mikudagur 19. januar 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 12 — 19. JANUAR 1994 Tíðindablaðið CD
Fyrrverandi bankamaður:
Peningastovnar
og landsstýrið
mugu tvingast til
atloysauppfyri '
sethúsakreppuni |
Bæði peningastovnar og landsstýrið hava ábyrgd av ti, sum nú fer í |
Helst hevur tað verið miðvísur danskur politikkur, at
Fossbankin skuldi ikki lata uppaftur fyri harvið at
sleppa komandi eindarbankanum undan einum
kappingarneyta
Sankn,
at henda á sethúsamarknaðinum. Taka tey ikki stóðuna í størsta
álvara, so kann tað henda, at tann »tikkandi bumban< — landsum-
fevnandi sethúsafelagið — brestur, og tá eru vit øll taparar.
Hetta sigur ein fyrrverandi bankamaður, ið ynskir at vera Ó-
nevndur, vid Tíðindablaðið Sosialin. Hann vil fegin gera sítt til at
fáa peningastovnar og politikarar at rakna við og somuleiðis gera
sethúsaeigarum greitt, hvørjar avleiðingar hóttanir teirra kunnu
p
Rentulækkingin hjá bankunum hevdi munað nógv betri,
um ikki myndugleikarnir tók hann og væl tað innaftur í
skatti. Bankarnir mugu nú til at geva eina tonn aftrat —
saman við landsstýrinum, sum má lækka skattin ella
fáa, verða tær til veruleika
— Stødan í løtuni er tann, at
bankarnir og Húsaláns-
grunnurin so gott sum ikki
bjóða upp á húsini, tá tey
fara á tvang.
Men er tað ikki so, åtfara
hús á tvang, og tey verða
seld aftur til eitt nógv lægri
virði enn upprunalánini,
koma upprunaeigararnir
at hanga upp á restskuld-
ina?
— Jú. Men ein vanligan
løntakara, sum onga ogn
eigur, kunnu peningastovn-
arnir ikki røra. Tvær ferðir
um árið kunnu teir koyra
viðkomandi niðan í Fúta-
rættin og gera nyttuleys út-
legg. Men teir kunnu ikki
gera útlegg í ikki útgoldna
løn, tí hon skal standa á
hansara konto í eina viku,
áðrenn útlegg kann gerast.
Hesi fólkini, sum standa í
vónleysari skuld uttan at
rættinum. Tað er ikki brúkt
nógv í Føroyum enn, men
tað fer at verða brúkt. Tá vil
tað so verða ein konkret
um viðkomandi lýkur treyt-
irnar fyri eini sanering. Tað
verður hugt eftir aldri,
heilsu, arbeiði 0.1.
Hetta er so nýtt í Føroy-
um, at eg ikki veit, um nakar
hevur roynt tað, sigur fyrr-
verandi bankamaðurin.
Kemur ein slík skuldar-
sanering ígjógnum, sigur
hann víðari, so verður ein
akkord ásett, sum bankarnir
verða noyddir at slúka.
T.v.s. at teir fáa kanska eini
20-30% av lánunum, og so
má viðkomandi til at skaffa
pengarnar. Kann hann tað,
er hann leysur.
Fyrrv. bankamaðurin sig-
ur annars, at tað er vónleyst
hjá bankunum at fylgja við,
nær fólk koma at eiga eitt
oyra. Um tey spara sær nak-
að upp, so goyma tey tað í
bankaboksum heldur enn á
bankakonto.
— Ber tað til at koyra
samfelagið víðari við eitt
nú at tvangsbinda fólk rest-
ina av lívinum fyri eina
skuld í einum húsum, sum
tey ikki longur eiga?
— Nei. Høvdu hesi fólkini
kunnað skaffað sær nakrar
túsund krónur aðrastaðni
frá og bjóða bankunum tað,
tá hevði tað verið besta
loysnin fyri allar partar. Tað
er sama stóða sum við Foss-
bankafólkunum. Fólkini
kunnu siga við bankan, at
tey hava ongan livandi
møguleika at gjalda
600.000 kr. aftur men siga,
at tey kunnu taka eitt lán
upp á td. 50.000 kr. og so
gjalda skuldina út við tí. Og
tað eigur bankin at taka til
takkar við.
— Men hví ikki fáa eina
ella aðra skipan við banka,
áðrenn húsini fara á
tvang?
— Tað hevði eisini verið
tað mest rímuliga.
Fyrrverandi bankamaðurin
sigur víðari, at bankarnir í
dag trúgva, at teir kunnu
rædasparikassamar við ikki
at bjóða upp á húsini, sum
fara á tvingsilssølu. Teir
vænta, at Sparikassin við
hækka rentufrádráttin
tvingsilssølunum fær nak-
að av tapi, men tað verður
tvørturimåti.
Sparikassin keypir flestu
håsini aftur å tvingsilssøl-
unum og so leingi sum fólk
eru í landinum og vilja
búgva í húsunum, hevur
Sparikassin næstan ongan-
tíð trupulleikar at selja tey
aftur fyri tað, sum spari-
kassin eigur í teimum.
Selt verður ofta til hjúna-
felaga fyrrverandi eigarans
ella onkran av næstu skyld-
fólkum hansara, ið ikki
skylda peningastovnunum
nakað av týdningi. Fyrr-