Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 17. juni 2003 21 FSV-B36 1-4 (0-2): So raknaði B36 við Eftir eina mest sum katastrofala kapping- arársbyrjan hevur B36 nú vunnið tvær ferðir á rað, og sigur- in í Miðvági mundi vera hin fyrsti, har av- rikið veruliga var sannførandi FÓTBÓLTUR Jákup Mørk B36 hevði avgjørt ikki ráð at missa nakað, tá teir vitjaðu í Miðvági sunnu- dagin. Í øllum førum ikki, um teir framhaldandi skuldu halda lív í vónini um ætlaðu heiðursmerkini í ár, tí vána byrjanin hjá liðnum hevur longu kostað í meira lagi. B36 á tí mesta Og innanhýsis ófriðurin, sum hevur valdað hesa seinastu vikuna ella so, mundi heldur ikki havt gjørt vónirnar hjá áskoðar- unum betri. Julian Johns- son fór brádliga av landin- um, og ikki minst hevur tað skapt øsing, at hesin sam- bært leiðsluni ikki var nak- ar ítróttarligur missur fyri felagið. Hartil fekk Bárður Mortansson, sum annars var um at koma fyri seg, aftur skaða undir fríggja- dagsvenjingini, og tí kundi hann ikki gerast tann styrk- urin, sum vónirnar annars vóru settar til. Men hvussu var og ikki, so sýndi B36 heilt skjótt, at hendan dystin ætlaðu teir at vinna. Møguleikarnir, sum hava verið syndarliga fáir hjá liðnum hetta kappingar- árið, vóru brádliga fleiri í tali, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn úrtøka var fingin úr hesum. Heðin á Lakjuni royndi seg við skoti av brotsteigarmarkin- um, og bólturin smoygdi sær beina leið í netið. Og so sat B36 á tí mesta. Fleiri ferðir høvdu teir heilt góðar møguleikar. Ikki minst teir báðir álopsmenn- inir, John Petersen og Heðin á Lakjuni. Vága- menn tóktist hinvegin púra deyðir í framrættaða spæl- inum, og sæð burtur frá deyðbóltsstøðum var tað sera lítið, sum teir høvdu at hótta B36-liðið við. Og dygst undan steðginum fall so avgerðin, tá John Peter- sen eftir frálíkt einmansav- rik sendi bóltin í netið. Í seinna hálvleiki var spenningurin at kalla burtur, men hetta forðaði tó ikki B36 í at gera meira um seg. Fyrst stóð John Peter- sen leysur, tá hvørki verja ella málverja tóktist vera áhuga í einum langum bólti frá Pól Thorsteinsson. Álopsmaðurin tók bóltin niður, dróg nakrar ferðir og høgdi so bóltin upp í hornið. Kanska fyri líka sum at geva eina ábending um, at hann nú aftur er um at finna stevið, sum annars ikki hevur verið so gott í ár. Vágamenn fingu minkað munin, tá Kim Poulsen sendi ein siglandi bólt – kanska var talan um inn- legg – yvir í handara horn, men tað kundi sum so vera tað sama. Og tað eydnaðist eisini B36 at staðfesta sig- urin, ta Heðin á Lakjuni úr stuttari fjarstøðu sendi ein bólt frá Jákup á Borg í netið. Kanska startskotið Fyri B36 mundi hesin dysturin av álvara kennast sum startskotið til kapping- ina, har teir nú skulu royna at vinna seg inn aftur á fremstu liðini á talvuni. Ikki minst mundi tað kenn- ast hugaligt, at liðið hesa- ferð skapti teir møguleikar, sum so dyggiliga hava mangla higartil. Tað verður eisini neyðugt komandi vikurnar, tí í nógvar mátar verða komandi dystirnir avgerandi hjá B36. Fimm ferðir á rað spæla teir í Havn, og fýra teir fyrstu av hesum av hesum dystum eru móti teimum fýra, sum í løtuni eru ovast á stiga- talvuni. Hjá vágamonnum er ikki nógv annað at gera enn at staðfesta, at hetta á ongan hátt var teirra dagur. Liðið hevur annars í fleiri førum rættiliga víst tenn í ár, men onkursvegna tóktist virð- ingin fyri mótstøðuni at vera ov stór hesaferð. Ferð kom ongan tíð á spælið fram eftir vøllinum, og við einum somikið løttum mið- vølli, sum vágamenn hava, er tað fyrst og fremst bólt- flytingarnar og ikki stríðs- fýsni, sum skal vera avger- andi á miðjuni. Dysturin í tølum FS Vágar-B369 1-4 (0-2) 0-1: Heðin á Lakjuni 0-2: John Petersen 0-3: John Petersen 1-3: Kim Poulsen 1-4: Heðin á Lakjuni FSV: Jákup Joensen – Eyð- finn Fjallsbak, Jóhannis Jo- ensen, Vlad Osipovs, Ari Thomassen – Bjarni Prior, Silva, Jens Erik Rasmus- sen, Jack Johansen – Elfinn Ørvarodd, Slayton Soares B36: René Tórgarð - Allan Mørkøre, Fróði Clement- sen, Pól Thorsteinsson, Kenneth Jacobsen – Niels Joensen, Jákup á Borg, Klæmint Matrasen, Jens Kristian Hansen – John Petersen , Heðin á Lakjuni John Petersen sýndi við tveimum málum, at hann nú aftur er um at finna stevið, sum hevur gjørt hann til ein hin vandamesta føroyska áleyparan seinnu árini 21 20 Nr. 111 - 17. juni 2003 HB-EB/Streymur 5-0 (1-0): Tungur stórsigur Eftir at EB/Streymur fyrstu longu løtuna hevði takið á dystin- um, punkteraur teir við fyrsta HB-málið, og so kundu havnar- menninir gera sær dælt FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað man vera sjáldan, at tølini í einum somikið trivaligum sigri sum 5-0 ikki geva eina rættvísandi mynd av dystinum. Men tað gera tey ikki, tá talan er um dystin millum HB og EB/Streym sunnudagin. Ikki tí, sum spæli og mál- møguleikarnir gjørdust seinasta hálva tíman ella so, kundi sigurin hjá HB eins væl verið størri, men fyrstu løtuna var tað lítið, sum bendi á, at hetta skuldi gerast søgan fyri dystin. Misnýttir møguleikar Fyrstu løtuna vóru tað tvørtur ímóti gestirnir, sum høvdu nógv meira bit í sínum spæli. Kanska hevði sigurin í Havn fyrr í ár eisini givið teimum nakað av sálarligari barlast, og hinvegin tóktust teir hjá HB eisini at hava stóra virðing fyri mótstøðuni fyrstu longu løtuna. Og reyð/svørtu viðhalds- fólkini høvdu eisini alla or- søk at óttast. Hans Pauli Samuelsen gav ein for- smakk uppá, hvat HB kundi rokna við, tá hann gjørdist einsamallur eftir at Rani Christiansen hevði heilkik- sað, men veika skotið end- aði beint á Bárði Johanne- sen. Sami Bárður, sum ann- ars var vorðin pápi fyri aðru ferð hálvt samdøgur undan dystinum, var eisini fyrst og fremst maðurin, sum HB mátti seta álitið á. Tað stóð nevnliga heilt nógv á, tá Sorin Anghel eftir knøppum 20 varð rendu um koll av HB-málverjanum. Gomul heimaráð innan fót- bólt siga annars frá, at brots- sparksskjúttin ongan tíð skal vera tann sami, sum fekk brotssparkið, men tað legði rumenski álopsmaðurin vertin á. Hann tók sær sjálv- ur av skotinum, men Bárður gitt rætt og helt skotinum, sum Anghel skeyt úr ellivu metrum. Punkteraðu Tvær ferðir afturat vóru av álvara boð eftir Bárði. Fyrru ferðina, tá Magni á Lakjuni bendi fríspark úr 18 metrum upp móti málhorninum, og aðru ferð, tá sami Magni sera frekt royndi seg við skoti úr spískum. Hetta seinna var eisini tað seinasta, sum sást til EB/- Streym í dystinum. Upp á eftirfylgjandi mótálopið fekk Rógvi Jacobsen spælt Andrew av Fløtum leysum, og hesin kvittaði við at smekka bóltin flatt í kassan. Hetta punkteraði EB/- Streym fullkomuliga. HB tók nú alt meira yvir. Ikki minst á miðvøllinum, har Rógvi Jacobsen til tíðir fekk áskoðararnar at gloyma alt um, at Rúni Nolsøe vegna skaða ikki fekk tikið lut í dystinum. Talan var kanska ikki um teir heilt nógvu møguleik- arnar, men HB hevði nú heldur ikki fyri neyðini at trýsta spælið niðan. Heldur hugsaðu teir um at halda bóltin gangandi í egnari røð, soleiðis at mótstøðan skuldi møðast sum mest, áðrenn teir í steðginum kundu fáa nýggja luft. Grundað á gongdina fyrra umfarið, so var kanska væntandi, at EB/- Streymur fór at leggja hart út eftir steðgin. Tað gjørdu teir sum so eisini, og teir vóru eisini hampuliga nær við, tá Sorin Anghel royndi seg við skoti, men hetta bar samstundis nakrar veikleik- ar á liðnum við sær. Fyrst og fremst tað, at annars sterka organisatiónin á liðnum fór sundur. Ketur- nar fingust ikki á sama hátt at hanga saman, og tá so er, so merkist tað heilt væl móti einum liði sum HB, har einstaklingarnir hvør sær eru betri leikarar enn teir eru hjá EB/Streymi. Og tað gekk heldur ikki leingi, so hevði HB fingið løn fyri hetta, tá Símun Eliasen fekk fótin á eftir horna og klumpspæl, og so var vegurin klárur hjá HB. Karsten From kundi økja lítla løtu seinni, tá Rógvi Jacobsen spældi hann leys- in inni undir málinum, og nakað seinni var tað Andr- ew av Fløtum, sum stakk bóltin inn um verjuna til kvika danska álopsmannin. Eftir hetta var tað ikki tað stóra, sum hendi í dystin- um. EB/Streymur royndi kanska framvegis at trýsta spælið nakað niðan, men hetta gekst einki, og hin- vegin kundi HB við størri neyvleika væl havt skotið fleiri mál. Tað bleiv tó bert til eitt av slagnum, tá Rókur F. Jespersen átti seinasta fótin eftir frísparksinnlegg. Fyri HB bar sigurin sjálvandi fyrst og fremst við sær, at teir framvegis eru í oddinum, har teir nú eisini eru liðið við besta málmuninum. Men um- framt tað, so førdi dysturin kanska eisini nakrar aðrar sannleikar við sær. á Veik- aru síðuni var tað kanska fyrst og fremst, hvussu stórar veikleikar liðið sýndi, tá mótstøðan hevði dirvi og orku at leggja eitt skipað trýst á liðið. Var tað ikki fyri Bárð Johannesen í málinum, so hevði EB/- Streymur uttan iva verið á odda tíðliga í dystinum, og so er ilt at siga, hvønn veg tað hevði borið. Frameftir vøllinum sýndu havnarmenninir tó gott spæl, tá teri fyrst fingu skil á hetta. Ikki minst mundi tað vera hugaligt hjá venjaranum at staðfesta, at Rógvi Jacobsen tók yvir stýrandi leiklutin hjá Rúna Nolsøe. Rógvi var snøgt sagt nógv tann besti leikar- in á vøllinum hendan dag- in, og eini 90% av álops- spælinum hjá HB mundu ganga umvegis føtur hansara. Sálarsjúka Hjá EB/Streymi mundi dyst- urin kennast sum ein heldur blandað kensla. Fyrstu longu løtuna sýndu teir nógvar av teimum dygdum, sum hava givið liðnum fleiri góð úrslit í ár, men eftir hetta fall kort- húsið saman. Avrikið seinasta tíman sýndi, at liðið fær trupul- leikar, tá teir í størri mun skulu vera skapandi partur- in. Við tað at mótstøðan nú var á odda, noyddist EB/- Streymur longur fram á vøll- in, og økta frástøðan millum keturnar var meira, enn skipanin megnaði at taka. Og so sýndi hetta eisini, at tað sálarliga helst er nakað at arbeiða við á liðnum. Tað er so eingin skomm fyri nakað lið at tapa fyri HB í Gundadali, men fyri viðhaldsfólkini hjá felags- liðnum mundi tað kennast eyðmýkjandi, at liðið skuldi fara somikið nógv niður við nakkanum. Hugtakið »heiðurligt tap« er kanska strikað úr føroysku fótbóltsorðabókini fyri nøkr- um árum síðani, men tað er munur á hesum, og so tí at leypa við báðum fótum fremst beint inn í eitt skrædl av tí stóra slagnum. Eitt skrædl, sum tá alt kom til alt, væl kundi verið størri í Gundadali sunnudagin. Dysturin í tølum HB-EB/Streymur 5-0 (1-0) 1-0: Andrew av Fløtum, 20 2-0: Símun Eliasen, 52 3-0: Karsten From, 55 4-0: Karsten From, 66 5-0: Rókur F. Jespresen, 85 Dómari: Páll Augustinus- sen. Hevði til tíðir lyndi at floyta dekan ov nógv, held- ur enn at lata spælið halda fram. HB: Bárður Johannesen – Rani Debes Christiansen, Eli Thorsteinsson, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Hallur Danielsen, Martin Christiansen, Rógvi Jacob- sen – Karsten From, Andrew av Fløtum, Tór-Ingar Aksel- sen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Esmar Eiðisgarð, Egil á Bø, Bárður Olsen – Marni Djurhuus, Ronnie Samuel- sen, Marek Wierzbicki, Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel, Magni á Lakjuni Fram til málið hjá Andrew av Fløtum stóð heilt nógv á hjá HB, men so skrædnaði av álvara C M Y K 20