, sær uttan nakað tap. Ein óvanliga góð skora í sterkastu opnu kapping nakrantíð. Seint í kappingini vann Azmai við svarta fólkinum á sínum nærmasta kapping- arneyta, Malakhov. Teir flestu í toppstríðnum vóru annars nøgdir við javnleik við svørtum, men maðurin úr Georgia vildi meira og savnaði allar kreftir til at vinna á unga russaranum. Azmai bleiv stórmeistari sum 28 ára gamal, og er tað lutfalsliga seint. Til saman- beringar kann nevnast, at Sergey Karjakin fyri um- leið einum ári síðani bleiv yngsti stórmeistari í heim- inum við sínum tá einans 12 árum. Spennandi verður at fylgja Azmai, sum nú kanska fær møguleikan at sleppa í part saman við absoluttu elituni í teimum siðvondu sterku kapping- unum, eitt nú Linares og Wijk aan Zee Toppurin: Azmaiparashvili (2678) 9,5/13 Malakhov (2672) 9,0 Graf (2630) 9,0 Ivanchuk (2704) 8,5 + tíggju aðrir við 8,5 Hægst rataði telvarin í kappingini, Ivanchuk, legði varliga út við nógvum javn- leikum og fáum sigrum. Hann tapti einki talv og endaði ovarliga við sigri í seinasta umfari, men eftir hansara støði at døma, varð úrslitið kortini heldur skuffandi. Grischuk (2702), sum luttók í 3rd Tórshavn International í 2000, endaði við átta stigum, sum eisini er eitt sindur undir væntaðu skoruna. Sokolov bjargaði sær kapp- ingina við góðum enda- róðri, sum gav honum loks- ins tey magisku átta stigini. Tað merkir, at hann saman við umleið fjøruti øðrum, hava kvalifiserað seg til komandi HM. Nikolic, sum var í Føroyum um páskini og hjálpti klaksvíkingum undir FM, fekk somuleiðis átta stig og eina HM-billet. Hjá kvinnunum vann stór meistarin úr Svøriki, Pia Cramling (2470), eftir um- dyst við Cmilyte úr Litava. Hon var ein av favorittunum, og kann nú kalla seg besti kvinnuligi telvari í Evropa. Judit Polgar er sjálvsagt besta kvinna í heiminum við sínum 2715 ratingstigum. Hon telvar nú bert saman við monnunum. Í løtuni luttekur hon í einari sterkari kapping í Frankaríki. Bestu norðurlendingar Peter Heine Nielsen, sum heilt fram til næstseinasta umfar lá heilt frammi í odd- inum, bleiv í júst tí umfari niðurspældur av Malakhov, ið bert nýtti 25 leikir at berja niður tann annars trygga danan. Peter Heine leikti síðani ein skjótan javnleik í seinasta umfari fyri at tryggja sær HM-lut- tøku. Sum heild enn ein góð kapping hjá tí nærum tveir metur langa dananum. Sviin Agrest hevði eisini eina góða kapping við átta stigum, og verður hann saman við Peter Heina ein- astu norðurlendsku umboð í HM, sum verður seinni í árinum, ella tíðliga í kom- andi ár. Óvæntaður vinnari Malakhov,V (2672) - Nielsen, Peter H. (2625) 4th IECC Istanbul TUR (12), 12.06.2003 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.e3 (í nimzoindisku byrjanini eru fleiri møguleikar hjá hvítum í fjórða leiki, eitt nú Fc2, a3, Rif3 og Bg5 t.d.) 4...0—0 5.Rige2 d5 6.a3 Be7 7.cxd5 Rixd5 8.Bd2 Rid7 9.g3 Ri5f6 10.Bg2 e5 11.0—0 c6 12.Fc2 exd4 13.Rixd4 Rib6 14.Rad1 Bc5? (telduforritið Fritz 7 dámar einki hendan leik. Tað tykist eisini skeivt at býta handan bispin av, samstundis sum hvítur útviklar seg víðari) 15.Rie4 Bxd4 16.Bb4! Re8 17.Rxd4 Ribd5 18.Rid6! (hvítur dominerar fullkomiliga støðuna) 18...Re5 19.Ric4 Re8 20.Fc1 (sær út sum ein hugskotsleysur leikur, men nakað seinni síggja vit genialu ætlanina við frúgvaleikinum) 20...Fc7 21.Bd6 Fd7 22.e4 Rib6 23.Bc5 Fc7 24.Rid6 Rd8 DIAGRAM Støðan eftir 24...Rd8 25.Rib5! cxb5 26.Ff4! og svartur gavst. Svarta frúgvin kann ikki verja rókin samstundis sum hon skal flytast 1—0 Talvið hesa vikuna Úrslit: Bólkur I: Nr. Navn Felag/staður 1 Jógvan Mellemgaard TSF Bólkur II: Nr. Navn Felag/staður 1 Finnur Mellemgaard TSF 2 Niels Christiansen TSF 3 Atli Carlsson TSF 4 Helgi Lamhauge Runavík Bólkur III: Nr. Navn Felag/staður 1 Torkil Weyhe TSF 2 Rúni Bláfoss TSF 3 Sigmund Olsson TSF 4 Rani G. Jacobsen TSF 5 Poul Andrias Ziska TSF Unglingar: Nr. Navn Tíð 1 Hans Krosstein 3.33,50 2 Bergur Johansen 3.33,55 Menn: Nr. Navn Tíð 1 Gunnar Dahl-Olsen 3.01,21 2 Sverri M. Edvinsson 3.06,05 3 Eli Christiansen 3.09,22 Gunnar Dahl Olsen vann súkklukappingina á eystanstevnu 17 16 Nr. 111 - 17. juni 2003 ÍF hevur framvegis fult stigatal í aðru deild, eftir at teir um vikuskiftið fingu fult í Klaksvík 2. DEILD Jákup Mørk Tað tykist sum um kapp- ingin í aðru deild bara er ein dystur um at vinna næst fremsta plássið. Í øllum førum hava fuglfirðingar higartil sett seg so rimmar fast á fremsta sessin, og leygardagin gjørdist talan um fimta sigurin upp í slag. Hesa ferð var mótstøðan í Klaksvík, og leingi sá kanska út til, at KÍ her skuldi geva fuglfirðingun- um ein skarpan gang. Vig- gon Johannesen hevði ann- ars lagt ÍF á odda undan steðginum, men tá Mein- hard Hansen javnaði í seinna hálvleiki, stóð á gomlum nøglum hjá odda- liðnum. Ein av veteranun- um á liðnum, Ken Bærend- sen, sýndi tó, at hann fram- vegis er maður fyri at senda avgerandi bóltarnar inn, og við einsamalla málinum frá honum komu stigini við aftur tvørtur um Leir- víksfjørð. Í kappingini eftir ÍF eru tað fyrst og fremst trý lið, sum dystast, og øll hesi vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Á Argjum varð fram- skundaður dystur leiktur fríggjakvøldið, tá B68 vitj- aði, og her var ongan tíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. Argjamenn tóku sær fyri tað nógva av løttum, og við eitt sindur størri nær- lagni kundi sigurin verið væl størri enn tey trý mál- ini, sum vóru á muni. Tað kundi hann eisini verið á Tvøroyri, har eitt illa mannað B36 lið vitjaði. Einasti eykamaðurin á liðnum var venjarin, Dia Midjord, sum annars ikki hevur verið tað stóra á vøllinum seinastu nógvu árini, men tá ein av B36- leikarunum noyddist út við krampa, mátti Dia traðka til. Tað hjálpti tó lítið um hjá B36, sum mátti leggja rygg til sannførandi 4-0 tap. Hjá tvøramonnum hinvegin ein sigur, sum heldur teimum føstum uppi á øðrum plássi. Seinasta liðið í bólkinum, sum eltir ÍF, er Sumba, og eisini teir vunnu tryggan sigur. Hesa ferð vitjaðu sumbingar í Leirvík, og tó at LÍF vanliga stendur seg væl heima, so var ikki tað stóra at gera. Bergur Djur- huus skeyt eitt mál hvørju megin steðgin, áðrenn pól- verski Norbert Lusak at enda staðfesta sigurin. Seinasti dysturin var í Vági, har B71 vitjaði. Sandoyingar hava í ár fyrst og fremst sett sær fyri at byggja eitt nýtt lið upp, og hetta hevur eisini speglast á stigatalvuni, har møguleik- in fyri uppflyting mest sum er fokin longu. Í Vági vóru teir tó heilt væl við fyrstu trý korterini, men hóast møguleikar, so spurdist einki burturúr. Og so kundi VB seta trumf á eftir steðgin. Teir báðir veteran- arnir, Per Joensen og Jón Pauli Olsen skutu eitt mál hvør, áðrenn Tummas Rich- ard at enda staðfesti sigur- in, sum av álvara sýndi, at VB ætlar sær nakað væl meira enn leiklutin sum botnlið í ár. Úrslit um vikuskiftið: AB-B68 4-1 (2-0) KÍ-ÍF 1-2 (0-1) LÍF-Sumba 0-3 (0-1) TB-B36 4-0 (2-0) VB-B71 3-0 (0-0) Fuglfirðingar halda á Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 5 5 - 0 - 0 11 2 9 15 2 Sumba 5 3 - 1 - 1 13 3 10 10 3 AB 5 3 - 1 - 1 12 5 7 10 4 TB 5 3 - 1 - 1 12 6 6 10 5 VB 5 2 - 1 - 2 6 5 1 7 6 LÍF 5 2 - 0 - 3 5 13 -8 6 7 KÍ 5 2 - 0 - 3 9 19 -10 6 8 B36 5 1 - 1 - 3 7 9 -2 4 9 B71 5 1 - 0 - 4 2 7 -5 3 10 B68 5 0 - 1 - 4 4 12 -8 1 Máltindurin Eyðun Samuelsen AB 5 Eirikur Joensen Sumba 5 Kaj Roest TB 4 Áki Mørk B36 3 Johnny Samuelsen AB 2 Johan Dávur Højgaard B68 2 Hanus Eliasen ÍF 2 Heini Heinason ÍF 2 Høgni Zachariasen ÍF 2 Bergur Djurhuus Sumba 2 Allan Michelsen TB 2 Allan Poulsen TB 2 Dan Mortensen TB 2 Rasmus Nolsøe TB 2 Bergur Vinter VB 2 Jón Pauli Olsen VB 2 C M Y K 16