týsdagur 17. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 111 - 17. juni 2003
Skála-KÍ 0-2 (0-0):
KÍ gjørdi pliktarbeiði á Skála
Kartin Joensen í KÍ
málinum stórbjarg-
aði, tá ið Skála fram
ímóti dystarenda var
komið ígjøgnum ikki
sannførandi
miðverjuna
SKÁLA–KÍ
Jóannes Hansen
KÍ slapp tíðliga seinnapart-
in sunnudagin av Skála við
øllum stigunum. Harvið
høvdu teir fingið hópin
størri úrtøku, enn teir fingu
í fjør, tá ið teir fyri fyrstu
ferð vóru á Skála og spældu
landskappingardyst.
Ta
ferðina var úrslitið 2–2. Tí
er einki at siga til, at klaks-
víkingar
vóru
hjartans
fegnir. Serliga tá havt verð-
ur í huga, at heildaravrikið
hjá KÍ yvirhøvur einki var
at rópa hurrá fyri, tá ið havt
verður í huga, at tað var
toppur ímóti botni.
– Leikliga avrikið kunnu
vit á ongan hátt vera nøgdir
við. Í álopspartinum hekk
tað ikki nóg væl saman, tí
vit vóru ov seinir fram.
Ætlanin var ikki, at Aleks-
ander Djordjevic skuldi
vera so einsamallur har
frammi. Men serliga í
borðunum vóru vit ikki nóg
skjótir fram at stuðla.
Hetta segði KÍ venjarin,
Jan Joensen, eftir søta sig-
urin. Venjarin var á vøllin-
um síðsta partin av seinna
umfarinum, tí Allan Joen-
sen noyddist at taka seg
burturúr. Verjuspælið helt
KÍ venjarin hevði verið
syndarligt:
– Vit vóru sera illa skip-
aðir í miðverjuni. Um vit
skulu hugsa um at vinna
uppgerðirnar ímóti hinum
liðunum, sum eru í ovara
enda, so fer tað ikki at bera
til at gera mistøk av tí slag-
num, sum hesa ferð bóru
stórar møguleikar við sær
til mótstøðuliðið. Tíbetur
var Kartin Joensen stinnur í
málinum. Serliga var tað
avgerandi, tá ið hann í 2.
hálvleiki var einsamallur
við Jónhardi Frederiksberg
og stórbjargaði. Vit hava
fleiri ferðir fyrr í ár sæð, at
hann er stinnur í ein ímóti
einum støðum. Um hann
ikki hevði bjargað í hasi
støðuni, og Skála hevði
havt javnað, so ivist eg í,
um vit høvdu megnað at
vunnið. Tað gjørdu vit so,
og nú mugu vit gloyma,
hvussu vit fingu stigini og
fokusera upp á næstu
uppgávuna, sum verður í
Gundadali ímóti B36. Ofta
vísir tað seg, sum um spæl-
ararnir eru meiri uppsettir
til torføru uppgávurnar, enn
teir eru til tær uppgávurnar,
sum á pappírinum tykjast
lættar. Onnur feløg hava
longu havt trupulleikar her
á Skála, og eg rokni við, at
onnur enn vit fara at kenna
tað torført at vinna her,
heldur Jan Joensen.
Í miðverjuni plagar Ove
Nysted at vera væl meiri
sannførandi, enn hann var
hesa ferð. Johan Nielsen
tóktist hava givið sínum
monnum boð um, at teir
skuldu ikki leggja høgar
sendingar í KÍ brotsteigin. Í
staðin royndi Skála, sum
heilt tíðliga var fyri tí óhappi
at missa Svein Justinussen
av miðvøllinum, at spæla
flatt, og at hava lættbeintu
Jónhard Frederiksberg og
Alexander Johansen hvør
sínu
megin
stóra
KÍ
miðverjan, sum fleiri ferðir
var um ein háls, men í síðstu
løtu fekk hjálp frá Sámali
Eyðfinn Akursmørk.
Lyklaspælarar gjørdu
málini
Í fyrra umfarinum vóru
uppløgdu støðurnar ikki so
nógvar. Fimm minuttir und-
an steðginum var Alexand-
er Johansen blankur, men
hann kiksaði, og í næsta
álopinum var Aleksander
Djordjevic
einsamallur
ígjøgnum, men skotið fór
við síðuna av.
Hjá KÍ vóru Atli Daniel-
sen og Hjalgrím Elttør mest
sannførandi. Atli á miðvall-
arplássinum í høgru, og
Hjalgrím í útgangsstøðuni á
mest framrættaða miðvall-
arplássinum, hagani hann
arbeiddi nógv bæði aftureftir
og frameftir og út í borðini.
Teir báðir skoraðu málini í
2. hálvleiki, tá ið veteranurin
John Ryan var á miðvøllin-
um í vinstru. Atli fekk tað
fyrra, tá ið seinna umfarið
var stórar tíggju minuttir
gamalt. Uppskriftin líktist
nógv henni, sum varð brúkt,
tá ið Atli skoraði sigursmálið
í Gøtu. Hjalgrím Elttør
spældi upp á tvørs, og tá ið
Atli var komin inn um brots-
teigarsamankomingina
í
høgru, potaði hann hegnis-
liga framvið málverjanum
og dygst inn við handara
stólpanum.
Hjalgrím Elttør hevði
verið einsamallur eina ferð,
áðrenn hann fekk málið.
Fyrru ferðina fór bólturin úr
vinstru dygst fram við
handara stólpanum. Ímóti
dystarenda flutti Skála nógv
fólk langt fram. Hjalgrím
fekk fatur á langari sending
úr KÍ brotsteiginum, hann
dugdi at skapa sær pláss
frammanfyri mótstøðuverj-
una, og tá ið málverjin kom
út ímóti, var landsliðsmað-
urin nóg kaldur at lyfta upp
um hann og í málið.
Í góðverðinum lætnaði
hjá klaksvíkingunum á og
kring vøllin. Skálamenn
noyddust enn eina ferð at
ásanna, at teir eru stiga-
leysir, og at teir framvegis
bara hava fingið málið,
sum Bartal Eliasen stútaði
fyri teir í Gøtu fyri einum
mánað síðani!
Skála–KÍ 0–2 (0–0)
0–1: Atli Danielsen 56.
0–2: Hjalgrím Elttør 89.
Skála: Eugen Voda – Agnar
Højgaard, Pauli G. Hansen,
Dusan Jaic, Pétur Geir Svav-
arsson – Hanus Thorleifs-
son, Aleksandar Jovevic,
Sveinur Justinussen (Bárður
R. Joensen, 12./ Teitur Joen-
sen, 81.), Bogi Gregersen –
Jónhard
Frederiksberg,
Alexander Johansen
Gult kort: Agnar Højgaard
KÍ: Kartin Joensen – Har-
ley Bertholdsen, Ove Ny-
sted, Sámal Eyðfinn Akurs-
mørk, Símun Joensen – Atli
Danielsen, Allan Joensen
(Jan Joensen, 73.), Hjalgrím
Elttør,
Leon
Bjartalíð
(Eyðun Klakstein, 64.),
Erling Fles (John Ryan, 46.)
– Aleksander Djordjevic
Gult kort: einki
Tað stóð nógv á hjá KÍ, men
fram móti dystarenda fekk
Hjalgrím Elttør punkterað
Skála og harvið hildið klaks-
víkingum fast í oddinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18
Nr. 111 - 17. juni 2003
19
NSÍ-B68 1-1 (0-1):
Sátt og semja millum
grannarnar
At flestu málini verða
skorað eftir horna-
spørk og fríspørk
varð undirstrikað, tá
ið grannarnir á Skála-
fjørðinum løgdu nógv
arbeiði í, men ikki
megnaðu at spæla seg
til upplagdar
møguleikar
NSÍ–B68
Jóannes Hansen
Í fínum fótbóltslíkindum
leygarkvøldið býttu grann-
arnir á skinninum við
Løkin í Runavík. Bæði
liðini hava málverjar, sum
stóðu seg sera væl.
B68 málverjin, Albert
Sævarson, var orsaka av
skaða í tjúkkanum næstan
ikki gonguførur hóskvøld-
ið. Tí var Mortan Hansen
ikki við næstbesta liðnum á
Argjum fríggjakvøldið. Tað
varð roknað við, at hann
skuldi verja málið í 1. deild
leygardagin.
Men
teir
megnaðu at pjøssa so mikið
um Albert Sævarson, at
hann leygarkvøldið var før-
ur fyri at vísa sannførandi
avrik. Ikki tí at hann hevði
so nógv at gera millum
stólparnar, men heldur tí at
hann aftur hesa ferð var
tryggleikin sjálvur, tá ið
hann fór út í brotsteigin og
pilkaði bóltin til sín, eftir
nógvu høgu innleggini úr
borðunum, og tí hann vísti
stórt hegni og dirvi uttan-
fyri brotsteigin, tá ið tað
onkra ferðina var neyðugt
hjá honum at vera eyka
stoppari.
B68 átti fimm korter
Burtursæð frá, tá ið teir
fram ímóti miðjum seinna
umfarinum javnaðu til 1–1,
hevði NSÍ bara eina rættu-
liga roynd ímóti B68 málin-
um.
Sjúrður
Jacobsen
royndi úti frá, og málverjin
bjargaði.
Burtursæð frá fyrsta stóra
korterinum var NSÍ omaná,
og tað var avgjørt ikki
óvæntað, at teir javnaðu.
Eftir at B68 var komið
framum, hevði NSÍ bóltin
nógv størra partin av tíðini.
Teir vóru skjótari og sterk-
ari í nærdystunum, og tað
gekk meiri fyri seg á B68
válinum enn hinumegin. Í
2. hálvleiki royndi NSÍ –
teir saknaðu skadda Kára
Hansen á miðvøllinum og
góvu eftir steðgin Rúna
Rasmussen
møguleikan,
meðan Christian Høgni fór
í álopið – serliga at spæla
seg ígjøgnum í vinstra
borði, har tað eydnaðist
betri hjá Sjúrði Jacobsen og
Jónstein Petersen, enn tað
hevði gjørt í fyrra umfarin-
um, tá ið John Heri Dam á
høgra B68 vongverja tipti
væl fyri spurtroyndunum
hjá Jónsteini. Krosssend-
ingarnar í luftini og eftir
jørðini vóru nógvar, men
undir B68 málinum for-
máddu
fremstu
heima-
menninir sær lítið ímóti
B68 verjuni, sum var sera
stinn.
Einasta NSÍ málið var
úrslit av frísparksstøðu.
Brynjolvur Nielsen sendi
innfyri av baklinjuni og
seytjan metrar frá málstólp-
anum, Ian Højgaard royndi
seg við skoti, sum tók í
økslina á Øssuri Hansen og
í høvdið á Messiasi, áðrenn
bólturin sigldi inn í mál-
hornið. Málið sá vakurt út,
men tað var rættuliga til-
vildarligt. Messias, sum
hevur verið á Toftum í trý
ár, men í ár fall fyri av-
gerðina hjá B68 um ikki at
fara so langt eftir arbeiðs-
megi, stórfegnaðist saman
við liðfeløgunum.
Eftir NSÍ málið lá í
luftini, at talan kundi gerast
um heimasigur. Áræðið
vaks, og trýstið á B68 verj-
una øktist eina løtu, men
tað knípti við flótandi fót-
bóltsspælinum, B68 verjan
stóð stinn sum bergið, og
sum tað leið fram ímóti
dystarenda tóktust báðir
partar at sætta sær við, at
tað skuldi býtast púra javnt.
Løgdu fyri sum óløgi
Toftamenn løgdu rættuliga
bragdliga fyri. Bogi Peter-
sen og Fróði Benjaminsen
vóru ofta heilt frammi í
álopinum at hjálpa Súna
Fríða Johannesen, soleiðis
at útgangsstøðan minti ikki
sørt um 3–4–3. Ferðin hjá
B68 var høg, teir vunnu
nærdystirnar, og tað vóru
teir, sum vóru mest nær-
gangandi.
Fróði Benjaminsen hevði
úr vinstru góða roynd, sum
streyk framvið stólparótini,
og sera væl upplagdi Øssur
Jacobsen, sum í steðginum
noyddist at taka seg aftur
við skaða, sendi langskotið
ímóti málinum, sum í síðsta
enda bar leiðslumálið við
sær. Jens Martin Knudsen
vippaði bóltin upp um tvør-
træið til horna. Í øllum B68
hornasparksstøðunum tókt-
ist vandin stórur, tí Hans
Fróði
Hansen,
Dánial
Hansen og Fróði Benjamin-
sen løgdu trýst á. Eitt stórt
korter var farið, tá ið hetta
hornasparksinnleggið, eftir
at hava ferðast á fleiri
høvdum, datt fyri føturnar á
Súna Fríða Johannesen,
sum úr tveimum metrum
sendi upp í nettakið.
Eftir tað linkaði ferðin
hjá B68. Teir runnu nógv
aftaná, og landsliðsmið-
vøllurin megnaði ikki at
seta dám á við fótbólts-
spæli. Men í verjuni vóru
Dánial, Hans Fróði og Arn-
bjørn knassar, og harvið var
tað.
Áskoðararnir
minnast
neyvan uppgerðina fyri
flótandi spæl. Men intensit-
eturin var stórur, nærdystir-
nir nógvir og stevnulagið
gott. So tóktist tað vera
harvið, at málmøguleikar-
nir trutu, og at tað bara
eydnaðist at skora eftir
fastar støður.
Dysturin í tølkum
NSÍ–B68 1–1 (0–1)
0–1: Súni Fríði Johanne-
sen 17.
1–1: Messias Perreira 63.
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Messias Perreira,
Sjúrður Jacobsen – Gert
Langgaard (Andy Olsen,
87.), Ian Højgaard, Christi-
an Høgni Jacobsen (Jústin-
us R. Hansen, 53.), Jónstein
Petersen – Sonni L. Peter-
sen (Rúni Rasmussen, 46.),
Helgi L. Petersen
Gult
kort:
Jónstein
Petersen 36.
B68: Albert Sævarson –
Dánial Hansen, Hans Fróði
Hansen, Arnbjørn Daniel-
sen – John Heri Dam, Bogi
Petersen (Kristian Anton
Andreasen, 72.), Jann Ingi
Petersen, Fróði Benjamin-
sen, Øssur Hansen, Øssur
Jacobsen
(Jóhan
Petur
Poulsen, 46.) – Súni Fríði
Johannesen
(Mannbjørn
Nesá, 87.)
Gult
kort:
Mannbjørn
Nesá 90.
Hetja og pápi
Bert lítið samdøgur
eftir at verða blivin
pápi, stóð Bárður
Johannesen ein
branddyst fyri HB
FÓTBÓLTSPÁPI
Jákup Mørk
- Í málinum hjá HB, og
ivaleyst ein tann feskasti
pápin í Føroyum, Bárður
Johannesen.
Stadion-speakarin
í
Gundadali kundi sunnu-
dagin undan dystinum
siga frá eydnuríku støðuni
hjá HB-málverjanum, nú
hann var blivi pápi fyri
aðru ferð.
Hesa ferð var tað ein
drongur, sum sá dagins
ljós, og tó at hetta hendi
leygarkvøldið,
so
var
Bárður til reiðar at taka
eitt tørn fyri HB sunnu-
dagin. Meðan hann so-
leiðis stóð og hitaði upp,
vóru orðini, at tað hevði
gingið bæði skjótt og væl,
og at hann var heima
longu um ellivu-tíðina, so
tað helt hann ikki vera
nakran trupulleika.
Og hann fekk eisini
sína løn fyri hetta. Við
trimum týðandi bjargin-
um – harav einari úr ellivu
metrum – helt hann HB
inni í dystinum fyrstu
løtuna, og av áskoðara-
plássunum var hann vald-
ur dagsins maður.
So tað mundi vera góð-
ari samvitsku, at hann
eftir dystin fór út á sjúkra-
húsið at vitja sonin, ið
sum vera man framvegis
var hjá mammuni.
Hóast Beinta gjørdist stórasystir um vikuskiftið, so hevði
Bárður Johannesen kortini orku at verja HB-málið
sunnudagin. Og tað gjørdi hann eisini til reint UG
Báðir partar løgdu nógv
arbeiði í, men stigini máttu
teir kortini býta sínamillum
Mynd: Álvur Haraldsen
19