týsdagur 17. juni 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 111 - 17. juni 2003
GÍ-VB 3-0 (1-0):
Vágbingar søktu VB
Tað mundi smakka
illa hjá VB, at bæði
Krzystof Popczynski
og Símun Samuelsen
skoraðu, tá GÍ helt
fast í oddasessinum
um vikuskiftið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
VB var á vitjan í Gøtu
sunnudagin. Í sarpisgerði
hava vágbingar mangan
fingið óvæntað góð úrslit,
og tørvurin á einum slíkum
var ikki lítil, nú byrjanin
hjá VB upp á kappingarárið
hevur verið somikið løk.
Fyrstu løtuna av dystin-
um í Gøtu var tað eisini so,
at vágbingar vóru heilt væl
við. Bæði liðini royndu líka
sum at kenna hvønn annan
á tonnunum, og veruliga
málmøguleikar var talan at
kalla ikki um.
Settu trýst á
Men spakuliga settu heima-
menninir seg alt meira á
spælið. Einamest tí hart
arbeiðandi miðvøllurin hjá
GÍ setti somikið stórt trýst
á VB-liðið, at gestirnir
høvdu ilt við at fáa nakað
veruligt
samanhangandi
álopsspæl at koyra, og ta
var eisini skjótt, at GÍ fekk
løn fyri stríðið.
Vágbingar vildu vera við,
at talan var um rangstøðu,
tá Bartal Eliasen í leysari
støðu stútaði móti málin-
um. Bólturin smeyg sær inn
um stólpan, og tá linju-
verjin helt flagginum niðri,
varð málið eisini góðtikið.
Hetta tók líka sum mótið
frá VB, og fyri tað mesta
hevði GÍ greiða yvirvág
eftir hetta. Teir høvdu eisini
fleiri málmøguleikar fyri
steðgin, men tað mátti tó
bíða nakað, til hol aftur
kom á. Og tá vóru tað tveir
fyrrverandi
VB-leikarar,
sum settu punktum.
Fyrst var tað Krzystof
Popczynski, sum stóð í
góðari støðu, tá Jónreid
Dalheim legði innfyri, og
seinnu ferðina var tað Sím-
un Samuelsen, sum gjørdist
púra leysur, eftir at vágb-
ingar ikki vóru heilt støðu-
fastir í verjuni.
Trupult hjá VB
Við sigrinum syrgdi GÍ
fyri, at teir framvegis hanga
við í oddinum. Enn hevur
GÍ tó leikt ein dyst fleiri
enn HB og KÍ, sum eru
nærmastu
grannarnir
á
stigatalvuni, og tí kann væl
verða, at støðan er broytt
nakað, áðrenn GÍ næstu
ferð spælir landskappingar-
dyst. Komandi vikan skal
nevnliga nýtast til Toto-fót-
bólt, og so er fyrimunurin,
sum GÍ vann í framskund-
aða dystinum móti Skála,
burtur.
Hugaligt man tað tó
undir øllum umstøðum vera
hjá GÍ, men tað er ikki júst
tað, sum man eyðkenna
huglagið í Vági í hesum
døgum.
Undan kappingarárinum
var málið, at eitt nýtt lið
skuldi spælast saman. Fleiri
vóru helst tey, sum óttað-
ust, at hetta kundi fara at
kosta á talvuni, og tó at ein
ávísur kostnaður helst var
íroknaður, so mundi tey í
Vági neyvan roknað við, at
støðan skuldi gerast somik-
ið hættislig, sum hon nú er.
Vágbingar eru næst nið-
astir á stigatalvuni eftir
fimm umfør, og enn eiga
teir fyrsta sigurin til góðar.
Eftir at tað fleiri ferðir hev-
ur verið líka við og næstan,
hava teir báðir seinastu
dystirnir hartil verið lítið
sannførandi, og spurning-
urin er tí helst, hvørt
leiðslan fer at taka nøkur
stig til at broyta hetta.
Tað hevur verið frammi,
at vágbingar møguliga fara
at styrkja um hópin við
leikara úr donskum felagi,
men enn tykist hetta so ikki
vera aktuelt.
- Tað er sjálvsagt, at við
verandi støðu kann væl
vera, at vit fara at styrkja
um hópin, sigur formaðurin
í VB, John Henrik Holm.
- Men tað verður so ikki í
løtuni. Europeiska transfer-
vindeygað er í løtuni
stongt, og hóast vit hava
haft samband við ymsar
leikarar, so hava vit heldur
ikki nakað konkret á borð-
inum her og nú. Tað er í
øllum førum greitt, at skulu
vit fara eftir nøkrum leik-
ara, so skal hetta vera ein,
sum veruliga kann geva lið-
num nakað, og tí hava vit
ongan skund við at fara eft-
ir fyrstu og bestu loysnini,
sigur VB-formaðurin at
enda.
Hvussu er og ikki, so fer
nú av álvara at tátta í hjá
VB.
Komandi
tríggjar
ferðirnar skal liðið tó spæla
á heimavølli, og so er
spurningurin, hvørt teir
megna at broyta nakað við
hesum. Fyrst verður talan
um vitjan úr Havn, tá
meistararnir úr HB koma
suður, og síðani verður
talan
um
tveir
sera
týdningarmiklar dystir, tá
fyrst
Skála
og
síðani
EB/Streymur koma suður.
Dysturin í tølum
GI-VB 3-0 (1-0)
1-0: Bartal Eliasen
2-0: Krzystof Popczynski
3-0: Símun Samuelsen
Dómari: Eiler Rasmussen
GÍ: Jacek Przybylski –
Anton Skoradal, Bartal
Eliasen, Leivur Hansen –
Jónreid
Dalheim,
Poul
Andrias Jacobsen, Zdzi-
slaw Janik, Símun Louis
Jacobsen, Bárður á Lakj-
unio – Krzystof Popcz-
ynski, Símun Samuelsen
VB: Bjarni Johansen –
Slobodan Madzar, Predrag
Zivkovic, Dejan Nicolic –
Mortan í Hørg, Michael í
Lágabø, Milan Kulic, Kári í
Lágabø, Palli Augustinus-
sen – Birgir Jørgensen, Dan
Djurhuus
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystirv - j
-
t
mál mál munur
stig
1 HB
5
3 - 2
- 0
15
5
10 11
2 GÍ
6
3 - 2
- 1
10
6
4 11
3 KÍ
5
3 - 2
- 0
6
2
4 11
4 NSÍ
5
2 - 3
- 0
10
4
6
9
5 B68
5
2 - 3
- 0
5
3
2
9
6 B36
5
2 - 1
- 2
6
5
1
7
7 EB/Streymur 5
1 - 2
- 2
6
10
-4
5
8 FS V
5
1 - 1
- 3
7
12
-5
4
9 VB
5
0 - 2
- 3
4
12
-8
2
10 Skála
6
0 - 0
- 6
1
11
-10
0
Máltindurin
Karsten From
HB
4
Heðin á Lakjuni
B36
3
Krzystof Popczynski
GÍ
3
Hjalgrím Elttør
KÍ
3
Birgir Jørgensen
VB
3
John Petersen
B36
2
Súni Fríði Johannesen
B68
2
Hans Pauli Samuelsen
EB/S 2
Magni á Lakjuni
EB/S 2
Eyðfinn Fjalsbak
FSV
2
Bartal Eliasen
GÍ
2
Símun Samuelsen
GÍ
2
Súni Olsen
GÍ
2
Andrew av Fløtum
HB
2
Rógvi Jacobsen
HB
2
Rókur F. Jespersen
HB
2
Rúni Nolsøe
HB
2
Atli Danielsen
KÍ
2
Jústinus R. Hansen
NSÍ
2
Sonni L. Petersen
NSÍ
2
Við sigrinum á VB helt GÍ
fast í oddasessinum, meðan
VB hinvegin framvegis er fast
í botninum av talvuni
Mynd: Álvur Haral0dsen
C
M
Y
K
24
Nr. 111 - 17. juni 2003
25
Reportararnir í út-
varpssendingini
Barometrinum høvdu
fríggjadagin leitað
sær til Runavíkar á
eystanstevnu. Her
skipaðu teir fyri
brotssparkskapping á
fótbóltsvøllinum við
Løkin, har ongin
minni enn Jens Mart-
in Knudsen stóð
ímillum stengurnar
ÚTVARP
Ingrid Bjarnastein
Runavík:
Fríggjadagin
høvdu runavíkingar for-
kunnuga vitjan. Talan er um
ongan minni enn teir tríggj-
ar reportararnar í útvarps-
sendingini Barometrinum
hjá Útvarpi Føroya, Hera
Jacobsen, Kára Sólstein og
Elin í Stórustovu.
Í allarfagrasta veðrið
høvdu útvarpsfólkini leitað
sær út á fótbóltsvøllin við
Løkin í Runavík, har skipað
varð fyri eini brotssparks-
kapping.
Nógv fólk vóru komin út
á fótbóltsvøllin, har vinnar-
in streyk avstað við eini
flogferð fyri tvey til Aber-
deen og aftur frá Atlantic
Airways.
Kappingarreglurnar vóru
einfaldar. Tað snúði seg um
at fáa bóltin í málið, har
ongir minni enn málmenn-
inir báðir Jens Martin
Knudsen hjá 1. deild hjá
NSÍ og Tórður Thomsen,
sum spælir í unglingadeild-
ini hjá sama felag, stóðu
millum stengurnar.
Brotssparkskappingin
varð skjótt og væl avgreidd,
og tá útvarpssendingin var
liðug, kundi Jóhan Ásmund
fara glaðbeintur aftur til
húsa við eini flogferð í
lummanum.
Barometrið á ferð
Barometrið vitjaði í Runavík
fríggjadagin. Her varð skipað
fyri brotssparkskapping við
málmonnunum Jens Martin
Knudsen og Tórður Thomsen
millum stengurnar
Løgmaður fór mána-
dagin til Brüssel, har
hann skal hava fundir
við bæði ES og NATO.
Talan er um bæði
handilsligar og trygd-
arpotitiskar spurn-
ingar, sigur hann
SAMRÁÐINGARFERÐ
Edvard Joensen
Flogvøllurin:
Mánadagin
fór Anfinn
Kallsberg, løgmaður, til
Brüssel, har hann skal vitja
bæði ES og NATO.
Í stuttari viðmerking
segði løgmaður, tá Sosial-
urin hitti hann á flogvøll-
inum, at talan verður bæði
um handilsligar og trygdar-
politiskar samrøður. Tó
verður ikki so, at nøkur
nýggj verjuavtala ella nak-
að sovorðið verður gjørt á
ferðini, segði hann.
–Taka vit tað handilsliga
fyrst, sigur løgmaður, so
hava vit í nógv ár stríðst við
at fáa tað Paneuropeisku
kommulatiónsskipanina at
galda fyri Føroyar. Nú
gongur tað rætta vegin,
men tað gongur seigliga,
sigur hann. Vit brúka
hvønn møguleika, sum er,
og tað sær út til, at tað rek-
ur við í løtuni, sigur løg-
maður.
Trygdarpoltiskt er tað
soleiðsi, at farið verður á
fund við NATO aðalskriv-
aran, Geroge Robertson.
–Tað verða ikki nakrar
størri samráðingar, men
meira samrøður um at fáa
sett hol á hetta her við at
fáa innlit, ábyrgd og av-
gerðarrætt, sigur løgmaður.
OLJUVINNA
Jan Müller
Atlantsflog hevur gjørt
avtalu við italska felagið
ENI (Agip) um at standa
fyri floglogistikkinum í
sambandi við boringina á
landgrunninum. Í mun til
seinast borað varð á land-
grunninum er "Search and
Rescue" leiti- og bjarging-
arparturin við tyrluni hjá
Atlantsflog nú partur av
avtaluni. Hin parturin við
flutningi av fólki til og frá
boriskipinum verður gjørd-
ur við eini tyrlu hjá Bri-
stow, sum Atlantsflog leig-
ar. Talan er um eina Bell
214 ST.
Magni Arge stjóri er
fegin um, at tað hevur
eydnast teimum at fáa leiti-
og bjargingarpartin, tí hann
er tann mest krevjandi og
torføri parturin at fáa
góðkenning til, so hetta er
eitt stórt framstig fyri
føroyska flogfelagið.
Magni Arge dylur ikki
fyri, at tað er teirra mál at
blíva offshoreoperatørur til
at flyta fólk eisini. Her
verður ikki minst hugsað
um tað í framtíðini fer at
verða nógv virksemi eftir
møgulig fund. Tað eydnað-
ist ikki hesaferð, hóast fel-
agið umsitur allan sáttmál-
an. Ein tyrla frá Bristow
tekur sær av manningar-
skiftinum.
Vit spurdu Magna Arge,
sum eisini er formaður í
Oljuvinnufelagnum,
um
hann er nøgdur við før-
oysku luttøkuna í oljuleit-
ingini. Hann sigur, at hann
kennir ikki allar avtalurnar,
so tað er ov tíðliga at siga,
um man er nøgdur ella ikki.
Men hann heldur tað vera
rætt at gera eina eftirmet-
ing, soleiðis at báðir partar
kunnu brúka tað til nakað
positivt.
- ENI hevur verið rætti-
liga miðvíst í sínum arbeiði
at fáa føroyskar fyritøkur
við í vinnuna undan sjálvari
boringini. Vit eiga tí at
síggja tingini sum eina
samlaða heild.
Men tað er greitt, at tað
hevur verið eitt sindur av
ørkymlan, tí tingini eru
komin í so seint á borðið,
og okkurt bendir á, at sam-
skiftið kundi verið betri.
Atlantsflog oljubjarging um hendi
Løgmaður
farin til Brüssel
Fyrsti útgerðarskipið
á Runavík
4. BRUNNURIN
Jan Müller
Fyrsta útgerðarskipið, sum
skal flyta vøru og góðs
millum
Runavík
og
boriskipið Belford Dolphin
kom á Runavík í vikuskift-
inum. Talan er um North
Vanguard, sum Gulf Off-
shore leigar út. Við skipin-
um eru rør til oljuboringina
umframt
bingjur
o.a.
Skipið fer vantandi út á
leitiøkið um nakrar dagar.
Sosialurin skilur, at stóra
boriskipið hevur nokk av
útgerð umborð til at ar-
beiða í eina viku ella meira.
Talan er um "top hole se-
ction" tvs. tann ovasta part-
in av brunninum.
Nú er aftur oljuvirksemi í Runavík
Fyrsta manningarskiftið fór fram í gjár
Mynd: Edvard Joensen
Fyrstu oljufólkini komu við hesum flogfarinum í gjár
Mynd: Edvard Joesen
Mynd: Ingrid Bjarnastein
25