Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 17. juni 2003 23 Stórfeløgini í Århus og Aalborg vunnu sunnudagin týdning- armikil stig og fingu harvið trygd fyri, at tey eisini næsta kapp- ingarár fara at spæla í bestu deildini SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað lætnaði sunnudagin orduliga hjá teimum í Århus og Aalborg. AGF og AaB hava leingi verið í vanda fyri at flyta niður, og tað hevur hingið sum myrkt skíggj omanfyri fótbólts- hugaðu eftir donskum við- urskiftum stóru býirnar. Sunnudagin var AGF í Ikast og spældi ímóti FCM, og AaB var í Farum. Í Ikast endaði tað 1–1, og í Farum vann AaB 3–1. Samstundis vann Viborg á útivølli í Silkeborg 3–2. Undan tveimum teimum síðstu um- førunum er Silkeborg seks stig aftanfyri næstu liðini omanfyri niðurflytingar- strikuna. Harvið er heilt greitt, at Silkeborg fer at flyta niður saman við Køge, og at AaB, AGF og Viborg framhaldandi kunnu kalla seg fyri superligu feløg. Tað hevur leingi verið ivi um hesi heitini. Eftir sigurin í Farum og harvið trygdina fyri fram- haldandi tilveru í bestu deidini boðaði AaB venjar- in, Poul Erik Andresen, frá, at hann ikki fer at halda fram í starvinum. Tískil verður tað neyðugt hjá AaB nú í summarsteðginum at finna nýggjan venjara. Í øllum hinum feløgunum í superliguni verður eftir øll- um at døma talan um sama róðursmann eftir summar- steðgin, sum hevur havt ábyrgdina higartil í ár. Um okkurt óvæntað skifti verð- ur í summarsteðginum fæst at síggja. Silkeborg hevur verið partur av bestu deildini sein- astu fimtan árini. Teir hava rættuliga verið við til at mynda superliguna. Silke- borg hevur vunnið DM, og teir hava vunnið silvur og bronsu. Fyri tveimum árum síðani vunnu teir steypafin- aluna. Køge hevur bara ver- ið eitt ár í bestu deildini. Spenningur um málmin Um tað verður Brøndby ella FCK, sum fer at standa við gullkrónunum næsta sunnu- dag er framvegis ógreitt. Brøndby er við 56 stigum eitt undan FCK. Harvið verður Brøndby meistari, um teir vinna innanhýsis uppgerðina ímóti FCK mikukvøldið, og tað verður ivaleyst eisini nóg mikið hjá Brøndby, um teir megna javnleik mikukvøldið. Í 33. og síðsta umfarin- um, sum verður spælt sunnudagin, fer FCK at hava vitjan av AGF, meðan Brøndby skal vitja júst niðurfluttta Silkeborg. Brøndby er rættuliga í hopla. Tað vístu teir sunnu- dagin. 18.139 áskoðarar sóu teir gulu og bláu – uttan Jón Róa Jacobsen á vøllin- um – spæla OB sundur og saman og vinna 4–0. OB hevði ongar serligar mál- møguleikar, meðan Brønd- by kundi havt skorað tvær og tríggjar ferðir afturat. Tað er framvegis spenn- ingur um bronsukrónurnar. Men nógv bendir á, at tað verður Esbjerg, sum fer at vinna tær. Fótbóltsfepurin í Esbjerg er hægri, enn hann hevur verið seinastu fjórð- ings øldina. Leygardagin vóru fleiri enn tíggju tús- und og hugdu, tá ið FCK vitjaði. Undirhaldið var fínt, men tað komu eingi mál. Fyri Esbjerg var úr- slitið ikki so galið. Esbjerg kappast við FCM og Farum um bronsukrónurnar. Far- um tapti 3–1 á heimavølli ímóti AaB, og FCM megn- aði ikki meiri enn 1–1 á heimavølli ímóti AGF. Køge hevði vitjan av AB, sum vann 3–2. At Køge og Silkeborg eru flutt niður hevur við sær, at javnvágin í superliguni millum høv- uðsstaðin og provinsina verður broytt eitt sindur til fyrimunar fyri høvuðsstað- in. Herfølge og Frem flyta upp. Herfølge er úr Køge kommunu stutt sunnanfyri Keypmannahavn, og Frem er úr Keypmannahavn. Molde er stak illa fyri Í Tróndheimi fóru fimm mál ígjøgnum hjá Eddie Gustafs- son,og nú er Molde væl nærri botninum, enn teir eru toppinum NOREG Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen er eftir landsdystin ímóti Týsk- landi komin aftur til Noregs og Molde. Steðgurin verður bara tvær vikur. Um mán- aðarskiftið verður sátt- málaskeiðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum og Molde runnið. Vónirnar hava verið, at Molde skuldi kappast við Rosenborg um norska meistaraheitið, men hetta verður av ongum. Fel- agið, sum Jákup nú fer at biðja farvæl, er meiri átókt botnfelag, heldur enn fel- agi, sum er við í stríðnum um meistaraskapin. Leygarkvøldið var Molde í Tróndheimi og spældi ímóti oddaliðnum Rosen- borg. Eddie Gustafsson var í Molde málinum, og hann noyddist fimm ferðir í meskarnar eftir bóltinum. Molde megnaði ikki at skora. Rosenborg hevur 28 stig og er tíggju stig frammanfyri næsta kapp- ingarneytan, Stabæk. Molde er sætti aftast, nú tíggju umfør eru avgreidd. Gamla føroyska felagið, Sogndal, hevur staðið seg hampuliga væl. Sunnudag- in vunnu teir størsta sigurin nakrantíð í tippuliguni. Odd Grenland varð sent aftur til Skien við 5–0 tapi í viðførinum. Sogndal hevði annars ikki vunnið í fýra teimum síðstu dystunum. Viking javnaði til 1–1 í yvirtíðini, tá ið teir í Stav- anger høvdu vitjan av Lillestrøm. Brann Bergen var frammanfyri 3–0 á heimavølli ímóti Stabæk, men so steðgaði alt upp hjá heimaliðnum, og úrslitið var 3–3. Aalesund hevur tað strevið, nú teir royna seg í bestu deildini. Hesa ferð taptu teir 2–0 á heima- vølli ímóti Bodø/Glimt. Lyn vann 1–0 í Tromsø. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (M) 31 15 - 11 - 5 58 30 28 56 2 FCK 31 15 - 10 - 6 46 31 15 55 3 Esbjerg 31 12 - 10 - 9 64 55 9 46 4 Farum 31 14 - 3 - 14 46 57 -11 45 5 FCM 31 11 - 10 - 10 46 41 5 43 6 OB (S) 31 10 - 12 - 9 49 46 3 42 7 AB 31 10 - 11 - 10 40 43 -3 41 8 Viborg 31 10 - 10 - 11 52 53 -1 40 9 AaB 31 12 - 4 - 15 40 45 -5 40 10 AGF 31 10 - 9 - 12 47 54 -7 39 11 Silkeborg 31 8 - 9 - 14 45 47 -2 33 12 Køge 31 8 - 3 - 20 43 74 -31 27 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Herfølge 29 21 - 3 - 5 70 37 33 66 2 Frem 29 17 - 4 - 8 61 41 20 55 3 Fredericia 29 13 - 9 - 7 49 29 20 48 4 Randers F. 29 14 - 6 - 9 62 49 13 48 5 Skjold 29 14 - 4 - 11 49 35 14 46 6 Vejle 29 14 - 4 - 11 62 57 5 46 7 HFK Sønderj. 29 12 - 8 - 9 61 53 8 44 8 Ølstykke 29 11 - 8 - 10 64 57 7 41 9 FC Aarhus 29 12 - 4 - 13 50 52 -2 40 10 AC Horsens 29 9 - 9 - 11 45 48 -3 36 11 Brønshøj 29 10 - 6 - 13 44 50 -6 36 12 B 93 29 9 - 6 - 14 43 52 -9 33 13 B 1913 29 8 - 6 - 15 37 57 -20 30 14 Hvidovre 29 7 - 8 - 14 34 56 -22 29 15 B 1909 29 7 - 7 - 15 51 72 -21 28 16 HIK 29 5 - 6 - 18 35 72 -37 21 Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers Freja), Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Óli Johannesen (Hvidovre) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Rosenborg 10 9 - 1 - 0 28 5 23 28 2 Stabæk 10 5 - 3 - 2 17 11 6 18 3 Bodø/Glimt 10 5 - 3 - 2 15 10 5 18 4 Viking 10 4 - 5 - 1 18 11 7 17 5 Sogndal 10 5 - 2 - 3 19 14 5 17 6 Lyn 10 4 - 3 - 3 16 17 -1 15 7 Odd Grenland 10 4 - 2 - 4 15 21 -6 14 8 Bryne 9 4 - 0 - 5 20 14 6 12 9 Molde 10 3 - 2 - 5 11 16 -5 11 10 Lillestrøm 10 2 - 5 - 3 9 15 -6 11 11 Vålerenga 9 2 - 3 - 4 10 12 -2 9 12 Brann 10 1 - 4 - 5 10 22 -12 7 13 Aalesund 10 0 - 5 - 5 12 19 -7 5 14 Tromsø 10 1 - 2 - 7 14 27 -13 5 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Fylkir 4 3 - 0 - 1 8 2 6 9 2 KA 4 2 - 1 - 1 7 5 2 7 3 KR 4 2 - 1 - 1 4 5 -1 7 4 Þróttur 4 2 - 0 - 2 6 6 0 6 5 ÍBV 4 2 - 0 - 2 6 7 -1 6 6 Valur 4 2 - 0 - 2 6 7 -1 6 7 FH 4 1 - 2 - 1 5 4 1 5 8 ÍA 4 1 - 2 - 1 4 3 1 5 9 Grindavík 4 1 - 0 - 3 4 8 -4 3 10 Fram 4 0 - 2 - 2 4 7 -3 2 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA) Har var eingin ivi um úrslitið, tá Molde leygardagin vitjaði í Rosenborg. Heimaliði vann ikki minni enn 5-0 Silkeborg flytir niður 23 22 Nr. 111 - 17. juni 2003 Todi og Zuma í góða gamla lagnum Men hóast teir stór- spældu og fleiri ferðir vóru framvið, so eydnaðist tað ikki FCK álopsparinum at skjóta mál í Esbjerg ÚTISETI Jóannes Hansen Todi Jónsson verður í FCK í hvussu so er í tvey ár afturat. Tað var stóra søgan í donsku ítróttarpressuni seinnapartin fríggjadagin. FCK venjarin fegnaðist, áskoðararnir hjá FCK stór- fegnaðust, sjálvt ítróttar- stjórin, Niels–Christian Holmstrøm, tóktist ovur- fegin, og Todi Jónsson sjálvur fjaldi ikki yvir, at tað kendist sum ein lætti hjá honum, at óvissan um næstu fótbóltsframtíðina við nýggju undirskriftini var burtur. – Hetta er ein ivasamur vinnuvegur. Marknaðurin er ikki, sum hann onkuntíð hevur verið. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað er ein lætti, at tað nú er greitt, hvar eg skal spæla fótbólt tvey tey næstu árini. Eg havi alla tíðina sagt, at eg stór trívist í FCK, og at eg alla tíðina havi vónað, at tað fór at bera til at halda fram her. Eg eri fegin um álitið, sum FCK hevur víst mær, og eg vóni, at eg verði førur fyri at rinda felagnum og áskoðarunum, sum hava stuðlað mær so væl, nakað aftur, var viðmerkingin hjá Toda Jónsson, tá ið tíðind- ini bórust um, at nú var nýggjur sáttmáli komin upp á pláss. Todi Jónsson vil einki siga um sáttmálasamráð- ingarnar, og tað vil leiðslan í FCK heldur ikki. Men tað er neyvan nógv við síðuna av, tá ið vit gita, at báðir partarnir, sum hava staðið so stívir fyri hvørjum øðr- um, hava givið seg. Todi vildi hava longri sáttmála- skeið enn tvey ár, men tað vildi FCK ikki. Nú er skeiðið tvey ár, og tað hevur FCK ivaleyst rindað eitt sindur meiri fyri, enn teir í fyrstu atløgu ætlaðu sær at gera. Men hetta eru gitingar. Brennivargur Undan útidystinum í Es- bjerg segði FCK venjarin, Hans Backe, at hann rokn- aði Toda Jónsson sum lyklaspælara. Todi var í álopinum saman við Zuma, og teir funnu hvønn annan so mikið væl, sum teir plagdu at gera síðsta heyst, tá ið FCK vann seg fram til tryggan oddasess. Todi spældi Zuma leys- an, men hann misnýtti, og Zuma og fleiri aðrir spældu Toda leysan frammanfyri Esbjerg málið, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Todi hevði fýra risa stórar møguleikar. Hann stútaði úr góðari støðu við síðuna av málinum, hann sendi upp um tvørtræið, málverj- in bjargaði eina ferð, og dygst undan útskiftingini í 86. minutti, fór bólturin millum beinini á Toda. Í BT fær annars væl upp- lagdi føroyski álopsspælar- in av grovfíluni, tí hann ikki megnaði at skora mál í Esbjerg: “Todi Jónsson, en færing i København, var helt suveræn og blev lør- dagens indiskutable stor pyroman i 0–0 kapmen”, er salvan, sum ítróttarmaðurin hjá BT í Jyllandi, Ib Pile- gaard, gevur Toda Jónsson. Og tá ið hann býtir karakt- erir út, er hann ikki í gávu- hýri ímóti Toda. Føroyski álopsspælarin fær eitt fimm tal, sum er tað minsta, ið nakar av spælarunum í Es- bjerg leygardagin fekk. At tað er stutt millum topp og botn er hetta góð mynd av. Um Todi hevði havt skorað sigursmálið, so hevði hann ivaleyst fingið tíggju ella ellivu. Tí leikliga avrikið var gott. – Eg misbrúkti møgu- leikarnar, sum kundu havt givið okkum sigurin og harvið framvegis oddasess- in í superliguni. Nú mugu vit gera málini úti í Brønd- by, sum vit ikki megnaðu at gera í Esbjerg, var við- merkingin hjá Toda Jóns- son. Hans Backe, FCK venj- arin, segði seg vera væl nøgdan við leikliga avrikið. Men hann segði seg sam- stundis ivast í, um Todi verður førur fyri at spæla í morgin. Metingin hjá venj- aranum var, at Todi hevði nýtt so nógva orku, at hann kanska ikki fór at verða komin fyri seg mikudagin. – Tað vóni eg sanniliga, at eg verði. Tað eru fýra dagar at koma fyri seg í, segði Todi Jónsson. Fýra minuttir undan dystarenda varð hann avloystur av Peter Møller. Men eingin ivi tykist vera um, at venj- arin hevur gott eyga á Toda og ivaleyst fyrst fer at vita, um hann er førur fyri at spæla avgerandi lokalupp- gerðina í annað kvøld, áðrenn hann fer at huga um aðrar møguleikar í upp- stillingini. Tað skal vilja væl til, um Hvidovre og lið- formaðurin á før- oyska landsliðnum ikki komandi viku- skifti fara at flyta nið- ur í triðju deildina DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Í toppinum er alt langt síð- ani avgjørt. Herfølge og Frem flyta upp í superlig- una. At hesi bæði feløgini ikki hava so nógv at spæla um, sást m. a. í úrslitinum hjá Herfølge í vikuskiftin- um. Teir vitjaðu B93 á Eysturbrúgv, og úrslitið var 2–0 heimasigur. Harvið eydnaðist tað 110 ára gamla fyrrverandi stórfel- agnum undir liðini á Parkini at tryggja sær enn eitt ár í bestu deildini. Hvussu tað fer at tørna út hjá Hvidovre, sum fyri bara tveimum árum síðani hevði ætlanir um at flyta upp í superliguna, verður gjørt av næsta sunnudag. Tá skal Hvidovre við Óla Johanne- sen á liðnum spæla í Fred- ericia, har tað verður rættu- liga torført hjá Hvidovre, sum fer at heingja vónina á, at Fredericia ikki hevur tað stóra at spæla um. Hvidovre hevði sunnu- dagin møguleika fyri at sleppa sær burturúr torføru støðuni, men tað meiri enn hálvkiksaði hjá Óla Jo- hannesen og teimum. Hvid- ovre hevði vitjan av AC Horsens við Johan B. Han- sen á liðnum. Úrslitið var 1–1. Hvidovre er triði aftast, og trý lið flyta niður. HIK er longu niðurflutt. Spurn- ingurin er so, hvørjir hinir báðir niðurflytararnir verða. B1909 er í torførastu støðuni. Men sunnudagin fingu teir vónina aftur. Tá vunnu teir reyðu 3–2 á teimum bláu í B1913. Grannauppgerðin varð flutt á Odense stadion, har 4.589 áskoðarar mintust aftur á tíðina, tá ið tey bæði árs- talsfeløgini vóru millum tey stóru í Danmark. Í hvussu so er annað teirra fer at flyta niður og kanska bæði. Um talan bara verður um annað teirra, so verður Hvidorve síðsti niðurflyt- arin. Í síðsta umfarinum skal B1909 spæla á útivølli ímóti niðurflutta HIK, og B1913 skal á heimavølli spæla ímóti Randers Freja. Óli er á veg niður Eftir stigamissin hjá FCK er Brøndby nú eitt stig undan, tá liðini mikudagin tørna saman á Brøndby Stadion. Triðja árið á rað er seinasti dysturin millum liðini sam- stundis at rokna sum DM- finala C M Y K 22