mikudagur 19. januar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 12 — 19. JANUAR 1994 Síða 1!
Sparikassin er tann síðsti skansin, tað besta Sparikassin kann gera fyri at verja henda
skansan er at varðveita álitið millum føroyingar og Spa
kassin m.a. møguleika til nú við at ganga skuldarum á meti
verandi eigarin við húski
heldur síðani fram at búgva
í húsunum og rindar rentur
og avdrátt til Sparikassan,
men ongan annan.
Úrslitið er, at Sparikassin
fær allar sínar pengar, með-
an bankarnir og Húsaláns-
grunnurin fáa ikki eitt oyra.
Sparíkassanum
— Men er ikki Í dag talan um
veruligt stríð millum bank-
ar og sparikassar?
— Jú, tað er talan um eitt
ávíst stríð, tí bankarnir
halda, at Sparikassin skal
taka lut í teimum stóru tap-
unum. Sparikassin sigur
harafturímóti, at hann liggur
á 1. prioriteti, og at hann tí
eisini hevur ein nógv lægri
rentumarginal enn hinir.
Hann skal í prinsippinum
hava allar sínar krónur, áðr
enn bankin fær sína fyrstu.
Tað hava bankarnir so ilt við
at góðtaka, men Sparikassin
ber seg rætt at, tí enn hevur
fólk álit á Sparikassanum,
og hann er noyddur at gera
hetta fyri at fólkið skal varð-
veita hetta álit Hinvegin
kann hasin politikkurin,
sum bankamir og Spari-
kassin reka, koma einum
parti av sethúsæigarnum til
góða við tað, at teir fáa hesa
sanering. Fólkini hanga gott
nokk upp á skuldina hjá
bankunum, men hon er í
veruleikanum bara teoret-
isk. Bankin fær valla gjørt
nakað við hana.
Tað frægasta bankin kann
gera, sigur fyrrverandi
bankamaðurin, er at góð-
taka, at hesi fólkini sleppa at
gjalda ein brøkpart av hesi
skuld, tv.s. loyvi til at sa-
nera hana. Tá teir ikki hava
viljað sanerað hana, áðrenn
sethúsið er farið á tvang, so
mugu teir gera tað aftaná.
ein tíkkandi bumba
— Sært tú nakran vanda við
ti nýggja sethúsafelagnum,
um tað fer at gera álvara av
sínum hóttanum?
— Um eg geri! Eg hevði
verið heitur um skallan, um
eg var bankastjóri í dag.
Hetta kann verða bumban,
sum leggur alt lamið. Fara
sethúsaeigararnir at gera
álvara av hasum vápinum,
so vænti eg, at tað verður
ikki leingi, so standa føroy-
ingar aftur á Kristiansborg
og biðja um pengar til bank-
arnar.
— Hvat fara danir iå at
siga og hverjum fara teir at
geva skyldina fyri støduna,
sethúsaeigarunum, bank-
unum ella politikarunum?
— Teir áttu í hvussu er eis-
ini at hartað bankamar, ti
tað hevur tikið so órímiliga
langa tíð hjá bankunum at
koma við nøkrum útspæli.
Teir hava ikki trúð, at sam-
felagið kundi koma so langt
niður.
Nú er stødan tann, at før-
oyingurin er trystur so langt
upp í ein krók, at nú reagerar
hann. Vandin er tann, at tá
hann reagerar nú, so kann
føroyingurin í ávísum før-
um blíva órímiligur í sínum
krøvum.
Fyrrverandi bankamaður-
in sigur eisini, at hetta er ein
alda, sum politikararnir og
bankarnir hava skapt. Tað
kann væl vera, at hendan
aldan verður ov stór, men
bankarnir og politikararnir
mugu taka ábyrgdina av
henni.
Hvat er skilabest at
gera nú?
- Seta bankar og politik-
arar seg ikki saman nú, so
tvinga teir sethúsaeigarar-
nar út í eina stóðu, sum kann
verða okkum øllum til 6-
bótaligan skaða.
Eg vóni bara, at Spari-
kassin — eisini fyri sína egnu
skyld — setir seg við síðuna
av sethúsaæigarunum og
roynir at finna eina loysn
saman við teimum, soleiðis
at fólk ikki fara og boykotta
Sparikassan. Hendir tað, og
fólk fer at kenna tað sum at
Sparikassin vil hjálpa
teimum enntá yvir eina
rikassan og tað hevur Spari-
tvingsilssølu, co vil hann
varðveita álitið og hann
kemur tí íkki í nakran
vanda.
Hjålpir Sparikassin set-
húsaeigarunum upp á henda
mátan, og politikararnir og
bankarnir bara lata standa
til, so verða bankarnir knús-
aðir. Tá koma teir næstan
einki sethúsalán at hava eft-
ir.
Hvat Sparikassanum við-
víkur, so kann hann einki
gera við ta aldu, sum skolar
móti bankunum. Tað ein-
asta, hann kann gera er at
syrgja fyri, at hon ikki skol-
ar móti Sparikassanum.
- Nú sigur Annfinnur í
Skála í greinarød i Sosial-
inum, at danska bankaeftir -
litið hevur í kvittanum at
kappa høvdid av Sparikass-
anum, soleiðis at tá bank-
arnir verða lagdir saman
verður eindarbankin keypt
ur av Den Danske Bank.
- Tað hevði óivað verið
ein ynskidreymur hjá Figg-
ingargrunninum og teim-
um donsku bankastjórun-
um. Tað hevði komið væl
við hjá teimum, um Spari-
kassin reyk, men setur
Sparikassin seg við síðuna
av sethúsaæigarunum, so
klárar hann hetta. Tað ivist
eg onga løtu í.
Fyrrverandi bankamad-
urin sigur, at verður nakað
peningamonopol í Føroy-
um, so verður tað Føroya
Sparikassi, tí bankarnir
missa allar kundarnar.
Eg trúgvi annars ikki, at
bankarnir eru úti eftir at
kvala Sparikassan.
Bankarnir síggja ikki
skriftina á vegginum
- Er Føroya Sparikassi
okkara síðsti skansi?
— Tað meini eg avgjøt. Og
til tess at halda skansan, so
mugu Sparikassi og set-
húsaeigarar standa saman,
álitið teirra millum má und-
ir ongum vmstødum måast
burtur. Eg vænti, at føroy-
ingar fara at royna at styrkja
allar triggjar sparikassarnar
f landinum.
- Men hvussu klára
bankarnir seg bestur burt-
ur úr stóðuni?
— Tað veldst um, hvat teir
vilja. Sjålvur haldi eg atteir
áttu at strikad 4. prioritet.
Men eg eri bangin fyri, at
teir meta ikki støduna n6g
ålvarsama, teir siggja ikki
skriftina å vegginum.
Annars eri eg ikki samd-
um við nógvum av teimum
fólkum, sum siga, at rentu-
lækkingin hjá bankunum
ikki hjálpir nakað.
Fyrrverandi bankamad-
urin heldur annars fyri, at nú
rentan er lækkað, kanska
ikki nokk men nokkso
nógv, so liggur næsta út-
spælið hjá politikarunum.
— Eg fati ikki, at peninga-
stovnarnir hava gingið við
til at lækkað rentuna uttan
at hava tryggjad sær, at
rentulækkingin ikki varð et-
in uppaftur av lands- og
kommunuskatti.
Teir áttu at lækkað rent-
una við teirri treyt, at landið
antin hækkaði rentufrá-
dráttin ella lækkaði skattin.
Eg eri eitt sindur bilsin, um
teir ikki hava gjørt tað.
Hava teir ikki gjørt tað, so
haldi eg, at landsstýrið átti
at sagt, at nú hava peninga-
stovnarnir lækkað rentuna,
so nú fara vit at lækka skatt-
in ella td. avtaka oljuav-
gjaldið ella avtaka mvg á
olju og SEV.
kassanum til góða
Fyrrverandi bankamaðurin
sigur víðari, at sparingin hjá
fólki í rentuni kemur lands-
kassanum til góða. Har átti
landskassin at verið so mik-
ið at sær komin, at hann
segði, at nú tá peninga-
stovnarnir hava víst ein
góðan vilja, vil landið gera
tað sama.
Tað ræður hóast alt um at
lætta um hjá hesum fólkun-
um.
Landið kundi kanska eis-
ini sagt, at tað vil lækka
skattin men treytað av, at
bankarnir geva eina tonn
afturat niðureftir.
— Tað er meira tydningar-
mikið enn nakrantíð, at
bankar og landsstýrið stinga
høvdini saman. Hendir
einki, so vænti eg, at bank-
arnir fara aftur.
Einasti vandi fyri Spari-
kassan er, at so nógv fólk
flytur av landinum, at tað
ikki verða fólk nokk til at
búgva í húsunum, tí tey
tómu húsini hava í prin-
sippinum einki virði.
Fyrriverandi bankamað-
urin tekur uppaftur, at tað í
nógvum førum kann vera
betri, at húsið fer yvir eina
tvingsilssølu og at fólkini
keypa húsini aftur fyri ein
bíligan penga.
- Og eg dugi ikki at síggja
annað enn, at Sparikassin
må spæla við í hesum spæli
fyri at tryggja síni egnu lán.
Hann heldur annars, attað
besta hevði verið, um pen-
ingastovnarnir samdust um
at strika allan 4. prioritetin,
niðurfrysta 3. prioritetin og
lækka rentuna fyri priori-
tetirnar frammanfyri. Tá
hevði tað munað.
Hann heldur tað eisini
vera skeivt av myndugleik-
unum bara at økja um skatt-
in, tí tess meira tú strammar
tummilskrúvuna, tess
minni kemur í veruleikan-
um inn í skatti.
- Vandi er fyri stórri
svørtum arbeiði. Tí er ein-
asti útvegur at lækka skattin
i
=. *
um somu tíð sum peninga-
stovnarnir geva seg enn
meira.
Fessbankin!
Vit spurdu fyrrverandi
bankamannin, hvat hann
heldur um gitingarnar um,
at danir ynsktu ikki at Foss-
bankin skuldi lata uppaft-
ur!
— Orsøkin til at Fossbank-
in ikki varð bjargaður haldi
eg hevur verið eitt ynski frá
dønum. Tað hendi við á-
virkan frá Fíggingargrunn-
inum og við hjálp frá
donsku stjórnini.
Tað hevur verið praktiskt
hjá teimum at eliminera ein
nýggjan konkurent til tann
nýggja samanlagda bank-
an, sum ein hevur ætlað sum
eitt bankamonopol.
Men her haldi eg, at menn
hava forroknað seg. Tá nú
kundarnir í Fossbankanum
kunnu fáa eina munagóða
sanering í mun til hini, so
kunnu hinir bankarnir
vænta nógv fleiri misnøgd
viðskiftafólk við kravi um
skuldarsanering.
Annars er tað gott, at
peningastovnarnir ikki
bjóða búnum nakað fyri
lánini sæð við eygunum hjá
lántakarunum í Fossbank-
anum.
Fyrrverandi bankamað-
urin heldur tað eisini vera
rætt, tá Sparikassin ikki vil
geva sethúsafelagnum hjá
Fossbankanum eitt samlað
lán, tí hann dugir ikki at
síggja, hvussu hetta skal
umsitast, tá lánini í Foss-
bankanum hava so ymisk
virði.
Og hann heidur fram: —
Tá tað verður sagt, at lán-
takararnir í Fossbankanum
eru sleptir upp á fjall, sjálvt
Framhald á síðu 16
Helst fer Havnin at verða fyri einum skrædli í hesum árinum, ikki minst orsakað av
trupulleikunum hjá sethúsaeigarunum